2023-2026

Um verkætlanina

Smart-Fisk er ein verkætlan har reiðaríir og Sjókovin fara at arbeiða saman um, hvussu oljunýtslan kann minkast í føroyska fiskiskapinum.

Tað er av alstórum týdningi at minka um oljunýtsluna hjá fiskiskipunum. Bæði tí at oljan er ein sera týdningarmikil partur av samlaðu útreiðslunum hjá fiskiskipum og høgi oljuprísurin tyngir sostatt um raksturin, og tí at Føroyar sum samfelag hava bundið seg til at minka um útlátið, og fiskiflotin er ein týðandi partur av føroyska samlaða útlátinum. 

Eingi almenn útgreinaði tøl eru um oljunýtsluna í føroyskum fiskiskapi, men Sjókovin hevur seinastu árini, í tøttum samstarvi við reiðaríir, greinað oljunýtsluna í størstu skipabólkunum fyri árini 2019-2022. Greiningar og úrslit kunnu síggjast í frágreiðingum um fiskivinnuna hjá Sjókovanum her

Hendan verkætlanin byggir víðari uppá hetta arbeiðið, har farið verður undir at nágreiniliga skráseta og greina oljunýtsluna hjá føroyskum fiskiskipum, soleiðis at vit kunnu seta ítøkilig og hóskandi átøk í verk fyri at minka um oljunýtsluna á føroyska flotanum.

Høvuðsendamálið við verkætlanini er at skapa neyðugu vitanina og tilvitanina fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum.  

 Fyri at røkka hesum yvirskipaða málinum fer verkætlanin at 

Væntað úrslit

Nøkur av teimum luttakandi fiskiskipunum

Fylgibólkurin

Verkætlanin hevur ein fylgibólk. Í fylgibólkinum eru umboð fyri nakrar av mest viðkomandi áhugapørtunum innan hetta evni, og sostatt kann tryggjast, at úrslitini frá verkætlani røkka tey røttu viðkomandi.

Fylgibólkurin verður boðin til verkstovurnar, ráðstevnuna og tá ið ítøkilig úrslit eru klár til viðgerðar.

Fylgibólkurin verður skipaður sum ein opin bólkur, sum ger tað møguligt hjá øðrum áhugaðum at luttaka. Um tú hevur áhuga at gerast partur av fylgibólkinum kanst tú seta teg í samband við Unn Laksá á unn@sjokovin.fo ella ring 558500.

Stigtakarar

Vilt tú vita meira ella gerast partur av verkætlanini? Set teg í samband við okkum á sjokovin@sjokovin.fo ella ring +298 558500

Verkætlanin er samskipað av Sjókovanum og fíggjað av Fiskivinnugransking, umframt eginfígging frá reiðaríum og Sjókovanum.