STIMBRAN AV
BURÐARDYGGARI MENNING OG NÝSKAPAN Í SJÓFEINGISVINNUM

Okkara virksemi

Vit hava sterkar førleikar í greiningum av samfelagsbúskaparligari ávirkan, váðametingum, virðisketu og marknaðargreiningum eins og politiskum og umsitingarligum greiningum.

Vit hava drúgvar royndir við stigtakan og útvegan av fígging til granskingarverkætlanir, og royndir í verkætlanarleiðslu í føroyskum, norðurlendskum og evropeiskum granskingarverkætlanum.

Vit hava tikið stig til Ocean Cluster Faroes, sum er eitt netverk við áhugapørtum, ið arbeiða við nýskapan og burðardyggari menning í sjófeingisvinnum.

Okkara verkætlanir

Tíðindi

Tiltøk

Komandi Tiltøk

Við jøvnum millumbili hava Sjókovin og Ocean Cluster Faroes tiltøk á skránni, har sjóneykan verður sett á nýskapan, virðisøking og burðardygga menning av sjófeingisvinnum.

Koyr pílin yvir ella trýst á ein dag, so sært tú meir um tiltakið.

Liðug tiltøk

SAMAN SKAPA VIT VITAN TIL VIRÐI

Endamálið við Sjókovanum er at stimbra burðardygga menning og nýskapan í sjófeingisvinnum við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum til tess at bera nýggja vitan til Føroya og føroyska vitan út í heim.