Viðtøkur fyri ikki-vinnurekandi grunnin Sjókovin 

Navn og heimstaður

§ 1

Navn grunsins er Sjókovin og er hesin ikki-vinnurekandi. Hjánøvn grunsins eru Blue Resource og Ocean Cluster Faroes. Heimstaður grunsins er Eysturkommuna. 

Endamál

§ 2

Endamál grunsins er

at stimbra burðardygga menning og nýskapan í føroyskum sjófeingisvinnum við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum til tess at bera nýggja vitan til Føroya og føroyska vitan út í heim.

at vera samskiftisdepil fyri sjófeingisfyritøkur og kunna almenningin um viðurskifti viðvíkjandi hesum. 

Ognir og stovnsfæ

§ 3

Grunnurin hevur við stovnanina frá 4 av stovnarunum fingið kontanta upphædd kr. 400.000 frá hvørjum ella tilsamans kr. 1.6 mió., sum er stovnsfæ grunsins. Harumframt fær grunnurin frá fimta stovnaranum Sp/f Syntesa yvirførdar ígongdverandi verkætlanir, sum Syntesa letur til grunnin. Hetta er galdandi fyri fígging, sum ikki er útgoldin pr. stovningardato. Grunnurin yvirtekur við stovnanina uppgávurnar/skyldurnar og fíggingina umleið kr. 3.12 milliónir, sum Syntesa Sp/f hevur fingið í sambandi við evropeisku H2020 verkætlanirnar: FarFish, Aquavitae, og NextGenProteins.   Tað er ikki veitt stovnarum ella øðrum serlig rættindi. Allar ognir grunsins, harundir stovnsfæi eru endaliga skyldar frá stovnarunum.

Nevndin

§ 4

Grunnurin verður stjórnaður av eini nevnd við 5 nevndarlimum, sum við stovnanina eru vorðnir valdir - eftir tilnevning frá Føroya Arbeiðsgevarafelagi, Føroya Reiðarafelagi, Føroya Havbúnaðarfelagi, Landsstýrisfólkinum í Vinnumálum - av stovnarunum fyri ávikavist 1 og 2 ár frá stovningardegnum. Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya er fastur limur í nevndini. 

Nevndarlimirnir verða hereftir valdir av Føroya Arbeiðsgevarafelagi, Føroya Reiðarafelagi, Føroya Havbúnaðarfelagi og Landsstýrisfólkinum í Vinnumálum við einum hvør. Um rektarin á Fróðskaparsetri Føroya ikki ynskir at taka sæti í nevndini, velur nevndin ein fimta lim í staðin. 

Nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn. Nevndarlimirnir, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Reiðarafelag hava tilnevnt í sambandi við stovnanina, sita tó í fyrsta umfari bara í 1 ár. Síðan verða 2 valdir annaðhvørt ár og 2 annaðhvørt ár. Nevndarlimir kunnu afturveljast. 

Nevndin er sjálvstøðug bæði í mun til stovnararnar og í mun til tann, sum annars velur viðkomandi. 

Nevndin skipar seg sjálv, harundir velur ein formann. 

Gongur nevndarlimur úr nevndini áðrenn valtíðarskeiðið er úti, verður nýggjur nevndarlimur valdur av tí, sum hevði valt tann, sum fór úr nevndini. Er nevndarloysi verður nýggj nevnd sett av Føroya Landsstýri. 

Miðast skal ímoti, at nevndin í minsta lagi hevur hesar førleikar og royndir: fiskivinnu, alivinnu, gransking, altjóða samstarvi, nýskapan, verkseting av nýggjari vitan, vøru- framleiðslu- og marknaðarmenning. Samfelagsbúskapi í mun til sjótilfeingi, burðardygga menning og umsting av fiski- og alivinnu. 

Nevndin hevur tað yvirskipaðu leiðsluna í øllum viðurskiftum. 

Ongar avgerðir kunnu verða tiknar á nevndarfundum, um ikki eitt fleirtal av nevndarlimunum eru hjástaddir. Avgerðir verða tiknar við vanligari meirilutaavgerð. Standa atkvøðurnar á jøvnum ræður atkvøða formansins.

Um tað, sum fer fram á nevndarfundum, verður førd ein fundarbók, sum verður undirskrivað av nevndini.

Nevndin setir sjálv upp starvsskipan fyri virksemi sítt. 

Nevndin hevur umsjónina við peningaviðurskiftum grunsins.

Allar útreiðslur til stjórnan av grunninum verða goldnar av grunninum.

Nevndin fær samsýning eftir almennum reglum um fundarpengar. 

Stjórn § 5

Grunnurin setur ein stjóra til at hava dagligu leiðsluna. Stjórin hevur heimild at seta fólk at arbeiða fyri grunnin. 

Tekningarregla

§ 6

Grunnurin verður bundin við undirskrift av formanninum saman við stjóranum ella av tveimum nevndarlimum saman. 

Roknskapur

§ 7

Stjórin setur ársroknskap upp fyri hvørt ár og sum skal góðkennast av nevndini. Roknskaparárið er álmannakkaárið. Fyrsta roknskaparár gongur frá stovnanini til endan av 2020.

Roknskapurin verður grannskoðaður av einum grannskoðara, sum nevndin velur. 

Nýtsla av yvirskoti

§ 8

Ársins yvirskot verður nýtt til at fremja endamál grunsins.

Viðtøkubroyting og avtøka

§ 9

Nevndin kann við 4/5 av nevndarlimum samtykkja broytingar í hesum viðtøkum og einmælt taka av grunnin. Verður grunnurin tikin av, fellur ognin til Granskingarráðið at umsita samsvarandi endamáli grunsins.