Stovnarar

Sjókovin varð settur á stovn av fimm nýhugsandi føroyskum fyritøkum:

Hiddenfjord — Framherji — Varðin — Christian í Grótinum — Syntesa


Hesar fyritøkur hava allar tað í felag, at tær hava eina visión um eina burðardygga fiski- og alivinnu.

Vit eru sera takksom fyri allan tann stuðul, ið okkara stovnarar hava víst okkum

Syntesa hevur latið fíggingina fyri altjóða granskingarverkætlanirnar, ið vóru í gongd á stovningardegnum. Hinar fýra fyritøkurnar hava veitt grundleggjandi fíggingina til grunnin.