Tíðindi

Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

Stór granskingarverkætlan um fiskiskap og veðurlagsbroytingar sett í gongd

Stóra granskingarverkætlanin, MeCCAM, fer nú av bakkastokki undir leiðslu av Sjókovanum. Dagarnar 3.-5. juni hittast granskarar úr níggju londum í Føroyum at seta verkætlanina í gongd. Talan er um eina ES-fíggjaða verkætlan, sum hevur til endamáls at menna loysnir, sum kunnu minka útlátið av vakstrarhúsgassum og laga fiskiskapin í Evropa til veðurlagsbroytingar.

Read More
Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

Sanna Laksá sett sum búskapargreinari í Sjókovanum

Sjókovin hevur sett Sannu Laksá sum búskapargreinara í Sjókovanum. Sanna hevur eina PhD í búskaparfrøði frá University of Liverpool. Sanna varð liðug við sína PhD í 2019 og hevur síðani loknan lestur starvast hjá Varðanum sum búskaparráðgevi og síðani fíggjarleiðari. Sanna hevur eisini sitið eitt skeið í Búskaparráðnum og nevndini í Landsbanka Føroya frá 2021 til 2024.

Read More
Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

Rit um grøna orkuskiftið í fiskiskapi í Norðurlondum

Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, hevur saman við øðrum norðurlendskum granskarum skrivað rit um grøna orkuskiftið í fiskiskapi í Norðurlondum. Ritið hevur heitið ´Future fisheries: Status, trends and future perspectives concerning the energy transition of fisheries with focus on Nordic countries´ og er útgivin á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum. Ritið kann lesast her.  

Read More
Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

OCCAM: Ein nýggj ES verkætlan til tess at framtíðartryggja evropeisku alivinnuna ímóti veðurlagsbroytingum

1. mai 2025 fór ein nýggj ES verkætlan av bakkastokki. Talan er um verkætlanina OCCAM (Operationalising Climate Change Adaptation and Mitigation in European Aquaculture), sum er ein slóðbrótandi fýra ára long verkætlan, sum er fíggjað av Horizon Europe. Í stuttum snýr verkætlanin seg um, hvussu alivinnan kann tillaga seg til veðurlagsbroytingar…

Read More
Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

MeCCAM: Nýggj granskingarverkætlan til tess at framtíðartryggja evropeisku fiskivinnuna ímóti veðurlagsbroytingum

1. mai 2025 fór ES verkætlanin MeCCAM (Measures for Climate Change Adaptation and Mitigation in European Fisheries) av bakkastokki. MeCCAM er ein slóðbrótandi fýra ára long verkætlan, sum hevur til endamáls at útvega evropeisku fiskivinnuni nýskapandi, vísindaliga grundaðar loysnir til at laga seg til veðurlagsbroytingarnar og minka um ávirkanina, sum fiskivinnan hevur á umhvørvið.

Read More
Unn Laksá Unn Laksá

Sjókovin á odda fyri altjóða verkætlan um veðurlagsbroytingar

Á ráðstevnu okkara um fiski- og alivinnuna, sum var 28. mars kunngjørdu vit, at komandi árini koma fleiri milliónir í granskingarpengum til Føroya úr evropeiska granskingarstovninum, Horizon Europe. Sjókovin og føroyskir samstarvsfelagar hava fingið játtað tilsamans góðar 18 milliónir krónur til granskingarverkætlanir frá Horizon Europe.

Read More
Unn Laksá Unn Laksá

Væleydnað ráðstevna um fiski- og alivinnuna

Fríggjadagin 28. mars høvdu vit ráðstevnu í sambandi við okkara 5 ára stovningardag. Ársfrágreiðing Sjókovans um støðuna í fiskivinnuni 2024 varð løgd fram, og nógvar spennandi framløgur vóru á skránni frá samstarvsfeløgum okkara frá Matís, Nofima, UiT, og Iceland Ocean Cluster umframt starvsfólkum í Sjókovanum, sum greiddu frá virknum verkætlanum. Eisini varð ársfrágreiðing Sjókovans 2024 løgd fram.

Read More
Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

Sjókovin 5 ár

Fimm ár eru liðin, síðan Sjókovin varð stovnaður við tí fyri eyga at stimbra burðadygga menning og nýskapan í sjófeingisvinnunum. Vit hátíðarhalda dagin við spennandi ráðstevnu í Varpinum í Klaksvík fríggjadagin 28. mars, har vit viðgera møguleikar og avbjóðingar í fiski- og alivinnuni.

Read More
Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

Luttøka á ráðstevnu um grøna orkuskiftið í fiskivinnuni

Tann 19. november var ein spennandi ráðstevna um grøna orkuskiftið í fiskivinnuni í sambandi við norðurlendsku netverksverkætlanina – Energy transition in Nordic Fisheries. Ráðstevnan var hildin í Gøteborg og fyriskipað av svenska granskingarstovninum, RISE.

Read More
Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

Vitan til varandi aling

Starvsfólk hjá Sjókovanum luttóku á ráðstevnuni, Vitan til varandi aling, sum var fyriskipað av Firum. Ein sera spennandi og áhugaverd vísindalig ráðstevna, har ið nógv tey nýggjastu viðkomandi granskingarúrslitini úr føroyska granskingarumhvørvinum vórðu løgd fram.

Read More
Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

Væleydnað OCF tiltak um línufiskiskap og fiskiveiðumøguleikar

Mikudagin í undanfarnu viku var aftur eitt væleydnað tiltak hjá Ocean Cluster Faroes um línufiskiskap og fiskiveiðumøguleikar. Eini 50 fólk vóru møtt at hoyra framløgurnar, ið viðgjørdu støðuna hjá línufiskiskapi frá búskaparligum, lívfrøðiligum, og politiskum sjónarmiðum.

Read More
Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

Ráðstevna í Göteborg um grøna orkuskiftið í fiskivinnuni

Tann 19. Novembur verður ein ráðstevna í Göteborg um hvussu vit kveikja tað grøna orkuskiftið í fiskivinnuni, soleiðis at vit røkka málunum um null útlát í 2050. Grøna orkuskiftið í evropeisku fiskivinnuni far vaksandi uppmerksemi í gransking og átøkum. Norðurlond hava góðar umstøður at taka ein leiðandi leiklut og stuðla undir orkuskiftinum í øllum Evropa.

Read More
Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

Byrjanarfundur í BioProtect

BioProtect verkætlanin, ið leggur seg eftir at verja og endurnýggja livmargfeldi í Arktis og Atlantshavi, varð skotin í gongd á fundi í Keypmannahavn 11. og 12. mai. BioProtect verkætlanin hevur til endamáls, at samskapa og menna nýhugsandi loysnir fyri at verja og endurbyggja lívmargfeldi í Arktis og í Atlantshavi.

Read More
Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

Sjókovin fingið fígging til ES verkætlan um at verja og endurnýggja lívmargfeldi í Arktis og Atlantshavi

Verkætlanin, sum tekur 4 ár, hevur fingið játtað 60 milliónir krónur frá Horizon Europe, harav  fíggingin til Sjókovan er slakar 3 milliónir krónur. Hetta ES-verkætlanarsamstarvið er millum Sjókovan og  17 aðrar granskingarstovnar úr 8 Evropeiskum londum. Tað er Matís úr Íslandi, ið samskipar verkætlanina.

Read More
Mirjam Carlsdóttir Olsen Mirjam Carlsdóttir Olsen

Verkstova við áhugapartum í samband við ES verkætlan

Starvsfólk frá Sjókovanum luttóku í farnu viku á eini verkstovu saman við áhugapartum í samband við ES verkætlanina, MarineSabres. Verkstovan var hildin í Zandvoort, Hollandi, har áhugapartar úr…

Read More
Sigurgunn W. Danielsen Sigurgunn W. Danielsen

Áhugavert OCF tiltak um aling av lágtrofiskum plantu- og djórasløgum

Á tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes 6. december varð aling av lágtrofiskum plantu- og djórasløgum (m.a. tara og skeljadjórum) umrøtt við støði í niðurstøðum frá AquaVitae granskingarverkætlanini, ið fleiri føroyskar fyritøkur og granskingarstovnar hava luttikið í.

Read More
Sigurgunn W. Danielsen Sigurgunn W. Danielsen

Byrjanarfundur í SmartFisk

SmartFisk verkætlanin, ið leggur seg eftir at minka um oljunýtsluna í fiskiskapinum, varð skotin í gongd á fundi mikudagin 24. mai.

Umfevnandi Smart-Fisk verkætlanin fer at nágreina oljunýtsluna hjá fiskiførunum, og hvat kann gerast fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiskapinum.

Read More