Hugtakandi tiltak um menning og framleiðslu av fiskavørum

Hósdagin, 11. desembur, skipaði Ocean Cluster Faroes fyri einum hugtakandi tiltaki um menning og framleiðslu av fiskavørum á Bátasavninum í Leirvík. Eini 60 fólk møttu at hoyra framløgur um møguleikar at menna vørur burturúr tilfeinginum í sjónum, og kjakast var um, hvat kann gerast fyri at skapa størri virðir burturúr tilfeinginum, og hvussu tað almenna og gransking kunnu stimbra hesum.

Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, bjóðaði vælkomin. Síðani greiddi Drós í Ólavsstovu, ráðgevi í mat- og tilfeingishúsinum – sum er ein nýggj eind undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum – frá ætlanum og møguleikum við nýggja mat- og tilfeingishúsinum, og hvussu hon sær fyri sær, at húsið kann stuðla fyritøkum at menna nýggjar vørur.

Síðani legði Durita Nielsen, ráðgevi í Granskingar- og framtakseindini hjá Setrinum, fram um ítøkiligu ætlanirnar hjá Setrinum um at røkka teirra endamáli at seta í verk granskingar- og útbúgvingarmøguleikar til frama fyri at fáa meira virði burtur úr lívfrøðiliga tilfeinginum og harvið stimbra størri menning av matvøruvirðisketuni. 

Eisini vóru tvær framløgur frá vinnuligum umboðum. Fyrst greiddi Jan E. Petersen, frá  PrimaFisk, frá sínum royndum at menna og framleiða nýggjar fiskavørur til heima- og útlendska marknaðin. Jan vísti millum annað á hvørjar møguleikar hann sær fyri sær, og hvussu hann heldur tað almenna og granskingarumhvørvið kann stuðla gagnnýtslu og virðisøking av fiskavørum.

At enda greiddi Páll Gregersen, frá PRG, fram um teirra royndir viðvíkjandi marknaðaratgongd og um møguleikar og forðingar at útflyta fiskavørur, við støði úr Brasilia. Eisini vísti Páll á innanhýsis verkætlanir hjá PRG til tess at betra framleiðsluna og menna nýggjar vørur.

Høvið var sum altíð at seta spurningar og var nógv áhugavert og viðkomandi kjak um ymisk evni, eitt nú um:

  • Sølu- og marknaðaratgongd og um forðingar í mun til regulering, burðardygd, góðkenningar av ymsum slag, samstarv við útlendskar myndugleikar o.a.

  • Tørvin at kanna og kortleggja hvørjar royndir vit hava og ítøkiliga eyðmerkja hvat skal til fyri at flyta okkum longri fram á økinum.

  • Ávirkanin av høgu framleiðslukostnaðunum í Føroyum, ið neiliga ávirka nýskapan og menning av vørum, og harvið, var kjakast um, hvat týdning privati marknaðurin og stuðulsskipanir kunnu hava fyri at stimbra hesum. 

Tiltakið endaði við rís a la mande og øðrum góðum, umframt áhugaverdum práti.

Next
Next

Sjókovin á Vísindavøku