Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna 2023
Apr
15

Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna 2023

Framløgan av ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2023 verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøtu 7 í Tórshavn mánadagin tann 15. apríl kl. 9.30. Dyrnar lata upp klokkan 09 við morgunmati.

Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu. Framløgan verður í Smæruni mánadagin 15. apríl kl 9.30. Dyrnar lata upp kl. 9:00, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.  

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Neyðugt er, at boða frá luttøku her

View Event →
SMART-FISK
May
24

SMART-FISK

Mikudagin 24. mai kl. 10 verður SMART-FISK verkætlanin skotin í gongd við fyrsta fundinum á Bátasavninum í Leirvík. Á fundinum verður arbeiðið í verkætlanini lagt til rættis.

View Event →
Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna 2022
Mar
30

Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna 2022

Framløgan av ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2022 verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøtu 7 í Tórshavn hósdagin tann 30. marts kl. 9.30. Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni bjóðar vælkomin áðrenn frágreiðingin verður løgd fram

Ársfrágreiðingin liggur á heimasíðu Sjókovans og er samvirkin (interaktiv). Frágreiðingin byggir á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya. Hon er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna.  

Í ársfrágreiðini fyri 2022 verður aftur hugt nærri at oljunýtsluni í føroyska fiskiflotanum. Við støði í tølum, sum Sjókovin hevur gingið frá reiðaríum, fer ársfrágreiðingin at innihalda eina greining av hvussu nógva olju ymisku skipabólkarnir hava brúkt í 2019 - 2022. Ætlanin er á hvørjum ári at leggja afturat hesum, og fáa oljunýtslu at vera eitt afturvendandi tema, sum vit eisini meta gongdina í fiskivinnuni eftir. Í ár seta vit skjøtulin á at greina oljunýtsluna í uppsjóvarfiskiskapinum. Umframt stóra týdningin at minka um CO2 útlátið, so gerst greiningin serliga viðkomandi nú tá oljuprísurin hevur verið so høgur í 2022, og sostatt leggur stórt trýst á lønsemi og hýrur.  

Umframt afturvendandi hagfrøðiligt tilfar um avreiðingar, løntakarar, útflutning o.a. lýsir ársfrágreiðingin eisini onnur viðkomandi evni, so sum lívfrøðiliga grundarlagið undir fiskiskapinum og tilmælini frá Havstovuni og ICES, og frágreiðingina um lógina um sjófeingi frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til Løgtingið. Eisini verður hugt nærri eftir hvussu útflutningurin er broyttur seinasta árið.

Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu. Framløgan verður í Smæruni hósdagin 30. marts kl 9.30. Dyrnar lata upp kl. 9:00, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.  

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Neyðugt er, at boða frá luttøku her

View Event →
Menning og royndarsmakking av virðisøktum fiskavørum
Nov
9

Menning og royndarsmakking av virðisøktum fiskavørum

Mikudagin 9. novembur kl. 14 verður forkunnugt høvi at royndarsmakka nýggjar vørur úr fiski, ið tríggjar fyritøkur hava framleitt. Tá verður aftur eitt Ocean Cluster Faroes tiltak á Bátasavninum í Leirvík, har dentur verður lagdur á menning av virðisøktum fiskavørum. Umframt tríggjar framløgur um møguleikar og avbjóðingar í mun til at fáa nýggjar vørur út á marknaðin, verður eisini borðreitt við fiskasuppu, fiskakipsum, heilsugóðum fiskaproteinsopa, svartkjaftakostískoyti, fiskahotdogs og frystiturkaðum hýsubitum.

View Event →
Beinleiðis søla av sjógæti og brúkarahugburður
Jun
8

Beinleiðis søla av sjógæti og brúkarahugburður

Á hesum tiltakinum, kemur Poul Martin Petersen, stjóri í Norðfra Danmark at greiða frá royndunum hjá Norðfra at selja beinleiðis til brúkaran. Hann kemur at hugleiða hvat krevst at koma har til, hvørjar framtíðarætlanirnar og avbjóðingarnar eru fyri framman. Hann fer eisini at greiða hvørji krøv brúkarin setur til vørurnar og fyritøkuna. Síðani kemur Juliana Arias, frá Sjókovanum, at greiða frá brúkarakanning, um brúkarahugburð til aldan mat. Kanningin er gjørd í Aquavitae verkætlanini, og gevur eitt gott innlit í hvussu brúkarar í Spania, Suðurafrika, Brasilia og USA hugsa um sjógæti við serligum atliti at aldum vørum úr lág trofiskum djóra- og plantusløgum. Øll eru vælkomin og til ber at melda til her

View Event →
Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna 2021
Apr
4

Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna 2021

Framløgan av ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2021 verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøtu 7 í Tórshavn mánadagin tann 4. apríl kl. 9.30. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale bjóðar vælkomin. Dyrnar lata upp kl. 9:00, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna

 

Visti tú,

·      at føroyski fiskiflotin brúkar líka nógv olju tilsamans í dag, sum hann gjørdi í 1992, meðan samlaða føroyska oljunýtslan er økt við sløkum 40 % í sama tíðarskeiði?

·      at oljunýtslan fyri hvørt kg livandi fisk er økt í øllum teimum stóru skipabólkunum í tíðarskeiðnum 2019 - 2021?

·      at línuskip hava størst avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju?

·      at heildarveiðan í 2021 minkaði við 17 % í mun til 2020?  

·      at trolbátar (4T) hava yngsta fiskiflotan og, útróðrarbátar á línuveiðu (bólkur 4) hava tann elsta?

 

Hesi viðurskifti og nógv onnur viðurskifti verða lýst í ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2021. Ársfrágreiðingin liggur á heimasíðu Sjókovans og er samvirkin (interaktiv). Frágreiðingin byggir á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya. Hon er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna.

Í ársfrágreiðini í ár verður hugt nærri at oljunýtsluni í føroyska fiskiflotanum. Við støði í tølum, sum Sjókovin hevur gingið frá reiðaríum, fer ársfrágreiðingin at innihalda eina greining av hvussu nógva olju ymisku skipabólkarnir hava brúkt í 2019 - 2021. Eisini verða føroysku tølini samanborin við tøl úr norskum fiskiskapi. Ætlanin er á hvørjum ári at leggja afturat hesum, og fáa oljunýtslu at vera eitt afturvendandi tema, sum vit eisini meta gongdina í fiskivinnuni eftir.

Umframt stóra týdningin at minka um CO2 útlátið, so gerst greiningin serliga viðkomandi nú tá oljuprísurin er omanfyri 100 USD, og sostatt leggur stórt trýst á lønsemi og hýrur.

Umframt afturvendandi hagfrøðiligt tilfar um avreiðingar, løntakarar, útflutning o.a. lýsir ársfrágreiðingin eisini onnur viðkomandi evni, so sum lívfrøðiliga grundarlagið undir fiskiskapinum og tilmælini frá Havstovuni og ICES, Havsins áratíggju, Vakstrarforum og frágreiðingina um lógina um sjófeingi frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til Løgtingið.

Á tiltakinum bjóðar Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vælkomin. Síðani leggur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fram frágreiðingina.

Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu. Framløgan verður í Smæruni mánadagin 4. apríl kl 9.30. Dyrnar lata upp kl. 9:00, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.

Neyðugt er at boða frá luttøku her:

View Event →
Fiskiskapur eftir data: Innsavnan og gagnnýtsla av data frá skipum
Dec
1

Fiskiskapur eftir data: Innsavnan og gagnnýtsla av data frá skipum

Nógv fiskiskip hava framkomna tøkni og savna ein rúgvu av data í sambandi við fiskiskapin. Tað eru stórir møguleikar at nýta hetta data bæði til at fiska betri og í granskingarhøpi. Til dømis kunnu hitatøl frá bæði skipi og troli saman siga nakað um lagbýtið í sjónum, og hvar frontar standa. Hetta hevur stóra ávirkan á útbreiðsluna av uppsjóvafiski. Savnan av hitadata, data um fiskaslag og støddarbýti frá hvørjum tovi, kann saman við havfrøðiligum data (frá fylgisveinum og í havinum) og modellum, geva neyvari sann-tíðar (real time) vitan um umstøðurnar í sjónum. Hetta bæði við vatnskorpuna og djúpari. Slík vitan kann gera fiskiskapin neyvari og skynsamari, og samstundis geva virðismikla vitan til havfrøðiliga gransking.

Á tiltakinum fer Hjálmar Hátún, havfrøðingur á Havstovuni at greiða frá møguleikunum í at gagnnýta slíkt data; Jan Egholm, stjóri á Vikmar, kemur at greiða frá hvørji hagtøl tey savna og hvørjar framtíðarætlanir tey hava á økinum. Eisini kemur Signar Heinesen frá Data Quality Systems at greiða stutt frá hvussu slík data kunnu góðskutryggjast til nýtslu í granskingarhøpi. Eisini fara umboð fyri nøkur av størstu reiðaríunum í Føroyum at hugleiða um virðið á slíkum data

View Event →
Framløga av nýggjum teldutøkum undirvísingartilfari til fólkaskúlan
Sep
6

Framløga av nýggjum teldutøkum undirvísingartilfari til fólkaskúlan

Nám, Tøkni og Sjókovin eru júst liðug við verkætlan at gera teldutøkt undirvísingartilfar um burðardygga fiski- og alivinnu. Tilfarið er nú klárt at brúka í fólkaskúlanum. Á hesum tiltakinum verður tilfarið lagt fram, umframt at greitt verður frá tilgongdini og samstarvinum millum partarnar. Rannvá Hansen frá Námi kemur at greiða frá tilgongdini til verkætlanina og hvussu Nám samstarvar við uttanhýsis partar. Síðani kemur Ólavur Ellefsen frá Tøkni at leggja fram um nýtslu av Tøkni í undirvísingarhøpi, áðrenn Unn Laksá fer at greiða frá hví Sjókovin ynskir at menna undirvísingartilfar og leggja tilfarið fram. At enda verður stuttfilmurin Pápi mín er fiskimaður, sum er framleiddur av MSC og føroyskaður í sambandi við hesa verkætlanina, vístur. Sum altíð, verður høvi til eitt prát og ein drekkamunn aftaná tiltakið. Øll eru vælkomin og neyðugt at melda til her.

View Event →
Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans
Apr
22

Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans

Tiltakið verður stroymt á her

Framløgan av ársfrágreiðing Sjókovans verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøtu 7, hósmorgunin kl. 9.30. Tiltakið verður skipað í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.

Á tiltakinum bjóðar Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya og nevndarlimur í Sjókovanum vælkomin. Síðani leggur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fram frágreiðingina.

Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu. Framløgan verður í Smæruni hósmorgunin kl. 9.30. Dyrnar lata upp kl. 9, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.

View Event →
Marknaðarviðurskifti: Brúkaraatferð og hugburður til fiskavørur
Mar
3

Marknaðarviðurskifti: Brúkaraatferð og hugburður til fiskavørur

Matvøruvalið hjá brúkaranum er fjøltáttað og er tengt at nógvum atlitum. Um vit læra at skilja brúkaran, kunnu vit nýta hesa vitanina til at menna nýggjar vørur, ið nøkta eftirspurningin á marknaðinum. Hvørji viðurskifti ávirka, tá talan er um sølu av fiski og sjógæti? Hvat leggur brúkarin mest dent á? Hvussu kunnu vit taka hædd fyri hesum í okkara vørumenning og hvussu kunnu vit samskifta um vøruna til brúkaran? Hesi viðurskiftini vera umrødd í tveimum framløgum.

Hesa ferð hava vit fingið serfrøðingin í brúkaraatferð frá norska granskingarstovninum Nofima í Noregi - Themistoklis Altintzoglou - til at greiða frá úrslitunum av sínari gransking. Themistoklis, sum hevur phd í brúkaraatferð av matvørum , hevur drúgvar royndir við marknaðar og brúkarakanningum í mun til sjógæti. Síðani kemur Eydnar á Roykheyggi, stjóri á Nevinum, sum hevur 25 ár á baki sum fiskasøla og hevur deildir í Føroyum og Íslandi,  at greiða frá sínum drúgvu royndum og eygleiðingum í mun til sølu og broytandi brúkarakrøv. Nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd í framløgunum eru burðardygd, heilsa, framleiðsla av hjávørum, góðska og høgleiki av vørunum. Vertur fyri tiltakinum hesu ferð verður Niels Vinther, Ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Melda til her

View Event →
Handfaring á fiski á sjógvi og landi: Avleiðingar fyri góðskuna
Nov
13

Handfaring á fiski á sjógvi og landi: Avleiðingar fyri góðskuna

Á hesum tiltakinum setir Ocean Cluster Faroes sjóneykuna á týdningin av rættari handfaring av fiski og ávirkanina á góðskuna. Aftaná stuttu framløgurnar verður høvið til kaffi og prát

Skráin:

Arni Petersen: Eygleiðingar frá HFS á sjógvi og landi og stig til at betra um góðskuna

Kristian Martin Petersen, Sandshavið: Avbjóðingar og loysnir umborð

Ivan Hansen, Vaðhorn: Hvørji viðurskifti ávirka góðskuna mest?

Jákup Poulsen, PRG: Búskaparligu avleiðingarnar av skerdari góðsku

Samandráttur og kjak. Hvussu koma vit fram á leið?

View Event →
Handfaring á fiski á sjógvi og landi: Avleiðingar fyri góðskuna
Nov
4

Handfaring á fiski á sjógvi og landi: Avleiðingar fyri góðskuna

Á hesum tiltakinum setir Ocean Cluster Faroes sjóneykuna á týdningin av rættari handfaring av fiski og ávirkanina á góðskuna. Aftaná stuttu framløgurnar verður høvið til kaffi og prát

Skráin:

Arni Petersen: Eygleiðingar frá HFS á sjógvi og landi og stig til at betra um góðskuna

Kristian Martin Petersen, Sandshavið: Avbjóðingar og loysnir umborð

Ivan Hansen, Vaðhorn: Hvørji viðurskifti ávirka góðskuna mest?

Jákup Poulsen, PRG: Búskaparligu avleiðingarnar av skerdari góðsku

Samandráttur og kjak. Hvussu koma vit fram á leið?

View Event →
Opið hús
Jun
17

Opið hús

Í samband við stovnanina av Sjókovanum 30.mars, ynskja vit at bjóða øllum áhugaðum vælkomnum inn á gólvið. Vit fara at greiða frá virksemi og framtíðarætlanum okkara, og hvussu vit kunnu samstarva við føroyskar sjófeingisfyritøkur og granskingarstovnar. Eisini verður høvið til eitt prát og ábit. Skráset teg her

View Event →