Back to All Events

Menning og framleiðsla av fiskavørum

Stórir møguleikar eru at menna virðisøktar vørur burturúr stóra livandi tilfeinginum í sjónum, men hvat kann gerast fyri at skapa størri virðir burturúr tilfeinginum? Og hvussu kann tað almenna stimbra hesum? Tað er evnið á næsta tiltakinum í Ocean Cluster Faroes, sum verður hósdagin 11. desember kl. 14 á Bátasavninum í Leirvík.

Á skránni vera framløgur frá:

  • Drós í Ólavstovu, ið fer at greiða frá ætlanunum við nýggja mat- og tilfeingishúsinum.

  • Durita Nielsen greiðir frá ætlanunum hjá Setrinum viðvíkjandi menning av fiskavøruvirðisketuni.

  • Jan E. Petersen fer at greiða frá virkseminum í Primafisk og um møguleikar at menna nýggjar vørur til heimamarknaðinum

  • Páll Gregersen, frá PRG, fer at greiða frá møguleikum og forðingum at selja til nýggjar marknaðir, við støði úr Brasilia.

Melda til her
Previous
Previous
September 3

Uppsjóvarfiskiskapur í Norðuratlantshavi