OCF_V.jpg

Við Ocean Cluster Faroes leggja vit dent á samstarv millum vinnufyritøkur og viðkomandi áhugapartar. Felags fyri limirnar í Ocean Cluster Faroes er, at teir allir hava áhuga í nýskapan og burðardygd í sjófeingisvinnum, føroyska samfelagnum at frama.

Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. Í Ocean Cluster Faroes hittast vit javnan til íblástur og kjak um felags avbjóðingar og loysnir.

Ocean Cluster Faroes

 

Samstarv millum fyritøkur og aðrar áhugapartar

Ocean Cluster Faroes knýtir viðkomandi áhugapartar saman. Gjøgnum felags verkætlanir og økt samstarv bæði í Føroyum og uttanlanda kunnu trupulleikar loysast og møguleikar troytast.

Brúgvin millum lesandi og sjófeingisfyritøkur

Ocean Cluster Faroes kann hýsa starvsnæmingum og seta lesandi og fyritøkur í samband við hvønn annan, tá viðvíkur uppgávuskriving ella starvsvenjing. Soleiðis kann eitt samband skapast millum sjófeingisvinnur og evnarík starvsfólk.

Gagnnýtsla av viðkomandi vitan

Ocean Cluster Faroes kann ígjøgnum vitanartænastur hjálpa fyritøkum og øðrum áhugapartum at fáa til vega neyðugu vitanina til at fremja síni hugskot í verki.

Økt vitan um Sjófeingisvinnur

Gjøgnum reglulig tiltøk, kunningartilfar og sosialar miðlar, er Ocean Cluster Faroes við at ríka kjakið um sjófeingisvinnur í almenna rúminum.

 
prikkar.png

Limaskapur

Øll kunnu gerast limir í Ocean Cluster Faroes. Við limaskapi fært tú atgongd til øll tiltøk í Ocean Cluster Faroes, og verður partur av einum samskiftisdepli, har dentur verður lagdur á at menna føroyskar sjófeingisvinnur og loysa avbjóðingar.

Allir limir hava møguleikan at leggja búmerki og beinleiðis leinkju til heimasíðu teirra á heimasíðuna hjá Ocean Cluster Faroes, soleiðis at fyritøka ella stovnurin verður sjónligari bæði í føroyskum og altjóða høpi.

Luttøkugjaldið er 2500 kr v/mvg um árið og til ber at skráseta seg sum lim niðanfyri

Limir í Ocean Cluster Faroes

Tiltøk

Ocean Cluster Faroes skipar javnan fyri viðkomandi tiltøkum fyri limir í netverkinum og almenninginum. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning, íblástur og at kjakast um felags avbjóðingar og loysnir.

Trýst á tiltakið í kalendaranum fyri at síggja meira.