Starvsfólk í Sjókovanum

  • Unn Laksá

    Stjóri

    Unn Laksá hevur eina Phd í stjórnmálafrøði frá University of Liverpool. Hon hevur drúgvar royndir við í altjóða granskingarverkætlanum innan “bláa” lívfeingisbúskapin. Hon var arbeiðspakkaleiðari fyri ES H2020 verkætlanina ClimeFish, har hon hevði ábyrgd fyri váðameting og samfelagsbúskaparligari greining.

    Haruframt hevur hon samskipað norðurlendsku verkætlanina “Everything ashore” eins og hon hevur arbeitt við EU FP7 verkætlanini MareFrame, H2020 verkætlanunum FarFish.

    Email: unn@sjokovin.fo

    Skype: unnlaksa

    Mobile: +298 558500

  • Julianna Arias

    Granskari

    Juliana hevur eina MA í altjóða búskapi og menning frá University of Applied Sciences í Berlin - HTW. Hon er stinn í marknaðarkanningum og fíggjar- og búskaparligargreiningum. Juliana hevur drúgvar royndir í granskingar , sum viðvíkja fiski- og alivinnu. Hon hevur eitt nú arbeitt við ES FP7 verkætlanini Mareframe og ES H2020 verkætlanunum ClimeFish og Aquavitae. Í løtuni er hon arbeiðspakkaleiðari á EU H2020 verkætlanini FarFish.

    Email: juliana@sjokovin.fo

    Skype: julianabea

    Mobile: +298 509580

  • Magni Laksafoss

    Búskaparfrøðingur

    Magni hevur PhD í Búskaparfrøði frá Roskilde Universitet. Ritgerðin var um føroyska búskapin. Magni hevur drúgvar royndir við Evropeiskum, norðurlendskum og føroyskum granskingarverkætlanum, sum t.d. EU FP7 verkætlanini MareFrame, og H2020 verkætlanini ClimeFish.

    Email: magni@sjokovin.fo

    Telefon: +298 212594

  • Mirjam Carlsdóttir Olsen

    Granskari

    Mirjam hevur eina útbúgving í altjóða menning frá University of Edinburgh og eina MA í samfelagsvísindi frá Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur starvast sum verkætlanarfólk hjá WoMena Uganda, har hon hevur arbeitt við menningarverkætlanum innan nøringarheilsu. Hon hevur harumframt starvast sum granskingarhjálp á setrinum, og hevur síðani loknað útbúgving starvast hjá Sjókovanum.

    Email: mirjam@sjokovin.fo

    Telefon: +298 558502

  • Sigurgunn Wenzelsdóttir Várting

    Starvslesandi granskari

    Sigurgunn hevur lokið útbúgving sum B.sc í mýlalívvísindi frá Fróðskaparsetrið Føroya í 2020. Sigurgunn hevur seinastu 4 árini eisini starvast á lívfiskastøðini hjá Bakkafrosti. Síðan januar 2021 hevur hon starvast hjá Sjókovanum samstundis sum hon er í holt við M.sc í Lívfrøði á lærda háskúlanum í Aalborg.

    Email: sigurgunn@sjokovin.fo

    Mobile: +298 278646

  • Sveinn Agnarsson

    Atknýttur búskaparfrøðingur

    Sveinn Agnarsson er professari í búskapi frá Háskóla Íslands. Eftir at Sveinn gjørdi seg lidnan við sína PhD, hevur hann arbeitt sum leiðari á Institute of Economic Studies á Háskóla Íslands. Síðan 2012 hevur hann verið limur í School of Business á Háskóla Íslands. Sveinn hevur serliga góðar førleikar innan mikro-búskap og econometri. Hansara gransking hevur í høvuðsheitum snúð seg um ymisk viðurskifti viðvíkjandi umsiting av fiskivinnu. Sveinn er arbeiðspakkaleiðari í granskingarverkætlanini NextGenProteins.

    Email: Sveinn@sjokovin.fo

    Skype: sveinnag

    Mobile: +354 525 4588

  • Sophie Koch

    Granskari

    Sophie er havgranskari við serfrøði í taraaling. Hon hevur serliga fingist við samspæli millum lívfrøði- og samfelgsvísindi. Hon hevur drúgvar royndir at arbeiða við umhvørvissemingum, og hevur í nógv ár arbeitt við grønum verkætlanum í Afrika (serliga Kamerun og Madagaskar). Endamálið hevur verið at minka um avbjóðingar millum ástøðiligar, burðardyggar loysnir til umhvørvi og veruligu umstøðurnar í samfeløgunum, ið skulu implementera loysnirnar. Síðani hevur hon arbeitt innan havfrøði og havgransking. Í Sjókovanum arbeiðir hon við vistskipanar tænastum í samband við menning av taraalivinnu. Hon eru serliga virkin í SeaMark verkætlanini. Afturat hesi gransking, er Sophie eisini í gongd við eina phd.

    Teldupostur: sophie@sjokovin.fo

  • Er hettar tú?

    Kundi tú hugsa tær at starvast hjá Sjókovanum?

    Send okkum eina umsókn á Sjokovin@sjokovin.fo.

    Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja til okkara á telefon 558500.