Í Januar 2020 sprettist eitt samstarv ímillum nakrar av teimum stóru fiski- og alivinnufyritøkunum í Føroyum. Endamálið varð at kanna møguleikan, at seta á stovn ein sjálvstøðugan, ikki-vinnuligan granskingargrunn, ið skuldi snúgva seg um viðurskifti viðvíkjandi burðardyggari menning og nýhugsan innan fiski- og alivinnuna. Samskiftið eydnaðist væl og tveir mánaðir seinni varð Sjókovin settur á stovn av Syntesa, Christian í Grótinum, Varðanum, Framherja og Hiddenfjord.

Í Januar 2020 setti Unn Laksá seg í samband við nakrar av teimum stórstu fiskivinnu fyritøkunum í Føroyum, við tí fyri eyga at byrja eitt samstarv. Endamálið við samstarvinum var, at byrja ein sjálvstøðugan og ikki-vinnuligan granskingargrunn, við høvuðsdenti á burðardyggari menning og nýskapan innan sjófeingisvinnurnar. Samskiftið gekk væl og longu tveir mánaðir seinni varð Sjókovin settur á stovn av Syntesa, Christian í Grótinum, Varðanum, Framherja og Hiddenfjord.

Grundarlagið fyri Sjókovanum varð tó lagt fyri eini 15 árum síðan, tá Ólavur Gregersen við slóðbrótandi og miðvísum arbeiði, setti Sp/f Bitland og seinni Sp/f Syntesa á stovn. Longu tá koma Ólavur í samband við fleiri framsøknar persónar frá Matís og Nofima, eins og føroyskar leiðarar innan føroyska vinnulívið og granskingarumhvørvið. Í 2009 skrivaðu hann undir eina endamálslýsing saman við Matís um at byrja samstarv um granskingarverkætlanir innan nýskapan í Sjófeingisvinnum.

Hetta samstarvið hevði við sær altjóða granskingarverkætlanina Ecofishman, ið varð fíggjað av sjeyndu stevnuskránni hjá ES. Syntesa hevur síðan tá tikið lut í altjóða granskingarverkætlanum, uppbygt førleikar, eins og víðfevnandi samstørv, tvørtur um evropeiskar og aðrar granskingarstovnar. Gjøgnum hesi árini eru fleiri enn 20 granskingar- og nýmenningarverkætlanir fíggjaðar við norðurlendskum, evropeiskum og amerikonskum granskingar- og menningarstuðli.

Í 2013 var Unn Laksá sett sum granskingarverkætlanarleiðari í Syntesa. Her samskipaði hon norðurlendsku verkætlanina “Alt í Land”, sum snúði seg um gagnnýtslu av botnfiski í norðurlendskum londum. Harumframt hevur Unn eisini staðið á odda fyri arbeiðnum hjá Syntesa, rá umræður ES granskingarverkætlanunum MareFrame og ClimeFish umframt at hon hevur arbeitt við fleiri øðrum verkætlanum, sum eitt nú Aquavitae og NextGenProteins. Í 2017 bleiv Juliana Arias eisini partur av granskingini í Syntesa. Her hevur hon fyrst og fremst arbeitt við EU H2020 verkætlanunum MareFrame, ClimeFish og FarFish. Sveinn Agnarsson og Magni Laksáfoss, ið báðir eru knýttir at Sjókovanum sum búskaparfrøðingar, hava eisini verið partur av MareFrame og ClimeFish verkætlanunum hjá ES.

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá Ólavi Gregersen og Syntesu starvsfólkunum at byggja víðari á avrikini seinastu 15 árini við at kjølfesta hetta virksemi í ein ikki-vinnuligan, meira varandi granskingarstovn. Hesin dreymurin varð til veruleika 30. mars í 2020, tá Sjókovin varð settur á stovn.

Upprunin