Starvsfólk í Sjókovanum

  • Unn Laksá

    Stjóri, PhD í Stjórnmálafrøði

    Unn Laksá tók stig til at seta Sjókovan á stovn í 2020. Hon hevur eina Phd í stjórnmálafrøði frá University of Liverpool. Unn hevur drúgvar royndir við í altjóða granskingarverkætlanum innan “bláa” lívfeingisbúskapin. Umframt arbeiðið sum stjóri, er hon samskipari fyri ES verkætlanina MeCCAM, sum hevur til endamáls at menna loysnir, sum kunnu minka útlátið av vakstrarhúsgassum og laga fiskiskapin í Evropa til veðurlagsbroytingar. Eisini er hon leiðari fyri SmartFisk verkætlanina, umframt arbeiðspakkaleiðari í SeaMark verkætlanini.

    Teldupostur: unn@sjokovin.fo

    Telefon: +298 558500

  • Juliana Arias Hansen

    Granskari, MA í Altjóða búskapi og menning

    Juliana hevur eina MA í altjóða búskapi og menning frá University of Applied Sciences í Berlin - HTW. Hon er stinn í marknaðarkanningum og fíggjar- og búskaparligargreiningum. Juliana hevur drúgvar royndir í granskingarverkætlanum , sum viðvíkja fiski- og alivinnu, so sum ClimeFish, FarFish og Aquavitae. Í løtuni er hon arbeiðspakkaleiðari í BioProtect og OCCAM verkætlanunum.

    Teldupostur: juliana@sjokovin.fo

    Telefon: +298 558501

  • Magni Laksáfoss

    Búskapargreinari, PhD í Búskaparfrøði

    Magni hevur PhD í Búskaparfrøði frá Roskilde Universitet. Ritgerðin var um føroyska búskapin. Magni hevur drúgvar royndir við Evropeiskum, norðurlendskum og føroyskum granskingarverkætlanum, sum t.d. EU FP7 verkætlanini MareFrame, og H2020 verkætlanini ClimeFish. Í løtuni arbeiðir hann sum greinari í SmartFisk og SeaMark verkætlanini.

    Teldupostur: magni@sjokovin.fo

    Telefon: +298 212594

  • Mirjam Carlsdóttir Olsen

    Granskari, MSc í Altjóða menning og samfelagsvísindum

    Mirjam hevur eina útbúgving í altjóða menning frá University of Edinburgh og eina MA í samfelagsvísindi frá Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur starvast sum verkætlanarfólk í Uganda, og sum granskingarhjálp á Fróðskaparsetur Føroya, áðrenn hon kom í starv sum granskari hjá Sjókovanum. Mirjam arbeiðir í løtuni við Marine SABRES verkætlanini.

    Teldupostur: mirjam@sjokovin.fo

    Telefon: +298 558502

  • Sigurgunn Wenzelsdóttir Várting

    Granskari, MSc í Lívfrøði

    Sigurgunn hevur lokið útbúgving sum B.sc í mýlalívvísindi frá Fróðskaparsetrið Føroya í 2020. Sigurgunn hevur seinastu 4 árini eisini starvast á lívfiskastøðini hjá Bakkafrosti. Síðan januar 2021 hevur hon starvast hjá Sjókovanum samstundis sum hon er í holt við M.sc í Lívfrøði á lærda háskúlanum í Aalborg.

    Teldupostur: sigurgunn@sjokovin.fo

    Telefon: +298 278646

  • Sanna Laksá

    Búskapargreinari, PhD í Búskaparfrøði

    Sanna hevur PhD í búskaparfrøði frá University of Liverpool. Sanna hevur holla vitan um fiskivinnuna bæði frá útbúgving og arbeiðsroyndum sínum. PhD ritgerð hennara snúði seg millum annað um føroyskar uppboðssølur av fiskirættindum og veiddum fiski. Eftir loknan lestur í 2019 hevur hon starvast sum búskaparráðgevi og síðani sum fíggjarleiðari í Varðanum. Eisini hevur hon sitið eitt skeið í Búskaparráðnum og nevndini í Landsbanka Føroya frá 2021 til 2024. Umframt at arbeiða við verkætlanum í føroyskum høpi, arbeiðir Sanna serliga við ES verkætlanunum MeCCAM, har hon leiðir granskingarøkið um uppsjóvarfiskiskap í Norðuratlantshavinum, og MarineGuardian, har hon arbeiðir við samfelags- og búskaparligum greiningum.   

    Teldupostur: sanna@sjokovin.fo

  • Sveinn Agnarsson

    Atknýttur búskaparfrøðingur

    Sveinn Agnarsson er professari í búskapi frá Háskóla Íslands. Eftir at Sveinn gjørdi seg lidnan við sína PhD, hevur hann arbeitt sum leiðari á Institute of Economic Studies á Háskóla Íslands. Síðan 2012 hevur hann verið limur í School of Business á Háskóla Íslands. Sveinn hevur serliga góðar førleikar innan mikro-búskap og econometri. Hansara gransking hevur í høvuðsheitum snúð seg um ymisk viðurskifti viðvíkjandi umsiting av fiskivinnu. Sveinn er arbeiðspakkaleiðari í granskingarverkætlanini NextGenProteins.

    Teldupostur: Sveinn@sjokovin.fo

    Telefon: +354 525 4588

  • Sophie Koch

    Granskari

    Sophie er havgranskari við serfrøði í taraaling. Hon hevur serliga fingist við samspæli millum lívfrøði- og samfelgsvísindi. Hon hevur drúgvar royndir at arbeiða við umhvørvissemingum, og hevur í nógv ár arbeitt við grønum verkætlanum í Afrika (serliga Kamerun og Madagaskar). Endamálið hevur verið at minka um avbjóðingar millum ástøðiligar, burðardyggar loysnir til umhvørvi og veruligu umstøðurnar í samfeløgunum, ið skulu implementera loysnirnar. Síðani hevur hon arbeitt innan havfrøði og havgransking. Í Sjókovanum arbeiðir hon við vistskipanar tænastum í samband við menning av taraalivinnu. Hon eru serliga virkin í SeaMark verkætlanini. Afturat hesi gransking, er Sophie eisini í gongd við eina phd.

    Teldupostur: sophie@sjokovin.fo

  • Árni Neshamar

    Árni Neshamar

    Atknýttur dátagreinari, MSc í Støddfrøði-Búskapi

    Árni Neshamar hevur eina masterútbúgving í støddfrøði-búskapi frá Aalborg Universitet. Hann hevur sterkar forritanarførleikar í R, RCPP, Python, MATLAB og fleiri øðrum. Hann hevur royndir at skilja og nýta støddfrøðiligar og tøkniligar loysnir til fløktar avbjóðingar, serliga innan tøkni og fíggjarmarknaðinum. Í løtuni arbeiðir Árni sum dátagreinari í SmartFisk verkætlanini.

    Teldupostur: arni@sjokovin.fo

  • Er hettar tú?

    Kundi tú hugsa tær at starvast hjá Sjókovanum?

    Send okkum eina umsókn á Sjokovin@sjokovin.fo.

    Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja til okkara á telefon 558500.