OCF_V.jpg

Gerst limur í Ocean Cluster Faroes.

Øll kunnu gerast limir í Ocean Cluster Faroes. Við limaskapi fært tú atgongd til øll tiltøk í Ocean Cluster Faroes, og verður partur av einum samskiftisdepli, har dentur verður lagdur á at menna føroyskar sjófeingisvinnur og loysa avbjóðingar.

Allir limir hava møguleikan at leggja búmerki og beinleiðis leinkju til heimasíðu teirra á heimasíðuna hjá Ocean Cluster Faroes, soleiðis at fyritøka ella stovnurin verður sjónligari bæði í føroyskum og altjóða høpi.

Luttøkugjaldið er 2500 kr v/mvg um árið og til ber at skráseta seg niðanfyri