Back to All Events

Nordic Climate Change Forum 2026

Altjóða ráðstevna, sum savnar granskarar og serfrøðingar frá fiski- og alivinnuni at umrøða, hvussu veðurlagsbroytingar og aðrar avbjóðingar fara at mynda framtíðina hjá norðurlendsku og evropeisku fiskivinnuni. Á skránni verða framløgur frá starvsfólki í granskingarstovnum, fiskivinnuni, og embætisverkum úr norðurlondum og ES. Unn Laksá, stjóri á Sjókovanum, er ein teirra.

Í framløgu síni, fer Unn at greiða frá MeCCAM verkætlanini og granskingarøkinum um uppsjóvarfisk í Norðuratlantshavinum, har dentur verður lagdur á loysnir, sum hava til endamáls at minka um oljunýtsluna í fiskiskapinum, og at betra um burðardygdina í allari virðisketuni. Hugt verður at núverandi støðuni í brennievnisnýtsluni, og víst verður á nýskapandi, vísindaliga grundaðar loysnir til tess at laga fiskiskapin til veðurlagsbroytingar og minka um ávirkanina, sum fiskivinnan hevur á umhvørvið.

Tiltakið er alment, og møguleiki er at skráseta seg her.

Previous
Previous
December 11

Menning og framleiðsla av fiskavørum