Back to All Events

The North Atlantic Seafood Forum


3.-5. mars verður The North Atlantic Seafood Forum í Bergen, Noregi. Hetta er ein ráðstevna, ið er viðurkend at vera ein av heimsins fremstu ráðstevnum fyri leiðandi áhugapartar í altjóða fiskivinnuni. Á hvørjum ári savnast yvir 1.000 stjórar, serfrøðingar, íleggjarar og greinarar í Bergen, har framløgur og kjak geva innlit í núverandi viðurskifti og íblástur til framtíðina í fiskivinnuni.

Endamálið er at veita leiðandi aktørum í fiskivinnuni upplýsingar um nýggjastu tøknina, rák, burðardygd og avbjóðingar í vinnuni, umframt at knýta sambond og deila sjónarmið og vitan tvørturum landamørk.

Í framløgu síni fer Sanna at greiða frá MeCCAM-verkætlanini og granskingarøkinum um uppsjóvarfisk í Norðuratlantshavinum. Hon fer at lýsa avbjóðingar í fiskiskapinum, so sum núverandi støðuna í brennievnisnýtsluni, og vísa á møguleikar at minka um oljunýtslu og betra um burðardygdina í allari virðisketuni. Dentur verður lagdur á nýskapandi tøkni og vísindaligagrundaðar loysnir til tess at laga fiskiskapin til veðurlagsbroytingar og minka um ávirkanina, sum fiskivinnan hevur á umhvørvið.

Les meira um ráðstevnuna og melda til her: https://nor-seafood.com

Previous
Previous
January 29

Nordic Climate Change Forum 2026