Back to All Events

Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2025

  • Smæran J.H. Schrøters gøta Tórshavn, Streymoyar, 100 Faroe Islands (map)

Hósdagin 30. apríl klokkan 09 í Smæruni (Starvsfelagið), J.H. Schrøters gøta 7, Tórshavn

Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinunna 2025 verður løgd fram hósdagin tann 30. apríl kl 09:30.

Ársfrágreiðingin hevur til endamáls at økja um kunnleikan um fiskivinnuna og skapa grundarlag fyri einum vitanargrundaðum kjaki um evni, sum viðvíkja fiskivinnuni. Frágreiðingin byggir á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya og er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna. Eins og undanfarin ár savna vit upplýsingar og vitan um m.a. avreiðingar, útflutning, lívfrøðilig tilmæli, oljunýtslu í flotanum, stødd og endurnýggjan av fiskiflotanum á einum staði. Umframt hagfrøðiligt tilfar, verða á hvørjum ári gjørdar greiningar um ávís evni. Í ársfrágreiðingini um fiskivinnuna 2025 seta vit sjóneykuna á botnfiskiskapin, útlendska veiðu í føroyskum sjóøki og føroysku uppisjóvarvinnuna. Í partinum um uppsjóvarvinnuna lýsa vit í hvørjum sjóøki mesti uppisjóvarfiskurin verður veiddur. Hvussu sær býtið út millum føroyskar og útlendskar landingar í føroyum og hvussu nógv landa føroysk fiskifør uttanlands. Eisini verður hugt at føroyska útflutninginum av uppisjóvarfiskinum, hvussu verður fiskurin virkaður og hvørji lond verður fiskurin útfluttur til.

Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu. Framløgan verður í Smæruni hósmorgunin kl. 9.30. Dyrnar lata upp kl. 9 og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.

Øll eru hjartaliga vælkomin og boðast kann frá luttøku á leinkjuni niðan fyri:

https://www.sjokovin.fo/tilmeldingarsfragreiding

Previous
Previous
March 3

The North Atlantic Seafood Forum