Tilmelding til tiltak um
Útróður á landgrunninum
Mikudagin, tann 11. novembur, kl. 14.00
Á Bátasavninum í Leirvík
Hesa ferð snýr tað seg um útróðurin á føroyska landgrunninum. Við framløgum frá vinnu og gransking verða ymisk viðurskifti viðvíkjandi útróðri lýst og umrødd.
Hvat vísa tølini um veiðu, fiskidagar og virði, og hvussu uppliva útróðrarmenn sjálvir gongdina?
Á tiltakinum verður støðan hjá útróðrinum lýst bæði við tølum og royndum frá fólki, sum starvast í og kring vinnuna:
Sigurgunn W. Várting, granskari á Sjókovanum, fer at geva eina støðulýsing av útróðrarflotanum við støði í hagtølum.
Heri Vang, útróðrarmaður, fer at greiða frá lívinum sum útróðrarmaður nú og fyrr.
Høgni Hansen, stjóri á fiskamarknaðinum, fer at greiða frá eygleiðingum og mynstrum í prísi, gongd og góðsku í veiðuni hjá útróðrarbátunum..