Sjókovin á Vísindavøku
Tann 26. septembur var Sjókovin á Vísindavøku í Sjóvinnuhúsinum. Starvsfólk hjá Sjókovanum vóru til staðar, har vit millum annað høvdu eina framløgu og ein bás, har vitjandi kundu royna seg í kappingum og uppgávum, ið settu sjóneykuna á búskaparlig, samfelagslig, og vistfrøðilig viðurskifti í sjófeingisvinnum.
Á degnum legði Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur í Sjókovanum, fram um evnið ”hvar loysir tað seg best at fiska við línu?”. Framløgan bygdi á eina frágreiðing, sum Sjókovin hevur gjørt í samstarvi við Felagið Línuskip. Í framløguni varð fiskiskapurin hjá línuskipum á ymiskum leiðum samanborin við atlit til avreiðingarvirðið. Úrslitini vísa, at atgongd til Flemish Cap hevur sera stóran búskaparligan týdning fyri línuskipini. Fiskiskapurin í føroyskum øki er hinvegin munandi verri enn á Flemish Cap, í Grønlandi og í Íslandi. Millum annað vísti Magni á, at avreiðingarvirðið fyri hvønn dag er 400.000 krónur á Flemish Cap, í mun til 100.000 krónur á landgrunninum. Sí framløguna hjá Magna her.
Á hvørjum ári hevur Sjókovin ein bás, har vit skipa fyri kappingum og uppgávum, ið varpa ljós á búskaparlig, samfelagslig, og vistfrøðilig viðurskifti í sjófeingisvinnum. Eitt nú kundu vitjandi royna seg í tveimum villingarborgum. Tann eina fevndi um at fylgja føðinetinum í havinum - heilt frá plantuæti til menniskja - og í hinari skuldu luttakandi hjálpa einum lunda á veiðuferð og síðani telja, hvussu nógvar nebbasildir hann fekk á vegnum. Umframt hetta høvdu vit eina spurnarkanning um føroysku fiskivinnuna. Tilsamans vóru 121 luttakarar við í lutakastinum um tvey gávukort á 250 krónur frá Havnar bio.
Vitjandi kundu eisini royna seg við uppgávum, har tey skuldu byggja grafar við tølum úr fiskivinnuni, við at brúka Magnatiles og PlusPlus-leikutoy. Sjókovin hevur eisini ment eitt sjóvarsuduko, ætlað skúlum, sum vitjandi eisini kundu royna á degnum. Hesar uppgávurnar hava til endamáls at læra børn og ung at hugsa hagfrøðiliga, skilja grafar og menna logiska hugsan – førleikar, ið ofta vera nýttir í støddfrøðiligari og greinandi hugsan.
Básurin varð sera væl vitjaður, fleiri hundrað børn og vaksin steðgaðu á.
Vit takka Granskingarráðnum fyri eina vælskipaða Vísindavøku, og gleða okkum at verða við aftur komandi ár.