Spennandi tiltak um uppsjóvarfiskiskap í Norðuratlantshavi
Mikudagin, tann 3. septembur, var eitt væleydnað Ocean Cluster Faroes tiltak um uppsjóvarfiskiskap í Norðuratlantshavinum. Eini 40 fólk vóru møtt at hoyra framløgurnar, ið viðgjørdu ymisk viðurskifti í uppsjóvarfiskiskapi.
Niels Winther, formaður í nevndini hjá Sjókovanum, bjóðaði vælkomin. Síðani var framløga frá Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, vinnu PhD-lesandi, ið greiddi frá spennandi verkætlanini um umhvørvis DNA. Marjun vísti á, hvussu umhvørvis DNA kann geva okkum eitt betri innlit í ferðamynstur hjá uppsjóvarfiski, og hvussu hetta kann geva okkum betri og meiri effektivar yvirlitskanning. Harumframt greiddi Marjun frá arbeiðinum fyri framman, har farið verður undir at menna nýggj tól og mannagongdir í samstarvi við fiskivinnuna.
Síðani greiddi Mirjam Carlsdóttir Olsen, granskari á Sjókovanum, frá úrslitum úr MarineSABRES verkætlanini. Mirjam legði fram um uppsjóvarfiskiskap og burðardygd, og hugleiddi um, hvussu sjónarmið frá áhugapørtum kunnu vera við til at samskapa loysnir til tær avbjóðingarnar, ið eru í vinnuni. Framløgan tók støði úr samrøðum við ymiskar áhugapartar úr m.a. vinnulívinum, umsitingini og gransking frá Føroyum, Íslandi, og Grønlandi.
At enda legði Sanna Laksá, búskaparfrøðingur á Sjókovanum, fram um nýggju MeCCAM verkætlanina, sum hevur til endamáls at tillaga evropeiskan fiskiskap til veðurlagsbroytingar. Sanna greiddi frá teimum ymisku loysnunum, sum MeCCAM verkætlanin fer at menna og seta í verk í uppsjóvarfiskiskapi í Norðuratlantshavinum. Loysnirnar fevna broytt, millum annað at kanna góðsku á uppsjóvarfiski í mun til fiskileið, útgerð, køling, o.a. fyri at greina kostnaðin av vantandi avtalum, at menna tól og forrit, ið betra um fiskiveiðustrategiir og økja vitan um umhvørvisávirkan av fiskiskapi við atlit til alla virðisketuna, og at stimbra veðurlagstilvitaða lívfrøðiliga ráðgeving.
Eftir framløgurnar var kaffi, køka og kjak.