Ein væleydnaður byrjanarfundur í MeCCAM
MeCCAM verkætlanin er ein ES-fíggjað verkætlan, ið leggur seg eftir at menna loysnir, sum kunnu minka útlátið av vakstrarhúsgassum og laga fiskiskapin í Evropa til veðurlagsbroytingar.
Byrjanarfundurin í MeCCAM verkætlanini varð hildin í Tórshavn 3. til 5. juni. Á fundinum møttust 38 serfrøðingar og granskarar úr 9 evropeiskum londum. Endamálið við fundinum varð at leggja til rættirs arbeiðið tey komandi fýra árini. Harumframt vóru tveir uttanhýsis ráðgevar við á fundinum, frá Íslandi og Írlandi. Á fundinum høvdu luttakandi framløgur um teirra leiklut og virksemi í verkætlanini.
Jóhan Christiansen, Landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, opnaði fundin, og bjóðaði luttakandi vælkomnum til Føroyar. Unn Laksá, sum er samskipari av verkætlanini, legði síðani fram um yvirskipaðu endamálini av verkætlanini. Hareftir, løgdu umboð úr verkætlanunum Infinifish, MarineGuardian, og OCCAM, fram, við denti á samstarv tey komandi fýra árini.
Umboð frá øllum arbeiðspakkum og granskingarøkjum løgdu síðani fram um teirra íkast til verkætlanina. Umframt framløgur varð eisini skipað fyri verkstovum, har arbeiðspakkar og granskingarøkir hittust til at leggja lunnar undir arbeiðið komandi árini.
Umframt samstarvsfelagir, løgdu eisini uttanhýsis luttakandi fram um viðkomandi evni, eitt nú um núverandi støðu viðvíkjandi verðurlagsbroytingum og tilhoyrandi avbjóðingum og um vaksandi krøvini um samskifti um burðardygd, og hvussu hetta ávirkar fiskivinnuna.
Umframt framløgur og verkstovur, vóru luttakandi eisini á vitjan umborð Gøtunes, har manningin greiddi frá teirra virksemi umborð. Afturat hesum høvdu vit eina hugnaliga løtu í Roykstovuni í Kirkjubø, við staðbundnum mati og tónleiki frá Eivør.
Vit í Sjókovanum eru sera spent uppá at leiða hesa spennandi og viðkomandi verkætlan og gleða okkum til eitt gott samstarv við okkara samstarvsfeløgum komandi árini