Sjókovin á ráðstevnu um veðurlagsbroytingar og fiski- og alivinnuna

Tann 29. januar var ráðstevnan Nordic Climate Change Forum for Fisheries and Aquaculture hildin í Helsingborg. Ráðstevnan savnaði umleið 45 granskarar og serfrøðingar frá fiski- og alivinnuni úr norðurlondum at umrøða, hvussu veðurlagsbroytingar og aðrar avbjóðingar fara at mynda framtíðina hjá norðurlendsku og evropeisku fiskivinnuni.

Endamálið við ráðstevnuni er at skapa møguleikar hjá áhugapørtum úr fiski- og alivinnuni at savnast og deila vitan og royndir, til tess at eyðmerkja møguleikar at minka um útlátið og laga norðurlendska fiskiskapin og alivinnuna til veðurlagsbroytingar.

 Fleiri spennandi framløgur vóru á skrá. Ein teirra var framløgan hjá Unn Laksá, stjóra á Sjókovanum, sum legði fram um MeCCAM verkætlanina. Í framløgu síni legði hon dent á granskingarøkið um uppsjóvarfiskiskap í Norðuratlantshavinum. Unn greiddi frá núverandi støðuni í brennievnisnýtsluni í hesum fiskiskapi, og vísti á nýskapandi, vísindaliga grundaðar loysnir til tess at laga fiskiskapin til veðurlagsbroytingar og minka um ávirkanina, sum fiskivinnan hevur á umhvørvið. Tú kanst lesa meir um verkætlanina og loysnirnar á https://meccam.eu/.

 Unn greiddi eisini í stuttum frá um OCCAM verkætlanina, ið er ein systirverkætlan hjá MeCCAM, sum hevur til endamáls at menna og útvega evropeisku alivinnuni framkomna tøkni og loysnir til at minka um avbjóðingarnar, sum standast av veðurlagsbroytingum.

Next
Next

Hugtakandi tiltak um menning og framleiðslu av fiskavørum