Sjókovin á The North Atlantic Seafood Forum
Hesa vikuna var ráðstevnan The North Atlantic Seafood Forum hildin í Bergen í Noregi. Ráðstevnan savnaði umleið 1000 áhugapartar úr fiski- og alivinnuni úr øllum heiminum.
Sanna Laksá legði fram sum partur av eini setu um tøkni og hvítfisk. Setan snúði seg um tað nýggjastu tøknina, nýggj hugskot og burðardygga menning innan hvítfisk, bæði í fiskiskapinum og framleiðsluni sum heild. Luttakarar fingu innlit í, hvussu arbeiðsgongdir kunnu betrast, hvussu umhvørvisárin kunnu minkast, og hvørji marknaðarrák mynda framtíðina hjá hvítfiskavinnuni.
Sanna Laksá legði fram um, hvussu umhvørvisárinini í fiskiskapi kunnu minkast við støði í vitan frá føroyska fiskiflotanum. Høvuðsevnið í framløguni var oljunýtsla í føroyska fiskiflotanum, og hetta evnið var umrøtt ígjøgnum tvær av verkætlanum Sjókovans, Smartfisk og MeCCAM.
Sanna legði fram ymisk úrslit úr SmartFisk verkætlanini, sum hevur til endamáls at minka um oljunýtsluna hjá føroyska flotanum, umframt at hon vísti á týdningin av atgongd til røttu fiskileiðirnar, tá hugsað verður um oljunýtslu. M.a. vísti hon á, at dupult so nógvur makrelur fæst í bretskum sjógvi í mun til í føroyskum sjógvi fyri hvønn litur av olju.
Eisini greiddi hon frá um ætlanirnar í MeCCAM við at samantvinna dátur um veiðu, góðsku á fiskinum, oljunýtslu og framleiðsluna til tess at skilja samanhangin millum hesi viðurskifti betri, og harvið kunna meta um búskaparliga og umhvørvisliga kostnaðin av, at strandalondini ikki megna at gera nøktandi avtalur um fiskastovnarnar. Hesar útrokningar skulu brúkast sum grundarlag fyri ráðgevingini um umsiting av ferðandi fiskastovnum.
Sanna legði eisini dent á týdningin av nágreiniligari vitan um oljunýtslu, tí oljunýtsla er størsti parturin av útlátinum av vakstrarhúsgassum umframt ein stórur partur av samlaða kostnaðinum hjá fiskivinnuni – oljunýtslan hevur sostatt stóra ávirkan á burðardygdina og búskaparliga haldførið í fiskivinnuni.