Granskarar hjá Sjókovanum á OCCAM ársfundi
Hesa vikuna hava starvsfólk okkara, Magni, Juliana og Unn verið í Galicia í Spanien í sambandi við ársfundin í OCCAM verkætlanini. Verkætlanin snýr seg um hvussu alivinnan kann tillaga seg til veðurlagsbroytingar og minka um útlatið av vakstarhúsgassum í sambandi við framleiðsluna.
80 % av sponsku alingini fer fram í Galicia og tey ala serliga krækling. Har hava veðurlagsbroytingar longu havt stóra ávirkan á framleiðsluna. Stórir trupulleikar hava verið við skaðiligum algum. Eisini regnar tað meira, og hetta ávirkan saltinnihaldið í sjónum, sum minkar um vøksturin á kræklingunum. Á fundinum vitjaðu vit eisini eitt kræklingaralibrúk, og tað var sera áhugavert at læra meira um hvussu hendan framleiðslan fer fram, og stóra samfelagsbúskaparliga týdningin hendan alivinnan hevur í Galicia.
Okkara dugnaligu samstarvsfelagar í føroyska granskingarøkinum. Frá vinstru síggjast Magni (Sjókovin), Gunnvør (Firum), Juliana (Sjókovin), Esbern (Hiddenfjord), Rúni (Avrik) og Unn (Sjókovin). Aftanfyri síggjast kræklingaalibrúkini
Her leggur Gunnvør frá Firum fram um arbeiðið um føroysku loysnina
Juliana leggur fram um arbeiðið hjá okkum í verkætlanini
Í Føroyum arbeiða vit, saman við føroysku samstarvsfeløgum okkara, Firum, Avrik og Hiddenfjord, við hvussu laksaalingin skal tillaga seg til veðurlagsbroytingar, við serligum denti á hvussu hitabroytingar í sjónum fara at ávirka lúsatrýstið. Í hesum sambandi menna vit eitt amboð, sum kann stuðla hvussu umsiting og alifyritøkur best kunnu tillaga seg til hetta. Sjókovin fer at gera búskaparligu greiningarnar í hesum arbeiðnum.
Vit eru takksom fyri nakrar góðar dagar saman við altjóða samstarvsfeløgum okkara við nógvari planlegging, vitanardeiling, og íblástri.
Les meira um verkætlanina á occam.eu