Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna løgd fram í Smæruni

Met høgt avreiðingarvirði og vaksandi útflutningur av fiskavørum

Hósmorgunin 30. Apríl løgdu trý av starvsfólkunum í Sjókovanum Unn, Magni og Sigurgunn fram ársfrágreiðingina um fiskivinnuna 2025 í Smæruni í Havn. Bárður á Steig, landsstýrismaður í Uttanríkis- og fiskimálum, bjóðaði vælkomin. Áleið 70 fólk vóru møtt til framløguna.

Millum høvuðsúrslitini í frágreiðingini eru:

  • Avreiðingarvirðið í 2025 var tað hægsta higartil

  • Útflutningurin av fiskavørum er vaksin javnt seinastu árini

  • Útlendsk veiða í føroyskum sjógvi er økt munandi síðani 2022

  • Stóru útróðrarbátarnir fingu eitt serstakliga høgt avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju teir nýttu í fiskiskapinum

  • Starvsfólkabýtið í fiskivinnuni er vorðin meira altjóða

  • Útlendska veiðan í føroyskum sjógvi er vaksin seinastu árini

  • Línuskipini eru vaksin nógv í stødd

Frágreiðingin vísir eisini áhugaverdar munir millum fiskasløg og veiðuhættir. Millum annað stóð toskur fyri einum stórum parti av samlaða virðinum, hóast hann bert var ein lítil partur av nøgdini.

Umframt búskaparligu viðurskiftini verður eisini varpað ljós á lívfrøðiliga grundarlagið undir fiskiskapinum og týdningin av burðardyggari umsiting. Frágreiðingin byggir í stóran mun á hagtøl frá almennum stovnum og gevur eina heildarmynd av støðuni í vinnuni.

Í ár er serligur dentur lagdur á at greina bæði botnfiskiskap og uppsjóvarfiskiskap nærri. Millum annað verður hugt at, hvussu veiðan fyri hvønn fiskidag er broytt, og hvussu býtið er millum føroyskar og útlendskar landingar.

Ársfrágreiðingin er nú tøk her á heimasíðu Sjókovans og er samvirkin, soleiðis at brúkarar lættliga kunnu kanna tøl og gongdir.

Myndir: Jens Kr. Vang

Previous
Previous

Sjókovagranskarar til árliga fundin í MeCCAM verkætlanini

Next
Next

Granskarar hjá Sjókovanum á OCCAM ársfundi