Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2025
Fororð
Eitt av aðalendamálunum hjá Sjókovanum er at økja kunnleikan um føroysku fiskivinnuna. Tískil hevur Sjókovin, síðani hann var stovnaður í 2020, lagt nógva orku í at lýsa gongdina í fiskivinnuni gjøgnum ársfrágreiðingar.
Hetta er sætta ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna, og sum undanfarin ár savna vit upplýsingar og vitan um avreiðingar, útflutning, arbeiðsmarknað, lívfrøðilig tilmæli, oljunýtslu í flotanum, stødd og endurnýggjan av fiskiflotanum á einum staði. Ætlanin er at lýsa hesar tættir á hvørjum ári, og á hendan hátt vera viðvirkandi til at gera søguligt tilfar, sum kann nýtast í framtíðini.
Sjókovin hevur frá byrjan av ynskt at fingið størri fokus á, hvussu umhvørvisliga ávirkanin av fiskivinnuni kann minkast. Tíverri finnast enn eingi almenn útgreinaði tøl fyri oljunýtsluna hjá skipabólkunum, men Sjókovin arbeiðir miðvíst við at fáa meira vitan og hagtøl til vega um hetta evnið. Oljugreiningarnar eru vorðnar fastur tættur í frágreiðingini og tað frøir okkum, at vit aftur í ár hava lagt fleiri skip afturat greiningum okkara, soleiðis, at til ber at samanbera oljunýtsluna tvørtur um enn fleiri skip og skipabólkar. Eisini hava vit aftur í ár greinað oljunýtsluna í uppsjóvarfiskiskapinum fyri fiskasløg og veiðiøki. Allar hesar greiningarnar eru bert møguligar við tølum og góðum samstarvi við reiðaríir, og tí fegnast Sjókovin um, at samstarv er fingið við enn fleiri skip í ár. Ætlanin er framhaldandi at byggja uppá oljugreiningarnar, soleiðis at vit við tíðini fáa eina meira fullfíggjaða mynd av, hvussu støðan er viðvíkjandi oljunýtslu í fiskiflotanum, og hvussu tølini kunnu býtast út á ymiskan reiðskap og fiskasløg. Í sambandi við, at SmartFisk verkætlanin, sum er fíggjað av fiskivinnugransking, verður liðug í ár, verður meira at frætta um oljunýtsluna í ymisku skipabólkunum á serstøkum tiltaki, har vit leggja fram úrslit og tilmæli frá verkætlanini.
Umframt hesar føstu tættir leggja vit okkum á hvørjum ári eftir at lýsa ávís evni nærri. Í fjør hugdu vit eftir línufiskiskapinum, og sóu hvønn týdning tað hevði fyri bólkin at hava atgongd at fiska á útlendskum leiðum. Í ár hava vit lagt okkum eftir at gera meira burturúr botnfiskiskapinum, serliga undir Føroyum. Fiskiskapurin undir Føroyum er høvuðsgrundarlagið undir flestu av okkara skipabólkum. Eisini er meira gjørt við at lýsa uppsjóvarfiskiskapin nærri.
Høvuðsgrundarlagið undir frágreiðingini eru almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya, umframt tilfar og tilmælir frá Havstovuni og ICES. Arbeiðið við hesum hagtølunum um fiskivinnuna er sera gevandi, men ofta ørkymlandi. Sum heild, hava vit sera góð hagtøl og nógvar spennandi dátur í Føroyum, sum kunnu vera grundarlagið undir nógvum greiningum. Men tá ið hagtøl og dátur verða brúkt, greinaði og visualiseraði, er lættari at síggja skeivleikar ella manglar í hagtølunum. Tað hevur stóran týdning, at hagtølini og dátur eru atkomulig og vælskipaði. Hetta er ein framhaldandi avbjóðing. Tískil hevur Sjókovin fyri kortum tikið stig til eina royndarverkætlan, har ætlanin er at samla hagtøl og dátur á einum staði, fyri at gera tey meira atkomulig og at lætta um greiningar. Tað gleðir okkum at boða frá, at vit júst hava fingið játtað pening frá fiskivinnugransking til at fremja verkætlanina, og meira verður at frætta um hetta í næstum.
Við hesari ársfrágreiðingini hava vit ment eitt samvirkið amboð, sum ger tað møguligt at fáa lætta atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna. Vit vóna, at frágreiðingin verður eitt gott íkast til eitt upplýst kjak og greiningar av fiskivinnuni frameftir.
Sigurgunn Wenzelsdóttir Várting, Sanna Laksá, Magni Laksáfoss,
Mekhala O. Kollslíð og Unn Laksá
Leirvík, 30. Apríl 2026
Magni Laksáfoss
Mekhala O. Kollslíð
Unn Laksá
Sigurgunn W. Várting
Sanna Laksá
Avreiðingar
Í hesum partinum hyggja vit at avreiðingum hjá føroyskum fiskiførum bæði søguliga og fyri 2025.
Myndin niðanfyri vísir heildarveiðuna, sum er avreidd, býtt á sjóøkir. Avreiðingarnar eru vístar í tonsum og eru fyri árini 2000 til 2025. Við at halda músina yvir økini sæst avreiðingin fyri ávísa sjóøkið fyri ávísu tíðarskeiðini. Eisini ber til einans at síggja heildarveiðuna fyri eitt ella fleiri økir. Hetta verður gjørt við at trýsta á tey økir, ið tú ikki ynskir at síggja heildarveiðuna fyri, soleiðis at tey fella burtur. Legg til merkis, at ongin veiða er skrásett undir Stóra Bretlandi fyrrenn í 2022. Orsøkin til hetta er, at veiða í bretskum sjógvi hevur verið skrásett undir ES, áðrenn Stóra Bretland fekk egið sjóøki eftir Brexit.
Yvirlit yvir føroysku heildarveiðuna í 2000-2025
Heildarveiðan hevur sveiggjað nógv seinastu 20 árini, men er tó vaksin munandi í tíðarskeiðnum. Frá 2000 til 2003 varð heildarveiðan økt frá umleið 330 túsund tonsum til 550 túsund tons, og lá so rímiliga støðug fram til 2007. Í 2008 fall veiðan munandi, og í tíðarskeiðnum 2009-2012 lá veiðan líka omanfyri 300 túsund tons. Síðani er veiðan vaksin munandi aftur, og størsta heildarveiðan nakrantíð var í 2023, tá hon var omanfyri 760 túsund tons. Eitt týðiligt fall var frá 2020 til 2021, tá veiðan minkaði við góðum 100 túsund tonsum niður á umleið 500 túsund tons. Heildarveiðan í 2025 var góð 600 túsund tons, sum er ein minking uppá 6% í mun til 2024, tá heildarveiðan lá um góð 640 túsund tons.
Størsti parturin av fiskiveiðuni hevur øll árini verið í føroyskum sjóøki, og ein minni partur av veiðuni er komin úr íslendskum, norskum og ES-sjóøki. Nakað av veiðuni er eisini komin úr øðrum økjum, hóast nøgdirnar ikki hava verið so stórar. Millum annað kann veiðan í NEAFC-sjóøkinum nevnast. Hon hevur verið ein størri partur av heildarveiðuni síðani 2017. Beint eftir Brexit varð einki fiskað í ES øki, og bert heilt smáar nøgdir vórðu fiskaðar í Stóra Bretlandi í 2022 og 2023. Í 2024 fingu føroyingar tó aftur atgongd at fiska makrel í bretskum sjógvi. Nógv tann størsti parturin, sum verður fiskaður í bretskum sjógvi er makrelur, tí vaksa nøgdirnar munandi í 2024 og 2025. Í 2024 vóru smá 33 túsund tons veidd í bretskum sjógvi, og í 2025 var veiðan góð 24 túsund tons.
Prosentbýtið av avreiðingarnøgdini býtt á fiskasløg í 2012-2025
Myndin omanfyri vísir prosentbýtið av avreiðingarnøgdini býtt á fiskasløg í tíðarskeiðnum frá 2012 til 2025. Grafurin vísir tíggju tey størstu fiskasløgini í nøgd hesi árini umframt bólkin ‘onnur fiskasløg’, ið umboðar øll hini fiskasløgini, sum vóru avreidd í tíðarskeiðnum.
Á myndini sæst, at størstu nøgdirnar koma frá svartkjaftinum, makrelinum og sildini, ið samanlagt eru meira enn 80% av samlaðu avreiðingarnøgdunum flestu árini. Hini 20% koma millum annað frá toski, hýsu, upsa og lodnu, ið eru fiskasløg við væl minni avreiðingarnøgdum.
Tað er týðiligt á myndini, at størstu avreiðingarnøgdirnar koma frá svartkjaftinum øll árini, undantikið í 2012 og 2013, tá avreiðingarnøgdirnar fyri makrel og sild vóru størri. Frá 2015 til 2020 var helvtin ella meira av samlaðu avreiðingarnøgdini svartkjaftur. Frá 2020 til 2021 var eitt fall í avreiddu nøgdunum av svartkjafti, og avreiðingarnøgdirnar fyri makrel og sild fyltu tá meira. Hetta er tí ásettu kvoturnar fyri svartkjaft vóru so lágar í 2021 og 2022. Í 2023 komu aftur omanfyri 50% av avreiddu nøgdunum frá svartkjafti og í 2024 og 2025 var svartkjafturin 67% av samlaðu veiðuni í nøgd. Fiskiskapurin eftir lodnu hevur sveiggjað nakað í tíðarskeiðnum. Í 2019, 2020 og 2024 varð ongin lodnukvota útskrivað, og avreidda nøgdin hesi árini var tí ongin ella bert hjáveiða. Lodnukvotan í 2025 var lág, og samlaða lodnuveiðan var einans 0,3% av samlaðu føroysku veiðuni.
Prosentbýtið av avreiðingarvirðinum býtt á fiskasløg í 2012-2025
Myndin omanfyri vísir prosentbýtið av avreiðingarvirðinum býtt á fiskasløg í tíðarskeiðnum frá 2012 til 2025. Grafurin vísir tíggju tey størstu fiskasløgini í virði hesi árini umframt bólkin “onnur fiskasløg”, ið umboðar øll hini fiskasløgini, sum vóru avreidd í tíðarskeiðnum.
Á myndini sæst, at samlaða avreiðingarvirðið serliga er býtt á svartkjaft, makrel, sild og tosk, sum í miðal hava umboðað umleið 75% í tíðarskeiðnum. Hesi fýra fiskasløgini hava tó, hvør sær, sveiggjað nakað frá 2012 til 2025. Hini 25% koma frá smærri avreiðingum, har lutfalsliga virðið av upsa er serliga nógv minkað síðani 2012.
Verður hugt at avreiðingarvirðinum í mun til avreiðingarnøgdina sæst, at tey fiskasløgini við størstu avreiðingarnøgdunum ikki altíð geva størstu avreiðingarvirðini. Við eini samanbering av avreiðingarnøgd og avreiðingarvirði fyri tosk í 2025 sæst, at avreiðingarnøgdin fyri tosk var einans 4% av samlaðu avreiðingarnøgdini, men heili 25% av avreiðingarvirðinum. Verður harafturímóti hugt at svartkjaftinum sæst, at hann var umleið 67% av samlaðu avreiðingarnøgdini, men einans 21% av avreiðingarvirðinum í 2025.
Yvirlit yvir avreiðingar hjá føroyskum fiskiførum í 2025
Myndin omanfyri vísir avreiðingarnar fyri hvønn skipabólk í 2025. Veljast kann í vinstra horni, um myndin skal síggjast í avreiðingarvirði (krónum) ella í avreiðingarnøgd (tonsum). Á vinstru síðu á myndini síggjast skipabólkarnir, sum umboða fiskiskapin í Føroyum. Á myndini eru hesir skipaðir soleiðis, at skipabólkurin við størstu samlaðu avreiðingunum er ovast, og tann við lægstu avreiðingunum niðast. Tá trýst verður á sjálvan bólkin, broytist myndin soleiðis, at samlaðu avreiðingarnar í árinum fyri hvørt fiskifar í skipabólkinum sæst. Verður músin flutt á fiskifarið, fáast upplýsingar um árligu avreiðingarnar hjá tí einstaka fiskifarinum.
Ovast liggja nóta- og ídnaðarskipini, sum hava avreitt flest tons og avreitt fyri størstu virðini. Avreiðingarnøgdin í hesum bólki var sløk 512 túsund tons í 2025, og hendan nøgdin gav eitt avreiðingarvirði á góðar 2,4 millardir krónur.
Fiskiførini í bólki 2 høvdu næststørstu avreiðingarnøgd við umleið 44 túsund tonsum. Teirra avreiðingarvirði var slakar 510 milliónir, sum ger at teir liggja sum fjórðstørsti bólkur í avreiðingarvirði.
Línuskipini, sum umboða bólk 3, avreiddu umleið 15,3 túsund tons við einum avreiðingarvirði á omanfyri 646 milliónir.
Flakatrolararnir komu til lands við einari avreiðingarnøgd á smá 14,6 túsund tons, og gjørdist avreiðingarvirðið fyri hesi tonsini slakar 692 milliónir krónur, og sostatt eru teir bólkurin við næststørsta avreiðingarvirði.
Einasta rækjuskipið í flotanum avreiddi sløk 4 túsund tons, sum høvdu eitt avreiðingarvirði á góðar 107 milliónir krónur.
Útróðrarbátarnir í bólki 5A avreiddu 4550 tons, og hetta gav eitt avreiðingarvirði á 125 milliónir. Nógvar avreiðingar vóru hjá útróðrarbátunum í bólki 5B, og var samlaða veiðan 1452 tons, sum gav eitt avreiðingarvirði á 42,8 milliónir.
Havast skal í huga, at hagtølini ikki vísa, hvat av fiskinum er landað, t.v.s. um tað eru fløk ella rundur fiskur, ið verður avreiddur.
Avreiðingarnøgd hjá føroyskum fiskiførum frá 2000 til 2025
Myndin omanfyri vísir avreiðingarnøgdirnar hjá føroyskum fiskiførum býtt á skipabólkar fyri tíðarskeiðið 2000 til 2025. Myndin er ein tíðarlinja har avreiðingarvirðið fyri hvønn bólk sæst ár fyri ár. Til ber eisini at síggja avreiðingarnøgdirnar bara hjá einum ella fleiri skipabólkum í senn. Hetta kann gerast við at trýsta á, og harvið sløkkja, skipabólkarnar, ið tú ikki ynskir at síggja. Niðast undir myndini síggjast øll árini í eini tíðarlinju, og sostatt sæst yvirskipaða gongdin í árunum 2000-2025.
Nóta- og ídnaðarskipini fáa í land tær størstu nøgdirnar øll árini, men nøgdirnar sveiggja nakað frá ári til ár. Í 2009 var avreiðingarnøgdin lægst, men gongdin hevur síðan verið vaksandi. Avreiðingarnøgdin var methøg í 2023 við eini samlaðari avreiðingarnøgd á omanfyri 690 túsund tons. Í 2025 var avreiðingarnøgdin 511,6 túsund tons, sum er ein lækking á umleið 50 túsund tons síðani 2024, og ein minking svarandi til 26% síðani 2023.
Fiskiførini í bólki 2 avreiddu næststørstu nøgdirnar øll árini, meðan bólkur 3, bólkur 4, rækjuskip og flakatrolararnir skiftast at hava triðstørstu avreiðingarnøgdirnar í tíðarskeiðnum.
Avreiðingarvirðir hjá føroyskum fiskiførum frá 2000-2025
Myndin omanfyri vísir avreiðingarvirðini hjá føroyskum fiskiførum býtt á skipabólkar fyri tíðarskeiðið 2000-2025. Myndin er ein tíðarlinja har avreiðingarvirðið fyri hvønn bólk sæst ár fyri ár. Til ber eisini at síggja avreiðingarvirðið bara hjá einum ella fleiri skipabólkum í senn. Hetta kann gerast við at trýsta á, og harvið sløkkja, skipabólkarnar, ið tú ikki ynskir at síggja. Niðast undir myndini síggjast øll árini í eini tíðarlinju, og sostatt sæst yvirskipaða gongdin í árunum 2000-2025.
Í 2025 varð tað hægsta virðið nakrantíð avreitt. Í 2025 avreiddu nóta- og ídnaðarskipini fyri 2,4 milliardir, flakatrolararnir fyri 692 milliónir og bólkur 3 fyri slakar 647 milliónir krónur. Verður hugt at, hvussu avreiðingarvirðini broyttust frá 2024 til 2025 fyri tríggjar teir størstu bólkarnar, sæst ein hækking í øllum trimum bólkunum. Fyri nóta- og ídnaðarskip var hendan hækkingin 6%, hjá flakatrolarunum var hon 27,6%, og í bólki 3 sást ein hækking á umleið 50%.
Tað eru nóta- og ídnaðarskipini, ið hava hægsta avreiðingarvirðið øll árini uttan í 2000, tá bólkur 2, hevur hægsta avreiðingarvirðið. Í 2001 og framyvir eru tað flakatrolararnir, bólkur 2, bólkur 3 og bólkur 4, sum skiftast um næst-, trið- og fjórðstørstu avreiðingarvirðini. Í 2001 og 2022 og árini 2008-2017 er tað bólkur 2, sum hevur næststørstu virðini. Flakatrolararnir hava næststørstu virðini í 2006 og 2007 umframt í tíðarskeiðunum 2018-2022 og 2024-2025. Bólkur 3 hevur næststørstu avreiðingarvirðini í 2003 og 2023, og bólkur 4 í árunum 2004 og 2005.
Útflutningur av fiskavørum
Útflutningurin av fiskavørum hevur seinastu árini verið javnt vaksandi, tó við sveiggjum. Í hesum partinum sæst gongdin ár fyri ár frá 1993 til 2025.
Útflutningur av fiskavørum í nøgd
Myndin omanfyri vísir samlaðu árligu útflutningsnøgdina av fiskavørum í tonsum frá 1993 til 2025. Útflutningurin fyri fiskavørurnar er býttur í fýra bólkar:
Toskur, hýsa og upsi
Makrelur, sild og svartkjaftur
Laksur og síl
Aðrar fiskavørur
‘Aðrar fiskavørur’ umboða samlaðu útflutningsnøgdina fyri øll hini fiskasløgini, ið ikki eru í teimum trimum omanfyrinevndu bólkunum.
Á myndini sæst, at allir fýra bólkarnir hava sveiggjað gjøgnum árini. ‘Aðrar fiskavørur’ hevur havt størstu útflutningsnøgdir til 2007. Síðani hava fiskasløgini ‘Makrelur, sild og svartkjaftur’ verið størsti bólkur, tó undantikið í 2023, tá ‘Aðrar fiskavørur’ aftur vóru størsti bólkur. Fyri uppsjóvarfiskasløgini sæst eitt knekk í 2018, tá útflutningsnøgdin fór frá at vera 239 túsund tons í 2017 niður í 201 túsund tons í 2018. Í 2019 fór nøgdin upp á sløk 250 túsund tons, síðan minkaði hon aftur, men vaks nógv í árinum 2024, hvar hon var sløk 288 túsúnd tons. Í 2025 er hon sløk 253 túsund tons, sum er ein minking á 12% frá 2024.
Útflutningsnøgdin av ‘Laksur og síl’ er farin frá góðum 87 túsund tonsum í 2024 til sløk 112 túsund tons í 2025, sum er ein øking uppá 29%. ‘Toskur, hýsa og upsi’ høvdu eina hækking á 11% frá 2024 til 2025, tá nøgdin fór frá góðum 36 túsund tonsum til góð 40 túsund tons.
Útflutningsnøgdin fyri ‘Aðrar fiskavørur’ øktist við heili 56% frá 2022 til 2023. Hetta er av stóru nøgdini av fiskamjøli og lýsi, sum var í 2023. Tó fall nøgdin aftur í 2024 og enn meira í 2025, tá hon var 118 túsund tons. Útflutningsnøgdin av øðrum fiskavørum hevur sostatt sveiggjað millum sløk 90 og 304 túsund tons í tíðarskeiðnum, sveiggini stava serliga frá lýsi og fiskamjøli.
Útflutningsvirðið av fiskavørum
TMyndin omanfyri vísir samlaðu árligu útflutningsvirðini av fiskavørum í krónum frá 1993 til 2025. Útflutningurin fyri fiskavørurnar er býttur í fýra bólkar:
· Toskur, hýsa og upsi
· Makrelur, sild og svartkjaftur
· Laksur og síl
· Aðrar fiskavørur
‘Aðrar fiskavørur’ umboða samlaða útflutningsvirðið fyri øll hini fiskasløgini.
Tá ið hugt verður at útflutninginum í virði, sæst týðiliga, at bólkurin ‘Laksur og síl’ hevur havt størsta vøksturin seinnu árini. Eftir nøkur rak ár aftaná ILA-kreppuna fyrst í 00-árunum, hevur støðugt gingið framá, og hetta sæst aftur á útflutningsvirðinum. Í 2025 var útflutningsvirðið heili 6,2 milliardir krónur, sum er methøgt. Útflutningsvirðið er vaksið við rúkandi ferð síðani 2007, tá virðið var 595 milliónir krónur. Í 2014 var hetta útflutningsvirðið fimmfaldað og í 2025 nærum tíggjufaldað. Nøkur munandi fall hava tó verið í útflutningsvirðinum, serliga í 2018 og 2020, tá virðið minkaði við ávikavist 14% og 16,4%, men hesi fallini hava verið lutfalsliga nógv minni enn hækkingarnar í tíðarskeiðnum. Árini eftir 2020 eru virðini vaksin sera nógv.
Útflutningsvirðið av ‘Makrelur, sild og svartkjaftur’ er eisini økt nógv síðani 2009, tá Føroyar ásettu sær sínar egnu makrelkvotur. Vøksturin í útflutningsvirðinum síðani 2010 hevur verið omanfyri 1 milliard krónur. Stór fall hava eisini verið í útflutningvirðinum; í 2018 tá virðið minkaði við 469 milliónum, og í 2020 tá útflutningurin fall við 115 milliónum krónum. Útflutningsvirðið fyri makrel, sild og svartkjaft øktiskt tó aftur við 173 milliónum í 2021 til 1,92 milliardir krónur. Í 2022 og 2023 minkaði útflutningurin aftur, men síðani er virðið hækkað. Í 2024 var virðið 1,95 milliardur krónur og í 2025 er tað 2,7 milliardur krónur, sum er ein øking á 39%. Ongantíð áður hava virðini av hesum fiskasløgum verið so høg.
Útflutningsvirðið fyri ‘Toskur, hýsa og upsi’ hevur flestu árini ligið rímiliga støðugt millum umleið 1 og 1,5 millardir krónur síðani mitt í 90-árunum. Seinastu árini hevur virðið sveiggjað lutfalsliga nógv. Í 2019 vaks útflutningsvirðið við 313 milliónum uppá 1,6 milliardir, sum svaraði til eina øking á 24%, men árið eftir fall virðið aftur við 360 milliónum. Líknandi broytingar hendu í 2022 og 2023 tá útflutningurin fyrst vaks við knøppum 400 milliónum, svarandi til 31%, og síðani fall aftur við smáum 300 milliónum. Frá 2024 til 2025 eru virðini vaksin frá 1,5 milliardum krónum til 2,1 milliardur kronur og er hetta ein øking á 40%. 2025 er nú árið við tí hægsta útflutningsvirðinum nakrantíð fyri hesi fiskasløgini. Áðrenn var 2002 árið, við tí hægsta útflutningsvirðinum síðani 1993, og tá varð útflutt fyri 1,86 milliardir krónur.
Útflutningsvirðið av øðrum fiskavørum vaks nógv í árunum frá 2021 til 2023, og í 2023 varð útflutningurin 3,3 milliardir, sum er tann hægsti nakrantíð fyri hesar fiskavørur. Í 2024 minkaði útflutningurin við einari milliard niður á 2 milliardir krónur og í 2025 eru virðini aftur minkaði við 184 milliónum. Stóru broytingarnar seinastu árini stava serliga frá stórum útsvingum í útflutninginum av fiskamjøli, lýsi og lodnu. Frá 2021 til 2023 var útflutningsvirðið av lodnu høgt, samanborið við 2020, 2024 og 2025, tá føroyingar onga ella lítla lodnukvotu høvdu. Nøgdirnar av fiskamjøli og lýsi øktust nógv frá 2021 til 2023, og prísurin var høgur fyri hesar vørurnar í 2022 og 2023. Grundin til útflutningsvirðið av hesum vørum er minkað í 2025 er bæði tí útflutningsnøgdirnar eru minkaðar, og tí prísurin fyri fóður, fiskamjøl og lýsi er fallin.
Størstu keyparalondini av føroyska fiskavøruútflutninginum
Strikumyndin niðanfyri er ein tíðarrás yvir ellivu tey størstu keyparalondini av samlaða føroyska fiskavøruútflutninginum. Grafurin er vístur í útflutningsnøgd og virði í árunum 2014-2025, og skiftast kann ímillum nøgd og virði í vinstra horni.
Føroyski útflutningurin til Russland hevur verið støðugt vaksandi fram til 2017, og øll árini fram til 2021 hava størstu virðini verið útflutt til Russlands. Eftir 2017, ið var árið har útflutningurin til Russlands var hin størsti nakrantíð, minkaði útflutningurin nakað í árunum 2018-2020. Frá 2020 til 2021 øktist útflutningurin nógv, meðan útflutningsvirðið fall í 2022 við meira enn eini helvt frá 2,2 milliardum niður í 713 milliónir. Hetta var serliga orsakað av, at Føroyar góvust at útflyta laks til Russlands. Í 2025 verða størstu virðini útflutt til USA eins og í 2024, harav størsti parturin kemur frá laksi.
Tá ið hugt verður eftir nøgdini sæst, at Føroyar eisini útflyta størstu nøgdirnar til Russlands fram til 2022. Í 2023 hendir tó ein munandi øking í útflutninginum til Noregs, sum saman við minkandi útflutninginum til Russlands ger, at Noreg er størsta útflutningslandið í nøgd við 81 tonsum í 2025. Í 2024 varð eisini mest útflutt til Noregs, og hendan broytingin stavar helst serliga frá landingum av uppsjóvarfiski í Noregi. Myndin vísir eisini, at útflutningurin til Russland fall ógvusliga frá 2021 til 2022, fyri síðani at taka seg nakað uppaftur. Í 2022 fall útflutningsnøgdin niður frá sløkum 147 túsund tonsum niður í umleið 63 túsund tons. Nøgdin vaks í 2023, men hevur síðani verið fallandi og er í 2025 umleið 57 túsund tons og Russland er nú triðstørsti keypari, tá hugt verður eftir nøgdini.
Útflutningur av fiskamjøli og lýsi
Myndirnar niðanfyri eru ein tíðarrás yvir útflutningin av fiskamjøli og lýsi árini 2013-2025 og síggjast í útflutningsnøgd, útflutningsvirði og miðalprísi.
Útflutningsnøgdirnar av fiskimjøli tvífaldaðist frá 2022 til 2023, meðan útflutningsnøgdirnar av lýsi meira enn trífaldaðust. Áleið sama mynd sæst fyri útflutningsvirðið.
Miðalprísurin fyri fiskamjøl sveiggjaði millum 9 og 15 krónur fyri hvørt kilo av fiskamjøli hesi árini. Miðalprísurin á fiskamjøli hækkaði frá 12,44 kr/kg í 2024 upp á 14,66 kr/kg í 2025, ið eisini er hægsti miðalprísurin hesi árini. Virðið av lýsaútflutninginum sveiggjar sera nógv ár fyri ár. Miðalprísurin fer frá áleið 1 kr/kg, tá kiloprísurin var lægstur í 2016, upp á 26,36 kr/kg, tá miðalprísurin var hægstur í 2023.
Tá hugt verður eftir virðunum í 2025 sæst serliga ein minking í prísinum á lýsi. Miðalprísurin fer frá 25,52 kr/kg í 2024 niður í 9,72 kr/kg í 2025. Miðalprísurin á fiskamjøli hækkaði frá 2024 til 2025 frá 12,44 kr/kg til 14,66 kr/kg.
Hvussu verður fiskurin virkaður?
Hesin parturin snýr seg um søguliga útflutningin av seks fiskasløgum, og hvussu tey verða virkaði. Hugt verður at, hvussu høvuðsfiskasløgini verða býtt í vørubólkar, og hvussu stórur prosentpartur av hvørjum vørubólki verður útfluttur. Fiskasløgini, talan er um, eru botnfiskasløgini: toskur, hýsa og upsi, umframt uppsjóvarfiskasløgini: makrelur, sild og svartkjaftur.
Útflutningur av toski býttur á vørubólkar frá 2014 til 2025
Útflutningur av makreli býttur á vørubólkar frá 2014 til 2025
Grafurin til høgru vísir útflutningin av makreli býttan á vørubólkarnar ‘heilur/kruvdur, køldur’, ‘heilur/kruvdur, frystur’, ‘ikki tilskilað, royktur’, ‘ikki tilskilað’ og ‘flak, fryst’. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 2014-2025. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.
Tá hugt verður at útflutninginum av makreli sæst, at býtið av vørubólkunum bæði í virði og nøgd er lítið broytt síðani 2014. Síðani uppsjóvarvirkini byrjaðu sítt virksemi í Føroyum hevur útflutningurin av makreli fyri tað mesta verið ‘heilur/kruvdur, frystur’. Í 2023 sæst ein munandi øking í vørubólkinum ‘heilur/kruvdur, køldur’ og er hetta serliga orsakað av makreli, sum varð landaður í Noregi.
Grafurin til høgru vísir útflutningin fyri svartkjaft býttan á vørubólkarnar ‘heilur/kruvdur, køldur’, ‘heilur/kruvdur, frystur’ og ‘skorin annars, frystur’. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 2024-2025. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa. Vit fara ikki longur aftur í tíð, tí tølini frammanundan eru misvísandi orsakað av landingum av svartkjafti uttanlands, sum eru bólkaðar soleiðis, at tær ikki eru komnar við í svartkjaftatølini. Umframt hetta, so er umráðandi at nevna, at tølini fyri útflutningin av svartkjafti eru eitt sindur misvísandi, tí størsti parturin av svartkjafti, sum verður landaður í Føroyum verður landaður til Havsbrún, har hann verður framleiddur til fiskamjøl, lýsi og fóður. Sostatt verður hesin svartkjafturin útfluttur sum fiskamjøl, lýsi ella fóður, og hann telur tí ikki við sum útflutningur av svartkjafti. Hesin grafurin er tí bert ein mynd av svartkjafti, sum verður landaður uttanlands, og svartkjafti, sum verður landaður til matna í Føroyum. Sum sæst á grafinum, so er nógv tann størsti parturin (omanfyri 90% í nøgd og 85% í virði) av útflutninginum í bólkinum ‘heilur/kruvdur, køldur’, sum umboðar svartkjaft, sum er landaður uttanlands og útfluttur heilur beint av fiskileið. Írestandi fiskurin, sum verður landaður í Føroyum verður útfluttur frystur antin heilur (whole round) ella avhøvdaður og kruvdur (head/gutted), harav omanfyri 99% er heilur fiskur. Í 2024 eru 0,1% eisini útflutt í bólkinum ‘skorin annars, frystur’.
Myndin til vinstru vísir útflutningin av toski býttan á vørubólkarnar ‘heilur/kruvdur, køldur’, ‘heilur/kruvdur, frystur’, ‘heilur/kruvdur, saltaður’, ‘heilur/kruvdur, turkaður’, ‘skorin annars, frystur’, ‘skorin annars, tilgjørdur/niðursjóðaður’, ‘skorin annars, turkaður’, ‘flak, køldur’, ‘flak, frystur’ og ‘flak, ikki tilskilað’. Myndin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 2014-2025. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.
Ein tann størsta broytingin seinnu árini er, at flak er farið at fylla meira síðani 2014. Í 2014 fylti vørubólkarnir við flaki tilsamans 52% í virði, meðan hesir bólkarnir fyltu 78% í 2022 tá teir fyltu mest. Í 2025 fylla teir tilsamans 66% og ‘heilur/kruvdur, frystur’ fylti 18%. ‘Heilur/kruvdur, køldur’, ‘heilur/kruvdur, saltaður’ og ‘heilur/kruvdur, turkaður’ umboðaðu írestandi útflutningin á 16% í 2025. Yvirskipað kann sigast, at toskur verður mest útfluttur sum ‘flak, fryst’, ‘flak, ikki tilskilað’ og ‘heilur/kruvdur, frystur’. Útflutningsvirðið á hesum trimum bólkunum hevur ligið millum 69% til 89%, meðan nøgdin hevur ligið millum 65% til 87%.
Útflutningur av sild býttur á vørubólkar frá 2014 til 2025
Grafurin til vinstru vísir útflutningin av sild býttan á vørubólkarnar ‘heil kruvd, køld’, ‘heil/kruvd, fryst’, ‘heil/kruvd, saltað’, ‘heil/kruvd, turkað’, ‘skorin annars, køld’, ‘skorin annars, fryst’, ‘skorin annars, tilgjørd/niðursjóðað’, ‘ikki tilskilað, roykt’ og ‘flak, fryst’. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 2014-2025. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.
Í øllum tíðarskeiðnum er meginparturin av sildini útflutt sum ‘heil/kruvd, fryst’. Frá 2016-2025 var næststørsti útflutningurin av sild ‘skorin annars, fryst’ í bæði virði og nøgd – flaps eru í hesum vørubólkinum. Í 2021 og 2023 vórðu umleið 10% eisini útflutt av sild í bólkinum ‘heil kruvd, køld’, og var hettar landingar uttanlands av sild. Í 2025 vóru omanfyri 87% av útfluttu sildanøgdunum ‘heil/kruvd, fryst’, og góð 12% ‘skorin annars, fryst’, sum svaraði til ávikavist 82% og 17% av útflutningsvirðinum.
Útflutningur av svartkjafti býttur á vørubólkar frá 2024 til 2025
Útflutningur av hýsu býttur á vørubólkar frá 2014 til 2025
Útflutningur av upsa býttur á vørubólkar frá 2014 til 2025
Grafurin til vinstru vísir útflutningin av upsa býttan á vørubólkarnar ‘heilur/kruvdur, køldur’, ‘heilur/kruvdur, frystur’, ‘heilur/kruvdur, saltaður’, ‘skorin annars, frystur’, ‘flak, køldur’, ‘flak, frystur’ og ‘flak, ikki tilskilað’. Myndin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 2014-2025. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.
Øll árini hevur ‘flak, fryst’ fylt omanfyri 63% bæði í nøgd og virði. Í 2025 vóru 69% í nøgd og 82% í virði útflutt sum ‘flak, fryst’. Síðani 2023 sæst ein vøkstur í vørubólkinum ‘heilur/kruvdur, køldur’, og í 2025 er nøgdin smá 18%, sum svarar til 7% av útflutningsvirðinum.
Myndin til høgru vísir útflutningin av hýsu býttan á vørubólkarnar ‘heil/kruvd, køld’, ‘heil/kruvd, fryst’, ‘heild/kruvd, saltað’, ‘skorin annars, fryst’, ‘flak, køld’, ‘flak, fryst’ og ‘flak, ikki tilskilað’. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 2014-2025. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.
Alt tíðarskeiðið eru omanfyri 50% av nøgdunum og omanfyri 43% av virðunum útflutt í bólkinum ‘heil/kruvd, køld’. Frá 2014 til 2016 koma næststørstu virðini frá vørubólkinum ‘Flak, fryst‘, tó vendist henda gongdin í 2017 og vørubólkurin ‘heil/kruvd, fryst’ skapar næststørstu virðini. Virðið á frystum flaki er væl hægri enn fyri heilan fisk, og hetta sæst aftur í prosentpartinum av útflutningsvirðinum fyri ‘flak, fryst’, sum er umleið 20% í mun til nøgdina á smá 11% í 2025.
Føroyska uppsjóvarvinnan
Uppsjóvarfiskasløgini sild, makrel og svartkjaftur eru ferðandi fiskastovnar, og tí er neyðugt við felags avtalum um kvotur og umsiting. Fiskiskapurin verður tí umsitin ígjøgnum altjóða samstarv millum strandalondini, so sum Føroyar, Noreg, Ísland, Bretland, ES og Russland. Eisini verður hesin fiskiskapurin í altjóða sjógvi skipaður undir North East Atlantic Fisheries Commission (NEAFC).
Seinastu árini hava verið stórar avbjóðingar við vantandi semjum um býtið av hesum fiskasløgunum, og hetta hevur leitt til ovurfisking í mun til lívfrøðiligu tilmælini, soleiðis at fiskiskapurin hevur mist sína MSC góðkenning. Í 2025 mælti ICES til ógvusligar skerjingar í fiskiskapinum eftir makreli og svartkjafti, meðan tilmælið fyri sild hækkaði (sí annars partin um lívfrøðiliga grundarlagið).
Tískil kann tað sigast, at gongdin í uppsjóvarfiskiskapinum er í stóran mun ávirkað av altjóða samráðingum um kvotabýti, sum kunnu føra til stórar broytingar í mun hvussu nógv og hvar skipini kunnu fiska.
Størsti parturin av uppsjóvarfiskinum, sum føroysku skipini veiða, verður landaður í Føroyum. Kortini verður ein partur eisini landaður uttanlands, serliga svartkjaftur og í minni mun makrelur, sild og lodna.
Sjófeingislógin ásetur, at mest sum øll veiða hjá føroyskum fiskiførum skal landast í Føroyum, tó við einum undantaki á 15%. Endamálið er at tryggja virksemi og arbeiðspláss á landi og at geva føroyskum virkjum støðuga atgongd til rávøru.
Seinastu árini hava nøgdirnar – serliga av svartkjafti – verið sera stórar. Hetta hevur gjørt tað neyðugt at geva undantøk, so skip kunnu landa uttanlands í ávísum tíðarskeiðum.
Útlendsk skip landa eisini uppsjóvarfisk í Føroyum. Hetta er umleið 20% av samlaðu veiðuni hjá føroyskum skipum og samsvarar væl við føroyskar landingar uttanlands. Hetta vísir, at vinnan er tætt tengd at altjóða samstarvi.
Veiða eftir makreli
Avreiðingarnøgdir av makrel í ymsu sjóøkjunum
Fram til 2020 fór makrelveiðan fyri tað mesta fram í føroyskum sjóøki og í ES-sjóøki (bretskum øki).
Eftir BREXIT mistu føroysku skipini í 2021 atgongdina til bretskt øki, og veiðan flutti seg tí í størri mun til føroyskt sjóøki, altjóðan sjógv (NEAFC) og í minni mun til norskt øki.
Í 2024 fingu føroysku skipini aftur atgongd til bretskt øki, og ein stórur partur av makrelveiðuni hevur síðan verið har.
Atgongdin til bretskt øki hevur stóran týdning, tí makrelurin er har seinast í sesongini og er tá í betri standi – hann er feitari, hevur fastari konsistens og savnast í stórum torvum, sum ger hann lættari at fiska.
Í hinum økjunum er makrelurin oftari meira spjaddur, minni feitur og hevur bleytari konsistens, sum bæði ger fiskiskapin verri og kann ávirka virðið.
Avreiðingarvirðir fyri makreli í ymsu sjóøkjunum
Fram til 2020 stavaði størsti parturin av virðinum frá veiðu í føroyskum sjóøki, men eisini veiða í ES/bretskum øki hevði stóran týdning.
Eftir 2021, tá atgongdin til bretskt øki fall burtur, sást ein greið flyting av virðinum til onnur øki, serliga altjóða sjógv (NEAFC) og í minni mun norskt øki.
Í 2024, tá føroysku skipini aftur fingu atgongd til bretskt øki, øktist virðið aftur munandi í hesum økinum. Samstundis er samlaða virðið av makrelveiðuni vaksið nógv seinastu árini, hóast veidda nøgdin er minkað.
Hetta staðfestir, at bæði atgongd til røttu sjóøkini og prísgongdin á marknaðinum hava avgerandi týdning fyri samlaða virðið av fiskiskapinum.
Krónur fyri hvørt kilo av makreli í ymsu sjóøkjunum
Prísurin á makreli hevur sum heild ligið millum 5 og 10 kr/kg í nógv ár. Vanliga hevur prísurin verið nakað hægri í ES- og bretskum øki enn í føroyskum sjóøki, sum hongur saman við betri góðsku – hægri fitiinnihaldi og fastari konsistensi.
Sum dømi var prísurin í ES/bretskum øki 9,79 kr/kg í 2020, meðan hann í føroyskum øki var 6,86 kr/kg.
Seinastu árini er prísurin tó hækkaður munandi í øllum sjóøkjum, og er hann nú hægri enn nakrantíð áður. Serliga í 2024 og 2025 sæst ein greiður prísvøkstur, sum hevur lyft prísin upp á eitt nýtt støði.
Avreiðingarnøgd, avreiðingarvirði og krónur fyri hvørt kilo fyri makrel (2008-2025)
Makrelur verður vanliga roknaður fyri at vera týdningarmesti uppsjóvarfiskurin, tí hann hevur hægsta prísin og størsta samlaða virðið. Nøgdirnar av svartkjafti eru ofta væl størri, men prísurin er væl lægri.
Eftir at veiðan eftir makreli veruliga tók seg upp í 2010 hevur veiðan ligið á umleið 100.000 tonsum árliga. Í 2023 var veiðan serliga stór við 173.000 tonsum, meðan hon í 2024 og 2025 minkaði niður um 70.000 tons. Hóast stóru minkingina í nøgdini minkaði virðið á veiðuni nógv minni. Virði á makrelveiðuni lá framvegis um 1 milliard krónur árliga. Orsøkin er, at prísurin hækkaði nógv - úr umleið 7 kr/kg upp í 12 kr/kg í 2024 og 18 kr/kg í 2025.
Orsøkin til hækkaða prísin er serliga minkandi útboð av makreli á altjóða marknaðinum. Hetta hevur trýst prísin upp, og fyrstu mánaðirnar í 2026 benda á, at prísurin er hækkaður enn meira, upp um 30 kr/kg.
Fram til 2020 fór makrelveiðan fyri tað mesta fram í føroyskum sjóøki og í ES-sjóøki (bretskum øki).
Eftir Brexit mistu føroysku skipini í 2021 atgongdina til bretskt øki, og veiðan flutti seg tí í størri mun til føroyskt sjóøki, altjóða sjógv (NEAFC) og í minni mun til norskt øki.
Í 2024 fingu føroysku skipini aftur atgongd til bretskt øki, og ein stórur partur av makrelveiðuni hevur síðan verið har.
Atgongdin til bretskt øki hevur stóran týdning, tí makrelurin er har seinast í sesongini og er tá í betri standi – hann er feitari, hevur fastari konsistens og savnast í stórum torvum, sum ger hann lættari at fiska.
Í hinum økjunum er makrelurin oftari meira spjaddur, minni feitur og hevur bleytari konsistens, sum bæði ger fiskiskapin verri og kann ávirka virðið.
Útflutningurin av makreli
Útflutningur av makreli býttur á lond (2008-2025)
Myndin av útflutninginum býttan á lond vísir, at føroyskur makrelur verður útfluttur til nógv ymisk lond, men eisini, at útflutningurin er savnaður á nakrar fáar høvuðsmarknaðir.
Russland hevur í nógv ár verið størsti einstaki marknaðurin fyri føroyskan makrel, við útflutningi upp á fleiri tíggjutúsund tons árliga.
Harumframt verður makrelur útfluttur til lond sum Noreg, Kina, Danmark og fleiri afrikonsk lond, eitt nú Nigeria og Egyptaland. Serliga Nigeria hevur í ávísum árum tikið stórar nøgdir. Eisini sæst útflutningur til Niðurlond og Danmarkar. Tá ið talan er um Niðurlond, so er hetta helst, tí at fiskurin verður fluttur á fyribilsgoymslu har, fyri síðani at vera seldur til onnur lond. Hetta hendir eisini, tá ið talan er um Danmark, umframt at nakað av landingum kunnu vera í Danmark.
Myndin vísir eisini, at útflutningurin kann broytast nógv frá ári til ár og millum lond. Hetta er tekin um, at føroyski makrelútflutningurin er nógv ávirkaður av marknaðartreytum, útboði og eftirspurningi umframthandilspolitiskum viðurskiftum.
Miðalprísur (kr/kg) fyri makrel býtt á lond (2008-2025)
Miðalprísurin fyri makrel hevur verið ymiskur á ymsu útflutningsmarknaðunum, men yvirskipaða gongdin hevur verið tann sama. Fram til 2020 lógu prísirnir í flestu londum á umleið sama støði, oftast millum 7 og 11 kr/kg, har Rusland vanliga hevði hægsta prísin.
Síðani 2021 er prísurin hækkaður munandi í øllum høvuðsmarknaðum. Serliga í 2024 og 2025 sæst ein greiður prísvøkstur, har prísurin í fleiri londum er komin upp um 20 kr/kg í 2025.
Munur er framvegis á prísinum millum lond, men hesin munur tykist í stóran mun at vera drivin av ymiskum marknaðarviðurskiftum og krøvum til góðsku.
Hvat verður makrelur útfluttur sum?
Mest útflutta vøran av makreli er heilur frystur makrelur. Útflutningstølini hjá hagstovuni vísa, at í tíðarskeiðnum 2014-2025 er nógv tann størsti útflutningsbólkurin “heilur/kruvdur, frystur”. Heilur frystur (whole round) umframt kruvdur og avhøvdaður (head/gutted) makrelur er í hesum útflutningsbólkinum. Heili makrelurin fyllir tó nógv mest í hesum bólkinum. Næststørsti bólkurin í tíðarskeiðnum er “heilur/kruvdur, køldur”. Hetta er makrelur, sum er landaður uttanlands og harvið útfluttur heilur beint av fiskileið. Summi ár er ein sera lítil partur eisini útfluttur sum flak. Sambært virkjunum, verður ein lítil partur av makreli til tíðir skorin til flaps, men tað er ógreitt, hvar hesin makrelurin sæst aftur í útflutningshagtølunum, tí at ongin makrelur er í bólkinum “skorin annars, fryst”, sum fyri sild umboðar flaps.
Veiðan eftir sild
Avreiðingarnøgdir av sild í ymsu sjóøkjunum
Myndin vísir, at sildaveiðan hjá føroyskum skipum er býtt á fleiri sjóøki, og at stórar broytingar hava verið yvir tíð.
Eftir 2010 flutti veiðan seg úr norskum til føroyskt sjóøki, og frá 2018 flutti veiðan seg í stóran mun inn í íslendskt sjóøki. Hetta endurspeglar broytingar í útbreiðslu av sildastovninum, men eisini avleiðingar av altjóða samráðingum og atgongd til ymisk sjóøki. Hetta merkir, at sildafiskiskapurin er bæði lívfrøðiliga og politiskt treytaður.
Avreiðingarvirðir fyri sild í ymsu sjóøkjunum
Myndin av samlaða virðinum av sildaveiðuni býtt á ymisk sjóøki vísir, at eins og við nøgdunum, hevur virðið flutt seg nógv millum øki yvir tíð.
Fram til umleið 2010 stavaði ein stórur partur av virðinum frá veiðu í norskum sjóøki. Síðani flutti virðið seg í størri mun til føroyskt sjóøki, sum í fleiri ár var tað økið, ið hevði størsta partin av virðinum.
Seinnu árini er virðið blivið meira javnt býtt á fleiri øki – virðini í íslendskum øki og altjóða sjógvi (NEAFC) er vaksin, samstundis sum parturin frá føroyskum sjóøki er minkaður.
Samlaða virðið sveiggjar nógv frá ári til ár og fylgir í stóran mun broytingunum í veiðunøgdini.
Krónur fyri hvørt kilo av sild í ymsu sjóøkjunum
Miðalprísurin fyri sild hevur verið ymiskur millum sjóøki og hevur eisini sveiggjað nógv yvir tíð.
Í føroyskum sjóøki hevur prísurin ligið á einum miðalstøði, við týðiligum sveiggjum frá ári til ár. Í øðrum økjum, serliga íslendskum og í altjóða sjógvi (NEAFC), sæst, at prísurin seinastu árini er hækkaður munandi og liggur hægri enn áður.
Samanborið við makrel er minni munur á prísinum millum sjóøkini, og prísurin á sild er sum heild lægri. Síðan 2020 eru sildakvoturnar minkaðar og hevur hetta elvt til príshækkingar.
Myndin vísir gongdina í veiðu, virði og miðalprísi fyri sild. Samanborið við makrel er sildafiskiskapurin eyðkendur av størri sveiggjum í bæði nøgd og virði.
Veiðan broytist nógv frá ári til ár. Sildaveiðan lá undir 90 túsund tonsum í 2008-2016, undantikið í 2013, tá veiðan var umleið 120 túsund tons, men í 2017 vaks veiðan nógv og lá hon á einum munandi hægri støði fram til 2023 – størsta veiðan var í 2022, tá smá 125 túsund tons vóru veidd. Í 2023 og árini eftir minkaði veiðan munandi, og í 2025 var samlaða nøgdin 45 túsund tons, sum er triðminsta nøgdin í øllum tíðarskeiðnum.
Samlaða virðið fylgir í stóran mun nøgdini, men verður eisini ávirkað av prísgongdini. Virðið var hægst í somu tíðarskeiðum, sum tá veiðan var størst, og er síðani minkað nógv aftur.
Prísurin á sild hevur sum heild verið lægri enn fyri makrel, men hevur eisini verið vaksandi seinastu árini.
Avreiðingarnøgd, avreiðingarvirði og krónur fyri hvørt kilo fyri sild (2008-2025)
Útflutningur av sild
Útflutningur av sild býttur á lond (2008-2025)
Myndin omanfyri vísir, at útflutningurin av sild er býttur á fleiri lond, men at ein stórur partur fer til nakrar fáar høvuðsmarknaðir.
Russland hevur í nógv ár verið størsta einstaka keyparaland av føroyskari sild, við munandi størri nøgdum samanborið við onnur lond. Eisini lond sum Egyptaland og Ukraina hava havt ein týdningarmiklan leiklut sum keyparalond.
Harumframt verður sild útflutt til fleiri onnur lond, bæði í Evropa, Afrika og Asia, men nøgdirnar til hesi lond eru minni og sveiggja nógv frá ári til ár.
Miðalprísur (kr/kg) fyri sild býtt á lond (2008-2025)
Frá 2018 til 2020 lá prísurin í flestu londum á einum lutfalsliga lágum og støðugum støði, oftast millum 5 og 7 kr/kg. Síðani er prísurin hækkaður munandi á nærum øllum marknaðum.
Seinastu árini, serliga í 2024 og 2025, eru prísirnir í flestu londum hækkaðir nógv og liggja teir í 2025 á umleið 12–15 kr/kg.
Hóast prísurin á sild er hækkaður, er tað framvegis nøgd og kvotur, sum hava størstan týdning fyri samlaða virðið av sildafiskiskapinum.
Hvat verður sildin útflutt sum?
Vanligasta vøran av sild er eisini heil fryst sild. Eins og fyri makrel, so vísa útflutningshagtølini, at størsti parturin av sild í øllum tíðarskeiðnum verður útflutt í bólkinum “heil/kruvd, fyrst.” Hesin bólkurin umfatar heila frysta (whole round) sild og avhøvdaða og kruvda (head/gutted) sild; nógv tann vanligasta útflutningsvøran er tó heil sild. Frá 2014 til 2018 hevur ein lutfalsliga størri partur av sildini verið skorin til flak, og í 2014 og 2015 var næststørsti vørubólkurin “flak, fryst”. Øll hini árini er næstmest útflutt í bólkinum “skorin annars, fryst”, sum fyri sild umboðar flaps. Tey árini har føroysku skipini hava landað nógva sild uttanlanda, so er triðmest útflutt í bólkinum “heil/kruvd, køld”, tá sildin hevur verið útflutt heil og køld beint av fiskileið.
Veiða eftir svartkjafti
býtt á sjóøki
Avreiðingarnøgdir fyri svartkjaft í ymsu sjóøkjunum
Svartkjaftaveiðan hjá føroyskum skipum er í stóran mun savnað í fáum sjóøkjum, og serliga í føroyskum sjóøki.
Størsti parturin av veiðuni hevur gjøgnum alt tíðarskeiðið verið í føroyskum sjóøki, og broytingar í samlaðu veiðuni síggjast tí fyrst og fremst aftur her.
Harumframt verður ein minni partur veiddur í øðrum økjum, serliga í altjóða sjógvi (NEAFC), ES/bretskum øki og í íslendskum sjóøki, men hesir partar eru nógv minni samanborið við føroyska partin.
Veiðan hevur sveiggjað nógv yvir tíð, við eini munandi minking í 2009 og einari markantari øking frá umleið 2013 og fram. Síðani er veiðan fallin munandi aftur í 2021 og 2022, men seinastu árini hevur veiðan verið á methøgum støði omanfyri 400 túsund tonsum.
Hetta undirstrikar, at svartkjaftafiskiskapurin í sera stóran mun er bundin at føroyskum sjóøki, og at broytingar í hesum øki hava beinleiðis ávirkan á samlaðu veiðuna. Hetta ger eisini fiskiskapin minni treytaðan av altjóða atgongd til onnur sjóøki samanborið við makrel og sild.
Avreiðingarvirðir fyri svartkjaft í ymsu sjóøkjunum
Eins og við nøgdini, stavar nógv tann størsti parturin av veiðivirðinum frá føroyskum sjóøki.
Broytingar í samlaða virðinum fylgja í stóran mun gongdini í veiðunøgdini, og tí sæst ein greið øking í virðinum frá umleið 2013 og fram, samstundis sum veiðan veksur, umframt at sama minkingin sæst í virðinum í 2021 og 2022 til veiðuvirðið fer á eitt methøgt støði í 2023 og framyvir.
Veiða í øðrum økjum hevur ikki verið lítil í ávísum tíðarskeiðum, men kortini hevur hendan veiðan verið ein lítil partur samanborið við føroyska partin.
Krónur fyri hvørt kilo av svartkjafti í ymsu sjóøkjunum
Avreiðingarprísurin á svartkjafti er lutfalsliga lágur og hevur sveiggjað nakað yvir tíð, men liggur framvegis væl undir prísinum á bæði makreli og sild.
Ein serlig hækking sást í 2011, tá prísurin fór uppum 5,5 kr/kg, men síðani er hann fallin aftur og hevur ligið á einum lægri og meira støðugum støði.
Seinastu árini hevur ein ávísur prísvøkstur verið at síggja, men prísurin er framvegis lutfalsliga lágur, vanliga millum 2 og 3 kr/kg.
Munurin millum sjóøkini er avmarkaður, og prísurin er rættiliga líkur. Tað mesta av svartkjaftinum verður selt sum rávøra til framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og laksafóðri og hetta gevur vanliga lægri prís.
Myndirnar vísa gongdina í veiðu, virði og miðalprísi fyri svartkjaft. Samanborið við makrel og sild er svartkjaftur eyðkendur av sera stórum nøgdum, men lágum prísum.
Veiðan hevur sveiggjað nógv yvir tíð, men hevur seinastu árini ligið á einum høgum støði, ofta millum 300.000 og 400.000 tons. Hetta ger svartkjaft til tað størsta uppsjóvarfiskaslagið í nøgd.
Prísurin er hinvegin lutfalsliga lágur og hevur vanliga ligið væl undir prísinum á bæði makreli og sild. Hóast sveiggj, hevur prísurin verið rímiliga støðugur samanborið við hini fiskasløgini.
Samlaða virðið av svartkjafti er tí í stóran mun tengt at teimum stóru nøgdunum heldur enn av høgum prísi. Seinastu árini er virðið vaksið munandi, samstundis sum veiðan hevur verið stór.
Avreiðingarnøgd, avreiðingarvirði og krónur fyri hvørt kilo fyri svartkjaft (2008-2025)
Útflutningur av svartkjafti
Miðalprísur (kr/kg) fyri svartkjaft býtt á lond (2008-2025)
Miðalprísurin á útflutninginum av svartkjafti er ymiskur millum lond, men liggur sum heild á einum lutfalsliga lágum støði samanborið við onnur uppsjóvarfiskasløg. Nakað av útflutninginum stavar frá, at uppsjóvarskipini landa nakað av svartkjaftinum í útlandinum, meðan annar partur av útflutninginum er eaftir at svartkjafturin er støddarbýttur og frystur. Tá er prísurin vanliga væl hægri, enn tá hann verður landaður sum rávøra.
Prísurin hevur sveiggjað nakað frá ári til ár og millum marknaðir, men hevur oftast ligið millum 2 og 4 kr/kg. Í ávísum londum og árum eru hægri prísir at síggja, men hetta er ikki eitt støðugt mynstur.
Seinastu árini sæst ein ávísur prísvøkstur í fleiri marknaðum, og í einstøkum førum eru prísirnir hækkaðir munandi. Kortini er talan framvegis um ein lutfalsliga lágprísvøru.
Hvat verður svartkjaftur útfluttur sum?
Nógv tann størsti parturin av svartkjafti, sum verður landaður í Føroyum fer til framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og fóðri. Hesin svartkjafturin telur tí ikki við í svartkjaftaútflutninginum, men verður útfluttur sum fiskamjøl, lýsi ella fóður. Sostatt umboðar útflutningsgrafurin bert landingar uttanlands og svartkjaft, sum er landaður til matna í Føroyum. Vit hava bert tikið 2024 og 2025 við fyri svartkjaftin, tí tølini aftur í tíð eru misvísandi orsakað av landingum av svartkjafti uttanlands, sum eru bólkaðar soleiðis, at tær ikki telja við í svartkjaftatølunum. Útflutningsgrafurin vísir, at omanfyri 90% verða útflutt í bólkinum “heilur/kruvdur, køldur”, sum er svartkjaftur landaður uttanlands og útfluttur heilur beint av fiskileið. Írestandi parturin er í bólkinum “heilur/kruvdur, frystur”, sum umboðar svartkjaft, sum verður útfluttur frystur antin heilur (whole round) ella avhøvdaður og kruvdur (head/gutted). Omanfyri 99% av hesum er heilur fiskur seinastu tvey árini. Í 2024 vóru 0,1% eisini útflutt í bólkinum “skorin annars, frystur”.
Samanbera vit fiskasløgini í 2025 síggja vit, at veiðivirðið á makreli lá á 1.112 mió. kr., svartkjaftur á 1.005 mió. kr. og sild á 299 mió. kr. Harvið høvdu makrelur og svartkjaftur nærum eins stórt veiðivirði.
Samanumtikið kann sigast, at makrelur og svartkjaftur skapa størsta partin av samlaða veiðivirðinum, men á ymiskan hátt – makrelur við høgum prísi og svartkjaftur við stórum nøgdum – meðan sild hevur eitt lægri og meira sveiggjandi virði.
Føroyski botnfiskiskapurin
Í hvørjum sjóøkjum veiða vit botnfisk?
Toskaveiða býtt á sjóøki
Myndin vísir, hvar avreiðingarnar eru veiddar seinastu 10 árini. Hyggja vit fyrst at Føroyum, so hevur hetta sveiggjað frá umleið fjórðingin til helmingin av samlaðu veiðuni. Serliga skal leggjast til merkis, at veiðan í føroyskum sjóøki hevur nøkur ár fevnt um helmingin av allari toskaveiðuni. Hetta var í árunum 2018-2020 og so aftur í 2025. Í árunum 2017 og 2022 var tað mesta av toskinum veiddur í Noregi og Russlandi (Barentshavinum). Hendan kvotan er minkað seinastu árini, so í 2025 var hetta bara umleið triðingurin av veiðuni. Hini árini hevur veiðan í Barentshavinum umboðað millum umleið 30 og 55% av heildarveiðuni av toski. Restin av toskinum verður veiddur í NAFO økinum (Flemish Cap), Íslandi og Grønlandi. Tá ið hugt verður eftir virðinum, sæst, at býtið í Føroyum er minkað niður í góð 36%, meðan virðið av veiðuni í Noregi og Russlandi tilsamans er umleið 41%. Tó má sigast, at hetta partvís er orsakað av, at myndin bert vísir landaðar nøgdir. Flakatrolararnir skera eisini flak, so tá verður prísurin hægri fyri hvørt kilo. Tað sama er galdandi fyri frystilínuskipini, sum avhøvda og kryvja fiskin.
Hýsuveiða býtt á sjóøki
Hyggja vit so eftir hýsuni, sum ofta verður veidd saman við toskinum, sæst, at her er ein nógv størri partur, sum er veiddur í føroyskum øki. Parturin, sum er veiddur í føroyskum øki hevur ligið um tríggjar fjórðingar av allari veiðuni seinastu nógvu árini. Næst størsti parturin hevur øll árini verið veiddur í íslandi. Hyggja vit eftir virðunum, sæst, at umleið 60% av avreidda veiðuvirðinum er úr føroyskum øki, og her hevur Ísland vanliga eisini verið næst, burtursæð frá í 2025, tá ið næststørstu virðini fingust í Noregi.
Longuveiða býtt á sjóøki
Umleið 80% av avreiddu longuni hevur verið veidd í føroyskum sjóøki seinastu tíggju árini. Hin parturin hevur verið veiddur í Íslandi, og onkur ár hava millum 1 og 2% av longuni verið veidd í Grønlandi. Í 2025 vóru 85% av nøgdunum veiddar í Føroyum. Myndin fyri virðini er áleið tann sama.
Upsaveiða býtt á sjóøki
Upsin er eitt av fiskasløgunum, sum vit næstan ikki fiska aðrastaðni. Næstan allur upsin (millum 96 og 98%) er veiddur í føroyskum øki. Restin av upsaveiðuni er fyri tað mesta hjáveiða í øðrum økjum. Tá ið hugt verður eftir virðinum, er myndin næstan tann sama, tó er lutfalsliga virðið nakað lægri enn nøgdirnar.
Brosmuveiða býtt á sjóøki
Meginparturin av brosmuni hevur eisini verið veiddur í føroyskum sjóøki og lutfalsligi parturin í Føroyum hevur verið støðugt økjandi seinastu árini. Í 2022 varð meira enn 86% av brosmu veidd í føroyskum øki og í 2025 lá veiðan næstan á 84%. Næststørsta nøgdin hevur verið veidd í Íslandi, og síðani kemur veiðan í grønlendskum sjóøki. Býtið á avreiðingarvirðinum fylgir eisini rættiliga væl nøgdunum, men tað er ymiskt millum árini um avreiðingarvirðini í føroyskum sjóøki liggja nakað omanfyri ella niðanfyri nøgdirnar.
Avreiðingar og útflutningur av botnfiski
Omanfyri hava vit hugt eftir býtinum av veiðuni uppá sjóøki. Hetta sigur tó einki um avreiddu nøgdirnar ymisku árini. Niðanfyri hyggja vit nærri eftir avreiddu nøgdunum, virðunum og miðalprísunum á toski, hýsu, upsa, longu og brosmu. Her skal aftur havast í huga, at hetta eru beinleiðis tøl frá Vørn, sum eru avreiddar nøgdir, ið ikki eru umroknaðar til livandi vekt. Hetta gevur sjálvandi eina góða mynd av gongdini, men miðalprísurin á fiskasløgunum kann broytast nógv, alt eftir hvussu fiskurin verður landaður (heilur, avhøvdaður ella sum flak).
Toskur
Avreiðingar av toski
Í 2025 vóru næstan 23 túsund tons avreidd av toski tilsamans. Hetta er nakað meira enn fýra tey seinastu árini, tá ið landingarnar av toski hava verið líka undir 20.000 tons. 2019 var eitt serliga gott ár í føroyskum øki, og hetta fer eisini at síggjast í myndunum um fiskiskapin, sum koma niðanfyri. Tað, sum serliga er vert at leggja til merkis er avreiðingarvirðini. Í 2025 var avreiðingarvirðið av toski næstan 1,19 millardir, sum er umleið dupult so nógv sum flestu árini í tíðarskeiðnum og ein øking uppá 44% í mun til 2024. Avreiðingarvirðið var eisini mundandi hægri enn í 2019, tá ið veiðan av toski var óvanliga stór. Havast skal eisini í huga, at høga avreiðingarvirðið í bert ávísan mun er úrslit av størru nøgdunum, tí hesar eru bert broyttar 20% í mun til 2024. Tá hugt verður eftir miðalprísinum fyri hvørt kilo av fiski, sæst prísgongdin í toskinum, sum er farin flúgvandi uppeftir seinastu árini, og serliga síðani 2020. Í 2020 var miðalprísurin góðar 27 krónur og í 2025 var hann beint undir 52 krónum, sum er næstan dupult so nógv.
Hýsa
Avreiðingar av hýsu
Avreiðingarnar av hýsu eru nógv øktar seinastu árini. Í 2015 veiddu vit niðanfyri 5000 tons, meðan avreiddu nøgdirnar av hýsuni vóru 7800 tons í 2025. Í tiðarskeiðnum hava tað serliga verið tvey ár, har veiðan hevur verið serliga stór – í 2019 og 2022. Tá vit hyggja eftir virðunum, so er eisini greitt, at eins og við toskunum eru virðini óvanliga stór. Útflutningsvirðið var í 2025 yvir 266 milliónir. Hinvegin, slær stóra veiðan í 2019 ikki út á myndini. Hetta síggja vit er grundað á lága miðalprísin, sum var tá. Miðalprísurin hevur í fyrstu helvt av tíðarskeiðnum ligið um 14 – 18 kr, fyri síðani at økjast nógv frá 2021 til í 2025, tá ið hann var 34 kr.
Upsi
Avreiðingar av upsa
Myndin vísir, at avreiðingarnar av upsa hava sveiggjað frá góðum 12,6 túsund tonsum til smá 27,5 túsund tons í tíðarskeiðnum. Í árunum 2015-2017 vóru avreiðingarnar spakuliga vaksandi fyri síðani at minka fram til 2023, sum er søguliga minsta nøgdin, sum er landað av upsa nakrantíð. Seinastu 2 árini eru avreiðingarnar øktar nógv í mun til undarfarin árini. Í 2025 vóru góð 23 túsund tons avreidd, sum er niðanfyri miðal seinastu 30 árini. Í 2025 var avreiðingarvirðið tað størsta í tíðarskeiðnum, tá ið avreitt varð fyri slakar 444 milliónir. Miðalprísurin á upsa hevur sveiggjað millum 6,30 og 11,73 krónur í tíðarskeiðnum.
Longa
Avreiðingar av longu
Myndin vísir, at nøgdirnar av longu, sum hava verið avreiddar síðani 2015, hava ligið ímillum 3368 tons í 2024 til 6208 tons í 2020. Nøgdirnar í 2025 vóru 4111 tons, sum er nakað niðanfyri miðal. Tá vit hyggja eftir avreiðingarvirðinum, sæst at prísurin í 2025 var sera góður. Í 2025 var avreiðingarvirðið av longu slakar 107 milliónir, sum er tað næstmesta í tíðarskeiðnum og væl omanfyri miðal. Hetta sæst eisini á myndini fyri miðalprísin, sum var næstan 26 krónur í 2025 og 10 krónur omanfyri miðal í tíðarskeiðnum.
BOTNFISKISKAPURIN Í FØROYSKUM SJÓØKI
Føroyskt sjóøki
Fiskiveiða og ICES tilmæli um fiskiskapin
Toskaveiða og ICES tilmæli
(1997-2025)
Hýsuveiða og ICES tilmæli
(1997-2025)
Upsaveiða og ICES tilmæli
(1997-2025)
Toskaveiða og ICES tilmæli
Hyggja vit fyrst eftir toskinum fyri 1997 til 2003, sæst at veiðan sum heild hevur ligið omanfyri tað, sum ICES metir gevur mest varandi veiðu. Tað eru nøkur fá undantøk, t.d. í 1999, 2020 og 2021 . Hinvegin hevur ICES í fleiri umførum mett at eingin veiða skal vera av toski. Hetta var í árunum 2007 – 2009 og so aftur í 2023 og 2024. Hesi árini lá veiðan millum sløk 5000 og 12000 tons. Veiðan í 2025 var næstan 10,9 túsund tons, tá ið ICES metti 2848 tons at geva mest varandi veiðu. Hetta er næstan 4 ferðir so nógv, sum ICES metti vera burðardygt.
Hýsuveiða og ICES tilmæli
Hyggja vit eftir hýsuni, sæst eisini stórur munur á metingunum hjá ICES og fiskiskapinum. T.d. metti ICES í árunum 2009 til 2016, at eingin fiskiskapur skuldi vera eftir hýsu. Hesi árini lá veiðan millum góð 2300 og sløk 4300 tons. Seinastu árini hevur metingin um mest varandi veiðu frá ICES ligið væl omanfyri veiðuna. Í 2025 var hetta talið í tilmælinum frá ICES 12204 tons, meðan veiðan bert var 5361 tons, sum er 44% av tilmælinum. Í árunum 2004-2008 var tilmælið frá ICES eisini omanfyri føroysku veiðuna.
Upsaveiða og ICES tilmæli
Tá vit hyggja eftir upsanum í sama tíðarskeiði, eru nøkur heilt fá ár, har fiskað hevur verið meira enn tað, sum ICES metir vera burðardygt. Tað eru árini 2000-2002 og so aftur í 2005 – 2007. Síðani 2011 hava metingarnar hjá ICES um burðardygga veiðu ligið væl omanfyri veiðuna av upsa, t.d. sæst at í 2017 veiddu føroysk skip sløk 27 túsund tons av upsa, meðan tilmælið frá ICES var 46 túsund tons. Í 2024 og 2025 er fyrstu ferð, at tilmælini frá ICES og veiðan eru á nøkulunda sama støði.
Hesi tølini vísa, at tað eru tvær niðurstøður, sum eru verdar at leggja til merkis. Tað fyrsta er, at í fleiri ár hava vit ovurfiskað stovnarnar, serliga tosk og hýsu sambært tilmælunum frá ICES, men eisini er tað áhugavert at hyggja eftir tí, sum vit ikki fiska. Fleiri hugleiðingar kunnu koma frá hesum báðum niðurstøðunum.
Kunnu vit gera tillagingar í umsitingini fyri at betri stýra fiskiskapinum?
Hvat er tað, sum ger at vit ikki fiska upp til tilmælini?
Er fiskiskapurin bara ov vánaligur? Kann tað hava nakað við tal av fiskidøgum ella flotasamanseting at gera, ella eru svarini kanska av búskaparligum slagi? Hetta eru umráðandi, men torskildir spurningar, sum vit ikki kunnu svara í hesari frágreiðingini. Tó so, velja vit her at hyggja nærri at fiskiskapinum tvørturum bólkarnar í fiskidagaskipanini, sum fiska á føroyska landgrunninum. Kanska kann hetta geva innlit í hesar spurningarnar og vera til íblástur í hesum kjakinum.
Føroyskt sjóøki
Fiskidagar
Tað eru nógvir føroyingar, sum eru sera góðir við fiskadagaskipanina. Sagt verður ofta, at hon er sjálvregulerandi, at hon er løtt at umsita, og at hon ikki eggjar til útblak, og tískil er minni tørvur á eftirliti. Vansarnir við henni verða ofta sagdir at vera, at tað er ringt at stýra hvussu nógv verður tikið úr stovninum av hvørjum fiskaslagi, nakað sum er eyðsæð í partinum omanfyri. Eisini hevur ofta verið sagt, at tað eru ov nógvir dagar í skipanini, og tí avmarkar hon ikki fiskiskapin í nóg stóran mun. Hesin parturin snýr seg ikki um at eftirmeta fiskidagaskipanina, men heldur vísa á, hvussu dagarnir eru brúktir seinastu árini og hvussu sambandið er milllum fiskidagar og fiskiskapin.
Tal av brúktum fiskidøgum býtt á skipabólkar (2005-2025)
Tað eru nógvir føroyingar, sum eru sera góðir við fiskadagaskipanina. Sagt verður ofta, at hon er sjálvregulerandi, at hon er løtt at umsita, og at hon ikki eggjar til útblak, og tískil er minni tørvur á eftirliti. Vansarnir við henni verða ofta sagdir at vera, at tað er ringt at stýra, hvussu nógv verður tikið úr stovninum av hvørjum fiskaslagi, nakað sum er eyðsæð í partinum omanfyri. Eisini hevur ofta verið sagt, at tað eru ov nógvir dagar í skipanini, og tí avmarkar hon ikki fiskiskapin í nóg stóran mun. Hesin parturin snýr seg ikki um at eftirmeta fiskidagaskipanina, men heldur vísa á, hvussu dagarnir eru brúktir seinastu árini, og hvussu sambandið er milllum fiskidagar og fiskiskapin.
Myndin vísir nøgdina av brúktum fiskidøgnum frá 2005 til 2025 býtt á fimm skipabólkar. Tað fyrsta, sum er áhugavert, er sveiggið í brúktum døgum í tíðarskeiðnum. Í 2005 vóru omanfyri 25000 dagar brúktir, sum er hægsta talið av fiskidøgum í tíðarskeiðnum. Hetta talið er lækkað munandi síðani, og fiskidagatalið liggur nú um 13000 dagar. Tað er sera ymiskt, hvat smáu útróðrarbátarnir í bólki 5, A og B, brúka á hvørjum ári. Tølini sveiggja frá næstan 15000 døgum, sum er næstan helmingurin av øllum brúktu døgunum í 2005-2006 til 4037 dagar í 2022. Tey árini, tá ið fiskiskapurin er góður, sæst at brúkta fiskidagatalið knappliga fer upp. Til dømis vórðu 10823 fiskidagar brúktir í 2019, meðan 5827 dagar vórðu brúktir í 2018 í bólki 5.
Hendan økingin í brúktum døgum hendi eisini í ein vissan mun í 2025, tá bólkur 5 brúkti 6755 dagar samanborið við umleið 4500 dagar undanfarnu trý árini. Hetta er eitt tekin um nógvar eyka dagar í skipani, og tískil er vert at hyggja eftir tillutaðum døgum, og soleiðis meta um gagnnýtsluna av døgunum tvørturum ár.
Tal av tillutaðum og brúktum fiskidøgum býtt á skipabólkar (2018-2025)
Um vit halda okkum til smáu útróðrarbátarnar (Bólkur 5), so sæst, at flestu árini brúka útróðrarbátarnir millum 40 og 66% av tillutaðu døgunum. Tó við tveimum undantøkum, í 2019 og 2025, tá ið ávíkavist 98 og 99 % av fiskidøgunum vóru brúktir.
Hyggja vit eftir øðrum bólkum, sum t.d. bólki 2, bæði á innaru og ytru leið, so eru nógv fleiri dagar tillutaðir, enn tað eru brúktir. Gagnnýtsluprosentið á ytru leið hevur ligið millum 32 og 68%, meðan tað á innaru leið hevur ligið millum 53 í 2023 og 93% í 2018. Í 2025, tá ið upsaveiðan øktist nógv, vóru bert 58% av døgunum gagnnýttir. Hetta merkir, at tað ikki er samlaða talið av tillutaðum fiskidøgum í sjálvum sær, sum hevur avmarkað fiskiskapin.
Í bólki 3, eru eisini nógvir óbrúktir dagar. 2025 er fyrsta árið vit síggja, at gagnýtsluprosentið nærkast 100%. Øll hini árini liggur gagnnýtslu prosentið millum 59 og 82%. Tó er gagnýtsluprosentið sera ymiskt millum skipini. Til ber eisini at hyggja eftir gagnnýtsluprosentinum hjá einstøku skipunum á heimasíðuni hjá Vørn. Tá sæst, at tað er sera ymiskt hvussu gagnnýtsluprosentið hjá skipunum er. Tað eru fleiri skip, sum altíð brúka allar sínar tillutaðu dagar, kanska serliga tey, sum ikki hava líka nógv rættindi í útlendskum øki, so er ikki altíð, at tað er møguligt ella vilji til at flyta millum skipini.
Fyri bólk 4, sum er størri útróðrarbátar, eru eisini sera nógvir óbrúktir dagar. Trolbátarnir í Bólki 4T eru tey skipini, sum hava brúkt størsta partin av sínum tillutaðu døgum í tíðarskeiðnum. Onkur ár merkir hetta, at gagnnýtslu prosentið hevur ligið omanfyri 100%. 2025 var eitt av hesum árum, tá ið 117% av tillutaðu døgunum vórðu brúktir. Hetta merkir tó ikki, at teir hava fiskað fleiri dagar enn loyvt er, men kann vera úrslit av umsitingarligum viðurskiftum, so sum flyting av fiskidøgum millum ár ella bólkar.
Føroyskt sjóøki
Veiðusamansetingin í skipabólkunum
Í hesum partinum hyggja vit eftir veiðusamansetingini og samlaðu veiðuni hjá ymisku bólkunum á Landgrunninum og samanbera hetta við talið av skipum í bólkinum, soleiðis at vit fáa eina betri fatan av fiskiskapinum í ymisku skipabólkunum.
Bólkur 2
Tá ið hugt verður eftir bólki 2, sæst, at samlaða veiðan hevur verið minkandi. Tað er serliga upsi og gulllaksur, sum hava umboðað størsta partin av veiðuni, og hetta hevur serliga gjørt seg galdandi síðani 2018. Frá 2012 til 2017, vóru uppsjóvarfiskasløgini makrelur og sild ein stórur partur av veiðuni. Hyggja vit eftir talinum av skipum í bólkinum á høgru ás, sæst, at tey eru vorðin færri í tíðarskeiðnum, frá 35 í 2012 til 22 í 2025. Sambandið millum avreiðingarnar og talið av skipum er eisini týðiligt á myndini.
Bólkur 4
Hyggja vit eftir bólki 4, sum eru teir stóru útróðrarbátarnir á línuveiðu, so eru líknandi mynstur at síggja. Vit síggja, at 2019 er nógv tað besta árið, tá ið serliga nógv varð veitt av toski, heili 2573 tons. Hetta fór eisini brádliga niður í 2020, og síðani tá hevur samlaða veiðan verið minkandi til í 2025, tá hon øktist eitt lítið vet aftur. Frá 2020 hevur hýsan verið stórur partur av veiðuni, og í 2025 avreiddi bólkurin 1283 tons av hýsu og bert 840 tons av toski, sum er nakað meira enn seinastu 4 árini. Talið av bátum í bólkinum er í tíðarskeiðnum farið frá 31 niður í 10 bátar í 2025. Í 2018 vórðu 4 bátar lagdir afturat bólkinum, men talið av bátum, sum avreiddu minkaði aftur í 2020 og fram til í dag. Hetta vísir á, at veiðan per bát er økt, og einstøku bátarnir tí fáa meira burtur úr fiskiskapinum, enn teir gjørdu fyrr.
Bólkur 3
Í bólki 3 hava tað verið tveir toppar í avreiðingunum, sum síðani minkaðu nokkso skjótt. Hetta var í byrjanini av tíðarskeiðnum, og so aftur í 2019 og 2020, tá ið veiðan var omanfyri 12 túsund tons. Tað er serliga toskur, hýsa, longa og brosma, sum gera seg galdandi í øllum tíðarskeiðnum, men nøgdirnar av toski hava verið minni seinastu árini, tó vuksu avreiðingarnar frá 1360 tonsum í 2024 til 2219 tons í 2025. Í 2019 avreiddu línuskipini góð 5 túsund tons av toski, sum er meira enn dupult so nógv sum í 2025. Talið av skipum í bólkinum hevur eisini verið niðurgangandi frá 18 í 2012 til 13 í 2025.
Bólkur 4T
Í bólki 4T, sum eru trolbátar, sæst, at 2018 var besta árið í tíðarskeiðnum. Hetta er einasta árið har samlaða veiðan var omanfyri 5000 tons, harav 2996 tons vóru toskur. Eisini var 2017 eitt gott ár í tíðarskeiðnum, tá ið veiðan var sløk 4800 tons. Frá 2014 til 2017 var makrelur ein týðandi partur av avreiðingarnøgdunum. Annars hava tað serliga verið toskur og hýsa, sum hava umboðað størsta partin av veiðuni. Í 2025 avreiddu trolbátarnir sløk 3600 tons, harav sløk 1500 tons vóru toskur.
Bólkur 5
Myndin vísir veiðuna hjá bólki 5, sum eru smáu útróðrarbátarnir bæði í bólki 5a og 5b. Eisini í tí bólkinum var 2019 eitt serstakliga gott ár, serliga fyri toskaveiðuna, sum var 7352 tons. Eins og tá vit omanfyri hugdu eftir brúktum fiskidøgum, so er talið av bátum, sum hava avreitt eisini eitt mát fyri, hvussu fiskiorkan var sett inn í hesum bólkinum í 2019. Talið av bátum fór frá 260 í 2017 upp í 449 í 2019 fyri síðani at fara langt niðuraftur til 298 í 2021. Eisini í 2025, var ein stór øking í avreiðingunum, so at bólkur 5 avreiddi 6000 tons, harav 3686 vóru toskur. Hetta er triðbesta árið í tíðarskeiðnum. Annars hevur samlaða veiðan í bólkinum ligið um 4000 tons ella minni.
Føroyskt sjóøki
Fiskiskapurin fyri hvønn fiskidag
Vit hava nú sæð hvussu skipatalið og veiðan hevur verið í ymisku bólkunum seinastu árini. Í næsta parti viðgera vit, hvussu fiskiskapurin hevur verið við at hyggja eftir hvussu nógv bólkarnir fiska fyri hvønn brúktan fiskidag. Í ymisku bólkunum hava vit valt at býta veiðuna fyri hvønn fiskidag út á týdningarmiklastu fiskasløgini og so aðra veiðu.
Bólkur 2
Hyggja vit fyrst eftir bólki 2, sæst, at veiðan fyri hvønn brúktan dag hevur verið minkandi. Á høgru ás sæst talið av brúktum døgum. Fiskiárini 2012/2013 og 2013/2014, fingu trolararnir umleið 16,5 tons fyri hvønn brúktan fiskidag. Her er vert at minna á, at hesi árini var nógvur makrelur í avreiðingunum. Tískil hyggja vit eisini eftir veiðuni av upsa fyri hvønn dag. Tey árini fingu skipini í miðal 4,7 tons av upsa fyri hvønn dag. Millum árini 2014/2015 til 2023, var samlaða veiðan minkandi, og lá millum umleið 8 tons og góð 12 tons fyri hvønn fiskidag. Í 2024 byrjaði aftur at ganga uppeftir við góðum 10 tonsum fyri hvønn fiskidag, og í 2025 var veiðan fyri hvønn fiskidag munandi betri, omanfyri 14 tons. Hyggja vit eftir upsanum, so sæst, at tað var serliga har, at økingin hendi, frá 4,72 tonsum fyri hvønn fiskidag til 7,64, sum er ein øking uppá sløk 62%. Hendan betringin í úrtøkuni fyri hvønn fiskidag sæst eisini týðiliga, tá ið hugt verður eftir høgru ás, sum vísir tal av brúktum døgum. Her sæst, at hóast eina minking í talinum av brúktum døgum, frá 2023 til 2025, so hevur veiðan verið økt, bæði fyri hvønn fiskidag og tilsamans.
Bólkur 4
Eisini góða 2019 árið sæst á myndini fyri bólk 4. Veiðan fyri hvønn fiskidag var heili 4 tons í 2019 og 2020, og hesi árini vóru væl betri enn hini árini. Í 2019 var tað serliga nógv av toski fyri hvønn fiskidag, meðan 2020 var eitt serliga gott hýsuár. Í 2025 var veiðan 3,2 tons fyri hvønn fiskidag, harav mest fekst av hýsu – 1,6 tons fyri hvønn dag. Talið av brúktum døgum var nógv størst í 2019, tá tað var 1238 dagar. Í 2025 brúktu stóru útróðrarbátarnir í bólki 4 694 dagar.
Bólkur 5
Sum nevnt omanfyri, so hava verið stór sveiggj í talinum av brúktum døgum hjá smáu útróðrarbátunum í bólki 5A og 5B. Eins og í hinum bólkunum á húkaveiðu, var 2019 tað besta árið, í mun til hvussu nógvur toskur fekst um dagin. Í 2019 fingu bátarnir 679 kg av toski fyri hvønn fiskidag, og í 2020 var hetta talið 547 kg. Eins og hjá størru útróðrarbátunum í bólki 4, øktist veiðan av hýsu fyri hvønn dag, so hon var 291 kg í 2020. 2021 var besta hýsuárið, tá bátarnir fingu 349 kg fyri hvønn fiskidag. Veiðan av toski fyri hvønn fiskidag øktist eisini í 2025 til 534 kg fyri hvønn fiskidag frá 364 kg í 2024. Hetta sæst eisini í talinum av brúktum døgum, sum eisini øktist frá 4522 í 2024 til 6755. Hetta var ein øking uppá næstan 50 %.
Bólkur 3
Hjá línuskipunum í bólki 3, hevur veiðan fyri hvønn fiskidag á Landgrunninum sveiggjað millum 4,7 tons um dagin og 7,4 tons í 2019. Eins og víst á í undanfarna parti, so var tað serliga toskafiskiskapurin, sum var serliga góður í 2019, tá ið góð 3 tons fingust av toski fyri hvønn fiskidag. Í 2025 var hetta tilsvarandi talið bert helmingurin, sløk 1,5 tons. Hetta var tó nakað betri enn undanfarnu 4 árini. Á høgru ás sæst talið av brúktum fiskidøgum, og hetta er farið frá omanfyri 2000 døgum í 2010/2011 niður við góðum fjórðingi til umleið 1400 dagar.
Bólkur 4T
Veiðan fyri hvønn fiskidag hjá trolbátunum í bólki 4T hevur verið rættiliga skiftandi. Í byrjanini av tíðarskeiðnum var hon undir 2 tons um dagin, meðan hon tey bestu árini var 4,7 fyri hvønn brúktan dag. Hjá trolbátunum var tað 2018, sum var serliga gott í mun til toskafiskiskap, tá teir fingu 2,4 tons av toski fyri hvønn brúktan fiskidag. Serliga árini 2014/2015-2018 vóru serliga góð í mun til samlaðu veiðuna. Øll hesi árini fingu bátarnir omanfyri 4 tons fyri hvønn brúktan fiskidag. Frá 2022 byrjaðu tølini at ganga uppeftir, og í 2025, fingu trolbátarnir umleið 3,3 tons fyri hvønn fiskidag. Vøksturin í veiðuni kemst serliga av eini øking í toskinum. Brúktu fiskidagarnir (sí høgru ás) í bólkinum hava ligið millum 717 í fiskiárinum 2014/2015 og 1390 í 2019. Í 2025 brúkti bólkurin 1144 dagar.
Veiða fyri hvønn dag og
tal nýttum fiskidøgum
Omanfyri hava vit staðfest, hvussu fiskiskapurin tilsamans og eftir ymiskum fiskasløgum fyri hvønn dag er broyttur yvir seinastu árini. Vit hava eisini staðfest eitt samband millum brúktar dagar og fiskiskapin, serliga í bólki 4 og bólki 5, har betri fiskiskapur hevur við sær økt virksemi hjá fleiri bátum, sum so síðani økir samlaðu veiðuna í bólkinum. Tó er eisini áhugavert at hugsa hetta í mun til tal av fiskiførum, sum eru virkin í árunum. Hetta gevur sjálvandi ábendingar um raksturin hjá hvørjum einstøkum skipi. Niðanfyri seta vit avreiðingarnar fyri hvønn fiskidag, sum vit júst hava umrøtt omanfyri, upp ímóti miðal avreiðingunum fyri hvørt fiskifar. Hetta átti at givið eina yvirskipaða og grova ábending um lønsemið í flotanum, hóast vit ikki taka hædd fyri oljuprísum og fiskaprísum her
Bólkur 2
Í bólki 2 er rættiliga tætt samband millum avreiðingarnar fyri hvørt skip og fyri hvønn dag. Á vinstru ás sæst, hvussu nógv tons hvørt skip hevur avreitt í árinum, og á høgru ás sæst, hvussu nógv tons fingust fyri hvønn fiskidag. Tá ið hetta longu er lýst omanfyri, er hetta bert fyri at vísa á sambandið á somu mynd. 2012/2013 og 2013/2014 eru árini, har ið skipini landaðu mest í part. Hesi árini vóru óvanlig, tí at nógv var landað av makreli. Hyggja vit frá 2014/2015 og frameftir, so hava bæði avreiðingarnar fyri hvønn fiskidag og avreiðingarnar fyri hvørt skip gingið niðureftir. Hendan gongdin vendist í 2024, tá ið skipini fóru frá at avreiða 1229 tons í 2023 til 1974 tons í part í 2025. Um vit hyggja burtur frá óvanligu støðuni í 2012-2014, so kann 2025 sigast at vera besta árið í tíðarskeiðnum.
Bólkur 4
2019 og 2020 vóru óvanliga góð ár hjá størru útróðrarbátunum, tá tað kom til avreiðingar fyri hvønn fiskidag (høgra ás). Tó so, hyggja vit eftir avreiðingunum fyri hvørt fiskifar, er 2019 enn best við 273 tonsum fyri hvørt skip. Í 2020 var veiðan fyri hvørt skip harafturímóti bert sum eitt miðalár, har hvør bátur landaði 164 tons. Næstbesta árið fyri hvørt skip var hinvegin 2018, tá ið miðalavreiðingarnøgdin fyri hvørt skip var 222 tons. 2025 var væl betri enn undanfarnu fýra árini, tá ið hvørt skip avreiddi 203 tons, í mun til umleið 170 tons í hinum árunum.
Bólkur 5
Sum áður sagt, var 2019 eitt óvanliga gott ár hjá smáu útróðrarbatunum. Hetta sást í samlaðu veiðuni, og veiðuni fyri hvønn fiskidag. Tó so, var 2020 enn betri í mun til samlaðu veiðuna fyri hvønn fiskidag. Fyrr í frágreiðingini, tá ið vit umrøddu fiskidagar, var víst á, at tølini av brúktum fiskidøgum sveiggja sera nógv í bólki 5. Hetta sæst týðiliga í avreiðingunum fyri hvørt fiskifar. Í 2019 avreiddi hvør bátur fyri 30 tons, men í 2020 var hetta talið sløk 12 tons, sum er ein hampiliga vanlig nøgd í tíðarskeiðnum. Í 2025 fingu bátarnir góð 20 tons í part í miðal, sum er næstbesta árið í tíðarskeiðnum.
Bólkur 3
Veiðan fyri hvørt skip í bólki 3 fylgir væl mynstrunum, sum eru umrødd í undanfarnu myndunum. Undantikið 2012/2013 tá ið veiðan fyri hvørt línuskip bert var 429 tons, men veiðan fyri hvønn brúktan dag var 6 tons, sum er væl omanfyri miðal, fylgist gongdin í veiðu fyri hvønn dag og fyri hvørt skip. 2019 var her besta árið fyri línuskip, tá ið tað kemur til veiðu fyri hvørt skip, sum var 722 tons. Hetta árið var fiskiskapurin fyri hvønn dag eisini óvanliga góður. Hini góðu árini eru serliga 2010/2011, 2020 og 2025, tá ið veiðan var 585 tons fyri hvørt skip. Fýra tey undanfarnu árini lá veiðan fyri hvørt skip millum 418 og 465 tons.
Bólkur 4T
Avreiðingarnar fyri hvønn brúktan fiskidag vóru hægst hjá trolbátunum í 2015/2016, har næstbestu árini vóru árini fyri og eftir. Tá ið hugt verður eftir veiðuni fyri hvørt fiskifar í bólkinum, er sama árið best, men tó er munurin millum árini í mun til avreiðingar fyri hvørt fiskifar minni. Í 2015/2016 avreiddu hvørt skip fyri 741 og fyri 728 tons í 2018. Tølini fyri 2017 og 2019 vóru ávikavist 669 og 633 tons fyri hvørt fiskifar. Í 2025 avreiddu trolbátarnir fyri 538 tons í part í miðal.
Veiða fyri hvørt fiskifar og
veiða fyri hvønn fiskidag
Føroysk toskaveiða í føroyskum øki
Toskur er eitt sera týdningarmikið og virðismikið fiskaslag. Omanfyri hava vit sæð batar í fiskiskapinum eftir toski í 2025, men í søguligum høpi eru nøgdirnar vit avreiða av toski bert ein viðfáningur av nøgdunum, vit hava sæð í øðrum tíðarskeiðum.
Omanfyri hava vit hugt eftir gongdini í fiskiskapinum í bólkunum, í mun til brúktar dagar, fiskasløg og fyri hvørt skip. Um vit seta avreiðingarnøgdina av toski fyri hvønn fiskidag í bólkunum, har ið toskur er týðandi partur av veiðuni, í eina samlaða mynd, so framkemur eitt áhugavert mynstur.
Yvirskipað kann sigast, at gongdin generelt fylgist í bólkunum. Bólkur 4T er einasti bólkur, sum brúkar trol, meðan allir hinir eru á húkaveiðu. Tað sæst, at fiskiskapurin eftir toski tykist at røkka hæddini eitt ár áðrenn í trolveiðu enn í húkaveiðu. Hjá trolbátunum er besta árið 2018, meðan besta árið fyri bólkarnar á húkaveiðu er í 2019. Í 2022 sæst ein lítil øking hjá trolbátunum. Hendan gongdin sæst í bólki 3 árið eftir. Hetta sama mynstrið sæst eisini í bólki 5.
Prosentbýtið av toskur av samlaðu avreiðingarnøgdini í ymsu bólkunum
Myndin vísir lutfalisliga, hvussu nógvur toskur hevur verið í ymisku bólkunum í mun til samlaðu veiðuna á Landgrunninum í árunum 2012-2025. Her sæst at allir bólkar fáa lutfalsliga meira tosk í mun til veiðuni síðani 2023. Tað er bólkur 5 sum fær mestan tosk av samlaðu veiðuni, omanfyri 60% summi ár. Í 2019 umboðaði toskur 78% av veiðuni hjá smáu útróðrarbátunum. Í 2025 var hetta talið 62%. Trolbátarnir í bólki 4T fáa næstmest av toski, tó munandi minni enn fiskiførini í bólki 5. Í 2018 umboðaði toskurin 59% av samlaðu veiðuni, sum var óvanliga høgt. Í 2025 var tilsvarandi talið 40%. Mynstrið hjá línuskipunum í bólki 3 og størru útróðrarbátunum líkist sera nógv, tó so fær bólkur 4 nakað meira av toski. Í 2025 fekk bólkur 4 32% av toski, meðan línuskipini fingu 28%. Trolararnir í bólki 2 eru teir sum fáa minst av toski í mun til samlaðu nøgdina. Í 2025 fingu teir 7% av toski. Annars var tað í 2018 og 2019, har teir fingu mest av toski – ávikavist 6 og 8 %. Hini árini hava tølini hjá trolarunum ligið ímillum 1 og 4 %.
Kilo av toski fyri hvønn fiskidag býtt á bólkar
Starvsfólk í fiskivinnuni
Í hesum partinum verður hugt at starvsfólkum, sum virka innan fiskiskap og fiskavøruídnað. Starvsfólkini eru búsitandi í Føroyum, eru millum 16 og 74 ár og fáa løn umvegis føroysku skattaskipanina. Tølini byggja bert á starvsfólk í fiskivinnuni, tískil eru tey, sum arbeiða í alivinnuni, ikki við í myndunum niðanfyri. .
Tølini eru frá hagstovuni og vísir miðal tal av starvsfólkum fyri hvørt ár. Starvsfólk eru persónar, ið eru 13 ár ella eldri, búsitandi í Føroyum, og sum í mánaðinum fáa løn svarandi til 4 tímar um mánaðan ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Harafturat telja persónar í fyribils fráveru eisini við, sjálvt um teir fáa løn ella ikki. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá og ein persónur telur bert einaferð, tvs. at persónar telja bert í sínum høvuðsstarvi.
Starvsfólk í fiskivinnuni frá 1985 til 2025
Myndin omanfyri vísir talið av starvsfólkum í fiskiskapi og fiskavøruídnaði frá 1985 til 2025. Tað eru tríggjar tíðarlinjur – ein fyri fiskiskap, ein fyri fiskavøruídnað og ein, sum vísir samlaða talið av starvsfólkum í hesum báðum bólkunum. Talið av starvsfólkum sæst vinstrumeðna myndina og árini niðast á myndini. Við at koyra músina á tíðarlinjurnar sæst talið av starvsfólkum í einstøku árinunum.
Í 1985 var samlaða talið av starvsfólkum í fiskivinnuni 6.111 fólk og í dag starvast 2.410 fólk í vinnuni. Hetta er ein minking á 3.701 fólk, ið svarar til eina minking á góð 60%. Tað eru nøkur sveiggj í árunum, men serliga sæst ein afturgongd í starvsfólkahópinum undir kreppuárunum 1990-1993. Árini eftir, økist talið av starvsfólkum fram til 2002, tá tað vóru 4.777 starvsfólk í fiskivinnuni. Síðani tá hevur talið verið minkandi við nøkrum sveiggjum. Seinastu fimm árini er talið av starvsfólkum minkað við 356 fólkum, ið svarar til eina minking á sløk 13%.
Býtið av fólkum í fiskiskapi og fiskavøruídnaði hevur seinastu árini verið rættiliga javnt. Í 2023 var talið næstan tað sama, meðan í 2025 vóru 1.325 starvsfólk í fiskiskapi og 1.084 starvsfólk í fiskavøruídnaði. Sostatt eru tað 241 fleiri starvsfólk í fiskiskapi enn í fiskivøruídnaðinum. Annars hevur talið av starvsfólkum í fiskavøruídnaði ligið omanfyri fiskiskap síðani 2015.
Starvsfólk í fiskiskapi og fiskavøruídnaðibýtt býtt á kyn 1985-2025
Á stabbamyndini omanfyri sæst kynsbýtið millum starvsfólk í fiskiskapi og fiskavøruídnaðinum frá 1985 til 2025. Ovast á myndini ber til at velja at hyggja eftir kynsbýtinum í fiskivinnuni tilsamans, ella bert í fiskiskapi ella fiskivøruídnaðinum. Teir gulu stabbarnir umboða kvinnur og bláu stabbarnir umboða menn.
Tá vit hyggja eftir starvsfólkum tilsamans í fiskivinnuni, so sæst greitt, at tað eru fleiri menn enn kvinnur í fiskivinnuni. Hetta er serliga orsakað av stóru yvirumboðanini í fiskiskapinum, sum er øll árini. Í 2025 vóru 97% av starvsfólkunum í fiskiskapi mannfólk. Í 1985 var talið av mannfólkum í fiskiskapi 89%.
Hyggja vit eftir kynsbýtinum í fiskavøruídnaðinum so sæst, at kynsbýtið er javnari. Í 2025 vóru góð 60% av starvsfólkunum menn. Í 1985 var støðan ein onnur, tá vóru góð 57% av starvsfólkunum kvinnur. Hendan gongdin broytist í 2010 og síðani hava tað verið fleiri mannfólk í fiskavøruídnaðinum enn kvinnur.
Starvsfólk í fiskiskapi og fiskavøruídnaði býtt á bústaðarøki í 2025
Lagkøkumyndin omanfyri vísir talið av starvsfólkum í 2025 og hvaðani í landinum tey koma. Við at koyra músina yvir økini sæst talið av starvsfólkum í hvørjum øki. Ovast á myndini ber til at velja at hyggja eftir samlaða talinum av starvsfólkum í fiskivinnuni býtt á øki ella eftir fiskiskapinum ella fiskavøruídnaðinum hvør sær.
Um vit hyggja eftir samlaða talinum av starvsfólkum síggja vit, at tey flestu hava bústað í eysturoyarøkinum, næst flest í norðoyaøkinum og síðani í streymoyarøkinum, suður.
Hyggja vit at fiskiskapinum sæst at flestu starvsfólkini búgva í norðoyarøkinum, næst flest í streymoyarøkinum, suður, og síðani eysturoyarøkinum. Býtið millum hesi økini er sera javnt, ávikavist 27%, 24% og 23%. Sostatt eru 74% av starvsfólkunum í fiskiskapinum frá hesum trimum økjunum.
Hyggja vit at fiskavøruídnaðinum, so sæst, at nógv flest starvsfólk hava bústað í eysturoyarøkinum. 477 starvsfólk út av 1.083 í fiskavøruídnaðinum hava bústað í eysturoyarøkinum, ið svarar til 44%. Næstflest starvsfólk hava bústað í norðoyarøkinum (20%), og síðani í suðuroyarøkinum (19%).
Útlendsk arbeiðsmegi
Føroyar hava í longri tíð havt søguliga lágt arbeiðsloysi, og ein stór avbjóðing fyri búskapin er tí trot av arbeiðsmegi. Í hesum sambandi er talið av útlendingum, sum eru komnir til Føroya at arbeiða økt nógv. Í 2021 var Fast Track skipan sett í verk, sum skal gera tað skjótari og smidligari at fáa arbeiðsmegi frá londum uttanfyri Evropa til Føroya.
Skipanin, sum var sett í verk í November 2021, styttir viðgerðartíðina og gevur øllum vinnugeirum í Føroyum lættari atgongd at fáa arbeiðsmegi úr triðjalondum, t.e. úr londum uttanfyri ES og Norðurlond. Skipanin kom í gildi tann 18. november 2021 og er í gildi, so leingi arbeiðsloysið er undir 3,5%
Býtið av starvsfólkum við - og uttan bústaðartilknýti í føroysku fiskivinnuni
Á myndini omanfyri sæst býtið av starvsfólkum við og uttan bústaðartilknýti í føroysku fiskivinnuni. Sambært Hagstovuni hevur hugtakið til endamáls at lýsa, um ein persónur hevur búð eitt ávíst áramál í Føroyum eina ferð í sínum lívi. Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í 7 út av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum.
Her sæst, at ein vaksandi partur av arbeiðsmegini í fiskivinnuni ikki hevur bústaðartilknýti til Føroyar. Hyggja vit nærri at fiskavøruídnaðinum, sæst, at síðan 2018 hevur parturin av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti verið støðugt vaksandi, og í 2025 vóru heili 26 % av starvsfólkunum uttan bústaðartilknýti. Hjá fiskiskapinum er hesin partur sløk 8 %.
Tal av starvsfólkum býtt á ríkisborgaraskap: ‘Danmark’ og ‘Annað enn Danmark’
Omanfyri er ein stabbamynd, sum vísir á samlaða starvsfólkatalið býtt á ríkisborgaraskap. Tað er eingin bólkur føroyskir statsborgarar, tí at hesir eru danskir. Tískil eru føroyingar undir donskum ríkisborgaraskapi, og tí inniheldur hetta talið danskarar og grønlendarar eisini. Tó er talið av danskarum og grønlendarunum sum arbeiða í fiskivinnuni ikki stórt.
Vit síggja á hesari myndini, at talið av útlendskum starvsfólkum hevur verið støðugt vaksandi síðani 2015, men serliga seinastu fimm árini er talið av útlendskum starvsfólkum í fiskivinnuni vaksið. Hendan samlaða gongdin er serliga orsakað av býtinum í fiskavøruídnaðinum.
Í 2020 vóru tað 251 starvsfólk, ella 17%, í fiskivøruídnaðinum, sum høvdu útlendskan ríkisborgaraskap. Í 2025 vóru tað 347 starvsfólk í fiskavøruídnaðinum, sum høvdu útlendskan ríkisborgaraskap, og hettar svarar til 32%.
Í fiskiskapinum vóru tað 29 starvsfólk, 2%, sum høvdu útlendskan ríkisborgaraskap. Í 2025 varð hetta talið 103 starvsfólk ella 7%.
Við at samanbera myndina, sum vísir á starvsfólk við- og uttan bústaðartilknýti til Føroyar, og myndina omanfyri við starvsfólkum býtt á ríkisborgaraskap, so sæst at gongdin er tann sama. Starvsfólk í fiskivinnuni hava í størri mun annan ríkisborgaraskap ella ikki bústaðartilknýti til Føroyar. Hetta bendir á, at arbeiðsmegin í fiskivinnuni í størri mun er vorðin altjóða.
Útlendsk starvsfólk í fiskiskapi býttir á ríkisborgaraskap
Í myndini omanfyri sæst talið av starvsfólkum í fiskiskapinum býtt á ríkisborgaraskap seinastu fimm árini. Ovast á myndini sæst, hvat fyri heimspartar talan er um. Ovast á stabbunum stendur samlaða talið av útlendskum starvsfólkum í fiskiskapinum og við at koyra músina yvir ymisku litirnar á stabbunum sæst, hvussu nógv starvsfólk koma frá hvørjum heimsparti.
Á myndini sæst, at tað burturav eru starvsfólk, sum koma frá landsynningsasia, sum vaksa í tali. Í 2020 vóru tað 3 starvsfólk harfrá og í 2025 vótu heili 78 starvsfólk úr landsynningsasia. Í 2020 vóru hesi 10% av útlendsku starvsfólkunum og í 2025 vóru tey heili 75% av útlendsku starvsfólkunum.
Útlendsk starvsfólk í fiskavøruídnaði býttir á ríkisborgaraskap
Á myndini omanfyri sæst talið av starvsfólkum í fiskivøruídnaði býtt á ríkisborgaraskap síðani 2008. Ovast á myndini sæst, hvat fyri heimspartar talan er um. Ovast á stabbunum stendur samlaða talið av útlendskum starvsfólkum í fiskavøruídnaði og við at koyra músina yvir ymisku litirnar á stabbunum sæst, hvussu nógv starvsfólk koma frá hvørjum heimsparti.
Her síggja vit eisini, at útlendsku starvsfólkini, sum vaksa í tali í nógv størstan mun koma frá landsynningsasia. Í 2020 var talið á starvsfólkum úr Landsynningsasia 105 starvsfólk, ið svarar til sløk 40% av útlendsku starvsfólkunum í fiskivøruídnaðinum. Í 2025 varð talið 205 starvsfólk og sostatt vóru 59% av útlendsku starvsfólkunum úr landsynningsasia. Harumframt sæst at ein lítil øking í útlendsku starvsfólkunum úr Afrika og ein minking í starvsfólkunum úr Eysturevropa.
Lívfrøðiliga grundarlagið
Góð vitan um fiskastovnar og stovnsmetingar eru ein grundleggjandi partur av einari burðardyggari fiskivinnu. Tá vit kenna støðuna í fiskastovnunum, kunnu vit taka best møguligu avgerðirnar, fyri at fiskastovnarnir kunnu kasta mest møguligt av sær. Hóast stóra ávirkan av broytiligum umhvørvisviðurskiftum á djóra- og fiskastovnar, so kann politiska umsitingin bert ávirka fiskastovnar við at áseta, hvussu nógv verður tikið úr fiskastovnunum, umframt at avmarka aðra ávirkan, ið fiskivinnan hevur á umhvørvið.
Tað eru Havstovan og ICES, ið ráðgeva fiskivinnuumsitingini, soleiðis at fiskastovnarnir kunnu gagnnýtast á einum burðardyggum støði. Hesin parturin gevur eina yvirskipaða støðumeting út frá stovnsmetingunum av seks fiskasløgum. Botnfiskasløgunum; toski, hýsu og upsa og uppsjóvarfiskasløgunum; makreli, sild og svartkjafti.
Stovnsmetingar og tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa frá ICES og Havstovuni
Á myndini niðanfyri sæst føroyska heildarveiðan av toski, hýsu og upsa frá 1990 til 2025 í føroyskum sjóøki. Veiðan av toski og upsa vaks munandi frá 2024 til 2025, meðan veiðan av hýsu vaks eitt sindur í mun til 2024.
Føroyska heildarveiðan av toski, hýsu og upsa í føroyskum øki frá 1990 til 2025
Veiðan av toski var 11,2 túsund tons í 2025. Hetta er ein øking á heili 70% frá 2024, tá veiðan var 6,6 túsund tons, og er hetta tann hægsta mongdin síðani 2019. Veiðan í 2025 var tó næstan helvtina minni enn veiðan í 2019, sum var besta árið síðani 2004. Veiðan av toski hevur verið hækkandi síðani 2022.
Veiðan av hýsu í 2025 var 5,6 túsund tons í 2025, hetta er ein øking á umleið 17% frá 2024. Seinastu árini hevur veiðan verið frægari enn árini frá 2009 til 2017. Tó er hetta bert ein brotpartur av miðalveiðuni í tíðarskeiðnum frá 1997 til 2007.
Veiðan av upsa vaks eisini frá 2024 til 2025, frá 16,5 tonsum upp á 22,8 tons. Hetta er ein øking á 38%, og er hetta hægsta veiðan síðani 2017. Veiðan seinastu árini er tó rættiliga lág samanborið við miðalveiðuna í tíðarskeiðnum frá 2001-2010.
Stovnsmetingarnar frá Havstovuni í stuttum
Her endurgeva vit í stuttum metingarnar frá tilmælinum hjá Havstovuni um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa á Landgrunninum í 2026, umframt tilmælið hjá Havstovuni um fiskiskap á Føroyabanka í 2026, sum er bygt á stovnsmeting og ICES ráðgeving fyri tosk á Føroyabanka.
Sambært tilmælinum frá Havstovuni, er føroyski upsastovnurin toluliga væl fyri, og støddin á gýtingarstovninum er omanfyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug. Veiðan hevur verið undir søguligum miðal síðan 2010, og veiðan var umleið 20 túsund tons í 2024. Veiðulutfallið í 2025 er mett at vera omanfyri hámarkið. Sambært langtíðar veiðuregluni skulu fiskidagarnir fyri Bólk 2 tí minkast 5%.
Føroyski hýsustovnurin er væl fyri, og síðani 2019 hevur hann verið omanfyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug. Veiðutrýstið hevur verið lágt seinnu árini, samstundis sum tilgongdin hevur verið góð. Ábendingar eru um, at árgangirnir frá 2023 og 2024 eru væl omanfyri miðal, og metta veiðulutfallið í 2025 er niðanfyri lágmarkið.
Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið á lágum støði síðani 2004. Millum 2020 og 2024 var gýtingarstovnurin undir vandamarkinum, har serlig verjutiløk eru neyðug, men í 2025 kom hann upp um vandamarkið, hóast hann enn er undir lágmarkinum, har verjutiltøk eru neyðug. Veiðilutfallið í 2025 er mett at vera omanfyri hámarkið. Sambært langtíðar veiðuregluni skulu fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 tí minkast 5%.
Yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka í 2024 og 2025 vísa, at nøgdin av toski er minkandi, men at hon tó er yvir miðal. Yvirlitstrolingarnar síðani september 2023 vísa, at toskurin á Føroyabanka hevur verið meira rak enn í tíðarskeiðinum frammanundan. Hetta bendir á, at tað ikki er so nógv føði á Føroyabanka, og at hetta kann føra til stórt veiðutrýst, tí toskur í størri mun kemur á línuna, tá hann er rak. Havstovan mælir tí til, at tað verða tillutaðir 150 fiskidagar í 2026 til eina blanding av stórum og smáum fiskiførum við húki (línu ella snellu), sum er sama fiskidagatal sum varð tilmælt í 2024 og 2025.
Umsitingarætlanin fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum øki
🟢
Fiskidagatalið verður hækkað
Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri lágmark
Veiðulutfallið av upsa er niðan fyri lágmark
Báðar treytir mugu vera galdandi, um fiskidagatalið skal hækka
Gýtingarstovnurin av bæði toski og hýsu er oman fyri lágmark
Veiðulutfallið er niðan fyri lágmark bæði fyri tosk og hýsu
Báðar treytir mugu vera galdandi, um fiskidagatalið skal hækka
🟡
Fiskidagatalið verður óbroytt
Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri lágmark
Veiðulutfallið av upsa er millum lág- og hámark
Gýtingarstovnurin av bæði toski og hýsu er oman fyri lágmark
Veiðulutfallið er niðan fyri hámark fyri bæði tosk og hýsu, og oman fyri lágmark fyri annaðhvørt tosk ella hýsu
Havstovan tilmæli 2026
Gýtingarstovnur
Veiðulutfall
Tilmældir fiskidagar 2026
🔴
Fiskidagatalið verður lækkað
Gýtingarstovnurin av upsa er niðan fyri lágmark
Veiðulutfallið av upsa er oman fyri hámark
Um onnur av treytunum er galdandi, skal fiskidagatalið lækka
Gýtingarstovnurin av toski ella
hýsu er niðan fyri lágmark
Veiðulutfallið er oman fyri hámark fyri antin tosk ella hýsu
Um onnur av treytunum er galdandi, skal fiskidagatalið lækka
Umsitingarætlanin frá mai 2019 er grundarlagið undir ráðgevingini hjá Havstovuni fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum. Hon varð fyrstu ferð sett í verk fyri fiskiárið 2021. Tað at ein langtíðarumsitingarætlan er gjørd, sum breið undirtøka er fyri, er eitt stórt framstig, tí at nú er tað landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum ásetir fiskidagatalið eftir tilmæli frá Havstovuni. Hetta verður gjørt samsvarandi veiðuregluni í umsitingarætlanini.
Bulurin í ætlanini er veiðureglan, sum sigur, hvussu árliga fiskidagatalið verður ásett. Málið er at stýra veiðitrýstinum innan fyri ásett mørk, sum skulu tryggja, at fiskastovnarnir varandi skulu kunna endurnýggja seg og kasta sum mest av sær. Ein grundleggjandi stabilitetsregla er í umsitingarætlanini, soleiðis at fiskidagatalið bert kann stillast við 5% frá einum ári til næsta. Bólkur 2 (lemmatrolarar og partrolarar) verður stýrdur fyri seg, grundað á stovnsmetingina fyri upsa, meðan bólkur 3-5 verður stýrdur saman, grundað á stovnsmetingarnar fyri tosk og hýsu.
Á heysti í 2023, og á heysti í 2024, var hendan umsitingarætlanin aftur til viðgerðar í ráðførslubólkinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, har eitt av høvuðsendamálunum var at víðka um umsitingarætlanina við eini endurbyggingarætlan, í fall toskur, hýsa ella upsi eru undir vandamarkinum. Orsakað av vánaligu støðuni hjá toskinum, varð ein endurbyggingarætlan sett í gildi fyri 2024, sum innibar bráðfeingisverjutiltøk, har fiskidagatalið var skorið við 20% fyri bólk 3-5 og 10% fyri bólk 2. Harumframt skuldi endurbyggingarætlanin eftirmetast, áðrenn fiskidagarnir vórðu ásettir fyri fiskiárið 2025. Í 2025 eru gýtingarstovnarnir av toski, hýsu og upsa allir yvir vandamarkinum, og tískil fer tilmælið fyri 2026 burtur frá endurbyggingarætlanini, og verður langtíðarveiðureglan nýtt aftur. Við støði í tí mælir Havstovan til at fiskidagarnir í 2026 fyri bólk 2, umframt fiskidagarnir fyri bólk 3-5, verða minkaðir við 5% í mun til tillutaðu fiskadagarnar í 2025.
Eins og undanfarin ár samsvarar ráðgevingin hjá Havstovuni og ICES ikki, tí Havstovan hevur nýtt fyribils umsitingarætlanina sum grundarlag, meðan ICES hevur nýtt regluna um størstu varandi veiðu, sum grundarlag. Tí er tað áhugavert eisini at hyggja at ráðgevingini frá ICES í hesum høpi.
Umsitingarætlanin er enn ikki send til ICES til eftirmetingar. Havstovan skrivaði í tilmæli sínum fyri 2025, at umsitingarætlanin væntandi bleiv send til ICES, tá endalig semja var fingin um hana í politisku skipanini og hjá vinnuni. Tá ið ICES metir umsitingarætlanina at vera burðardygga, kemur ICES at ráðgeva sambært henni í framtíðini, og tá verður betri samsvar millum ráðgevingina hjá ICES og føroysku umsitingarætlanina.
Toskur
🔴
🔴
5% ⬇︎ 🔴
Hýsa
🟢
🟢
5% ⬇︎ 🔴
Upsi
🟢
🔴
5% ⬇︎ 🔴
Samandráttur av tilmælinum frá Havstovuni. Litirnir vísa til, um tilvísingarvirðini eru niðan fyri, millum ella oman fyri markvirðini. Alt tilmælið kann lesast her.
Stovnsmetingarnar frá ICES í stuttum
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í november 2025 nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum, umframt fyri tosk á Føroyabanka í 2026. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.
ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2026 kann í mesta lagi vera 19.653 tons, sum er ein øking á 61% í mun til tilmælið fyri fiskiskapin í 2025. Veiðutrýstið á hýsu hevur verið lágt tey síðstu árini, samstundis sum tilgongdin hevur verið góð. Eisini eru ábendingar um, at árgangirnir frá 2023 og 2024 eru væl omanfyri miðal, og væntast kann, at 2023-árgangurin kemur inn í fiskiskapin í 2026.
ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2026 kann vera í mesta lagi 24.062 tons, sum er umleið tað sama, sum varð tilmælt fyri fiskiskapin í 2025. Stovnsstøddin á upsa er yvir øllum vandamørkum, og tilgondin síðstu árini hevur verið yvir miðal.
ICES mælir til, at veiðan av toski á landgrunninum í 2026 kann vera í mesta lagi 6.075 tons, sum er ein hækking á 113% í mun til tilmælið fyri 2025. Toskastovnurin er nú komin upp um markið, har serlig verjutiltøk eru neyðug, men er tó enn undir fyrivarnismarkinum. Betri tilgongd seinastu árini er høvuðsorsøkin til vøksturin í stovninum.
ICES mælir til, at veiðan av toski á Føroyabanka í 2026 kann í mesta lagi vera 403 tons. Hetta er ein lækking á 30% í mun til tilmælið fyri fiskiskapin í 2025. Lækkingin kemst av eini varnari veiðureglu, umframt at rannsóknarskipið hevur fingið minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka.
ICES tilmæli fyri 2026
Stovnsstødd
Veiðitrýst (Fmsy)
Veiðitrýst (Fyrivarnisreglan)
Tilmæli 2026
Toskur
🟡
🔴
🟢
6.075 tons (+113%)
Hýsa
🟢
🟢
🟢
19.653 tons (+61%)
Upsi
🟢
🔴
🟢
24.032 tons (-1%)
Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli fyri fiskiskap á Landgrunninum (ICES øki 5.b.1) í 2026.
Fiskiskapurin eftir toski á Føroyabanka
Í november 2022 var fyrstu ferð síðani 2007, at ICES mældi til, at nakað av toski kundi veiðast á Føroyabanka. ICES mældi tá til, at veiðan av toski á Føroyabanka skuldi vera í mesta lagi 78 tons um árið í 2023 og 2024. Yvirlitstrolingar á Føroya Banka í 2024 vístu týðilig tekin um at stovnurin var komin fyri seg, og tí var ein stór hækking í tilmælinum fyri 2025, sum var 575 tons. Rannsóknarskipið hevur tó fingið minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka í seinastuni, og er tilmælið 403 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 30%. Nýggjasta tilmælið frá ICES kann lesast her. Havstovan mælir til eitt fiskidagatal á 150 dagar í 2026, sum er óbroytt í mun til 2023 og 2024.
Myndin til høgru vísir søguliga fiskiskapin eftir toski á Føroyabanka. Fiskiskapurin eftir toski á Føroyabanka hevur nøkur einkult ár verið omanfyri 5 túsund tons, seinast í 2003, tá hann var sløk 5,7 túsund tons. Í 2024 vóru 616 tons av toski veidd á Føroyabanka, sum svarar til umleið helvtina av veiðuni í 2023. Veiðan fyri 2025 hjá føroysku fiskiførunum var 321 tons, sum er ein lækking á smá 48% í mun til veiðuna í 2024. Samlaða talið fyri 2025 verður tó eitt sindur hægri, tá veiðan hjá øllum londunum er uppgjørd hjá ICES.
Veiðan á Føroyabanka
Á grafinum niðanfyri verður hugt eitt sindur nærri at veiðuni á Føroyabanka seinastu fýra árini. Grafurin vísir veiðuna í nøgd (í tonsum) og í virði (í 1000 krónum) eftir mest veiddu fiskasløgunum umframt samlaðu veiðuna av øðrum fiskasløgum, sum í grafinum verða bólkaði saman í “Annað”.
Tað sæst, at veiðinøgdirnar ikki hava verið stórar hesi árini. Størsta veiðan av einstøkum fiskaslagi og samlað fyri árið var í 2022, tá 1.584 tons av hýsu vóru avreidd, og samlaða veiðan var 2.555 tons. Veiðan eftir ymsu fiskasløgunum sveiggjar nakað ár fyri ár. Í 2021 og 2022 varð mest veitt av hýsu og næstmest av longu, meðan mest hevur verið at fingið av toski, og síðani hýsu, í 2023 og 2024. Eitt vet av brosmu, havtasku og øðrum fiskasløgum hevur verið veitt øll árini. Tað sæst, at serliga lítið hevur verið veitt av toski árini undan 2023, og grafurin omanfyri, ið lýsir gongdina í toskaveiðuni á Føroyabanka, vísir eisini hetta.
Veiðan á Føroyabanka árini 2021-2025
Svartkjaftur
Stovnsmetingar og ICES tilmæli fyri makrel, sild og svartkjaft
Makrelur, sild og svartkjaftur eru ferðandi fiskastovnar, sum verða fiskaðir av nógvum londum. Tað er ICES, sum veitir lívfrøðiligu ráðgevingina um, hvussu nógv kann takast úr stovnunum, og býtið millum londini verður avtalað á strandalandasamráðingum millum viðkomandi partarnar.
Tað hevur tó ofta gingið striltið at fáa avtalur í lag, sum eisini halda veiðitrýstinum á einum burðardyggum støði. Broytta útbreiðslan av fiskasløgunum hevur gjørt samráðingarnar at áseta býtið fløktari, við tað at fleiri lond ynskja at fáa lut í tilfeinginum. Harafturat er Bretland vorðin ein nýggjur partur av samráðingunum aftaná Brexit. Tíverri er enn eingin avtala gjørd millum øll strandalondini um býtið av hesum fiskasløgum. Sostatt hava londini ásett sær sína egnu kvotu, við tí úrsliti, at mest loyvda veiðan er væl omanfyri tað, sum verður mett at vera lívfrøðiliga burðardygt og at geva mest varandi veiðu.
Í 2024 var tó fyrstu ferð í áravís at Føroyar gjørdi avtalur við nøkur av strandalondunum um býtið av makrel- og sildakvotunum. Í juni 2024 varð avtala gjørd millum Føroyar, Noreg og Bretland um makrelbýtið í 2024, og í desember 2024 varð avtala gjørd millum Føroyar og Noreg um býtið av norðhavssild í 2025. Í desember 2025, legðist Ísland afturat semjuni um makrelbýtið fyri 2026. Sostatt er hetta fyrstu ferð í nógv ár, at fýra strandalond hava gjørt eina semju um kvotabýti. Eitt yvirlit yvir fiskiveiðiavtalur, sáttmálar og semjur sæst á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.
Sambært Havstovuni, so hevur fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti seinastu árini ligið á umleið 30-45% omanfyri vísindaligu ráðgevingina. Ovveiðan seinastu 2 árini er tó minkað nakað, orsakað av semjum millum nøkur av strandalondunum. Niðanfyri sæst ásetta kvotan hjá strandalondunum umframt ICES tilmælið fyri tey trý fiskasløgini síðani 2006. Endaligu kvoturnar fyri 2026 eru enn ikki ásettar í øllum londum, og tí manglar hetta í grafunum.
Makrelur
Hendan framhaldandi ovurfiskingin í mun til ráðgevingina merkir, at vandi er fyri, at fiskastovnarnir ikki megna at endurnýggja seg. Í løtuni hava øll hesi fiskasløgini mist Marine Stewardship Council góðkenningina, orsakað av vantandi avtalum um býtið millum strandalondini, sum hevur við sær, at heildarveiðan av øllum stovnunum er væl omanfyri vísindaligu tilmælini. Hetta kann hava álvarsligar fylgjur fyri hesar stovnarnar, umframt at avleiðingarnar eisini merkjast á marknaðarsíðuni, tí eingin framleiðari av hesum fiskasløgum kann selja vøruna við MSC góðkenning.
ICES tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er ein lækking á heili 70% í mun til tilmælið fyri 2025. Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá hevur hann verið í minking. Stovnsmetingin vísir, at niðurgongdin í stovninum helst stavar frá ovveiðu seinnu árini saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini. Gýtingarstovnurin er mettur at vera 2,74 milliónir tons, sum er væl undir burðardygga markinum (MSY Btrigger), og eisini undir Blim lágmarkinum á 3,07 milliónir tons. Veiðitrýstið er minkað munandi síðani 2003 og lá árini 2009 til 2021 undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg. Tó hevur nógva veiðan seinnu árini, saman við einum minkandi stovni, havt við sær eitt vaksandi veiðitrýst síðani 2019. Metta veiðitrýstið fyri 2025 er 0,29, sum er væl omanfyri hámarksvirðið (Fmsy = Fpa = 0,19). Stovnsmetingin fyri makrel varð eftirmett á vári 2025 (hetta verður kallað benchmark), og tað ávirkaði munandi fatanina av stovninum. Størsta broytingin í benchmark, er hægri nátturudeyði fyri ungan fisk og broytt fatan av tilgongdini. Hettar, saman við niðurgongd í gýtingarstovninum, eru høvuðsorsøkirnar til stóru niðurgongdina í tilmælinum fyri 2026.
ICES tilmælið fyri norðhavssild er 533.914 tons fyri 2026, sum er ein hækking á 33% í mun til tilmælið fyri 2025. Gýtingarstovnurin er minkaður nógv síðani 2008, og er hann nú mettur at vera 3,01 milliónir tons, sum er beint undir markinum fyri, har varsemi skal vísast (Bpa = MSY Btrigger = 3,18), men omanfyri lágmarksvirðið (Blim = 2,29). Góðu árgangirnir frá 2021 og 2022 væntast tó at venda hesi gongdini, so at stovnurin fer at vaksa komandi árini. Veiðitrýstið seinastu árini hevur ligið undir markinum, nær varsemi skal vísast (Fpa = FMSY = 0,21), og metta veiðitrýstið fyri 2026 er 0,12. Sildastovnsmetingin varð eisini eftirmett (benchmark) á vári 2025, og dagførda stovnsmetingin hevur broytt nakað um gongdina í stovninum, men yvirskipað er fatanin av stovninum óbroytt eftir benchmark.
ICES tilmælið fyri svartkjaft er 851.344 tons fyri 2026, sum er ein lækking á heili 41% í mun til tilmælið fyri 2025. Henda lækking kemst av, at gýtingarstovnurin minkar skjótt orsakað av vánaligari tilgongd síðani 2022, umframt at metingin av góðu árgangunum frá 2021 og 2022 er justerað niður í nýggjastu stovnsmetingini. Gýtingarstovnurin er mettur at vera 3,65 milliónir tons, sum er væl omanfyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi (MSY Btrigger = 2,25 milliónir tons). Síðani 2014 hevur veiðitrýstið ligið omanfyri hámarkið og er tað nú 0,68, sum er væl omanfyri burðardygga hámarkið (Fpa = Fmsy = 0,32). Kanningar frá 2025 koma við ábendingum um, at 2024 árgangurin er yvir miðal, men enn er óvist, hvussu góður hann er, og hetta verður ikki tikið við fyrrenn í næstu stovnsmeting.
Støða
Gýtingarstovnur:
Tilgongd:
Veiðitrýst (Fmsy)
Veiðitrýst (Fpa)
Tilmæli 2026:
Sild
Makrelur
2,74 mió. tons 🔴
🔴
🔴
🔴
174.357 tons (-70%)
Sild
3,01 mió. tons 🟡
🔴
🟢
🟢
533.914 tons (+33%)
Svartkjaftur
3,65 mió. tons 🟢
🟡
🔴
🔴
851.344 tons (-41%)
Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli fyri makrel, sild og svartkjaft. Tilmælini kunnu takast niður við at trýsta á knøttarnar omanfyri.
Endurnýggjan og stødd á fiskiflotanum
Tal av fiskiførum í flotanum frá 2016 til 2025 býtt á skipabólkar
Stabbamyndin omanfyri vísir tal av fiskiførum, sum hava avreitt í 2016-2025 í teimum seks skipabólkunum: Bólkur 2, Bólkur 3, Bólkur 4, Bólkur 4T, Nóta-og ídnaðarskip og Flakatrolarar.
Tað er umráðandi at nevna, at hetta ikki er eitt yvirlit yvir tal av loyvum í hvørjum skipabólki, men tal av fiskiførum, sum hava avreitt í teimum áðurnevndu árunum. Tá talan er um skip, har eitt er komið í flotan ístaðin fyri eitt annað, sum er farið úr flotanum, so telja hesi bara sum eitt skip.
Í bólki 2, sum umboðar trolarar, hevur talið av fiskiførum verið fallandi. Talið av trolarum, sum hava avreitt er fallið frá 34 fiskiførum í 2016 til 20 fiskifør í 2022, t.v.s. við 14 fiskiførum. Tað svarar til eitt fall á umleið 41%. Tó er talið hækka eitt vet frá 2022 til 2023 við tveimum fiskiførum, í 2024 fór eitt burturav, men eitt fiskifar er komið afturat í 2025 og talið er nú á 22 fiskiførum.
Tal av fiskiførum í bólki 3, sum umboðar línuskip, hevur verið fallandi. Talið av fiskiførum var hægst í tíðarskeiðnum 2018-2021 við 17 fiskiførum, sum avreiddu, og lægst í 2023 við 12 fiskiførum. Árini frammanundan hevur talið ligið millum 15 og 16. Í 2025 hava 13 fiskifør avreitt, sum er óbroytt í mun til 2024.
Bólkur 4, sum umboðar útróðrarbátarnar, er ein samanlegging av bólki 4A og 4B, sum vóru lagdir saman í 2021. Í 2025 er talið av fiskiførum, sum hava avreitt bert 10. Hetta er tað lægsta tað hevur verið síðani 2016. Í árunum 2018 og 2019 var talið hægst við 19 bátum, og sostatt er hetta ein minking á 47%. Hugsast kann, at sveiggini í hesum bólki eru knýtt at, hvussu fiskiskapurin hevur verið ígjøgnum árini, og um tað hevur loyst seg hjá hesum smáu bátunum at farið til fiskiskap.
Talið av fiskiførum í bólki 4T, sum umboðar trolbátarnar, hevur ligið ímillum 7 og 8 fiskifør øll árini uttan í 2025, tá talið fór niður á 6. Talið vaks frá 7 til 8 í 2019, og fór síðani niður aftur á 7 í 2022. Í 2023 vóru aftur 8 fiskifør, og í 2024 minkaði talið til 7 fiskifør – í 2025 vóru 6 fiskifør, sum avreiddu.
Talið av fiskiførum, sum hava avreitt innan skipabólkin ‘Nóta- og ídnaðarskip’, er vaksið við 6 skipum í tíðarskeiðnum frá 2016 til 2023. Hetta svarar til eina øking á 50%. Í 2016 høvdu 12 fiskifør avreitt í hesum bólki, men árini eftir hevur talið ligið ímillum 15 og 17 skip til talið fór uppá 18 í 2023, og hevur staðið í stað síðani. Sostatt hava 18 skip avreitt í 2025.
Fyri flakatrolarar hevur talið av fiskiførum, sum hava avreitt í tíðarskeiðnum 2016 til 2025 verið støðugt og ligið ímillum 4 og 5 fiskifør. Í 2019 fall talið niður á 4 fiskifør og hevur talið verið óbroytt til tað fór uppá 5 fiskifør í 2024. Í 2025 fall talið av fiskiførum aftur til 4 skip.
Miðalaldurin á skipunum frá 2005 til 2025 býtt á skipabólkar
Á grafinum omanfyri sæst ein lýsing av miðalaldrinum av skipum, sum hava avreitt frá 2005 til 2025. Tað eru flakatrolarar, sum hava nýggjasta flotan seinastu trý árini, eftir at nýggi Akraberg kom í flotan í 2022, og Emerald og Gadus komu í 2023.
Næstyngstu flotarnir eru nóta- og ídnaðarskipini og trolbátarnir (bólkur 4T). Hjá trolbátunum er miðalaldurin farin frá 14,4 árum í 2005 upp til 24,2 ár í 2025, meðan nóta- og uppsjóvarskipini vóru í miðal 17,9 ára gomul í 2005, og eru nú 21,6 ár í miðal. Frá 2021 til 2022 er miðalaldurin á nóta- og uppsjóvarskipunum lækkaður, hetta er orsakað av nýggja Christian í Grótinum, sum kom í flotan í 2022. Í 2024 kemur nýggi Finnur Fríði í flotan, sum ger at miðalaldurin ikki veksur nakað serligt, og í 2024 til 2025 er aftur ein lítil minking í miðalaldrinum, sum er orsakað av nýggja Høgaberg, sum kom í flotan í 2025. Miðalaldurin á trolbátunum hevur gingið javnt uppeftir ár fyri ár samsvarandi árunum.
Miðalaldurin á línuskipum (Bólkur 3) er bert tvey ár hægri í 2025 í mun til 2005. Tó skal sigast at hann vaks í árunum frá 2005 til 2019 frá 36,4 til 46,5 ár. Síðani hevur miðalaldurin verið minkandi aftur, og er hann 37,4 ár í 2025. Hetta stendst av, at nøkur av teimum eldru fiskiførunum eru farin úr flotanum, og at nøkur av fiskiførunum eru endurnýggjaði síðani 2020. Útróðrarbátarnir á línuveiðu (Bólkur 4) hava elsta flotan, tá sæð verður burtur frá skeljabátum og garnaskipum. Miðalaldurin á útróðrarbátunum hevur verið rímiliga støguður øll árini. Hann er hægstur í 2022, tá hann er 51 ár. Síðani er miðalaldurin lækkaður, til hann vaks aftur í 2025 til 48 ár.
Miðal bruttotons á føroyskum fiskiførum 2006-2025 býtt á skipabólkar
Á grafinum omanfyri sæst miðal støddin í bruttotonsum á fiskiførunum í fýra av skipabólkunum í árunum 2006 til 2025. Hesir eru bólkur 2, bólkur 3, bólkur 4 og bólkur 4T. Við at koyra músina yvir linjurnar á grafinum síggjast miðal bruttotonsini fyri fiskiførini í hvørjum bólki.
Fiskiførini í bólki 2 og 3 eru blivin væl størri enn tey vóru í 2006. Serliga eru tað fiskiførini í bólki 3, ið eru vaksin nógv. Í 2006 varð miðal støddin á fiskiførunum í bólki 3 um 330 bruttotons og í 2025 vóru fiskiførini í miðal omanfyri 700 bruttotons. Hetta er ein øking á heili 117%. Tó hava tey verið størst í 2023, tá fiskiførini vóru í miðal um 740 bruttotons.
Fiskiførini í bólk 2 eru farin frá í miðal 400 bruttotonsum í 2006 og uppá gott 580 bruttotons í 2025. Hetta svarar til eina øking á umleið 44%.
Í bólkunum 4 og 4T er lítil broyting í støddini av fiskiførum síðani 2006. Miðal støddin á fiskiførum í bólki 4 hevur ligið millum 45 og 67 bruttotons, meðan miðal støddin í bólki 4T hevur ligið millum 106 og 128 bruttotons í tíðarskeiðnum.
Á grafinum omanfyri sæst miðalstøddin í bruttotonsum á fiskiførunum í fimm av skipabólkunum í árunum 2006 til 2025. Hesir eru flakatrolarar, nóta- og ídnaðarskip, rækjuskip, garnaskip, skeljabátar og hummarabátar.
Flakatrolararnir eru vaksnir serliga nógv. Í 2006 var miðalstøddin áleið 2400 bruttotons og í 2025 varð miðalstøddin á fiskiførunum áleið 4700 bruttotons. Hetta er ein øking á heili 97% og ta størsta flakatrolarnir nakrantíð hava verið. Í árunum frá 2008 til 2009 økist miðal støddin nógv, men bert hetta eina árið, tí í 2010 minka miðalbruttotonsini á fiskiførunum afturniður áleið 2000 bruttotons. Støddin á flakatrolarunum liggur støðug um tey 2000 bruttotonsini næstu 10 árini fram til 2020. Eftir 2021 koma fleiri nýggir flakatrolarar í flotan ,og á grafinum sæst, hvussu miðalstøddin økist ár aftaná ár hesi árini.
Støddin á nótaskipumum eru farin frá áleið 2000 bruttotons uppá áleið 2900 bruttotons í tíðarskeiðnum frá 2006 til 2025. Hetta svarar til eina hækking á 47%. Í 2020 vóru nótaskipini nakað størri enn í dag og støddin á nótaskipunum hevur sveiggjað nakað gjøgnum árini. Hetta kemst av nógva skiftinum av fiskiførunum inn í og út úr flotanum.
Miðalstøddin á rækjuskipunum er ikki økt nógv frá 2006 til 2025. Tó er ein stór øking í 2012, tá tey í miðalstøddin er um 3000 bruttotons samanborið við áleið 1700 bruttotons í 2006. Hendan ógvusliga broytingin er orsakað av einum nýggjum skipi í flotanum. Talan er um Høgaberg, sum er munandi størri enn hini rækjuskipini. Høgaberg er bert í flotanum tað eina árið, og tí lækkar miðalstøddin longu aftur í 2013. Frá 2018-2024 liggur miðalstøddin støðugt á 1720 bruttotonsum, tí tá er Arctic Viking einasta rækjuskipið í flotanum. Støddin fer uppá 1883 bruttotons í 2025, tá Hvítanes kemur í flotan ístaðin fyri Arctic Viking.
Miðalstøddin á garnaskipum hevur sveiggjað nakað í tíðarskeiðnum. Garnaskipini eru í miðal 343 bruttotons í 2006. Skipini eru nakað størri í tíðarskeiðnum 2012-2014. Frá 2015-2021 eru lítlar broytingar í miðalstøddini. Frá 2021 til 2022 gerast fiskiførini eitt sindur minni (250 bruttotons) og síðan er ongin broyting í miðal bruttotonsunum fram til í dag.
Miðalstøddin á skeljabátum hevur sveiggjað millum umleið 170 og 240 bruttotons í tíðarskeiðnum, alt eftir um tað hava verið eitt, tvey ella trý skip í flotanum í árinum. Í 2006-2007 og 2011-2012 eru trý skip í flotanum, og tá er miðalstøddin 238 bruttotons. Tá tvey skip eru í flotanum fer miðalstøddin niður á umleið 220 bruttotons, tí størsta skipið fer úr flotanum. Seinastu 5 árini hevur bert tað minsta garnaskipið avreitt, og hettar skipið er 171 bruttotons.
Hummarabátar eru ikki við í hesum grafinum, tí støddin á bátunum í skipabólkinum bert finst fyri tveir av teimum á teyggjuni, og miðalstøddin harvið ikki er umboðandi fyri bólkin.
Sáttmálar um nýbygningar í 2026
Vesturleiki
Í oktober 2025 keypti P/F Brestir nýggjan trolara úr Danmark. Skipið varð bygt í 2021 á Karstensens Skibsværft í Skagen, og hevur enn ikki verið til fiskiskap – sostatt er talan um eitt nýtt skip. Skipið er 48 metrar langt, 11 metrar breitt og lastar umleið 300 tons av frystum fiski. Trolarin varð bygdur til fiskiskap í Norðsjónum, og tí skulu troldekkið og verksmiðjan tillagast til føroyska fiskiskapin. Trý kømur skulu eisini gerast afturat. Umbyggingin væntast at taka umleið 3 mánaðir. Keypsprísurin fyri Vesturleika var 115 milliónir krónur.
Nord Vista
Í februar 2026 keypti P/F Thor Fisheries norska frystiskipið, Nord Vista, sum varð bygt í 1989 á Fiskestrand Værft í Noregi. Skipið er 38 metrar langt og 8,5 metrar breitt, og pláss er fyri einum manningartali á 20. Nord Vista er útgjørt til at fiska goggur og krabba, og Thor Fisheries arbeiðir í løtuni við nøkrum verkætlanum fyri skipið, sum varðveitir sítt navn.
Endurnýggjan av fiskiflotanum
Fagraberg
31. mars 2026 varð skipað fyri móttøku, tá nýggi Fagraberg kom á Fuglafjørð. Talan er um hetlendska trolaran, Serene, sum Sp/f Framherji yvirtók 1. mars. Skipið, sum er 82 metrar langt, 17,2 metrar breitt og lastar 2900 kubikk, varð bygt á Karstensens Skipsværft í Skagen í 2018. Nýggja skipið kemur í flotan fyri gamla Fagraberg, og verður eisini kallaður Fagraberg. Keypsprísurin fyri nýggja Fagraberg var 250 milliónir krónur.
Høgaberg
31. januar 2025 kom nýggi Høgaberg til Føroyar. Skipið fór beint til fiskiskap eftir at tað varð yvirtikið miðskeiðis í januar, men skipað var fyri móttøku, tá skipið kom á Fuglafjørð fyri fyrstu ferð og varð doypt. Sp/f Framherji skrivaði undir sáttmála við Karstensens Skibsvært tíðliga í 2022 um bygging av nýbygninginum, sum skuldi koma fyri gamla Høgaberg. Skipið er 88 metrar langt, 17,5 metrar breitt og lastar 3400 kubikk.
Nýtt frystilínuskip til Framherja
Á vári í 2026 skrivaði P/F Regn, sum er í Framherja-samtakinum, undir sáttmála um bygging av nýggjum skipi. Talan er um eitt framkomið frystilínuskip, sum verður umleið 50 metrar langt og fer at hava eina frystilast á 630 rúmmetrar. Hesin nýmótans frystilínubáturin verður fyrsti línubátur, ið er bygdur til fiskiflotan í fleiri ár, og tað er norska fyritøkan Sirius Design & Integration, sum hevur sniðgivið nýggja skipið. Skipið skal byggjast á Stadyard skipasmiðjuni í Noregi, og skrokkurin verður bygdur í Póllandi. Endamálið er at menna eitt framtíðarrættað frystilínuskip, sum sameinir effektiva arbeiðsgongd, orkusparandi rakstur og góðar manningarumstøður. Pláss verður fyri 17 fólkum í manningini. Eftir ætlan kemur nýggja skipið í flotan hjá Framherja á sumri í 2028.
Útlendsk veiða í føroyskum øki
Sjókovin hevur savnað saman og sett tøl um útlendska veiðu upp í samvirknar myndlar fyri
at geva eina lýsing av útlendskari fiskiveiðu í føroyskum sjóøki.
Í hesum partinum verður útlendsk veiða í føroyskum øki lýst við støði í alment tøku hagtølunum um útlendska veiðu í Føroyum.
Útlendska veiðan undir Føroyum er skipað eftir teimum fiskiveiðiavtalum, ið londini hava samráðst um.
Øll veiða í føroyskum sjóøki skal skrásetast og fráboðast føroyskum myndugleikum.
Endamálið er, at geva eina yvirskipaða mynd av fiskiskapinum hjá útlendskum fiskiførum undir Føroyum, bæði við atliti til fiskaslag, veiðinøgdir, tjóðskap og tal av fiskidøgum í árunum 2022-2025.
Gjøgnum samvirknar grafar verður víst, hvørjir tjóðskapir eru í fiskiskapinum í føroyskum øki, hvørji fiskasløg útlendsku fiskiførini royna eftir og hvussu býtið er millum tjóðirnar eftir teimum ávísum fiskasløgunum. Somuleiðis verður hugt nærri at, hvussu nógvar dagar útlendsk fiskifør nýta, og hvussu fiskiskapurin broytist yvir tí.
Tjóðskapur hjá útlendsku fiskiførunum
Samlaða útlendska veiðan í føroyskum sjóøki
Stabbamyndin omanfyri vísir samlaðu veiðinøgdirnar hjá útlendskum fiskiførum í árunum 2022-2025. Sama myndin sæst á grafinum til niðanfyri, men her sæst veiðan býtt á lond fyri hvørt ár. Litirnir umboða teir fimm tjóðskapirnar, ið fiska í føroyskum øki. Myndirnar vísa, at samlaða útlendska veiðan er farin frá umleið 300 túsund tonsum í 2022 upp í gott 400 túsund tons í 2023. Í 2024 heldur økingin fram og veiðan fer uppum 465 túsund tons. Í 2025 sæst ein lítil minking, og samlaða útlendska veiðan er sløk 440 túsund tons. Sostatt er samlaða veiðan økt við 45% frá 2022 til 2025.
Samlaða útlendska veiðan í føroyskum sjóøki býtt á lond
Útlendska veiðan í tonsum í føroyskum øki býtt á lond (2022-2025)
Stabbamyndin omanfyri vísir útlendsku veiðuna í føroyskum sjóøki býtta á lond í árunum 2022–2025. Myndin vísir, at Ísland umboðar størsta partin av veiðuni í føroyskum sjógvi øll árini, og veiðan er økt við umleið 102 túsund tonsum frá 2022 til 2024, ið svarar til eina prosentvísa øking á 63%. Tó sæst ein minking frá 2024 til 2025, tá íslendsku fiskiførini veiddu beint omanfyri 217 túsund tons. Russland hevur næststørstu veiðinøgdirnar, sum sveiggja nakað hesi árini, frá 105 túsund tonsum í 2022 til umleið 122 túsund tons í 2025, tó sæst mesta veiða er í 2024, tá sløk 130 túsund tons vórðu veidd.
Stabbamyndin omanfyri vísir útlendsku veiðuna í føroyskum sjóøki býtta á lond í árunum 2022–2025. Myndin vísir, at Ísland umboðar størsta partin av veiðuni í føroyskum sjógvi øll árini, og veiðan er økt við umleið 102 túsund tonsum, ið svarar til eina prosentvísa øking á 63% frá 2022 til 2024. Tó sæst ein minking frá 2024 til 2025, tá íslendsku fiskiførini veiddu beint omanfyri 217 túsund tons. Russland hevur næststørstu veiðinøgdirnar, sum sveiggja nakað hesi árini, frá 105 túsund tonsum í 2022 til umleið 122 túsund tons í 2025, tó sæst mesta veiða í 2024, tá sløk 130 túsund tons vórðu veidd.
Noreg hevur eina minni, men vaksandi veiðu yvir tíð, serliga við einari týðiligari øking í 2025. Noreg fer frá sløkum 13 túsund tonsum í 2022 uppá 37 túsund tons í 2023 – ein øking uppá 188%. Í 2025 veiddu norsku fiskiførini omanfyri 66 túsund tons, og hetta er sostatt ein øking uppá 77% frá 2023 ella heili 411% frá 2022
Grønlendsku fiskiførini hava eina veiðu á umleið 30 túsund tons hesi árini, og Bretland hevur veitt lutfalsliga lítið samanborið við hini londini við eini veiðinøgd á umleið 2 túsund tons um árið.
Tal av døgum í føroyskum øki býtt lond (2022-2025)
Stabbamyndin omanfyri vísir talið av døgum hjá útlendskum fiskiførum í føroyskum sjóøki býtt á lond í árunum 2022–2025. Vert er at nevna, at hesi fiskifør fáa ikki tillutað fiskidagar, men veiða sambært ásettari kvotu. Tó ger fiskiveiðieftirlitið (Vørn) hetta upp í fiskidagar í teirra hagtalsskipan.
Myndin vísir, at russiskrussisk fiskifør eru flestar dagar í føroyskum øki øll árini, ein lítil minking í dagatali er í 2023, men síðani økjast dagarnir fram til 2025, har talið fer upp um 1.000 dagar.
Ísland hevur eisini eina týðiliga øking í døgum frá 2022 til 2024, áðrenn ein lítil minking sæst í 2025. Norsku fiskiførini hava eina støðuga øking í dagatali gjøgnum øll árini, við størstu økingini frá 2024 til 2025. Bretland hevur eisini eina øking í døgum frá 2022 til 2024, meðan ein lítil minking sæst í 2025.
Grønland er fæstar dagar í føroyskum øki samanborið við hini londini, men dagatalið økist frá 2022 til 2024 og minkar eitt sindur aftur í 2025.
Samanumtikið vísir myndin, at tíðin útlendsku fiskiførini royna í føroyskum øki er økt yvir tíð, og serliga eru tað tey russisku, íslendsku og norsku fiskiførini sum royna í føroyskum øki
Mest veiddu fiskasløgini hjá útlendskum
fiskiførum í føroyskum øki
2022-2025
Blálonga, brosma, hýsa, toskur, longa og upsi
Myndin omanfyri vísir útlendsku veiðuna í føroyskum sjóøki býtta á tey seks fisksløgini ‘blálonga’, ‘brosma’, ‘hýsa’, ‘longa’, ‘toskur’ og ‘upsi’ og lond í árunum 2022–2025. Omanfyri grafin vinstrumegin kann land og fiskaslag veljast. Tá trýst verður á eitt av londunum undir ‘Vel land’, kann t.d Noreg veljast, og síðan sæst norska veiðan av teimum seks fiskasløgunum. Harumframt kann veljast bert at síggja veiðuna eftir einum ávísum fiskaslagi við at velja hetta undir ‘Vel fiskaslag’.
Á stabbamyndini sæst, at Noreg (blátt) og Bretland (ljósareytt) eru tey einastu londini, ið hava munandi veiðu av hesum fiskasløgum.
Blálongan er nærum øll veidd av Noregi, við einari øktari veiðinøgd frá 2022 til 2024 og einari minking í 2025. Sama mynstur sæst fyri brosmu, har Noreg hevur veitt tað mesta, meðan Bretland hevur veitt nøkur fá tons av brosmu hesi árini - og helst er talan bert um hjáveiðu. Veiðan av brosmu er vaksin frá 813 tonsum til 1744 tons frá 2023 til 2024, ið svarar til eina øking á sløk 115%. Í 2025 vóru 1707 tons veidd, ið er ein lítil minking frá árinum fyri.
Hýsa verður í størri mun veidd av Bretlandi, sum stendur fyri størsta partinum av veiðuni øll árini, meðan Noreg hevur ein lítlan men vaksandi part. Veiðan eftir hýsu er vaksin frá 255 tonsum í 2022 upp á 838 tons í 2025. Fyri longu er tað í størstan mun Noreg, men Bretland hevur eina veiðu á umleið 100 tons um árið hesi árini. Veiðan eftir longu hevur ligið um 1000 tons í 2022 og 2023 og økist upp á ávikavist 1649 tons í 2024 og 2168 tons í 2025.
Toskur verður serliga veiddur av Bretlandi, men norska veiðan eftir toski er økt munandi seinastu tvey árini, og í 2025 er tað Noreg, ið hevur størstu veiðinøgdirnar av toski í føroyskum øki. Bretska veiðan av toski fer frá 745 tonsum í 2022 og niður á 305 tons í 2023 og lækkar síðani niður á 248 og 145 tons í ávikavist 2024 og 2025. Norska veiðan fer harafturímóti frá umleið 20 tonsum í 2022-2023 uppá 101 og 201 tons í ávikavist 2024 og 2025. Samanumtikið er samlaða veiðan eftir toski í føroyskum øki lækka við eini stórari helvt (55%).
Fyri upsa er veiðan nærum øll framd av Bretlandi undantikið nøkur tons, ið verða veidd av Noreg. Tá veiðan hjá Noregi fyllir mest er hon 10% av samlaðu útlendsku upsaveiðini. Bretska veiðan eftir upsa fer frá 758 tonsum í 2022 niður á 543 tons í 2025.
Samanumtikið vísir myndin, at Noreg serliga eigur útlendsku veiðuna av blálongu, brosmu og longu, meðan Bretland hevur størsta partin av veiðuni av hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Veiðan av toski er í størstan mun framd av Bretlandi, men Noreg hevur veitt ein størri part seinastu árini.
Svartkjaftur, sild og makrelur
Myndin omanfyri vísir útlendsku veiðuna av makreli, sild og svartkjafti í føroyskum sjóøki býtta á lond í árunum 2022–2025. Omanfyri grafin vinstrumegin kann land og fiskaslag veljast. Tá trýst verður á eitt av londunum undir ‘Vel land’, kann m.a. Ísland veljast og síðan sæst íslendska veiðan av teimum trimum fiskasløgunum. Harumframt kann veljast bert at síggja veiðuna eftir einum ávísum fiskaslagi við at velja hetta undir ‘Vel fiskaslag’.
Á samlaðu myndini sæst, at veiðan av svartkjafti er nógv størri enn hjá hinum fiskasløgunum og økist frá 2022 til 2024, áðrenn ein lítil minking sæst í 2025.
Veiðan av makreli liggur rímiliga støðug á umleið 9500 tonsum frá 2022 til 2024, áðrenn hon minkar niðurá sløk 7200 tons í 2025, ið svarar til eina prosentvísa lækking á 26%. Tað er í størstan mun Russland, ið veiðir makrel í føroyskum sjóøki, men nakað av grønlendskari, norskari og íslendskari veiðu er eisini av makreli. Tað er íslendska veiðan, sum fyllir mest aftaná tí russisku, og tá hon fyllir mest, er hon 5,5% av samlaðu makrelveiðuni.
Veiðan av sild sveiggjar nakað meira millum árini. Veiðan var 9709 tons í 2022 og fór upp á 12172 tons í 2023. Í 2025 sást ein týðilig minking í samlaðu veiðuni av sild, tá samlaða veiðan av sild var 2639 tons. Russland hevur størsta partin av veiðuni øll árini, men Noreg veksur støðugt gjøgnum árini, serliga í 2023 og 2024. Í 2024 er nærum helvtin av sildini veidd av Noregi.
Veiðan av svartkjafti er nógv størri enn hjá hinum báðum fiskasløgunum og økist frá 2022 til 2024, áðrenn hon minkar nakað í 2025. Veiðan fer frá umleið 278 túsund tonsum í 2022 uppá sløk 440 túsund tons í 2024, ið er ein øking á 58%. Ísland stendur fyri størsta samlaða partinum av svartkjaftaveiðini øll árini (51%-63%), meðan Russland hevur næsthægstu veiðinøgdirnar. Noreg og Grønland hava ein minni part av veiðuni samanborið við Ísland og Russland.
Samanumtikið vísa myndirnar, at útlendska veiðan av svartkjafti er væl størri enn av makreli og sild, og at svartkjafturin er størsti parturin av útlendsku veiðuni í Føroyum. Veiðan av makreli og sild er rímiliga støðug, men sveiggjar nakað millum árini, við einari minking í 2025. Svartkjaftaveiðan økist fram til 2024 og minkar síðani nakað í 2025, men liggur framvegis omanfyri 400 túsund tons.
Tíðarseriur fyri útlendska veiðu í føroyskum øki býtt á fiskasløg
Myndin omanfyri vísir tíðarrøðir fyri útlendska veiðu í føroyskum sjóøki býtta á fiskasløg í árunum 2002 til 2024. Veiðan er víst fyri tey tíggju fiskasløgini: ‘toskur’, ‘hýsa’, ‘upsi’, ‘longa’, ‘blálonga’, ‘brosma’ og ‘gullaksur’, og eisini uppsjóvarfiskasløgini ‘svartkjaftur’, ‘sild’ og ‘makrelur’. Hvør grafur vísir gongdina í veiðuni fyri einstaka fiskaslagið yvir tíð.
Í grafunum sæst, at veiðan sveiggjar nógv yvir tíð fyri flestu fiskasløgini. Fyri tosk, hýsu og upsa minkar veiðan fram til 2011, áðrenn hon økist aftur og síðan lækkar niður í einki í 2021. Eftir 2021 sæst aftur ein øking. Veiðan eftir longu, blálongu og brosmu er eisini munandi hægri áðrenn 2011 og vísir annars eina sveiggjandi gongd, men við einari ávísari øking seinnu árini, meðan gullaksur hevur eina lutfalsliga lága og ójavna veiðu gjøgnum alt tíðarskeiðið.
Fyri uppsjóvarfisk er svartkjaftur nógv tað størsta fiskaslagið, og her síggjast stór sveiggj í veiðunøgdini, men veiðan hevur ligið rímiliga støðugt á ella omanfyri 300 túsund tonsum eftir 2014. Veiðan av sild og makreli er minni og sveiggjar eisini nógv. Mesta veiðan av sild sæst í 2006, 2017 og 2018, tá veiðan liggur millum 30 og 40 túsund tons. Hini árini liggur veiðan á 20 túsund tonsum og lægri. Fyri makrelin sæst mesta veiðan í 2011, tá útlendsku fiskiførini veiddu sløk 21 túsund tons og í 2017, tá beint omanfyri 19 túsund tons vóru veidd.
Samanumtikið vísa tíðarseriurnar, at útlendska veiðan í føroyskum sjóøki er merkt av stórum árligum sveiggjum og broytingum yvir tíð fyri fiskasløgini.
Útlendska veiðan í føroyskum øki býtt á
lond, fiskaslag og ár
Ísland
Myndin omanfyri vísir íslendsku veiðuna í tonsum í føroyskum sjóøki fyri tey trý mest veiddu fiskasløgini svartkjaft, makrel og gulllaks í árunum 2022–2025. Í vinstra horni omanfyri grafin ber til at velja eitt ávíst fiskaslag, um ynski er um, at grafurin bert skal vísa íslendsku veiðuna eftir ávísa fiskaslagnum. Veiðan er serliga knýtt at svartkjafti.
Veiðan av svartkjafti økist frá umleið 160 túsund tonsum í 2022 til góð 260 túsund tons í 2024, áðrenn hon minkar niður í 217 túsund tons í 2025. Veiðan av makreli minkar støðugt gjøgnum tíðarskeiðið, frá 540 tonsum í 2022 til umleið 80 tons í 2025, ið svarar til eina minking á 85%. Nakað av íslendskari veiðu er av gulllaksi í 2024 (39 tons) og 2025 (152 tons).
Samanumtikið vísir myndin, at samlaða íslendska veiðan hevur verið økjandi hesi árini, tó er veiðan eftir makreli minkað, meðan veiðan eftir svartkjafti og gullaksi hevur verið hækkandi fram til 2024, við einum ávísum falli í svartkjafti og framhaldandi øking í gullaksi í 2025. Samlaða íslendska veiðan er farin frá sløkum 162 túsund tonsum í 2022 til 217 túsund tons í 2025, við mest veiddu nøgd í 2024, tá veiðan varð sløk 265 túsund tons. Hettar svarar til eina hækking á 34%.
Noreg
Myndin omanfyri vísir norsku veiðuna í tonsum í føroyskum sjóøki í árunum 2022–2025 býtta á fiskasløg. Í vinstra horni omanfyri grafin ber til at velja eitt ávíst fiskaslag, um ynski er um, at grafurin bert skal vísa norsku veiðuna eftir ávísa fiskaslagnum.
Veiðan av svartkjafti økist munandi frá 2022 til 2023, tá veiðan fer frá 11 túsund tonsum upp í 35 túsund tons. Veiðan minkar nakað í 2024 og økist síðani aftur í 2025 til nærum 62 túsund tons, ið er mesta veiðan hesi árini – hetta svarar til eina øking uppá 95% frá árinum fyri.
Norska veiðan av longu økist eisini nógv hesi árini. Hon fer frá 841 tonsum í 2022 til omanfyri 2 túsund tons í 2025. Hetta svarar til eina øking á 143%. Í 2023 var veiðan 822 tons og í 2024 vóru veidd 1551 tons, ið svaraði til eina øking á 89%.
Veiðan av brosmu er eisini vaksin nógv. Veiðan fer úr 681 og 808 tonsum í ávikavist 2022 og 2023 upp á 1736 tons í 2024. Síðan minkar veiðan niður á 1697 tons í 2025, men tó er hetta ein øking á sløk 150% í mun til 2022.
Veiðan av blálongu sveiggjar eitt sindur gjøgnum árini. Veiðan økist frá 247 tonsum í 2022 til 435 tons í 2024 og minkar síðan til 79 tons í 2025.
Veiðan av toski økist frá umleið 25 tonsum í 2022-2023 uppá 101 tons í 2024 og 201 tons í 2025. Hetta svarar til eina øking á 304% frá 2023 til 2024 og 99% frá 2024 til 2025. Norska veiðan eftir hýsu er eisini økjandi hetta tíðarskeiðið og fer frá 9 tonsum í 2022 til 119 tons í 2025 – ein øking uppá 1222%.
Samanumtikið vísir myndin, at samlaða norska veiðan í føroyskum sjóøki er vaksin nógv hesi árini. Norska veiðan fer frá sløkum 13 túsund tonsum tilsamans í 2022 uppá 66 túsund tons í 2025, ið er ein prosentvís øking á 411%. Svartkjaftaveiðan er størsti parturin av veiðini og umboðar 93,5% í 2025, meðan longa er næststørst og umboðar 3%. Hini fiskasløgini hava ein munandi minni lut, hóast ein ávís øking sæst í fleiri av teimum seinastu árini
Bretland
Grønland
Russland
Myndin omanfyri vísir bretsku veiðuna í tonsum í føroyskum sjóøki í árunum 2022–2025 býtta á fiskasløg. Í vinstra horni omanfyri grafin ber til at velja eitt ávíst fiskaslag, um ynski er um, at grafurin bert skal vísa bretsku veiðuna eftir ávísa fiskaslagnum.
Veiðan av upsa minkar úr 758 tonsum í 2022 til 491 tons í 2023, men økist síðani til 543 tons í 2025. Veiðan av toski minkar støðugt gjøgnum tíðarskeiðið, frá 745 tonsum í 2022 til 145 tons í 2025. Hinvegin økist veiðan av hýsu munandi, frá 246 tonsum í 2022 uppá 719 tons í 2025.
Veiðan av havtasku sveiggjar, við einari øking frá 181 tonsum í 2022 til 319 tons í 2023, og síðani einari minking til 125 tons í 2025. Veiðan av longu minkar úr 156 tonsum í 2022 niður í 98 tons í 2024, men økist aftur til 125 tons í 2025.
Samanumtikið vísir myndin, at bretska veiðan er broytt yvir tíð, við minkandi toskaveiðu og økjandi veiðu av hýsu, meðan veiðan av upsa framvegis fyllir ein stóran part av samlaðu veiðuni. Samlaða bretska veiðan er farin frá 2133 tonsum í 2022 niður í 1750 tons í 2025 og hetta svarar til eina minking á 18%.
Myndin omanfyri vísir grønlendsku veiðuna í tonsum í føroyskum sjóøki í árunum 2022–2025 býtta á fiskasløg. Í vinstra horni omanfyri grafin ber til at velja eitt ávíst fiskaslag, um ynski er um, at grafurin bert skal vísa grønlendsku veiðuna eftir ávísa fiskaslagnum.
Veiðan av svartkjafti økist støðugt frá 19 túsund tonsum í 2022 til sløk 26 túsund tons í 2023, 29 túsund tons í 2024 og sløk 32 túsund tons í 2025. Veiðan av sild økist frá 574 tonsum í 2022 til sløk 5 túsund tons í 2024, men minkar munandi í 2025, tá veiðan var umleið 207 tons. Nakað av hjáveiðu er av makreli hesi árini.
Samanumtikið vísir myndin, at grønlendska veiðan í føroyskum sjóøki er nærum bara svartkjaftaveiða, tó so at sildin fyllir nakað í 2023 og 2024 (11% og 14,4%). Samlaða grønlendska veiðan í føroyskum øki er økt hesi árini úr sløkum 20 túsund tonsum upp á umleið 32 túsund tons í 2025, ið svarar til eina øking á áleið 63%.
Myndin omanfyri vísir russisku veiðuna í tonsum í føroyskum sjóøki í árunum 2022–2025 býtta á fiskasløg. Í vinstra horni omanfyri grafin ber til at velja eitt ávíst fiskaslag, um ynski er um, at grafurin bert skal vísa russisku veiðuna eftir ávísa fiskaslagnum.
Veiðan av svartkjafti øktist frá umleið 86 túsund tonsum í 2022 til 115 túsund tons í 2024, og minkaði eitt lítið vet niður til 112 túsund tons í 2025. Veiðan av makreli lá um 9 túsund tons í árunum 2022–2024 og lækkaði niður í 7 túsund tons í 2025.
Veiðan av sild minkar støðugt gjøgnum tíðarskeiðið, frá 9 túsund tonsum í 2022 til 2,4 túsund tons í 2025.
Samanumtikið vísir myndin, at russiska veiðan í føroyskum sjóøki er serliga eftir svartkjafti, ið umboðar meira enn 90% av veiðuni. Harumframt er nakað av veiðu ella hjáveiðu av makreli og sild. Samlaða russiska veiðinøgdin fer frá 105 túsund tonsum í 2022 upp á gott 122 túsund tons í 2025, ið er ein øking á góð 16%.
Sjókovin fingið tilsøgn um fígging frá
fiskivinnugransking til nýggja verkætlan
Í februar fekk Sjókovin tilsøgn um fígging til eina nýggja spennandi verkætlan, ið ber heitið Dátuhavið.
Høvuðsendamálið við verkætlanini er at taka næstu stigini í menningini av einum samvirknum palli við savnaðum fiskivinnudátum, fyri at styrkja vitanargrundarlagið og leggja lunnar undir ein burðardyggari fiskiskap.
Ætlanin er, at pallurin skal hjálpa
a) reiðaríum at fáa eitt samlað yvirlit yvir sín fiskiskap og geva møguleika fyri greiningum av dátunum, ið kunnu gera fiskiskapin meira burðardyggan og lønandi,
b) almennum myndugleikum at taka meira granskingargrundaðar/vitanargrundaðar avgerðir um fiskivinnuna
c) granskarum við arbeiðnum við fiskivinnudátum og atgongd til tess
d) geva almenninginum øktan kunleika um okkara høvuðsvinnu gjøgnum samvirkin kunningarbretti, ið gera torskildar dátur lætt skiljandi.
Fyri at røkka hesum yvirskipaða málinum, er alneyðugt at samstarva við myndugleikar, granskingarstovnar og fyritøkur um alment tøkar fiskivinnudátur og hvat skal til fyri at fáa atgongd til fleiri viðkomandi dátur. Tískil verða fundir og verkstovur har viðkomandi áhugapartar eru bodnir við týdningarmiklir partur av verkætlanini
Oljunýtsla í fiskiflotanum
Tað eru serliga tvær orsøkir til at hyggja nærri eftir oljunýtsluni hjá fiskiflotanum. Fyrsta orsøkin er, at Føroyar, eins og restin av heiminum, hevur sett sær fyri, at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum fyri at avmarka veðurlagsbroytingar, og tí er umráðandi at minka um oljunýtsluna í øllum samfelagnum, og harvið eisini hjá flotanum.
Hin orsøkin er, at oljukostnaðurin er stórur partur av samlaðu útreiðslunum hjá fiskiskipunum, og tí hevur tað stóran týdning fyri lønsemið hjá flotanum, at hann brúkar so lítið av olju, sum gjørligt.
At fáa meira vitan um oljunýtsluna hevur verið eitt av fokusøkjunum hjá Sjókovanum síðani byrjan. Fyri at fáa eina góða mynd av oljunýtsluni hjá fiskiflotanum, hevur Sjókovin savnað inn hagtøl frá reiðaríum um oljunýtsluna fyri árini 2019-2025 hjá nøkrum skipum í flestu skipabólkunum. Við at lata skipini umboða bólkin, ber til at fáa eina mynd av oljunýtsluni í hvørjum skipabólki sær og eina samlaða mynd av oljunýtsluni í flotanum. Sjókovin fegnast um, at enn fleiri skip eru umboðaði í ár. Sjókovin takkar reiðaríunum fyri teirra vælvild at lata hagtøl til greiningarnar.
Eisini er vert at nevna, at Sjókovin í fleiri ár hevur arbeitt miðvíst við at fáa enn fleiri upplýsingar um oljunýtsluna til vega. Sjókovin fekk tíðliga í 2023 saman við viðkomandi áhugapørtum og myndugleikum játtað pening frá Fiskivinnugransking til verkætlan at greina oljunýtsluna í ymisku skipabólkunum. Hendan verkætlan ber heitið SmartFisk og fór av bakkastokki í mai 2023.
Høvuðsendamálið við verkætlanini er at skapa neyðugu vitanina og tilvitanina fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum.
Fyri at røkka hesum yvirskipaða málinum, fer verkætlanin at:
1. lýsa støðuna viðvíkjandi oljunýtslu í ymiskum fiskiskapum og skipabólkum. Saman við vinnuni, verður oljunýtslan skrásett, og kannað verður hvar mesta oljunýtslan er, t.d. sigling til og frá fiskileið, tóving, reiðskapur, o.a. soleiðis at nágreinilig vitan fæst um oljunýtsluna.
2. kanna hvørji tiltøk longu eru sett í verk í flotanum fyri at minka um oljunýtsluna. Eisini vera gjøgnumgingnar føroyskar og útlendskar kanningar av oljunýtsluni hjá fiskiskipum.
3. Saman við vinnuni, eyðmerkja og royna í verki ítøkilig átøk fyri at minka um oljunýtsluna.
Við støði í omanfyristandandi skal verkætlanin koma við ítøkiligum tilmælum, um hvussu oljunýtslan kann minka - saman við viðkomandi áhugapørtum.
Samlaða oljunýtslan hjá føroyskum fiskiskipum
Á myndini omanfyri sæst, at síðan fyrst í 1990’unum hevur samlaða oljunýtslan í Føroyum ligið millum 200-250.000 tons, men er síðan 2017 økt munandi og hevur seinastu árini ligið um 300.000 tons (gula linjan).
Økingin í oljunýtsluni stavar frá øðrum virksemi enn fiskiskapi, tí vit síggja at føroysk fiskifør ikki hava havt munandi vøkstur í oljunýtlsuni og er mestsum óbroytt síðani 2022 (bláa linjan).
Ovast á myndini ber til at velja at síggja oljunýtsluna hjá fiskiførum í prosentum. Her síggja vit, at oljunýtslan hjá fiskiførunum er lutfalsliga minkað í tíðarskeiðnum. Frá 1992-2005 hevur hon ligið um 40-45%, men minkar nógv árini eftir niður í áleið 30%. Her hevur hon ligið rættiliga støðugt síðani og í 2025 var oljunýtslan 28% í mun til samlaðu oljunýtsluna.
Lutfalsliga minkingin í nýtsluni hjá føroyskum fiskiskipum skal ikki skiljast sum, at hetta merkir, at tað ikki er neyðugt at gera nakað við oljunýtsluna hjá flotanum, tí tað er ein sannroynd, at tá føroysk fiskiskip umboða ein slakan triðing av oljunýtsluni, er eyðsæð, at skulu Føroyar minka um útlátið av vakstarhúsgassum, er alneyðugt at tryggja, at fiskiflotin er so effektivur, sum til ber.
Oljunýtsla í mun til avreiðingar
Oljunýtslan er sjálvsagt tætt tengd at gongdini í fiskiskapinum. Fyri at fáa eina ábending um sambandið millum veiðuna og oljunýtsluna vísir bláa strikan á myndini omanfyri, hvussu nógv kilo av veiddum fiski fæst fyri hvønn litur av olju, meðan gulu stabbarnir vísa avreiddu nøgdina.
Tað sæst, at tætt samband er millum støddina av samlaða fiskiskapinum, altso avreiðingarnøgdini, og hvussu nógvur fiskur fæst fyri ein litur av olju. Er nógvur fiskur at fáa, er gjørligt at fáa nógvan fisk fyri hvønn liturin av olju, meðan er fiskiskapurin vánaligur, fæst munandi minni fiskur fyri hvønn litur av olju.
Á myndini sæst, at avreiðingarnøgdirnar eru vaksnar nógv, og kilo av fiski fyri hvønn litur av olju er økt nógv frá 2021 til 2023, tó minkaði talið nakað í 2024 og 2025. Bæði avreiðingarnøgdirnar og hvussu nógvur fiskur fekst fyri hvønn litur av olju minkaðu í 2024 og 2025. Í fjør fingu skipini 6 kg av fiski fyri hvønn litur av olju. Hetta er ein lítil minking í mun til 2024, tá ein litur av olju gav 6.2 kg av fiski.
Ein onnur orsøk til, at alt meiri fiskur fæst fyri hvønn liturin av olju, er effektiviseringin av flotanum. Tað, at færri skip eru til fiskiskap og fáa somu ella størri veiðinøgd upp á land ger, at fiskiskapurin kann gerast effektivari, og at oljunýtslan harvið minkar.
At enda er stór broyting hend í veiðusamansetingini, við tað at nógv meiri av uppsjóvarfiski verður veitt í dag í mun til áður. Samlaðu nøgdirnar av uppsjóvarfiski eru tó minkaðar.
Prosentbýtið av fiskaðu nøgdunum býtt á skipabólkar
Prosentbýtið av oljunýtsluni hjá føroyskum fiskiskipum
Prosentbýtið av virðinum av fiskaðu nøgdunum býtt á skipabólkar
Lagkøkumyndirnar omanfyri vísa støðuna í oljunýtsluni og veiðusamansetingini (í nøgd og virði) seinastu trý árini, t.v.s. árini 2023 til 2025.
Á myndini til vinstru sæst, at uppsjóvarskipini brúktu omanfyri helmingin (53%) av allari oljuni hjá føroyska fiskiflotanum. Trolarar brúktu 18% meðan flakatrolararnir brúktu 16%. Línuskipini og aðrir skipabólkar brúktu ávikavist 6% og 7%.
Hyggja vit at býtinum av fiskaðu nøgdunum, sæst, at uppsjóvarskipini landaðu 84% av samlaðu nøgdini, meðan hinir skipabólkarnir sostatt avreiddu írestandi 16%.
Í býtinum av virðunum síggja vit, at uppsjóvarskipini eru størsti bólkur og fáa 58% av virðunum. Flakatrolarar og línuskip fáa ávikavist 13% og 12%, meðan trolarar og onnur skip fáa umleið 9% hvør.
Viðmerkjast skal, at her er fiskurin roknaður um til livandi vekt, t.v.s. hædd er tikin fyri, at summir bólkar taka fiskin heilan í land, meðan aðrir kryvja, avhøvda ella skera flak av fiskinum.
Gongdin í oljunýtsluni hjá ymisku skipabólkunum
Strikumyndin omanfyri vísir, hvussu nógv olja skuldi til fyri at fiska eitt kilo av fiski í ymsu skipabólkunum í árunum frá 2019 til 2025.
Tað er gleðiligt at síggja, at oljunýtslan er farin niður tvørturum skipabólkarnar frá 2024 til 2025. Í 2025 vóru tað stóru útróðrarbátarnir, sum brúktu minst olju í mun til hvørt kilo av fiski. Hetta talið var 0,07 litur. Tvs fyri hvønn litur av olju fingu teir 14 kg av fiski. Á nøkulunda sama støði vóru uppsjóvarskipini, sum brúktu 0.09 litrar av olju fyri hvørt kg fisk, sum er 11 kg av fiski fyri hvønn litur. Í tíðarskeiðnum hava hesi bólkarnir nýtt umleið 0,1 litur fyri hvørt kilo av fiski í miðal.
Eftir hesar skipabólkar, eru tað frystilínuskipini sum eru tey næst effektivastu, tá ið tað kemur til oljunýtslu. Í 2025 brúktu frystilínuskipini 0,27 litur fyri hvørt kilo, sum er ein lítil minking síðani 2024.
Partrolarar hava havt eina meira sveiggjandi gongd. Oljunýtslan var hægst í 2021, tá teir nýttu 0,52 litur av olju fyri hvørt kilo av fiski. Síðani lækkaði oljunýtslan í 2022, men tók seg upp aftur í 2023. Í 2024 og 2025 lækkaði oljunýtslan fyri hvørt kilo munandi. Oljunýtslan í 2025 var 0,28 litrar fyri hvørt kilo av fiski og lá tá sostatt eitt lítið sindur omanfyri frystilínuskip. Hetta svarar til 3,6 kg fyri hvønn litur.
Flakatrolarar og trolbátar høvdu hægstu oljunýtsluna gjøgnum alt tíðarskeiðið. Tað sást ein støðug øking í oljunýtsluni fyri hvørt kilo av fiski hjá flakatrolarunum síðani 2019 til 2024, men í 2025 lækkaði talið niður á 0,54 litrar av olju fyri hvørt kilo av fiski. Oljunýtslan hjá trolbátunum lá hægri í 2022 og 2023, men minkaði síðani í 2024 og 2025. Í 2025 brúktu teir umleið 0.5 litur fyri hvørt kilo av fiski, sum var ein lítil minking í mun til 2024.
Broytingin millum árini í oljunýtsluni fyri hvørt kilo av fiski stavar fyrst og fremst frá vánaligum ella góðum fiskiskapi, soleiðis at sjálv oljunýtslan hjá skipunum broytist ikki stórvegis, meðan fiskaða nøgdin sveiggjar munandi meir enn oljunýtslan.
Tað er vert at hava í huga, at framleiðslan ikki er tann sama í øllum bólkunum. T.d. koma verksmiðjuskip í land við einari lidnari vøru, meðan í øðrum bólkum verður fiskurin virkaður á landi. Hjá verksmiðjuskipunum liggur tískil øll orkunýtslan í sambandi við framleiðsluna á sjónum. Fyri neyvari at síggja hvat fyri veiðu- og framleiðsluhættir hava minst oljunýtslu og CO2 útlát, kann tað tí vera sera viðkomandi at gera lívsringrásgreiningar av ymiskum fiskavørum, har hædd verður tikið fyri, hvar virkingin av fiskinum fer fram.
Eins og omanfyri, er fiskurin roknaður um til livandi vekt, t.v.s. hædd er tikin fyri, at summir bólkar taka fiskin heilan í land, meðan aðrir kryvja, avhøvda ella skera flak av fiskinum.
Virði av fiski fyri hvønn litur av olju
Strikumyndin vísir gongdina fyri árini 2019 til 2025 í virðinum av avreiðingunum í mun til nýttu litrarnar av olju.
Øll fiskasløg hava ikki sama virði, og tí er ikki nokk einans at hyggja eftir fiskaðu nøgdini, tí tað er virðið av fiskinum, ið skal gjalda fyri oljunýtsluna. Tað er samstundis eyðsæð, at hækkandi oljuprísir raka serliga teir bólkarnar, sum fáa lítið virði fyri hvønn litur av oljum, tí minni verður eftir at rinda aðrar útreiðslur, tá oljan er goldin.
Tað fyrsta vit leggja til merkis er gongdin hjá stórum útróðrarbátum. Í tíðarskeiðnum hava stórir útróðrarbátar havt nógv tað størsta virðið av avreiðingum í mun til nýttu oljunýtsluna. Í árunum 2021 til 2024 fingu teir millum 129-210 krónur í avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju. Hetta talið liggur í 2025 heilt uppi á 368 krónur liturin, sum er ein øking á yvir 153% síðani 2023.
Frystilínuskipini eru tey, sum fáa næststørst virði av avreiðingum í mun til nýttu oljuna. Í 2025 sæst eisini ein ávís øking í virðunum samanborðið við árini fyri. Í 2025 fingu línuskipini 104 krónur í avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju.
Avreiðingarvirðini hjá trolbátunum og uppsjóvarskipunum vóru umleið 51 kr fyri hvønn litur av olju, meðan flakatrolararnir og partrolararnir fingu ávikavist 46 og 29 krónur fyri hvønn litur av olju. Hetta er ein øking hjá øllum bólkum. T.d. broyttist avreiðingarvirðið hjá partrolarunum frá 19 kr í 2024, og hetta er ein øking uppá 47 %.
Samanbering av oljunýtsluni hjá ymisku skipabólkunum
Myndin omanfyri samanber oljunýtsluna hjá ymisku skipabólkunum í 2025. Blái prikkurin vísir lægsta virðið, tann guli miðal virðið og grøni prikkurin vísir mesta virðið.
Tað sæst, at uppisjóvarskipini í miðal nýttu 0,09 litrar av olju fyri hvørt kilo av fiski. Tað effektivasta skipið nýtti umleið 0,06 litrar, meðan tað minst effektiva nýtti umleið 0,15 litrar fyri hvørt kilo. Hetta merkir, at tað effektivasta skipið hevði eina oljunýtslu, sum var 40% av oljunýtsluni samanborið við tað skipið, sum nýtti mest olju fyri hvørt kilo av fiski, og 60% samanborið við miðalnýtsluna.
Tað kunnu vera nógvar orsøkir til munir millum skipini. Ein stór orsøk er munur millum kvotastødd og býtið millum fiskasløgini hjá ymisku skipunum. Ein annar munur kann vera at skrokkur og motorur á ávísum skipum eru effektivari. Eisini er fiskiskapurin ymiskur millum skipini og árini. Tað er tí møguligt, at skip kunnu liggja undir miðal eitt ár og omanfyri miðal eitt annað ár.
Bólkurin sum hevur størsta spennið var línuskipini, har ið effektivasta skipið brúkti 0.21 litrar fyri hvørt kilo av fiski, meðan tað, sum brúkti mest nýtti 0.39 litur fyri hvørt kilo, sum er næstan dupult so nógv.
Miðaloljunýtslan fyri hvørt kilo av fiski í partrolarunum var 0,28 litar, sum var nakað størri enn hjá línuskipunum, men allir partrolararnir nýttu væl minni enn tað minst effektiva frystilínuskipið.
Oljunýtsla í uppsjóvarfiskiskapinum
Uppsjóvarfiskiskapurin er størsti einstaki fiskiskapurin í Føroyum og stendur fyri einum munandi parti av samlaðu oljunýtsluni hjá fiskiflotanum. Tað er tí viðkomandi at greina oljunýtsluna í hesum partinum av vinnuni nærri.
Høvuðsfiskasløgini í uppsjóvarfiskiskapinum eru makrelur, sild og svartkjaftur, umframt nakað av lodnu.
Myndin til høgru vísir avreiðingarnar í tonsum fyri hesi fiskasløgini í tíðarskeiðnum 2020–2025. Svartkjaftur er klárt størsta fiskaslagið í nøgd, við árliga veiðu á umleið 200.000–450.000 tons. Makrelur og sild liggja á einum lægri støði, umleið 100.000 tons árliga, tó við lægri nøgdum í 2024 og 2025. Lodna hevur avmarkaðan týdning og verður einans fiskað í ávísum árum.
Hóast svartkjaftur hevur størstu nøgdina, hevur makrelur vanliga hægsta avreiðingarvirðið, umleið eina milliard krónur árliga. Lækkingin í makrelnøgdini í 2024 og 2025 hevur ikki ført til samsvarandi lækking í virðinum, orsakað av einum markantum prísvøkstri.
Sild hevur vanliga havt næststørsta avreiðingarvirðið, umleið eina hálva milliard krónur. Seinastu trý árini er virðið av svartkjafti tó vaksið munandi, og hevur í hesum tíðarskeiði ligið á einum støði kring eina milliard krónur, og harvið verið ájavnt makreli í samlaðum virði.
Avreiðingarvirði á uppsjóvarfiskasløgunum
Fyri at greina oljunýtsluna nærri hevur Sjókovin fingið útgreinaði hagtøl frá einum úrvali av uppsjóvarskipum. Hetta ger tað møguligt at kanna oljunýtsluna í mun til bæði fiskaslag og fiskileið. Av tí at skrásetingin av oljunýtslu og øðrum hagtølum er ymisk frá skipi til skip, fevnir greiningin ikki um allan flotan. Tó er dátugrundarlagið mett at vera nóg umboðandi til at lýsa yvirskipaðu viðurskiftini í uppsjóvarfiskiskapinum.
Í mun til undanfarin ár er dátugrundarlagið broytt nakað, við tað at áður hava vit fingið avreiðingardátur beinleiðis frá feløgunum, meðan nú byggja hagtølini á avreiðingardátur frá Vørn. Munurin er serliga, at nakrir túrar fara fram í fleiri økjum, t.d. í føroyskum sjóøki og í NEAFC. Dáturnar frá Vørn leggja tó allan túrin inn undir eitt sjóøki og hetta elvir til at hagtølini broytast nakað. Hagtølini geva tó framvegis eina rættvísandi mynd av tí, sum er farið fram.
Mynstrið í uppsjóvarfiskiskapi eftir mánaði og fiskaslagi í árunum 2020-2025
Uppsjóvarfiskasløgini eru ferðandi stovnar, har lívfrøðilig og umhvørvislig viðurskifti ávirka útbreiðsluna frá ári til árs. Myndin omanfyri vísir árstíðarmynstrið í fiskiskapinum fyri hvørt fiskaslag í tíðarskeiðnum januar 2019 til desember 2025. Greiningin vísir eitt týðiligt árstíðarbundið mynstur: í fyrra hálvári er fiskiskapurin serliga eftir lodnu og svartkjafti, meðan makrelfiskiskapurin tekur seg upp um summarið og heldur fram út á heystið. Síðani fylgir sildafiskiskapurin, sum er mest frammi á heysti og fram til árslok.
Í komandi pørtum verður uppsjóvarfiskiskapurin greinaður nærri fyri hvørt fiskaslag sær. Her verður millum annað hugt at mánaðarligum fiskiskapi, effektiviteti máldur sum kilo fyri hvønn litur av olju og fyri hvønn tíma, umframt avreiðingarvirði fyri hvønn litur og miðalprísi fyri hvørt kilo. Greiningarnar eru gjørdar á økisgrundarlagi fyri tíðarskeiðið 2019–2025.
Uppsjóvarfiskiskapurin eftir makreli
Makrelurin er hitt virðismiklasta av uppsjóvarfiskasløgunum. Sum sæst á myndini niðanfyri, er eitt serligt eyðkenni við makrelfiskiskapinum, at hann fer fram í stuttum og intensum tíðarskeiðum. Veiðan er savnað í fáar mánaðir, ofta við sera høgum toppum, meðan lítil ella eingin veiða er restina av árinum. Hetta merkir, at fiskiskapurin er treytaður av stuttum tíðarskeiðum, har fiskurin er tøkur í stórum nøgdum, og at tað tí krevur stóran kapasitet og góða tillaging at gagnnýta hesi vindeygu.
Makrelur verður veiddur í fýra høvuðsøkjum: føroyskum sjóøki, norskum sjóøki, ES-sjógvi (nú bretskum sjógvi) og í altjóða sjóøkinum (NEAFC). Fiskiskapurin hevur vanliga tikið seg upp fyrst í føroyskum sjóøki og síðani flutt seg serliga til bretskan sjógv, har ein stórur partur av veiðuni hevur verið framdur seinni í árinum.
Eftir Brexit mistu føroysk fiskiskip atgongdina til bretskan sjógv, og hetta hevði við sær eina týðiliga broyting í árstíðarmynstrinum. Fiskiskapurin flutti seg í størri mun til NEAFC og norskt sjóøki, samstundis sum veiðan fór fram fyrr á árinum. Myndin vísir eisini, at veturveiðan, sum áður var vanlig í bretskum sjógvi, nærum helt uppat í árunum eftir Brexit. Í 2024 tók fiskiskapurin í bretskum sjógvi seg uppaftur, og árstíðarmynstrið líkist aftur meira tí, sum var galdandi undan Brexit, tó við ávísum frávikum.
Myndin til vinstru vísir, hvussu stórt avreiðingarvirði fæst fyri hvønn litur av olju í teimum ymsu fiskileiðunum. Í 2019 og 2020 var munurin millum økini sera stórur. Í bretskum sjógvi fekst umleið 170–230 krónur fyri hvønn litur av olju, meðan virðið í føroyskum sjóøki lá um 80–90 krónur. Hetta vísir, at fiskiskapurin í bretskum sjógvi var munandi meira lønandi í mun til oljunýtslu.
Eftir Brexit sæst ein týðilig minking í avreiðingarvirði fyri hvønn litur í øllum økjum, men seinastu árini hevur ein ávísur bati verið at síggja, serliga í føroyskum og NEAFC øki.
Í 2025 var virðið fyri hvønn litur serliga høgt og lá umleið á 110 krónur fyri hvønn litur í føroyskum sjóøki og um 300 krónur í bretskum sjógvi. Høga virðið stavar frá stórum prísvøkstri, meðan munurin stavar frá muni í effektiviteti millum økini.
Samstundis sæst eisini, at føroyskt sjóøki og NEAFC-økið seinastu árini hava nærkast hvørjum øðrum og liggja á einum líknandi støði.
Myndin til høgru vísir avreiðingarprísin fyri makrel býtt á øki. Her sæst, at prísurin í fleiri ár var hægstur í norskum sjóøki, serliga í 2021 og 2022, har hann lá um 9–10 krónur fyri kilo. Í sama tíðarskeiði lá prísurin lægri í føroyskum og NEAFC-øki, um 5–7 krónur fyri kilo. Í 2023 var veiðan avmarkað til føroyskt og NEAFC-øki, har prísurin lá ávikavist um 6 og 7 krónur fyri kilo.
Frá 2024 sæst ein greið broyting, har prísurin hækkar munandi í øllum økjum. Í 2025 nær prísurin hægsta støði í øllum økjum, serliga í bretskum sjógvi, har hann fer upp um 20 krónur fyri kilo.
Tað, sum myndin ikki beinleiðis vísir, er, at prísurin á makreli vanliga hækkar gjøgnum árið. Hann er ofta lægstur, tá fiskiskapurin byrjar á sumri, og hækkar síðan líðandi fram móti ársenda. Hetta merkir, at fiskur veiddur í føroyskum sjóøki ofta verður seldur til lægri prís, meðan fiskur veiddur seinni á árinum, serliga í norskum og bretskum sjógvi, fær hægri prís.
Avreiðingarprísur á makreli býttur á øki
Í ársfrágreiðingini fyri fiskivinnuna 2020 gjørdi Sjókovin eina nærri greining av búskaparliga virðinum av atgongdini til bretskan sjógv. Í hesi greining varð serliga hugt at miðal avreiðingarprísinum gjøgnum árið. Niðurstøðan var, at atgongd til bretskan sjógv hevur stóran týdning fyri samlaða virðisskapanina, bæði á sjónum og á landi. Hetta hongur saman við, at makrelurin, tá hann kemur í bretskan sjógv, vanliga er í betri standi, við hægri fitiinnihaldi og fastari konsistensi.
Avreiðingarvirði á makreli fyri
hvønn litur av olju býtt á øki
Fiskiskapur eftir makreli býttur á øki í nøgd
í mun til litrar av olju
Mánaðarligi fiskiskapurin eftir makreli býttur á øki
Uppsjóvarfiskiskapurin eftir sild
Sildafiskiskapurin er sera árstíðarbundin og fer vanliga fram frá september til november/desember, serliga í føroyskum og íslendskum sjóøki. Fiskiskapurin er tí í stóran mun savnaður á heysti, har størstu nøgdirnar verða veiddar.
Mánaðarligi fiskiskapurin eftir sild býttur á øki
Fiskiskapur eftir sild býttur á øki í nøgd í mun til litrar av olju
Myndin til omanfyri vísir avreiðingarnøgdina fyri hvønn litur av olju í teimum ymsu veiðiøkjunum. Sum heild sæst, at fiskiskapurin í íslendskum sjóøki ofta gevur størstu nøgd fyri hvønn litur av olju, og er tí mest effektivur í nøgd. Tó eru undantøk, har føroyskt sjóøki ávís ár liggur á sama støði ella hægri, serliga í 2020 og 2021.
Samstundis sæst ein týðilig minking í effektivitetinum frá 2019 og 2020 til árini eftir, har kilo fyri hvønn litur lækka í flest øllum økjum. Seinastu árini sæst ein ávísur bati, men effektiviteturin er framvegis lægri enn í teimum bestu árunum fyrst í tíðarskeiðinum.
Avreiðingarvirði á sild fyri hvønn litur av olju býtt á øki
Myndin vísir tó, at ávís frávik eru frá hesum mynstri. Serliga í 2022 og 2023 sæst, at ein minni partur av veiðuni eisini fór fram um summarið, bæði í føroyskum sjóøki og í altjóða sjógvi (NEAFC). Hesar nøgdir vóru tó lítlar samanborið við høvuðsveiðuna á heysti.
Ein onnur týðandi eygleiðing er, at veiðan er samlað í stuttum og intensum tíðarskeiðum. Einstakir mánaðir, serliga í oktober og november, standa fyri einum stórum parti av samlaðu ársveiðuni. Hetta vísir at fiskiskapurin er treytaður av stuttum tíðarskeiðum, har sildin savnast í stórum nøgdum og er tøk fyri fiskiskapi.
Myndin vísir eisini, at landafrøðiliga býtið av veiðuni hevur broytt seg yvir tíð. Meðan føroyskt sjóøki hevur havt ein týðandi leiklut í fleiri árum, sæst, at íslendskt øki hevur fingið størri týdning seinastu árini, har stórir toppar í veiðuni í høvuðsheitum koma úr hesum øki. Samstundis er fiskiskapurin í NEAFC meira óregluligur og spjaddur, og hevur serliga ein leiklut seinast í vertíðini.
Avreiðingarprísur á sild býttur á øki
Myndin omanfyri til vinstru vísir avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju í ymsu veiðiøkjunum. Her sæst, at íslendskt sjóøki sum heild hevur givið hægsta virði fyri hvønn litur. Hetta stavar frá, at bæði veiðueffektivitetur og prísur eru høgir í hesum øki. Føroyskt sjóøki og NEAFC hava harafturímóti størri sveiggj og lægri virði, samanborið við Ísland.
Myndin omanfyri til høgru vísir avreiðingarprísin fyri sild býtt á øki. Sum heild er prísurin lutfalsliga líkur millum økini, men við einum greiðum vøkstri seinastu árini, har prísurin í íslendskum og NEAFC øki nærkast 7–8 kr/kg. Hetta merkir, at íslendskt sjóøki ikki bara gevur stóra nøgd fyri hvørja oljunýtslu, men eisini hægri prís, og harvið samlað hægri virðisskapan.
Uppsjóvarfiskiskapurin eftir svartkjafti
Mánaðarligi fiskiskapurin eftir svartkjafti býttur á øki
Fiskiskapur eftir svartkjafti býttur á øki í nøgd
í mun til litrar av olju
Avreiðingarvirði á svartkjafti fyri hvønn litur av olju býtt á øki
Av øllum fiskasløgum í føroyska fiskiskapinum er tað svartkjaftur, sum hevur hægstu avreiðingarnøgdirnar. Nøgdirnar hava vanliga ligið um 200-350.000 tonsum árliga, men seinastu trý árini hava øll ligið omanfyri 400.000 tons árliga.
Tá vit hyggja eftir veiðuni av svartkjafti býtt á árið og øki, sæst eitt sera týðiligt og konsentrerað árstíðarmynstur. Fiskiskapurin er savnaður á eitt stutt tíðarskeið á vári, har mest verður fiskað í apríl–mai, men í fleiri árum sæst eisini ein fyrri toppur í februar–mars. Uttan fyri hesi tíðarskeið er fiskiskapurin lítil ella nærum ongin.
Landafrøðiliga er fiskiskapurin í stóran mun savnaður í føroyskum sjóøki, sum stendur fyri greitt størsta partinum av veiðuni. Nakað av fiskiskapi fer tó fram í NEAFC og í nógv minni mun í íslendskum og norskum øki. Fram til 2020 var eisini nakað veitt í ES-sjógvi.
Tá ið talan er um svartkjaft, fæst ofta nógv veiða fyri hvønn litur av olju. Myndin til vinstru vísir, at veiðan í 2024 lá um 14–16 kilo fyri hvønn litur av olju í týdningarmestu økjunum. Í 2022 var effektiviteturin hægstur, við góðum 21 kilo fyri hvønn litur í føroyskum sjóøki.
Samanborið við hini uppsjóvarfiskasløgini er svartkjaftafiskiskapurin eyðkendur av eini nógv hægri veiðu í mun til oljunýtsluna. Sostatt fæst sum heild meira fiskur fyri hvønn litur av olju enn bæði fyri sild og serliga fyri makrel. Av hesum sæst, at fiskiskapurin er miðsavnaður í stuttum og intensum tíðarskeiðum, har stórar nøgdir verða tiknar upp í senn.
Myndin niðanfyri til vinstru vísir avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju í svartkjaftafiskiskapinum býtt á øki. Sum heild hevur føroyskt øki givið hægsta virðið fyri hvønn litur av olju, meðan NEAFC hevur ligið nakað lægri.
Sum heild hevur virðið verið nakað hækkandi, við tað at virðið fyri hvønn litur av olju tey síðstu 4 árini hevur ligið nakað hægri enn tey fyrstu trý árini, bæði í føroyskum øki og í NEAFC.
Orsøkin til hetta er serliga at finna í hækkandi prísi, sum eisini sæst á myndini niðanfyri til høgru, har tað sæst, at prísurin sum heild hevur verið hækkandi, bæði í føroyskum øki og í NEAFC.
Avreiðingarprísur á svartkjafti býttur á øki
Samanberingar og samanumtøka av uppsjóvarfiskiskapi
Omanfyri er givin ein gjøgnumgongd av oljunýtsluni í mun til fiskiskapin fyri hvørt eintakt uppsjóvarfiskaslag.
Her verða fiskasløgini samanborin, soleiðis at vit kunnu síggja munin millum fiskiskapin eftir einstøku fiskasløgunum.
Fyrsta myndin (myndin niðanfyri) vísir veiðu í kilo fyri hvønn litur av olju. Í 2019 og 2020 lá úrtøkan fyri øll trý fiskasløgini nøkulunda ájavnt, umleið 16-17 kilo fyri hvønn litur av olju. Seinastu árini hevur svartkjafturin tó ligið væl omanfyri hini fiskasløgini.
Hetta stavar einamest frá, at fiskiskapurin eftir sild og makreli geva minni úrtøku nú enn áður, meðan úrtøkan í fiskiskapinum eftir svartkjafti er økt nakað.
Veiða í kilo fyri hvønn litur av olju
Á næstu myndini (myndin niðanfyri), ið samanber avreiðingarvirðini av ymisku fiskasløgunum í mun til hvønn litur av olju, sæst, at sildin hevur ligið rættiliga javnt á umleið 50-60 krónur í avreiðingarvirði fyri liturin, meðan svartkjafturin hevur havt lægsta avreiðingarvirði við 20-40 krónur.
Makrelurin hevur havt munandi størri sveiggj í veiðivirðinum enn hini fiskasløgini, við tað at virðið í mun til hvønn litur av olju var nógv hægst í 2019 og 2020 við ávikavist 118 og 86 kr. fyri liturin fyri síðan, eftir Brexit, at falla niður í 20 kr. fyri liturin av olju. Síðan er virðið hækka og í 2025 gjørdi tað eitt lop upp á nærum 150 kr. fyri liturin av olju.
Avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju
Samanbera vit avreiðingarprísirnar á ymisku fiskasløgunum (myndin niðanfyri) sæst, at serliga makrelurin hevur høgan avreiðingarprís, meðan sildin hevur nakað lægri prís, og svartkjafturin hevur vanliga nógv tann lægsta prísin. Prísurin hevur sum heild verið hækkandi seinastu árini og á myndini sæst, hvussu prísurin á makreli er hækkaður almikið í 2024 og 2025.
Avreiðingarprísir
Frágreiðing um lóg um sjófeingi
Á hvørjum ári leggur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fram frágreiðing um fyrisiting av sjófeingi og teimum veiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar framtíðarætlanir hann hevur. Hendan frágreiðingin er ikki løgd fram enn, og tískil kann frágreiðingin ikki endurgevast enn. Tá frágreiðingin er løgd fram, so verður hon endurgivin her, eins og undanfarin ár. Frágreiðingin hevur seinastu nógvu árini innihildið niðanfyristandandi evnir.
Innihaldið í frágreiðingini undanfarin ár:
Løgtingslóg um sjófeingi. Hvat er sett í verk? Tey mest týðandi økini í tíðarskeiðnum fyri 1. februar í inniverandi ári
Hagtøl um fiskiveiðu.
Uppboðssølurættindi, menningarkvotur og kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.
Veiðirættindi og avtalur um veiðirættindi.
Vørn: Støðulýsing innan fiskiveiðieftirlit.
Havstovan: Støðulýsing av mest týðandi fiskastovnunum.
Landsstýrismaðurin: Hvørjar ætlanir hevur hann í hyggju at fremja
Løgtingslógin um sjófeingi kann lesast her
Keldur og tilvísingar
Myndir
Høvuðsevnir í ársfrágreiðingini 2025: James Currie Photography
Avreiðingar: Sjókovin
Útflutningur av fiskavørum: James Currie Photography
Hvussu verður fiskurin virkaður: Varðin pelagic
Føroyska uppsjóvarvinnan: James Currie Photography
Føroya botnfiskiskapurin: James Currie Photography
Løntakarar í fiskivinnuni: Vaðhorn
Lívfrøðiliga grundarlagið: Unsplash.com
Endurnýggjan og stødd av fiskiflotanum: Unsplash.com
Høgaberg: Framherji, framherji.fo
Vesturleiki: Atlantic Shipping, atlanticship.dk
Fagraberg: Sanna Laksá
Nord Vista: Homer - Ship Spotting, shipspotting.com
Nýggja frystilínuskipið hjá Regn: Stadyard
Útlendsk veiða í føroyskum øki: Unsplash.com
Mest veiddu fiskasløgini hjá útlendskum fiskiførum í føroyskum øki: Unsplash.com
Útlendska veiðan í føroyskum øki býtt á lond, fiskaslag og ár: Unsplash.com
Nýggj verkæltan / Mynd av fuglum: James Currie Photography
Oljudálking: John Rourke - Unsplash.com
Oljunýtsla í uppsjóvarfiskiskapinum: Unsplash.com
Makrelur: MSC - © Scandinavian Fishing Year Book, Illustration of Scomber scombrus - Atlantic mackerel
Sild: MSC - © Scandinavian Fishing Year Book, Illustration of a Clupea harengus - Atlantic Herring
Svartkjaftur: © Scandinavian Fishing Year Book, Illustration of a Micromesistius poutassou - Blue Whiting
Lodna: Marz seafood
Samanberingar og samanumtøka av uppisjóvarfiskiskapi: Unsplash.com
Frágreiðing um lóg um sjófeingi:
Keldur og tilvísingar: James Currie Photography
Keldur
Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2023. 2021. Leinkja: https://www.sjokovin.fo/fiskivinnan2023
Fiskimálaráðið. 2024. Fiskiveiðiavtalur. Leinkja: https://www.fisk.fo/fo/kunning/fiskiveidiavtalur/
Hagstova Føroya. Leinkja: http://www.hagstova.fo
Havsbrún. Leinkja: https://www.havsbrun.fo/
Havstovan: Leinkja: http://www.hav.fo
Havstovan 2025: Tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í 20245 Leinkja: https://www.hav.fo/wp-content/uploads/2024/12/Tilmaeli-2025.pdf
Løgtingslóg um sjófeingi: Leinkja: https://logir.fo/Logtingslog/152-fra-23-12-2019-um-sjofeingi
ICES. 2024. Blue whiting (Micromesistius poutassou) in subareas 1–9, 12, and 14 (Northeast Atlantic and adjacent waters). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, whb.27.1-91214, https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019714
ICES. 2024. Cod (Gadus morhua) in Subdivision 5.b.1 (Faroe Plateau). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, cod.27.5b1. https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019225
ICES. 2024. Cod (Gadus morhua) in Subdivision 5.b.2 (Faroe Bank). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, cod.27.5b2. https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019228
ICES. 2024. Haddock (Melanogrammus aeglefinus) in Division 5.b (Faroes grounds). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, had.27.5b. https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019258
ICES. 2024. Herring (Clupea harengus) in subareas 1, 2, 5 and divisions 4.a and 14.a, Norwegian spring-spawning herring (the Northeast Atlantic and Arctic Ocean). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, her.27.1-24a514a, https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019270
ICES. 2024. Mackerel (Scomber scombrus) in subareas 1–8 and 14 and Division 9.a (the Northeast Atlantic and adjacent waters). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, mac.27.nea, https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019339
ICES. 2024. Saithe (Pollachius virens) in Division 5.b (Faroes grounds). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, pok.27.5b. https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019471
Útlendingastovan. Leinkja: https://www.utlendingastovan.fo
Varðin - Leinkja: http://www. vardin.fo
Vørn - http://www.vorn.fo
Sjókovin takkar øllum, sum hava givið sítt íkast til frágreiðingina