Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2025
Fororð
Eitt av aðalendamálunum hjá Sjókovanum er at økja kunnleikan um føroysku fiskivinnuna. Tískil hevur Sjókovin, síðani hann var stovnaður í 2020, lagt nógva orku í at lýsa gongdina í fiskivinnuni gjøgnum ársfrágreiðingar.
Hetta er sætta ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna, og sum undanfarin ár savna vit upplýsingar og vitan um avreiðingar, útflutning, arbeiðsmarknað, lívfrøðilig tilmæli, oljunýtslu í flotanum, stødd og endurnýggjan av fiskiflotanum á einum staði. Ætlanin er at lýsa hesar tættir á hvørjum ári, og á hendan hátt vera viðvirkandi til at gera søguligt tilfar, sum kann nýtast í framtíðini.
Sjókovin hevur frá byrjan av ynskt at fingið størri fokus á, hvussu umhvørvisliga ávirkanin av fiskivinnuni kann minkast. Tíverri finnast enn eingi almenn útgreinaði tøl fyri oljunýtsluna hjá skipabólkunum, men Sjókovin arbeiðir miðvíst við at fáa meira vitan og hagtøl til vega um hetta evnið. Oljugreiningarnar eru vorðnar fastur tættur í frágreiðingini og tað frøir okkum, at vit aftur í ár hava lagt fleiri skip afturat greiningum okkara, soleiðis, at til ber at samanbera oljunýtsluna tvørtur um enn fleiri skip og skipabólkar. Eisini hava vit aftur í ár greinað oljunýtsluna í uppsjóvarfiskiskapinum fyri fiskasløg og veiðiøki. Allar hesar greiningarnar eru bert møguligar við tølum og góðum samstarvi við reiðaríir, og tí fegnast Sjókovin um, at samstarv er fingið við enn fleiri skip í ár. Ætlanin er framhaldandi at byggja uppá oljugreiningarnar, soleiðis at vit við tíðini fáa eina meira fullfíggjaða mynd av, hvussu støðan er viðvíkjandi oljunýtslu í fiskiflotanum, og hvussu tølini kunnu býtast út á ymiskan reiðskap og fiskasløg. Í sambandi við, at SmartFisk verkætlanin, sum er fíggjað av fiskivinnugransking, verður liðug í ár, verður meira at frætta um oljunýtsluna í ymisku skipabólkunum á serstøkum tiltaki, har vit leggja fram úrslit og tilmæli frá verkætlanini.
Umframt hesar føstu tættir leggja vit okkum á hvørjum ári eftir at lýsa ávís evni nærri. Í fjør hugdu vit eftir línufiskiskapinum, og sóu hvønn týdning tað hevði fyri bólkin at hava atgongd at fiska á útlendskum leiðum. Í ár hava vit lagt okkum eftir at gera meira burturúr botnfiskiskapinum, serliga undir Føroyum. Fiskiskapurin undir Føroyum er høvuðsgrundarlagið undir flestu av okkara skipabólkum. Eisini er meira gjørt við at lýsa uppsjóvarfiskiskapin nærri.
Høvuðsgrundarlagið undir frágreiðingini eru almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya, umframt tilfar og tilmælir frá Havstovuni og ICES. Arbeiðið við hesum hagtølunum um fiskivinnuna er sera gevandi, men ofta ørkymlandi. Sum heild, hava vit sera góð hagtøl og nógvar spennandi dátur í Føroyum, sum kunnu vera grundarlagið undir nógvum greiningum. Men tá ið hagtøl og dátur verða brúkt, greinaði og visualiseraði, er lættari at síggja skeivleikar ella manglar í hagtølunum. Tað hevur stóran týdning, at hagtølini og dátur eru atkomulig og vælskipaði. Hetta er ein framhaldandi avbjóðing. Tískil hevur Sjókovin fyri kortum tikið stig til eina royndarverkætlan, har ætlanin er at samla hagtøl og dátur á einum staði, fyri at gera tey meira atkomulig og at lætta um greiningar. Tað gleðir okkum at boða frá, at vit júst hava fingið játtað pening frá fiskivinnugransking til at fremja verkætlanina, og meira verður at frætta um hetta í næstum.
Við hesari ársfrágreiðingini hava vit ment eitt samvirkið amboð, sum ger tað møguligt at fáa lætta atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna. Vit vóna, at frágreiðingin verður eitt gott íkast til eitt upplýst kjak og greiningar av fiskivinnuni frameftir.
Sigurgunn Wenzelsdóttir Várting, Sanna Laksá, Magni Laksáfoss,
Mekhala O. Kollslíð og Unn Laksá
Leirvík, 30. Apríl 2026
Unn Laksá
Sigurgunn W. Várting
Sanna Laksá
Magni Laksáfoss
Mekhala O. Kollslíð
Avreiðingar
Avreiðingarnar hjá føroyskum fiskiførum eru grundarlagið undir føroysku fiskivinnuni og geva eina týðandi mynd av gongdini í vinnuni. Í hesum partinum verður gongdin lýst frá 2000 til 2025, við serligum denti á 2025. Nakað av tí sum verður umrøtt er, hvussu veiðan er býtt á sjóøki, fiskasløg og skipabólkar, og hvussu samspælið millum nøgdir og virðir broytist frá ári til ár. Hagtølini vísa stór sveiggj í nøgdunum og týðiligan mun á, hvørji fiskasløg fylla mest í tonsum, og hvørji skapa størstu virðini. Í 2025 minkaði heildarveiðan í nøgd samanborið við 2024, meðan samlaða avreiðingarvirðið rakk hægsta støði nakrantíð.
Trýst á her
.. og síggj og les meira um
avreiðingar hjá føroysku fiskiførunum
Útflutningur av fiskavørum
Útflutningurin av fiskavørum gevur eina týðandi mynd av gongdini í føroysku fiskivinnuni og av búskaparliga týdninginum hjá vinnuni. Í hesum partinum verður gongdin lýst frá 1993 til 2025, við serligum denti á 2025. Millum annað verður hugt at útflutninginum av fiskavørum, bæði í nøgd og virði, og at hvussu broytingar í nøgdum, prísum og marknaðum ávirka samlaða útflutningsvirðið. Hagtølini vísa, at útflutningurin hevur verið javnt vaksandi seinastu árini, tó við sveiggjum millum ár og bólkar. Í 2025 vóru útflutningsvirðini fyri fleiri av bólkunum methøg, hóast útflutningsnøgdirnar ikki øktust nógv.
Trýst á her
.. og síggj og les meira um
føroyska útflutningin av fiskavørum
Hvussu verður fiskurin virkaður?
Virkingin av fiskavørum gevur eina mynd av, hvussu føroyskur fiskur verður gagnnýttur og skapar meirvirði, áðrenn hann verður útfluttur. Í hesum partinum verður hugt at søguliga útflutninginum av seks høvuðsfiskasløgum og at, hvussu tey verða virkað og býtt á ymiskar vørubólkar. Fiskasløgini, sum verða lýst, eru botnfiskasløgini toskur, hýsa og upsi, umframt uppsjóvarfiskasløgini makrelur, sild og svartkjaftur. Hagtølini vísa, hvussu stórur partur av hvørjum fiskaslagi verður útfluttur sum eitt nú heilur ella kruvdur fiskur, flak, frystar vørur ella aðrar vørubólkar, og hvussu býtið broytist í nøgd og virði frá ári til ár.
Trýst á her
.. og síggj og les meira um
hvussu fiskurin verður virkaður
Føroyska uppsjóvarvinnan
Uppsjóvarfiskasløgini sild, makrel og svartkjaftur eru ferðandi fiskastovnar…
Trýst á her
.. og síggj og les meira
um føroysku uppsjóvarvinnuna
‘‘Samanumtikið kann sigast, at makrelur og svartkjaftur skapa størsta partin av samlaða veiðivirðinum, men á ymiskan hátt – makrelur við høgum prísi og svartkjaftur við stórum nøgdum – meðan sild hevur eitt lægri og meira sveiggjandi virði. ‘‘
Føroyski botnfiskiskapurin
Føroyski botnfiskiskapurin
Í hesum partinum hyggja vit nærri at botnfiskiskapinum, við serligum denti á veiðu á Landgrunninum hjá bólki 2-5. Sjókovin hevur áður víst á, hvussu stóran búskaparligan týdning atgongdin at fiska á útlendskum leiðum hevur fyri línuskipini. Føroyski landgrunnurin er tó grundarlagið undir fiskiskapinum hjá flestu føroysku fiskiførunum og tískil hyggja vit í ár eftir gongdini í hesum fiskiskapi.
Trýst á her
… og les og síggj meira um føroyska botnfiskiskapin
Starvsfólk í fiskivinnuni
Starvsfólkini í fiskivinnuni eru ein týðandi fortreyt fyri virkseminum í vinnuni. Gongdin í starvsfólkatalinum í fiskivinnuni gevur eina týðandi mynd av, hvussu arbeiðsmegin í fiskiskapi og fiskavøruídnaði hevur broytt seg yvir tíð. Í hesum partinum verður gongdin lýst frá 1985 til 2025, við serligum denti á 2025. Millum annað verður hugt at samlaða starvsfólkatalinum, býtið millum fiskiskap og fiskavøruídnað, kynsbýtið, bústaðarøki og vaksandi leiklutin hjá útlendskari arbeiðsmegi. Hagtølini vísa, at talið av starvsfólkum í fiskivinnuni er minkað munandi síðani 1985, samstundis sum størri partur av arbeiðsmegini kemur frá útlendingum
Trýst á her
.. og síggj og les meira um
starvsfólk í fiskivinnuni
Lívfrøðiliga grundarlagið
Í hesum partinum verður lívfrøðiliga grundarlagið lýst støði í stovnsmetingum og tilmælum frá Havstovuni og ICES. Hugt verður serliga at botnfiskasløgunum toski, hýsu og upsa, umframt uppsjóvarfiskasløgunum makreli, sild og svartkjafti. Hagtølini vísa, at støðan er ymisk millum stovnarnar, og at bæði veiðitrýst, tilgongd og altjóða avtalur hava stóran týdning fyri, hvussu fiskiskapurin kann skipast frameftir.
Trýst á her
.. og síggj og les meira um
lívfrøðiliga grundarlagið
Endurnýggjan og stødd á fiskiflotanum
Gongdin í tali, aldri og stødd á fiskiførunum gevur eina yvirskipaða mynd av flotasamansetingini og framleiðsluorkuni í fiskivinnuni. Í hesum partinum verður hugt at fiskiførum, sum hava avreitt í árunum 2016 til 2025, býtt á skipabólkar, umframt miðalaldri og stødd á flotanum. Hagtølini vísa, at talið av fiskiførum er minkað í fleiri skipabólkum, meðan ávísir partar av flotanum eru endurnýggjaðir og vorðnir munandi størri.
Trýst á her
.. og síggj
og les meira um
fiskiflotan
Útlendsk veiða í føroyskum øki
Útlendsk veiða í føroyskum sjóøki er ein partur av fiskiskapinum undir Føroyum og verður skipað við støði í fiskiveiðiavtalum millum Føroyar og onnur lond. Í hesum partinum verður útlendska veiðan lýst fyri árini 2022 til 2025. Millum annað verður hugt at, hvørji lond fiska í føroyskum sjóøki, hvørji fiskasløg tey royna eftir, hvussu stórar veiðinøgdirnar eru, og hvussu nógvar dagar útlendsk fiskifør eru í føroyskum øki. Hagtølini vísa, at samlaða útlendska veiðan er økt munandi síðani 2022, hóast ein lítil minking sæst í 2025 samanborið við 2024.
Trýst á her
.. og síggj og
les meira um
útlendska veiðu í føroyskum øki
Oljunýtsla í fiskiflotanum
Oljunýtslan í fiskiflotanum hevur stóran týdning bæði fyri útlátið av vakstrarhúsgassum og fyri lønsemið hjá fiskiskipunum. Í hesum partinum verður gongdin í oljunýtsluni hjá føroyska fiskiflotanum lýst við støði í hagtølum fyri árini 2019 til 2025. Millum annað verður hugt at samlaðu oljunýtsluni, oljunýtslu í mun til avreiðingarnøgdir og avreiðingarvirði, og hvussu býtið er millum ymisku skipabólkarnar. Hagtølini vísa, hvussu oljunýtslan í fiskiflotanum hevur verið, og hvussu nýtslan hongur saman við bæði veiðunøgdum, avreiðingarvirði og samansetingini av fiskiskapinum. Nakrar av greiningunum lýsa, hvussu nógv olja verður nýtt í ymisku skipabólkunum, og hvussu stór veiða og virði fáast burtur úr oljunýtsluni.
Trýst á her
.. og síggj og
les meira um
oljunýtsluna í fiskiflotanum
Oljunýtsla í uppsjóvarfiskiskapinum
Uppsjóvarfiskiskapurin er størsti einstaki fiskiskapurin í Føroyum og stendur fyri einum stórum parti av bæði veiðunøgdunum og oljunýtsluni hjá fiskiflotanum. Í hesum partinum verður oljunýtslan í uppsjóvarfiskiskapinum lýst við støði í fiskiskapinum eftir makreli, sild og svartkjafti í tíðarskeiðinum 2019 til 2025. Millum annað verður hugt at, hvussu oljunýtslan er býtt á fiskaslagi árstíð og fiskileið, og hvussu nógv veiða og avreiðingarvirði fæst fyri hvønn litur av olju. Hagtølini vísa, at stórur munur er á fiskasløgunum, har svartkjaftur vanliga gevur størstu nøgdina fyri hvønn litur av olju, meðan makrelur í 2025 gav hægsta avreiðingarvirðið fyri hvønn litur.
Trýst á her
.. og síggj og
les meira um
oljunýtsluna í uppsjóvarfiskiskapinum
Nýggj verkæltan:
Dátuhavið er ein verkætlan, sum skal styrkja vitanargrundarlagið undir føroysku fiskivinnuni við at savna og gera fiskivinnudátur lættari atkomuligar og brúkiligar. Í hesum partinum verður lýst, hvussu ein samvirkin pallur við savnaðum fiskivinnudátum kann geva reiðaríum, myndugleikum, granskarum og almenninginum øktan kunnleika um okkara høvðusvinnu gjøgnum fiskivinnudátur.
Trýst á her
.. og síggj og les meira um
nýggju verkætlanina DátuHAVIÐ
Frágreiðing um lóg um sjófeingi
Frágreiðingin um lóg um sjófeingi gevur innlit í, hvussu sjófeingið og føroysk veiðirættindi verða fyrisitin, og hvørjar ætlanir eru fyri fiskivinnuna frameftir. Á hvørjum ári leggur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fram frágreiðing um fyrisiting av sjófeingi og teimum veiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar framtíðarætlanir hann hevur. Í hesum partinum verður frágreiðingin endurgivin, tá hon er løgd fram, og vanliga fevnir hon millum annað um hagtøl um fiskiveiðu, uppboðssølurættindi, menningarkvotur, veiðiavtalur, fiskiveiðieftirlit og støðulýsingar av týdningarmiklum fiskastovnum.
Trýst á her
.. og síggj og les meira um
frágreiðingina
Keldur og tilvísingar
Myndir
Høvuðsevnir í ársfrágreiðingini 2025: James Currie Photography
Avreiðingar: Sjókovin
Útflutningur av fiskavørum: James Currie Photography
Hvussu verður fiskurin virkaður: Varðin pelagic
Føroyska uppsjóvarvinnan: James Currie Photography
Føroya botnfiskiskapurin: James Currie Photography
Løntakarar í fiskivinnuni: Vaðhorn
Lívfrøðiliga grundarlagið: Unsplash.com
Endurnýggjan og stødd av fiskiflotanum: Unsplash.com
Høgaberg: Framherji, framherji.fo
Vesturleiki: Atlantic Shipping, atlanticship.dk
Fagraberg: Sanna Laksá
Nord Vista: Homer - Ship Spotting, shipspotting.com
Nýggja frystilínuskipið hjá Regn: Stadyard
Útlendsk veiða í føroyskum øki: Unsplash.com
Mest veiddu fiskasløgini hjá útlendskum fiskiførum í føroyskum øki: Unsplash.com
Útlendska veiðan í føroyskum øki býtt á lond, fiskaslag og ár: Unsplash.com
Nýggj verkæltan / Mynd av fuglum: James Currie Photography
Oljudálking: John Rourke - Unsplash.com
Oljunýtsla í uppsjóvarfiskiskapinum: Unsplash.com
Makrelur: MSC - © Scandinavian Fishing Year Book, Illustration of Scomber scombrus - Atlantic mackerel
Sild: MSC - © Scandinavian Fishing Year Book, Illustration of a Clupea harengus - Atlantic Herring
Svartkjaftur: © Scandinavian Fishing Year Book, Illustration of a Micromesistius poutassou - Blue Whiting
Lodna: Marz seafood
Samanberingar og samanumtøka av uppisjóvarfiskiskapi: Unsplash.com
Frágreiðing um lóg um sjófeingi:
Keldur og tilvísingar: James Currie Photography
Keldur
Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2023. 2021. Leinkja: https://www.sjokovin.fo/fiskivinnan2023
Fiskimálaráðið. 2024. Fiskiveiðiavtalur. Leinkja: https://www.fisk.fo/fo/kunning/fiskiveidiavtalur/
Hagstova Føroya. Leinkja: http://www.hagstova.fo
Havsbrún. Leinkja: https://www.havsbrun.fo/
Havstovan: Leinkja: http://www.hav.fo
Havstovan 2025: Tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í 20245 Leinkja: https://www.hav.fo/wp-content/uploads/2024/12/Tilmaeli-2025.pdf
Løgtingslóg um sjófeingi: Leinkja: https://logir.fo/Logtingslog/152-fra-23-12-2019-um-sjofeingi
ICES. 2024. Blue whiting (Micromesistius poutassou) in subareas 1–9, 12, and 14 (Northeast Atlantic and adjacent waters). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, whb.27.1-91214, https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019714
ICES. 2024. Cod (Gadus morhua) in Subdivision 5.b.1 (Faroe Plateau). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, cod.27.5b1. https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019225
ICES. 2024. Cod (Gadus morhua) in Subdivision 5.b.2 (Faroe Bank). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, cod.27.5b2. https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019228
ICES. 2024. Haddock (Melanogrammus aeglefinus) in Division 5.b (Faroes grounds). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, had.27.5b. https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019258
ICES. 2024. Herring (Clupea harengus) in subareas 1, 2, 5 and divisions 4.a and 14.a, Norwegian spring-spawning herring (the Northeast Atlantic and Arctic Ocean). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, her.27.1-24a514a, https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019270
ICES. 2024. Mackerel (Scomber scombrus) in subareas 1–8 and 14 and Division 9.a (the Northeast Atlantic and adjacent waters). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, mac.27.nea, https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019339
ICES. 2024. Saithe (Pollachius virens) in Division 5.b (Faroes grounds). In Report of the ICES Advisory Committee, 2024. ICES Advice 2024, pok.27.5b. https://doi.org/10.17895/ices.advice.25019471
Útlendingastovan. Leinkja: https://www.utlendingastovan.fo
Varðin - Leinkja: http://www. vardin.fo
Vørn - http://www.vorn.fo
Sjókovin takkar øllum, sum hava givið sítt íkast til frágreiðingina