Ársfrágreiðing Sjókovans

um fiskivinnuna 2020

 

Fororð

Unn Laksá

Unn Laksá

Sigurgunn Wenzelsdóttir Danielsen

Magni Laksáfoss

Magni Laksáfoss

Christoffur Gert Nielsen

Christoffur Gert Nielsen

Eitt av aðalendamálunum hjá Sjókovanum er at økja kunnleikan um føroysku fiskivinnuna. 

Í hesi fyrstu ársfrágreiðingini savna vit upplýsingar og vitan um avreiðingar, útflutning, arbeiðsmarknað, lívfrøðilig tilmæli, oljunýtslu í flotanum, stødd og endurnýggjan av fiskiflotanum á einum staði. Ætlanin er at lýsa hesar tættir á hvørjum ári og á hendan hátt vera viðvirkandi til at gera søguligt tilfar, sum kann nýtast í framtíðini. Umframt hesar tættir viðgera vit á hvørjum ári serstøk aktuell evni. Í ár seta vit kikaran á Brexit og búskaparliga virðið av fiskiskapi eftir makreli í bretskum sjógvi. Greitt verður eisini frá kanningini, sum Sjókovin og Fróðskaparsetur Føroya gjørdu um ávirkanina av koronufarsóttini á fiskivinnuna og alivinnuna í heyst. 

Høvuðsgrundarlagið undir frágreiðingini eru almenn hagtøl frá Vørn og Hagstovu Føroya, umframt tilmælini frá Havstovuni og ICES. Við hesari ársfrágreiðingini hava vit ment eitt samvirkið amboð, sum ger tað møguligt at fáa atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna. 

logo in different format.jpg

Vit vóna, at frágreiðingin verður eitt gott íkast til eitt upplýst kjak og greiningar av fiskivinnuni frameftir.

Sjókovin - mars 2021

Avreiðingar

Í hesum partinum hyggja vit at avreiðingum hjá føroyskum fiskiførum bæði søguliga og fyri 2020. 

Myndin niðanfyri vísir heildarveiðuna, sum er avreidd, býtt á sjóøkir. Avreiðingarnar eru vístar givnar í tonsum og eru fyri árini 2000 til 2020. Við at halda músina yvir økini sæst avreiðingin fyri ávísa økið til ávísa tíðarskeiðið. Eisini ber til bert at síggja heildarveiðuna fyri eitt ella fleiri økir. Hetta verður gjørt við trýsta á tey økir, ið tú ikki ynskir at síggja heildarveiðuna fyri, soleiðis at tey verða sløkt. 

Yvirlit yvir føroysku heildarveiðuna

Samlaða heildarveiðan er vaksin munandi seinastu 20 árini. Avreiðingarnøgdin er farin frá umleið 350.000 tonsum í 2000 til umleið 625.000 tons í 2020. Hægsta avreiðingin fyri heildarveiðuna var í 2017, tá umleið 75.000 tons vóru avreidd. 

Størsti parturin av fiskiveiðini hevur øll árini verið í føroyskum sjóøki, og ein minni partur av veiðuni er komin úr íslendskum, norskum og ES-sjóøki. Nakað av veiðuni er eisini komin úr hinum økjunum, hóast talið av tonsum ikki er so stórt. Millum annað kann veiðan í NEAFC-sjóøkinum nevnast. Hon er blivin ein størri partur av heildarveiðuni seinastu trý árini (2017-2020).

Yvirlit yvir avreiðingar hjá føroyskum fiskiførum

Grafurin niðanfyri vísir avreiðingarnar fyri hvønn skipabólk í 2020. Veljast kann í vinstra horni, um grafurin skal síggjast í avreiðingarvirði ella avreiðingarnøgd. Á vinstru síðu á grafinum síggjast skipabólkarnir, sum umboða fiskiskapin í Føroyum. Á grafinum eru hesir skipaðir soleiðis, at skipabólkurin við hægstu samlaðu avreiðingini er ovast, og tann við lægstu avreiðingini niðast. Tá trýst verður á sjálvan bólkin, broytist grafurin soleiðis, at avreiðingin fyri hvørt fiskifar í skipabólkinum sæst. Verður músin flutt á fiskifarið, fáast upplýsingar um avreiðingina hjá tí einstaka fiskifarinum.

Tað er týðiligt, at nóta- og ídnaðarskipini hava størstu nøgdirnar og størstu virðini. Avreiðingarnøgdin í hesum bólki var góð 519 túsund tons, meðan næststørsti bólkur, bólkur 2, avreiddi góð 43 túsund tons. Avreiðingarvirði fyri veiðua hjá nóta- og ídnaðarskipum var omanfyri 1,7 milliardir krónur. Fiskiførini í bólki 2 avreiddu næstflest tons hetta árið, og tey 43 túsund tonsini høvdu eitt avreiðingarvirði á meira enn 328 mió.

Teir fýra flakatrolararnir komu til lands við einari avreiðingarnøgd á 11.892 tons, og gjørdist avreiðingarvirði fyri hesi tons knappar 381 mió. 

Línuskipini (Bólkur 3) avreiddu 17.093 tons við einum avreiðingarvirði á slakar 300 milliónir.

Útróðrarbátarnir í bólki 5a avreiddu 4.449 tons, og hetta gav eitt avreiðingarvirði á meira enn 57 mió. Nógvar avreiðingar vóru hjá útróðrarbátunum í bólki 5b, og gjørdist fiskiskapur teirra 839 tons – hetta gav eitt avreiðingarvirði á góðar 10 mió.

Havast skal í huga, at hagtølini ikki vísa, hvat av fiskinum er landað, t.v.s. um tað eru fløk ella rundur fiskur, ið verður avreidd. 

Seinastu árini hevur nógv kjak verið um makreltilfeingið. Makrelurin er vorðin virðismiklasti fiskastovnurin fyri Føroyar. Áðrenn 2010 og áðrenn nýggja makrelbýtið í 2013 vóru tað nótaskipini, sum høvdu øll rættindini til makrelin, aftaná umbýti við onnur lond. Í dag er myndin meira fjølbroytt, tí  makrelur verður býttur út á fleiri skipabólkar, umframt at nakað av rættindum vera latin til vísindaligar og vinnuligar royndir og verkætlanir. Myndirnar niðanfyri vísa, hvussu makrelurin var býttur í 2020, og hvør fiskaði hann. 

Býtið av makrelrættindunum til føroysk fiskiskip og avreiðingar av makreli í 2020

Á myndini til høgru sæst, at nótaskipini høvdu góð 37.000 tons í eginkvotu. Umframt hetta vóru 5000 tons, sum nøkur av hesum skipunum høvdu keypt á uppboði sum 3 ella 8 ára rættindi. Sløk 15.000 tons vóru latin til vinnuligar og vísindaligar royndir. Góð 13.800 tons vóru latin bólki 2, og ídnaðarskipini høvdu rættindi at fiska góð 7.800 tons. Línuskipini høvdu rættindi at fiska sløk 4000 tons av makreli. 

Tá ið hugt verður at, hvør fiskaði makrelin, so sæst, at uppisjóvarskipini fiskaðu næstan alla nøgdina av makreli. Í ‘uppisjóvarskip’ eru nóta- og ídnaðarskipini umframt onnur uppisjóvarskip, sum ikki hava nóta- ella ídnaðarloyvi. Vert er at leggja til merkis, at hóast Fram hevur loyvi í bólki 2, so fæst hann við uppisjóvarfiskiskap burturav, og tí er hann eisini bólkaður sum ‘onnur uppisjóvarskip’. Trý onnur skip úr øðrum bólkum landaðu makrel. Tey vóru Eysturbúgvin (182 tons) og Vesturbúgvin (217 tons) í bólki 2 og Kallanes (7 tons) í bólki 4b. Øll hini rættindini fiskaðu uppisjóvarskipini fyri rættindahavararnar.  

Útflutningur av fiskavørum

Útflutningurin av fiskavørum hevur seinastu árini verið javnt vaksandi við smávegis sveiggjum. Í hesum partinum sæst gongdin ár fyri ár frá 1993-2020.

Útflutningurin av fiskavørum í nøgd

Talvan omanfyri vísir samlaðu árligu útflutningsnøgdina av fiskavørum í tonsum frá 1993-2020. Útflutningurin fyri fiskavørurnar er býttur í fýra bólkar: 

  • Toskur, hýsa og upsi

  • Makrelur, sild og svartkjaftur 

  • Laksur og síl 

  • Aðrar fiskavørur

Á myndini sæst, at tríggir av teimum fýra bólkunum høvdu eina niðurgongd í útflutningsnøgdini, meðan nøgdin í bólkinum “aðrar fiskavørur” vaks frá 2019 til 2020.  

Útflutningurin av laksi fall frá 69.209 tonsum í 2019 til 59.413 tons í 2020. Meðan makrelur, sild og svartkjaftur fullu frá 250.791 tonsum í 2019 – sum var tað besta árið nakrantíð viðvíkjandi nøgd – til 243.689 tons í 2020. Útflutningurin av toski, hýsu og upsa fall frá 48.801 tonsum í 2019 til 38.416 tons í 2020, og útflutningsnøgdin av 'øðrum fiskavørum’ øktist frá 145.908 tonsum í 2019 til 167.769 tons í 2020.

Útflutningsvirðið av fiskavørum

Tá ið hugt verður at útflutninginum í virði, sæst týðiliga, at bólkurin ‘útflutningur av laksi’ hevur havt størsta vøksturin seinnu árini. Eftir nøkur rak ár aftan á ILA-kreppuna fyrst í 00-árunum, hevur støðugt gingið framá, og hetta sæst aftur á útflutningsvirðinum. 2019 gjørdist besta árið, og tá var  útflutningsvirðið vvir 4 milliardir krónur. Í 2020 var útflutningsvirðið 3,3 milliardir krónur, sum er eitt stórt fall frá 2019, men tó umleið tað sama sum í 2015 og 2018.  

Útflutningsvirðini av makreli, sild og svartkjafti eru eisini økt nógv síðani 2009, tá Føroyar ásettu sær sínar egnu makrelkvotur. Vøksturin í útflutningsvirðinum hevur verið omanfyri 100 mió. ár seinastu 10 árini. Tó var eitt fall frá 2019 til 2020 á umleið 100 mió., tá útflutningsvirðið gjørdist um 1,7 millardir krónur samanborið við í mun til tær knøppu 1,9 millardir krónurnar árið frammanundan. Útflutningsvirðið í 2020 var kortini umleið tað sama sum í 2017.  

Útflutningsvirðið fyri tosk, hýsu og upsa hevur ligið rímiuliga støðugt millum 1 og 1,5 millardir krónur síðani mitt í 90-árunum. Tó hava onkur ár givið eitt virði yvir 1,5 milliardir krónur, og eitt tíðarskeið lá útflutningsvirði undir 1 milliard krónur. 2019 var eitt av betru árunum, tá var útflutningsvirðið umleið 1,6 milliardir krónur. Árið eftir, í 2020, var eitt fall á umleið 400 mió. krónur til eitt útflutningsvirði á 1,2 milliardir krónur.  

Fallið í útflutningsvirðinum av øðrum fiskavørum var 7 mió. frá 2019 til 2020. Útflutningsvirðið fyri 2020 er eisini eitt av teimum betru árunum síðani 1993.    

Útflutningur av fiskavørum skiftur á lond

Á grafinum omanfyri sæst bæði hvønn heimspart og hvat land, vørurnar vórðu útfluttar til. Í vinstra horni kann veljast, um útflutningurin skal síggjast í virði (í 1000 krónum) ella í nøgd (í tonsum).

Størsti útflutningurin í bæði virði og nøgd er til londini í ’Evropa annars’, og her er tað serliga Russland, sum úflutt verður til. Í 2020 útfluttu Føroyar omanfyri 245 túsund  tons til hesi londini, har útflutningurin til Russland var yvir 192 túsund  tons. Hesi 245 túsund tonsini góvu eitt virði á knappar 3 milliardir krónur. Ein stórur partur av útflutninginum fór eisini til londini í ES. Her var útflutningurin í 2020 124.641 tons, sum gav eitt virði á omanfyri 2,2 millardir krónur. 

Myndirnar fyri útflutningin í virði og nøgd líkjast, men tó sæst ikki júst tað sama mynstrið. Verður hugt at útflutningsnøgdini sæst, at Føroyar útflyta triðflest tons til Norðurlond (Ísland, Grønland, Noreg og Svøríki), síðan til Danmarkar, og Afrika liggur nummar fimm. Men verður hugt at útflutningsvirðinum, er tað Danmark, sum gevur triðstørsta útflutningsvirðið, og síðan er Norðuramerika nummar fýra og Norðurlond nummar fimm. 

Verður hugt, um tað eru ávís lond í heimspørtunum, sum vit serliga útflyta nógv til, sæst, at í Asia fer størsti parturin av útflutningurin til Kina. Í Norðuramerika verður serliga útflutt til USA. 

Samlaða føroyska útflutningsvirðið var í 2020 góðar 8,4 milliardir krónur. Útflutningurin av laksi var umleið 3,3 milliardir krónur, og ‘Aðrar vørur og skip og flogfør’ vóru útflutt fyri 682 mió. í 2020. Útflutningurin av veiddum fiski var tískil í 2020 góðar 4,4 milliardir krónur. Havast skal í huga, at hagtølini kunnu vera misvísandi, tí at tað ikki altíð verður skrásett, hvar vøran fer, tá hon er flutt á goymslu í útlandinum. Hetta hevur við sær, at útflutningurin til ‘transitlond’, sum t.d. Danmark ella Niðurlond, er yvirumboðaður.

Hvussu verður fiskurin virkaður?

Her hyggja vit at søguliga útflutninginum av fýra fiskasløgum, og hvussu fiskurin verður virkaður

Hvussu verður vøran virkað?

Í hesum partinum verður hugt at, hvussu tey fýra høvuðsfiskasløgini verða býtt í vørubólkar, og hvussu stórur prosentpartur av hvørjum vørubólki verður útfluttur. Fiskasløgini, talan er um, eru toskur, upsi, makrelur og sild.

Útflutningurin av toski býttur á vørubólkar frá 1994 - 2020

Myndin til vinstru vísir útflutningin fyri tosk býtt á vørubólkarnar ’’heilur køldur’’, ‘’heilur frystur’’, ‘’flak kølt’’, ‘’flak fryst’’, ‘’flak saltað’’, ‘’flaktur saltaður’’ og ‘’annað’’.  Myndin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994 til 2020. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Ein hin størsta broytingin seinnu árini er, at vørubólkurin ’’heilur frystur’’ toskur er vaksin munandi - frá 0-1% í 1994 til 18,5% í 2020. Hesin vørubólkur er serliga vaksin síðan 2013. Vørubólkurin “flak fryst” hevur sveiggjað nakað frá 1994 til 2012, men er síðani 2013 blivin ein minni partur av býtinum, samstundis sum “heilur frystur” er vaksin.

Yvirskipað kann sigast, at toskur verður mest útfluttur sum ‘’flak fryst’’ og ‘’flak saltað’’.

Útflutningurin av upsa býttur á vørubólkar frá 1994 - 2020

Myndin til vinstru vísir útflutningin fyri upsa býtt á vørubólkarnar “heilur køldur”, “flak kølt”, “flak fryst”, “flak saltað” og “annað”. Myndin vísir útflutningurin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994 til 2020. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa

Síðani fyrstu hagtølini í 1994 hevur ‘‘flak frystur’’ upsi heilt greitt fylt mest. Verður hugt at 2020, fylti hesin vørubólkur heili 76,2% av útflutningsvirðinum. Annars var býtið soleiðis: “flak kølt” 8,5%, “annað” 8,4% og “heilur køldur” 6,8%. Fram til 2012 var nakað av útflutningi av “Flak saltað”, men síðani 2012 hevur eingin útflutningur verið av hesum vørubólkinum. Fyri útflutningsnøgdina var býtið í 2020 soljóðandi: “flak fryst” 64,%, “heilur køldur” 15,9%, “annað” 13,8%, og “flak kølt” 5,8%. “Flak saltað” var 0% í samlaðu nøgdini í 2020.  

Útflutningurin av makreli býttur á vørubólkar frá 1994 - 2020

Grafurin til høgru vísir útflutningin fyri makrel býtt á vørubólkarnar ’’heilur køldur’’, ‘’heilur frystur’’ og ‘’annað’’. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994 til 2020. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Tá hugt verður at útflutninginum fyri makrel sæst, at býtið av vørubólkunum bæði í virði og nøgd hava flutt seg munandi síðani 2007 - og enn meira síðani 2012. Frá 1994 og fram til 2006 var útflutningurin størstur fyri ‘‘heil køldan’’ makrel. Býtið broyttist tó nakað í 1997, tá ‘‘heilur frystur’’ makrelur fylti meira. Síðani 2012 hevur útflutningurin fyri tað mesta verið ‘‘heilur frystur’’ makrelur. Ein orsøk til hesa broytingina er, at um sama tíðarskeið byrjaðu fleiri uppisjóvarvirki sítt virksemi í Føroyum. Áðrenn hetta tíðarskeiðið var feskur makrelur ofta landaður í útlandinum.

Útflutningurin av sild býttur á vørubólkar frá 1994 - 2020

Grafurin til vinstru vísir útflutningin fyri sild býtt á vørubólkarnar ’’heil køld’’, ‘’heil fryst’’ og ‘’flak fryst’’. Grafurin vísir útflutningurin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994 til 2020. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Frá 1994-1999 var tað mesta av sildini útflutt ‘‘heil køld ‘‘og ein lítil partur útflutt sum ‘‘heil fryst’’. Eftir 2000 gerst ‘‘flak fryst’’ ein størri vørubólkur, og hinir minka nakað. Frá 2008 er ‘‘heil køld’’ sild størsti parturin,  ‘‘heil fryst’’ fyllir at kalla einki, og ‘‘flak fryst’’ er umleið 10%. Seinastu árini hevur útflutningurin flutt seg til fyri tað mesta at vera ‘‘heil fryst’’ sild, og í 2020 var hetta 99% av útflutninginum.

 Løntakarar í fiskivinnuni

Løntakarar í fiskivinnuni í Føroyum

Í hesum partinum verður hugt at løntakarunum, sum virka innan fiskiskap og fiskivøruídnað. Hetta eru starvsfólkini í okkara fiskivinnu, og hesi vinna til sítt uppihald frá tí tilfeingi, ið einaferð hevur svomið í havinum. Hesir løntakarar eru búsitandi í Føroyum, teir eru millum 16 og 74 ár og fáa løn umvegis føroysku skattaskipanina. Tølini byggja bert á løntakarar í fiskivinnuni, og eru aðrir lønarbólkar, t.d. tey, sum arbeiða í alivinnuni, ikki við í myndunum niðanfyri. 

Løntakarar í fiskivinnuni frá 1985 - 2020

Tíðarrøð frá 1985-2020 yvir tal av løntakarunum í fiskiskapi og fiskivinnuídnaði í Føroyum. Her eru tríggjar tíðarrøðir, ein fyri fiskiskap, ein fyri fiskivinnuídnað og ein, sum vísir løntakarar fyri báðar bólkarnar samlaðar. Árini síggjast omanfyri myndina, og tal av løntakarunum sæst til vinstru á tíðarrøðini. 

Í 1985 var talið av løntakarunum 5437 fólk, og í dag starvast 2782 fólk innan fiskiskap og fiskivinnuídnað. Hetta er sosatt ein minking á 2655 fólk. Tað síggjast sveiggj yvir árini, men serliga sæst ein afturgongd í løntakarartalinum undir kreppuárunum 1990-1993. Árini eftir økist talið av løntakarunum fram til 2003, tá tað vóru 4351 løntakarar í fiskivinnuni. Síðan 2003 hevur talið verið minkandi - men við nøkrum sveiggjum.

 

Løntakarar í fiskiskapi og fiskivøruídnaði

Grafar yvir løntakarar í fiskiskapi og fiskivøruídnaði í árinum 2020

Myndirnar omanfyri vísa tal av løntakarunum, og hvaðani hesir koma. Tølini umboða løntakarar í ávikavist fiskiskapi og fiskavøruídnaði í 2020. Løntakarar, sum arbeiða í alivinnuni, eru tískil ikki við. 

Grafurin til vinstru: Her sæst prosentbýtið av løntakarunum í fiskivinnuni fyri hvørt øki. Verður músin hildin á grafinum, sæst ein kassi við upplýsingum um tal og prosent av løntakarunum í ávikavist fiskiskapi og fiskivinnuídnaði í ávísa økinum.

Grafurin til høgru: Her sæst ein stabbamynd yvir tal av løntakarum hvørjum øki, og hvussu býtið er millum menn og kvinnur, sum arbeiða í fiskivinnuni í økinum. Menn umboða bláa litin og kvinnur tann appilsingula litin. Verður músin hildin á stabbunum, sæst talið av løntakarunum. 

Á hesum báðum grafunum sæst, at Eysturoyar økið hevur flest løntakarar, tá fiskiskapur og fiskivinnuídnaður verður lagdur saman. Tað eru 906 løntakarar, sum svara til 65%. Men verður bert hugt at fiskiskapi, sæst, at Norðoya øki hevur fleiri løntakarar innan fiskiskap enn Eysturoyar øki. 397 fólk ella 30% av løntakarunum innan fiskiskapi eru í Norðoya økinum, meðan talið í Eysturoyar økinum er 349 fólk ella 26%. Innan fiskavøruídnað eru flest løntakarar í Eysturoynni, 557 fólk, sum svarar til 39%, og Suðuroyggin hevur næstflestar við 318 fólkum, sum svarar til 22%. Fyri øll økini sæst, at tað eru fleiri menn enn kvinnur. 

Lønartakarar í fiskivinnuni býttir á kyn og aldur

Á grafunum omanfyri sæst aldurbýti og kynsbýti millum løntakarar í ávikavist fiskiskapi og fiskavøruídnaði í 2020. Aldursbólkarnar eru flokkaðir í fimm bólkar og eru á vinstru síðu á grafunum, og tal av løntakarum stendur undir grafinum. Í grafunum umboða menn vinstru síðu og kvinnur høgru síðu. 


Í fiskiskapi sæst ein týðilig yvirumboðan av monnum í øllum aldursbólkum. Í fiskavøruídnaði er ein javnari umboðan millum menn og kvinnur. Tað eru fleiri menn, men munurin er ikki so stórur á løntakaratalinum millum menn og kvinnur.

 Lívfrøðiliga grundarlagið

Screenshot 2021-03-26 at 17.11.16.png

Botn- og uppisjóvarfiskastovnar bæði á opnum havi og landgrunninum eru tengdir at havumhvørvinum. Vistskipanir - og allar lívverurnar, ið eru partur av teimum - eru sosatt ávirkaðar av bæði natúrligum sveiggjum í veðurlagnum og mannaskaptum veðurlagsbroytingum.

 

Broytiliga legan hjá atmosferiska jetstreyminum tvørtur um Norðuratlantahavið stýrir tali, styrki og rásunum hjá vetrarstormunum, sum ferðast fram við Føroyum. Hetta ávirkar støddina og styrkina á so-nevnda subpolara meldrinum, sum er ein stórur bjølgur av køldum tøðevnis- og ætiríkum sjógvi, sum melur móti klokkuni sunnanfyri Ísland og Grønland. Hesin meldur hevur týdning fyri havumhvørvi kring Føroyar og lívilíkindini hjá fiski og øðrum lívverum, sum liva har.

Gransking hevur víst, at tað er tætt samband millum støddina og styrkina á subpolarameldrinum, og hita, saltinnihald, nøgd av tøðevni, gróðri av algum, nøgd av reyðæti - og harvið útbreiðslu og føðigrundarlagi hjá fiska og fuglastovnum. Vísindaliga tíðarritið ‘Frontiers in Marine Science’ kemur við einari  útgávu í heyst, har nýggjastu greinarnar um evnið verða lagdar fram. Næsta ársfrágreiðingin hjá Sjókovanum fer at umrøða evnið, og innihalda ein samandrátt av mest viðkomandi niðurstøðunum fyri Føroyar - við serligum atliti at møguligum hættum at verkseta hesa vitanina.

 

Granskarar meta nú, at tað er gjørligt at gera rímiliga neyvar 1-2 ára forsagnir av týðandi partum av hesi samsettu skipan, umframt at spáa um sannlík langtíðarárin av veðurlagsbroytingum. Tískil kunnu ábendingar fáast um, hvussu útlitini eru fyri fiskastovnunum á landgrunninum. Økt vitan um sambond millum subpolara meldurin og liviumstøðurnar hjá fiskastovnum kann tískil hava samfelagsbúskaparligan týdning, um hendan vitan í framtíðini verður gagnnýtt í ráðgevingini. 

Góð vitan um fiskastovnarnar og stovnsmetingar eru ein grundleggjandi partur av einari burðardyggari fiskivinnu. Tá vit kenna støðuna í fiskastovnunum, kunnu vit taka best møguligu avgerðirnar fyri, at fiskastovnarnir kunnu kasta mest møguligt av sær.

Hóast stóra ávirkan av broytiligum umhvørvisviðurskiftum á djóra- og fiskastovnar, so kann politiska umsitingin bert  ávirka fiskastovnar  við at áseta hvussu nógv verður tikið úr fiskastovnunum, umframt, at avmarka aðra ávirkan, ið fiskivinnan hevur á umhvørvið.

Tað eru Havstovan og ICES, ið ráðgeva fiskivinnuumsitingini, soleiðis at fiskastovnarnir kunnu gagnnýtast á einum burðardyggum støði. Hesin parturin gevur eina yvirskipaða støðumeting út frá stovnsmetingunum av seks fiskasløgum: Makreli, sild, svartkjafti, toski, hýsu og upsa.

Stovnsmetingar og tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa frá ICES og Havstovuni

Myndin niðanfyri vísir heildarveiðuna av toski, hýsu og upsa frá 1990 til 2020. Yvirskipað kann sigast, at veiðan av øllum trimum fiskasløgunum liggur væl niðanfyri miðalveiðuna í tíðarskeiðnum. 

Hyggja vit síðani at einstøku fiskasløgunum, so sæst, at veiðan av toski var í 2020 sløk 9,5 túsund tons, sum er ein ógvuslig minking samanborið við í 2019. 2019 var fyrsta árið síðani 2004, har ið veiðan var á leið á sama støði sum miðalveiðan alt tíðarskeiðið frá 1959. Veiðan í 2020 var ein fjórðing av veiðuni í 2002. Tá hon var hægst í 2002, var hon góð 42 túsund tons.

Veiðan av hýsu í 2020 var 6,5 túsund tons, sum er ein minking frá 2019.  Seinastu 3 árini hevur veiðan tó verið frægari enn undanfarnu árini síðani 2010. Tó er hetta minni enn helmingurin av miðalveiðuni fyri alt tíðarkeiðið síðani 1961. 

Veiðan av upsa var í 2020 sløk 20,5 túsúnd tons. Hetta er ein lítil øking frá 2020, men er bert ein lítil triðingur av veiðuni í bestu árunum frá 2005 – 2009. 

Tað er vert at nevna, at fiskiskapurin var eisini nakað ávirkaður av koronufarsóttini í 2020, orsakað av vánaligum fiskaprísum. Ávirkanin av koronufarsóttini á fiskivinnuna verður umrødd seinni í frágreiðingini. 

Heildarveiðan eftir toski, hýsu og upsa frá 1990 til 2020

Nýggjastu stovnsmetingarúrslitini frá Havstovuni í stuttum

Nýggjastu stovnsmetingarúrslitini hjá Havstovu Føroya vísa, at føroyski upsa- og hýsustovnarnir eru toluliga væl fyri. 

Havstovan skrivaði í 2020, at føroyski upsastovnurin er toluliga væl fyri, og støddin á gýtingarstovninum er oman fyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug. Veiðan hevur verið undir søguligum miðal síðan 2010. Í 2019 var veiðan 21.300 túsund tons. Veiðilutfallið í 2020 er mett til at vera niðan fyri lágmark. 

Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið undir søguligum lágmarki síðani 2004. Í 2018 og 2019 var toskastovnurin oman fyri lágmarksstødd av gýtingarstovninum, men stovnsmetingin í ár vísir, at í 2020 er stovnurin aftur undir hesum marki. Tískil skulu fiskidagarnir fyri bólk 3-5 minka 5%. Veiðilutfallið er millum há- og lágmark. 

Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008-2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta markið í 2018 og hevur verið í vøkstri síðan. Vøksturin í gýtingarstovninum kemst serliga av 2016- og 2017-árgangunum, sum eru mettir til at vera væl størri enn miðal. Veiðilutfallið í 2020 er mett at vera niðan fyri lágmark.

Umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum øki

Green traffic.png

Fiskidagatalið verður hækkað

Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri lágmark 

Veiðilutfallið av upsa er niðan fyri lágmark 

Báðar treytir mugu vera galdandi, um fiskidagatalið skal hækka


Gýtingarstovnurin av bæði toski og hýsu er oman fyri lágmark

Veiðilutfallið er niðan fyri lágmark bæði fyri tosk og hýsu

Báðar treytir mugu vera galdandi, um fiskidagatalið skal hækka

yellow traffic.png

Fiskidagatalið verður óbroytt

Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri lágmark

Veiðilutfall av upsa er niðan fyri lágmark

 

Gýtingarstovnurin av bæði toski og hýsu er oman fyri lágmark

Veiðilutfallið er niðan fyri hámark fyri bæði tosk og hýsu, og oman fyri lágmark fyri annaðhvørt tosk ella hýsu

red traffic.png

Fiskidagatalið verður lækkað

Gýtingarstovnurin av upsa er niðan fyri lágmark

Veiðilutfallið av upsa er oman fyri hámark

Um onnur av treytunum er galdandi, skal fiskidagatalið lækka


Gýtingarstovnurin av toski ella
hýsu er niðan fyri lágmark

Veiðilutfallið er oman fyri hámark fyri antin tosk ella hýsu

Um onnur av treytunum er galdandi, skal fiskidagatalið lækka

Í 2020 var fyrstu ferð, at ein umsitingarætlan var til taks sum grundarlag undir ráðgevingini hjá Havstovuni fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum. Umsitingarætlanin er grundað á álitið hjá einum samdum bólki við umboðum frá vinnuni, Fiskimálaráðnum, Vørn og Havstovuni, sum varð latið landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum í 2019. 

Tað at ein langtíðarumsitingarætlan er gjørd, sum breið undirtøka fyri, er eitt stórt framstig. Framyvir verður tað landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum ásetir fiskidagatalið eftir tilmæli frá Havstovuni. Hetta verður gjørt samsvarandi veiðiregluni. 

Bulurin í ætlanini er veiðireglan, sum sigur, hvussu árliga fiskidagatalið verður ásett. Málið er at stýra veiðitrýstinum innan fyri ásett mørk, sum skulu tryggja, at fiskastovnarnir varandi skulu kunna endurnýggja seg og kasta sum mest av sær.  

Ein grundleggjandi stabilitetsregla er í umsitingarætlanini, soleiðis at fiskidagatalið kann bert stillast við 5 % frá einum ári til næsta. Bólkur 2 (lemmatrolarar og partrolarar) verður stýrdur fyri seg, grundað á stovnsmetingina fyri upsa, meðan blkur 3-5 verður stýrdur fyri seg, grundað á stovnsmetingarnar fyri tosk og hýsu. 

Við støði í umsitingarætlanini kom ICES við sínum tilmæli fyri fiskiskapin í 2021. Talvan niðanfyri er ein samandráttur av støðuni við ymisku fiskastovnunum. Toska gýtingarstovnurin var undir lágmark, og veiðilutfallið av toski var millum há- og lágmark. 

Havstovan vísti á, at útlitini fyri tosk vóru nógv daprari enn undanfarna árið. Í 2019 var stovnsmetingin 80 túsund tons, og samlaða stovnsmetingin minkaði í 2020 við umleið 30 túsund tonsum. Orsøkin til hesa broyting er tilgongdin. Rannsóknarskipið fekk nógv av 1 ára gomlum smáfiski í 2018 og eisini nógv av sama árgangi í 2019, men í 2020 fekk rannsóknarskipið lítið av sama árgangi, sum var vorðin trý ára gamal. Samstundis var nøgdin av stórum toski nær landi metstór í 2019, og gomul føroysk vitan sigur, at tá slíkt hendir, eru útlitini fyri toskastovnin døpur. Granskingarúrslit hava víst, at tá tað er nógvur toskur nær landi, gerst tilgongdin av smáfiski lítil. Sum kunnugt veksur meginparturin av smáfiskinum inni við land, og hetta kann tí hava nakað at gera við kannibalismu; at toskur etur tosk. Harumframt var gróðurin minni enn miðal í 2020. 

Við støði í veiðiregluni í umsitingarætlanini mælti Havstovan sostatt í 2020 til, at fiskidagatalið fyri bólk 3 - 5 (tosk og hýsu) minkaði við 5 %, og fyri bólk 2 (upsa) øktist við 5 %. 


Havstovan tilmæli 2021

Gýtingarstovnur

Veiðilutfall

Tilmæli fiskidagar 2021

Toskur

🔴

🟡

5 % minking 🔴

Hýsa

🟢

🟢

5 % minking 🔴

Upsi

🟢

🟢

5 % øking 🟢


Samandráttur av tilmælinum frá Havstovuni. Litirnir vísa til, um tilvísingarvirðini eru niðan fyri, millum ella oman fyri markvirðini. Alt tilmælið kann lesast her

ICes logo.png

Samandráttur av tilmælinum frá Havstovuni. Litirnir vísa til, um tilvísingarvirðini eru niðan fyri, millum ella oman fyri markvirðini. Alt tilmælið kann lesast her

Umsitingarætlanin verður væntandi send ICES til eftirmetingar í 2021, har tilvísingarvirðini (mørk fyri veiðilutføll og gýtingarstovnar) verða viðgjørd. Tá ICES hevur mett umsitingarætlanina at vera burðardygga, kemur ICES at ráðgeva sambært henni í framtíðini. Í løtuni er tó eitt ósamsvar millum ráðgevingina hjá Havstovuni og ICES, tí Havstovan hevur nýtt fyribils umsitingarætlanina sum grundarlag, og ICES hevur nýtt regluna um størstu varandi veiðu sum grundarlag. Tí er tað áhugavert eisini at hyggja at ráðgevingini frá ICES í hesum høpi. 

Í nýggjastu ráðgevingini frá ICES, sum kom út í november 2020, mælti ICES til, at veiðan av toski skuldi niður í ein helming í 2020. Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 30. november nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

ICES mælti til, at veiðan av toski í 2021 skal vera í mesta lagi 6.247 tons. Hetta er ein minking á 47% í mun til tilmælið í 2019 fyri 2020. Verri føðiviðurskifti í havinum síðstu árini hava ávirkað toskastovnin neiliga, soleiðis at tilgongdin er minni enn væntað.

Veiðan av hýsu í 2021 kann vera í mesta lagi 11.440 tons, og er hetta umleið tann sama veiðan, sum ICES mælti til í 2019 fyri 2020. Gýtingarstovnurin av hýsu veksur framhaldandi, og hann er nú mettur at vera 52.245 tons. Vøksturin í gýtingarstovninum kemst serliga av 2016- og 2017- árgangunum, sum eru mettir at vera væl yvir miðalstødd.

ICES mælti til, at veiðan av upsa í 2021 kann vera í mesta lagi 27.368 tons, og er hetta ein minking á 23% í mun til tilmælið í 2019 fyri 2020. Gýtingarstovnurin av upsa hevur verið væl fyri síðan 2014. Veiðitrýstið er framvegis hægri enn veiðitrýstið, sum er mett at geva størstu varandi veiðu. Niðanfyri sæst ein samandráttur av ráðgevingini fyri 2020 og 2021. Metingin vísir, at veiðitrýstið sambært størstu varandi veiðu er omanfyri markið fyri allar fiskastovnarnar. Teir vísa á, at neyðugt er at vísa varsemi sambært fyrivarnisregluni, tá tað kemur til tosk og upsa. Tilmælini hjá ICES kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES her


ICES tilmæli fyri 2020

Stovnsstødd

Veiðitrýst (Fmsy)

Veiðitrýst (Fyrivarnisreglan)

Tilmæli ICES 2021

ICES tilmæli fyri 2021

Stovnsstødd

Veiðitrýst (Fmsy)

Veiðitrýst (Fyrivarnisreglan)

Tilmæli ICES

Toskur

🟢

🔴

🟢

11.679 tons

Toskur

🔴

🔴

🟡

6.247 tons

Hýsa

🟢

🟢

🟢

11.590 tons

Hýsa

🟢

🔴

🟢

11.440 tons

Upsi

🟢

🟢

🟢

35.636 tons

Upsi

🟢

🔴

🟡

27.368 tons


Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli.

Stovnsmetingar og ICES tilmæli fyri makrel, sild og svartkjaft

 

Makrelur, sild og svartkjaftur eru ferðandi fiskastovnar, sum vera fiskaðir av nógvum tjóðum. Tað er ICES, sum veitir lívfrøðiligu ráðgevingina um, hvussu nógv kann takast úr stovnunum, og býtið millum londini verður avtalað á strandalandasamráðingum millum viðkomandi partarnar. Um vit taka makrel sum dømi, so hevur hann seinastu árini ferðast longur norður- og vestureftir, og hetta hevur broytt fiskiveiðimynstrið hjá nógvum londum. Hetta ger, at samráðingarnar at áseta býtið av hesum tilfeinginum millum londini eru vorðnar fløktari við fleiri pørtum. Harafturat er Bretland nýggjur partur av samráðingunum aftaná Brexit. Eitt yvirlit yvir sáttmálar og avtalur sæst á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum

Tað hevur tó ofta gingið striltið at fáa avtalur í lag, sum eisini halda veiðitrýstið á støðinum, sum ICES hevur tilmælt. Soleiðis er størri vandi er fyri, at fiskastovnarnir ikki megna at endurnýggja seg. 

MSC logo.png

MSC góðkenning av uppisjóvarfiskiskapinum tikin aftur

Manglandi avtalurnar hava eisini ávirkan á marknaðarsíðuni. Í desember í 2020 boðaði Marine Stewardship Council frá, at MSC góðkenningin av fiskiskapinum eftir svartkjafti og sild fór úr gildið 31. desember 2020, tí at eingin avtala er millum strandalondini um mest loyvdu veiðu sambært vísindaligu tilráðingini. Í 2019 hevði fiskiskapurin eftir makreli eisini mist MSC góðkenningina av somu orsøkum. Hetta merkir, at eingin framleiðari av hesum fiskasløgum kann selja vøruna við MSC góðkenning. MSC góðkenningin hevur stóran týdning úti á marknaðinum, serliga úti í smásøluni, so hetta kann vera stórur búskaparligur missur. Ofta er ikki bert spurningur, um at prísurin er betri, men eisini at kundin ikki vil hava vøru, sum ikki hevur góðkenningina. Fyri svartkjaftin ávirkar hetta eisini føroysku fóðurframleiðsluna til alivinnuna, sum má keypa fisk aðrastaðnis frá, um hon skal hava MSC góðkendan fisk. 

ICes logo.png

ICES tilmæli um makrel, sild og svartkjaft fyri 2020

Grundarlagið undir einari lønsamari fiskivinnu eru sjálvandi fiskastovnarnir. Í hesum brotinum greiða vit stutt frá, hvussu ICES metti støðuna við makreli, sild og svartkjafti í 2020. Niðanfyri er ein samandráttur av metingini. Litirnir vísa til, um støðan er oman fyri ella niðan fyri ávísu markvirðini. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES.

Mest loyva veiða (mlv) tilmælið fyri makrel var góð 922 túsund  tons í 2020, og hetta er ein 20% øking frá undanfarna ári. Stovnsmetingin vísti, at gýtingarstovnurin var 4,39 mió. tons, sum var væl oman fyri tað, sum sambært umsitingarætlanini er markið fyri, nær neyðugt er at vísa varsemi. Eisini metir ICES, at tilgongdin hevur verið góð seinastu 20 árini. Veiðitrýstið liggur oman fyri hámarkið, nær mett verður at, veiðan er burðardygg. 

ICES tilmælið fyri sild um mlv var góð 5,25 mió. tons fyri 2020. Gýtingarstovnurin hevur verið í støðugari minking og var mettur at vera 3,65 mió. tons í 2020. Í dag er gýtingarstovnurin av norðhavssild júst oman fyri markið í umsitingarætlanini fyri, nær varsemi skal vísast. Tilgongdin síðani 2005 hevur verið mett at vera vánalig, undantikið árgangirnar 2009, 2013 og 2016, ið tykjast at verða miðal. Veiðitrýstið er mett til at vera júst undir hámarkinum fyri, nær varsemi skal vísast. 

ICES tilmælið fyri svartkjaft um mlv var 1,16 mió. tons fyri 2020. Stovnsmetingin metti gýtingarstovnin at vera 4,3 mió. tons, sum er væl oman fyri markið, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Nógvir góðir árgangir eru komnir undan seinastu árini, tó vera árgangirnir síðani 2017 mettir at vera undir miðal, og tí fer stovnurin at minka komandi árini. Veiðitrýstið er minkað síðani 2015, men er tó enn nakað yvir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg. 

ICES stovnsmetingar og tilmæli fyri 2020


Støða

Gýtingarstovnur:

Tilgongd:

Veiðitrýst: (Fmsy)

Veiðitrýst: Fyrivarnisreglan

MLV tilmæli 2020:

Makrelur

4,39 mió. tons 🟢

🟢

🔴

🟢

922.064 tons ⬆️

Sild

3,65 mió. tons 🟢

🔴

🟢

🟢

525.594 tons ⬇️

Svartkjaftur

4,3 mió. tons 🟢

🟡

🔴

🟢

1,16 mió tons ➡️


Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli.

Endurnýggjan og stødd av fiskiflotanum

Endurnýggjan og stødd av fiskiflotanum

Tal av skipum, sum hava avreitt frá árunum 2016 - 2020 í ymiskum skipabólkum

Stabbamyndin omanfyri vísir tal av fiskiførum, sum hava avreitt í 2016-2020 í nøkrum av skipabólkunum. 

Bólkur 4 umboðar bæði bólk 4a og 4b, sum vóru lagdir saman í 2021. Tað er umráðandi at nevna, at hetta ikki er eitt yvirlit yvir tal av loyvum í hvørjum skipabólki, men tal av skipum, sum hava avreitt í teimum áðurnevndu árunum.  

Í bólki 2, sum umboðar trolarar, hevur talið av fiskiførum verið fallandi seinastu fimm árini. Talið av trolarum er fallið frá 34 fiskiførum til 24 fiskifør, t.v.s. við 10 fiskiførum. Tað svarar til eitt fall á umleið 30%.  

Bólkur 3, sum umboðar línuskip, er vaksin við 2 fiskiførum, frá 15 fiskiførum í 2016 til 17 fiskifør í 2018. Hesin bólkur hevur síðan havt 17 fiskifør.

Bólkur 4, sum er bæði 4a og 4b, hevur sveiggjað hesi árini. Talið hevur ligið millum 15 og 25 fiskifør. Hugsast kann, at hetta sveiggj er knýtt at, hvussu fiskiskapurin hevur hevur verið ígjøgnum árini, og um tað hevur loyst seg hjá hesum smáu bátunum at farið út til fiskiskap. 

Talið av fiskiførum í bólki 4t, sum umboðar trolbátarnir, hevur ligið so at siga støðugt øll árini. Tó vaks tað frá 7 fiskiførum til 8 fiskifør í 2019.  

Talið av fiskiførum, sum hava avreitt innan skipabólkin ‘Nóta- og íðnaðarskip’, hevur sveiggjað nakað. Men verður hugt yvirskipað at tali av skipum, er talið vaksið frá 12 fiskiførum til 15 fiskifør. Tó var talið á fiskiførum uppi á 17 fiskiførum í 2019. Sum áður nevnt undir partinum ‘’avreiðingar’’ í hesi frágreiðing, so eru tað nóta- og ídnaðarskipini, sum hava havt nógv tað størsta virði og størstu nøgdina í avreiðingum. Innanhýsis í sjálvum bólkinum er eisini ein munur á, hvussu nógv tey einstøku skipini hava avreitt.  

Fyri flakatrolarar hevur talið av fiskiførum, sum hava avreitt, ligið nokk so javnt øll árini – tó er talið fallið frá 5 fiskiførum til 4 fiskifør. 

Oljunýtsla í fiskiflotanum

Screenshot 2021-03-21 at 15.18.42.png

Tað er sera umráðandi, at føroyski fiskiflotin brúkar so lítið av olju sum gjørligt. Hetta hevur týdning fyri lønsemi í flotanum, tí oljukostnaðurin umboðar stóran part av samlaðu útreiðslunum, og fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.

Sambært frágreiðing hjá Umhvørvisstovuni frá juli í 2020, var útlátið av vakstrarhúsgassum frá føroyskum fiskiskipum 20 % av samlaða føroyska útlátinum av vakstrarhúsgassum. Samlaða útlátið úr Føroyum vaks góð 6,2 % frá 2018 til 2019, tó var eingin vøkstur í útlátinum frá fiskiskipum í sama tíðarskeiði. Av tí at føroysk fiskiskip umboða ein fimtapart av samlaða útlátinum í Føroyum, er eyðsæð, at skulu Føroyar minka um útlátið av vakstarhúsgassum, so er alneyðugt at tryggja, at fiskiflotin er so effektivur, sum til ber.

Fleiri viðurskifti hava ávirkan á, hvussu nógv útlátið er frá fiskiflotanum. Seinastu árini hevur nógv kjak verið um týdningin at fáa fiskirættindini á fleiri hendur. Uppisjóvarrættindini eru seinastu árini løgd út á fleiri skip, soleiðis at fleiri skip enn neyðugt nú veiða kvotuna. Eisini kom løgtingslóg um serskatting av sølu av veiðirættindum í gildi í 2020, sum í stóran mun avmarkar umsetiligheitina. T.d. kann nevnast, at Búskaparráðið segði í hoyringssvari sínum til lógina, at ásetingarnar kunnu hava við sær, at “sølur ikki verða framdar í framtíðini”. Hendan lógarbroytingin kann forða fyri ella seinka, tilgongdini at rationalisera fiskiflotan. 

Samlaða útlátið er ávirkað av millum øðrum:  

  • hvussu nógv verður fiskað

  • hvussu nógv skip veiða fiskin

  • hvussu nýggj skipini eru

  • hvønn reiðskap tey brúka, til dømis brúkar lína minni orku enn trol

  • hvat slag av olju tey brúka

  • hvussu skipini fiska; hvussu skjótt toga tey, og hvussu skjótt sigla tey til og frá fiskileið

Øll matframleiðsla hevur við sær útlát av vakstrarhúsgassum. Hóast útlátið frá føroyskum fiskiskipum er stórt, so er vert at hava í huga, at føroysk skip hava seinastu árini fiskað yvir 600 túsnd tons um árið. Samanborið við aðrar proteinkeldur, so sum svína- og neytakjøt, útletur fiskur munandi minni koltvísúrni (CO2). Sjókovin fer komandi árini at gera framhaldandi greiningar av, hvussu gongdin er viðvíkjandi útláti av vakstarhúsgassum í fiskivinnuni, og hvussu hetta er knýtt at ymiskum fiskasløgum og reiðskapi.

Tað eru eingin almenn, útgreinaði hagtøl um oljunýtslu í fiskiflotanum. Tó ber til at síggja, hvussu oljunýtslan hevur verið tey ymisku árini. Myndin niðanfyri vísir, hvussu stór oljunýtslan hevur verið hjá føroyskum fiskiskipum seinastu 20 árini, frá 2000 - 2020. Bunkringar uttanlands eru við í tølunum. Sum sæst á myndini, er samlaða oljunýtslan farin niður í tíðarskeiðnum. Havast skal í huga, at í 1997-98 varð lógin um vinnuligan fiskiskap tillagað, soleiðis at fiskirættindi gjørdust lættari at avhenda og loyvir lættari at flyta og leggja saman. Hetta varð gjørt fyri at geva vinnuni møguleika at skipa seg so búskaparliga skynsamt sum gjørligt. Sambært álitinum hjá fiskivinnunýskipanarbólkinum frá 2016, so eydnaðist hendan konsolideringin væl ”tí burturúr spurdust munandi sterkari fiskivinnufyritøkur við væl betri rakstri”. Hetta hevur uttan iva havt við sær, at oljunýtslan er minkað yvir tíðarskeiðið. 

Oljunýtslan var hægst í 2001 við 110.671 tonsum og lægst í 2011, tá hon var 59.138 tons. Í 2020 var oljunýtslan 84.220 tons. Oljunýtslan er sjálvandi tætt knýtt at gongdini í fiskiskapinum, t.v.s. royndini, samlaðu veiðuni og lutfallinum millum ymisku fiskasløgini. Fyri at fáa eina ábending um sambandið millum veiðuna og oljunýtsluna, vísir bláa strikan á myndini, hvussu stór oljunýtslan er fyri hvørt kilo av veiddum fiski. Her sæst, at í hesum tíðarskeiðnum eru vit farin frá at brúka 0,28 tons av olju fyri hvørt tons av fiski til 0,13 tons av olju fyri hvørt tons av fiski, sum er tað lægsta seinastu árini. Tað eru serliga tvey fyribrigdi, sum eru verd at leggja til merkis. Tað fyrsta er økingin í oljunýtsluni fyri hvørt kg frá 2008 til fýra tey næstu árini. Verður hugt at føroysku heildarveiðuni ovast í frágreiðingini, so sæst, at fiskiskapurin var vánaligur hasi árini. Heildarveiðan var bert góð 300.000 tons í øllum økjum. Um flotin og royndin ikki hevur verið munandi minni, so kann tað vera orsøkin til hasa økingina. Tað næsta merkisverda er ógvusliga minkingin í oljunýtsluni fyri hvørt tons, sum hevur verið síðani 2013 og til í dag. Ein partur av frágreiðingini er helst, at samlaða nøgdin hevur verið stór hesi árini, umframt at lutfalsliga stórur partur av veiðuni hevur verið uppisjóvarfiskur hetta tíðarskeiðið. Av tí at hesum fiskurin svimur í stórum torvum, so er hann fiskaður í stórum nøgdum, og harvið er oljunýtslan ofta lægri enn fyri botnfisk. 

Endurnýggjan av fiskiflotanum

2020 gjørdist eitt rættiliga gott ár í mun til endurnýggjan av fiskiflotanum. Tvey framkomin fyrstilínuskip komu í flotan, umframt at tíðindi bórust um fleiri nýbygningar. Sjókovin fer í komandi frágreiðingum at fylgja við gongdini viðvíkjandi endurnýggjan av fiskiflotanum, og hvussu miðalaldurin er í ymisku bólkunum.

Screenshot 2021-04-18 at 10.40.27.png

Nýggjur Klakkur

9. januar í  2020 stevndi nýggi Klakkur inn á Klaksvíkina. Klakkur er keyptur úr Noregi og er bygdur í 2010. Nýggi Klakkur er frystilínuskip og eitt veruligt nýbrot, fyrst og fremst tí skipið hevur dragibrunn (á enskum moonpool). Skipið dregur línuna inn ígjøgnum botnin á skipinum, og sostatt fær øll manningin arbeitt undir dekki. Hetta ger tað bæði høgligari og tryggari fyri manningina. Klakkur hevur fabrikk umborð og kann frysta umleið 35 tons av flaki og avhøvdaðum fiski um samdøgrið.  Skipið tekur 370 tons av fiski. 

Skipið hevur tríggjar diesel/electric Caterpillar motorar, sum hava 2.300 hestar hvør, og tað siglir knappar 14 míl. Skipið hevur góðar umstøður við einstaklingakahýttum við egnum vesi og venjingar-og felagshølum. Gamli Klakkur varð verandi í Klaksvík og fekk navnið Jákup B. 

UZMO4521-kopi.JPG

Nýggjur Kambur

7. november í 2020 kom nýggja frystilínuskipið Kambur á Strendur. Tað er felagið M&S Strendur, sum hevur keypt norska frystilínuskipið Østerfjord. Nýggi Kambur er bygdur í 1998. Hann er 46 metrar langur og 11 metrar breiður. Eins og Klakkur, so hevur Kambur eisini dragibrunn. Skipið er 45,65 metrar langt og 10,90 metrar breitt og lastar 320 tons. Motorurin er ein B&W Alpha Diesel á 1305 hk. Gamli Kambur varð seldur til Vestmanna og hevur fingið navnið Vesturhavið.

4 sáttmálar um nýbýgningar í 2020

Tíðindi bórust um 4 sáttmálar um nýbygningar í 2020, sum allir væntast at koma í flotan í 2022. Niðanfyri síggjast myndir og fleiri upplýsingar um nýbygningarnar. 

csm_Christian_i___Gro__tinum_-_tekning_d1c6614078.png

Christian í Grótinum

Nýggi Christian í Grótinum verður slakar 90 metrar langur og 17 metrar breiður. Skipið fer at lasta góð 3.000 tons av niðurkøldum fiski, sum er umleið 1000 tons meira í mun til verandi Christian í Grótinum. Skipið verður eftir ætlan handað P/F Christian í Grótinum í januar í 2022. 

Dentur hevur verið lagdur á at minka um umhvørvisligu ávirkanina, og øll útgerðin verður tískil vald við umhugsni. Endamálið er at tryggja bestu góðsku, samstundis sum útlátið verður minst møguligt. Sniðið á skrokkinum ger, at hann gevur minst møguliga mótstøðu undir sigling. Motorurin, Wärtsila 31, er tann mest orkusparandi á marknaðinum. Motorurin hevur katalysator (SCR) fyri at minka um útlátið, og lýkur hann IMO Tier III-krøvini. Spillhiti frá motorinum verður brúktur til upphiting. Við bryggju kann skipið binda í landstreym. Nýggja skipið hevur elektrisk spøl og fiskapumpur, ið krevja minni orku enn hydraulikkspøl. El-orka verður genererað, tá trolið verður skotið, og verður millum annað brúkt til køliskipanina. 

Ny%CC%81ggi+akraberg+Myndir.jpg

Akraberg

Nýggi Akraberg, sum Framherji letur byggja, skal fiska bæði botnfisk, sum teir skulu avhøvda og rundfrysta, umframt at teir skulu kunna virka rækjur umborð. Nýggi trolarin verður sera framkomin, og hann skal avloysa verandi Akraberg, sum skal seljast, tá ið nýggi Akraberg kemur í flotan.

Nýggi Akraberg verður 84 metrar langur og knappar 17 metrar breiður, og hann skal latast reiðarínum á sumri í 2022. Við nýggja Akrabergi verður møguligt, at fiska við trimum trolum í mun til tvey, sum núverandi Akraberg fiskar við. Tað er skipasmiðjan Vard í Brattvåg, ið hevur teknað skipið í tøttum samstarvi við reiðaríið.

csm_Nyggi_Gadus_43aeea2d5c.png

Gadus

Nýggi Gadus, sum JFK letur byggja, verður væntandi á Klaksvík á Sjómannadegnum í 2022. Flakatrolarin fer at kunna virka alt av fiskinum umborð. Umstøðurnar vera sjálvandi góðar umborð, og reiðaríið hevur lagt seg eftir, at skipið verður umhvørvisvinarligt. Nýggi Gadus verður góðar 80 metrar langur og 18 metrar breiður. 

Við nýggja Gadusi vera 32 mans, sum er sama manningartal, sum er umborð á núverandi Gadusi.

Screenshot 2021-03-27 at 14.17.15.png

Verksmiðjuskip til P/F Havborg

P/F Havborg er systurfelag hjá P/F Ennibergi, og ætlanin er at halda fram við fiskiskapi bæði við Ennibergi og nýggja trolaranum, sum í fyrstu atløgu fer til rækjufiskiskap. Tað er Skipsteknisk AS í Noreg, sum hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í tøttum samstarvi við reiðaríið, soleiðis at nýggi trolarin er serútgjørdur við serligum atliti at munadyggum og tryggum arbeiðsgongdum í øllum liðum umborð. Tað verður pláss fyri 40 mans umborð, men alt veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um – t.d. telur manningin 18 á rækjuveiðu og 34 til toskafiskiskap. Stórur dentur er lagdur á so skynsama orkunýtslu sum gjørligt fyri at minka sum mest um útlátið. 

Verksmiðjutrolarin verður 87,5 metrar til longdar og 18 metrar breiður. Hann verður tøkniliga útgjørdur til at kunna toga við trimum trolum í senn. Talan verður um eina framkomna verksmiðju umborð, sum bæði kann viðgera rækjur, fisk og mjøl. Hann hevur eina frystilast á 2.250 rúmmetrar, sum svarar til umleið 1.000 tons av frystum fiski. Verksmiðjutrolarin verður latin P/F Havborg í 2022.

Nýggja havrannróknarskipið Jákup Sverri kemur í flotan

Tann 02.12.2020 var nýggja rannsóknarskipið, Jákup Sverri, latið Føroya Landsstýri. Skipið hevur fingið navn eftir Jákup Sverra Joensen, sála, ið var Føroya fyrsti fiskifrøðingur og fyrsti stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sum Havstovan æt tá.

Jákup Sverri er eitt sera framkomið skip, ið er bygt til endamálið hjá Havstovuni, sum er at gera kanningar av føroyska havumhvørvinum og tí livandi tilfeingi, ið har livir. Harumframt at ráðgeva og kunna landsins myndugleikar og almenningin um hesi viðurskifti.

Jákup Sverri er umleið 54 metrar langur og góðar 13 metrar breiður. Motororkan tryggjar eina ferð uppá í mesta lagi 15 míl. Skipið er serstakliga bygt við atliti til krøvini til ljóð, soleiðis at skipið líkur øll ljóðkrøv. Hesi krøv eru sera týðandi viðvíkjandi arbeiðinum innan havrannsóknir.

Samanumtikið er skipið sera væl útgjørt. Umborð finnast mest framkomnu tólini, og hesi eru við til, at havrannsóknirnar kunnu fremjast á bestan hátt. Umframt hetta er skipið eisini gjørt út at gera seismiskar kanningar.

Føroyska fyritøkan MEST hevur staðið fyri bróðurpartinum av arbeiðinum. Havstovan hevur havt sera týðandi leiklut í menningini av verkætlanini.

Á høgru síðu ber til at síggja film um framkomna rannsóknarskipið. Filmurin var gjørdur í sambandi við Vísindavøkuna í 2020. Vit takka Granskingarráðnum fyri loyvi at vísa flotta filmin. 

Brexit og Fiskivinnusamráðingar

brexit-4011711_1920.jpg

Brexit setti eisini sín stóra dám á 2020, tá ið grannatjóðir okkara í Stóra Bretlandi formliga fóru úr ES 30. januar. ES og Stóra Bretland samráddust alt árið um, hvussu viðurskiftini skuldu skipast frameftir, og stórt fokus var á fiskivinnuna í samráðingunum og í almenna rúminum. Bretar fóru formliga úr innara ES-marknaðinum og tollsamgonguni 31. desember 2020. 

Brexit fer at gera tað tyngri hjá føroyskum fiskaútflytarum at útflyta fiskavørur til Stóra Bretlands, tá krøvini um heilsuváttan og marknaðareftirlitsstøð koma í gildi ávikavist 1. okt. í 2021 og 1. jan. Í 2022. Avbjóðingar hava eisini verið við fiskavørum, sum verða útfluttar til ES umvegis Stóra Bretland, tí Stóra Bretland aftaná Brexit er at rokna sum 3. land. Sum heild er tað vorðið umsitingarliga tyngri og dýrari at útflyta fiskavørur til og umvegis Stóra Bretland aftaná Brexit.

Brexit hevur stórar avleiðingar fyri fiskiskapin í Norðuratlantshavi, tí nú verður Bretland eitt sjálvstøðugt strandaland. Hetta ger, at stórt trýst hevur verið frá fiskivinnuni í ES londum, at tryggja framhaldandi atgongd til góðu fiskileiðirnar í bretskum sjóøki. Avtala er gjørd fram til 2026, soleiðis at ES flotin framhaldandi sleppur at fiska í bretskum sjóøki við einum tillagingartíðarskeiði. 25 % av fiskirættindum hjá ES flotanum í bretskum sjógvi vera flutt yvir á bretska flotan yvir 5 ára tíðarskeiðið. Hetta ávirkar sjálvandi eisini Føroyar, sum eisini fiska í bretskum sjógvi. Tað hevur eingin fiskiskapur verið eftir makreli í bretskum sjógvi í januar og februar 2021, sum tað plagar at vera. 

Føroyar og Bretland skrivaðu í oktober undir karmsáttmála um fiskiskap millum Føroyar og Bretland. Týdningarmestu ásetingarnar í sáttmálanum fevna um atgongd, kvotuflytingar og eftirlitssamstarv. Harumframt er ásett, at londini bæði raðfesta vísindaliga grundaða umsiting av fiskastovnum, og at sjøtul verður settur á samstarv um havlívfrøði og havumhvørvi. Hesi evnini verða viðgjørd í teimum árligu samráðingunum landanna millum, sum ikki vera fyrr enn í heyst. Í mars í 2021 frættist tó, at eingin fiskirættindaavtala verður gjørd millum Føroyar og Bretland í 2021, men semja er um at byrja samráðingar í heyst um eina avtalu fyri 2022. Hetta merkir í grundini, at tað verður eingin fiskiskapur í bretskum sjógvi í 2021, uttan so, at til ber at tryggja atgongd til bretskan sjógv í sambandi við strandalandasamráðingarnar um makrel, sum halda fram í apríl. 

Í næsta parti fara vit at greina, hvat virði atgongdin til at fiska makrel í ES (bretskum) sjógvi hevur havt. Havast má í huga, at hetta var í tíðarskeiðnum greinað sum ES sjógvur, men er síðani Brexit vorðið til bretskan sjógv. Av tí at greiningin er gjørd við søguligum tølum, so vísa vit til ES sjógv. Makrelurin, sum sambært hagtølunum er fiskaður í ES sjógvi, er tó fiskaður í bretskum sjóøki. Greiningin er gjørd við støði í tølum frá 2015 og frameftir - og tað er Magni Laksáfoss, sum hevur gjørt hana. 

Fiskiskapur eftir makreli í bretskum sjógvi

Fyri føroyska fiskiskapin av uppsjóvarfiski hevur tað havt stóran týdning at sleppa at fiska part av makrelkvotuni í ES-sjógvi. Bæði tí at prísurin er hægri í tíðarskeiðnum, tá makrelurin er í ES-sjógvi í mun til føroyskum sjógvi og tí, at harvið kann fiskiskapurin eftir makreli spjaðast yvir eitt longri tíðarskeið. Eitt longri tíðarskeið gevur bæði skipum og virkjum á landi betri møguleika fyri at leggja framleiðsluna til rættis og fáa sum mest burturúr tilfeinginum. Tess styttri tíðarskeiðið er, tess størri trýst verður lagt á bæði skip og virkir at fáa tilfeingið til høldar. Í ringasta føri kann merkja, at fleiri skip og virkir mugu keypast inn í vinnuna fyri at fáa somu nøgdina av makreli virkaða.

Hendan greiningin er framd fyri at fáa eina betri fatan av, hvat meirvinningurin er við, at hava atgongd til bretskan sjógv í makrelfiskiskapinum. Hendan greiningin tekur bert hædd fyri ávirkanini á veiðiliðið, og roknar ikki ávirkanina á uppisjóvarvirkini og arbeiðspláss í mun til tíðarskeiði. Hvussu bíligur ella lættur makrelurin er at fiska í ymisku økjunum er heldur ikki tikið við í útrokningarnar. 

Fiskiskapurin eftir uppsjóvarfiski fylgir einum føstum árstíðarmynstri

Myndin niðanfyri vísir gongdina í føroyska uppisjóvarfiskiskapinum ígjøgnum árið. Ovast í vinstra horni ber til at skifta millum nøgd og virði. Hyggja vit fyrst at nøgdini, so sæst, at fiskiskapurin eftir uppsjóvarfiski fylgir einum føstum árstíðarmynstri, har fiskiskapurin eftir makreli tekur seg upp eftir summarsteðgin og er í hæddini í august og september. Í oktober og november minkar veiðan eftir makreli, tá veiðan eftir sildini tekur seg upp. Tá sildaveiðan er av, verður aftur farið yvir til fiskiskap eftir makreli og eftir svartkjafti í desember og januar. Frá februar verður stórt sæð bara svartkjaftur fiskaður, til næsta vertíðin byrjar. 

Mánaðarliga gongdin í uppisjóvarfiskiskapi í nøgd og virði

Makrelurin er ógvuliga virðismikil

Verður hugt at virðinum á teimum trimum fiskasløgunum í uppsjóvarfiskiskapinum, sæst týðiliga, at makrelurin hevur rættiliga stóran týdning. Hóast nøgdin av makreli er minni nøgdin av svartkjafti, er virðið á leið tað sama, tí prísurin er væl hægri. Hóast sildin eisini er sera týdningarmikil, gevur hon minni inntøku enn makrelurin og svartkjafturin.

Makrelurin verður fiskaður í føroyskum og ES-sjógvi

Vertíðin fyri makrel er frá endanum av august fram til byrjanina av februar. Størsti parturin av makrelinum verður fiskaður í september og fer fiskiskapurin tá einans fram í føroyskum sjógvi. Eftir at sildin er fiskað í oktober og november, verður aftur farið undir fiskiskapin eftir makreli og fer fiskiskapurin tá fyri tað mesta fram í ES-sjógvi, hóast nakað verður fiskað í føroyskum sjógvi. Summi ár er eingin makrelur at fáa í føroyskum sjógvi hesa árstíðina og verður tá allur makrelurin fiskaður í ES-sjógvi.

Miðal veiða av makreli 2015 - 2019 býtt á sjóøki

Væl hægri prísur seinna partin av makrelvertíðini

Myndin niðanfyri vísir, at prísurin í byrjanini av makrelvertíðini, t.v.s. meðan fiskiskapurin fer fram í føroyskum øki, hevur í meðal tey fimm árini 2015-2019 ligið um 6,50 – 7,00 kr/kg. Harafturímóti hevur hann seinnu helvtina av veiðitíðini ligið um 8 kr/kg, t.v.s. góða krónu hægri. 

Miðal avreiðingarprísur á makreli 2015 - 2019

 

Hetta merkir, at tá makrelurin er í ES-øki, er virðið á makrelinum hægri, enn tá hann er í føroyskum øki. Hetta hevur sjálvsagt einki við sjálvt geografiska økið at gera, men heldur er talan um, at konsistensurin og fitiinnihaldið er betri seinna partin av veiðitíðini.

Tað hevur tí sjálvsagt týdning fyri uppsjóvarvinnuna og føroyska samfelagið at hava atgongd til makrelin í tí tíðarskeiðnum, tá prísurin er bestur. 

Stóran týdning fyri vinnuna at hava atgongd til ES-sjógv

Meðan tað almenna hevur fingið eitt fast tilfeingisgjald á 1,50 kr/kg fyri makrelin og harvið eina fasta inntøku, óansæð hvat prísurin hevur verið á marknaðinum fyri makrelin, hevur inntøkan hjá vinnuni verið neyvt tengd at prísinum á marknaðinum, frároknað tilfeingisgjaldið.

Miðal avreiðingarprísur á makreli 2015 - 2019 eftir goldið tilfeingisgjald

Hetta merkir, at meðan prísurin á marknaðinum t.d. hevur ligið um 6,50 - 7,00 kr/kg í fyrru helvtini av veiðitíðini, hevur vinnan fingið 5,00 - 5,50 kr/kg fyri makrelin, meðan landið hevur fingið restina í tilfeingisgjaldi. 

Avleiðingin er, at allar prísbroytingar á marknaðinum hava stórar fylgjur fyri vinnuna. Hetta merkir, at tað fyrst og fremst er vinnan, ið hevur fyrimunin av at hava atgongd til makrelin, tá prísurin er høgur. Sjálvsagt hevur tað almenna eisini ein fyrimun, við tað at bæði reiðaríini og manningarnar lata meira í skatti, tá inntøkan er hægri, men fyrimunurin er størstur hjá reiðaríunum og manningunum. Hetta fer tó sannlíkt at broytast við nýggja uppskotinum um tilfeingisgjald. Sambært uppskotininum er ætlanin at knýta gjøldini at miðalavreiðingarprísinum. Uppskotið leggur eisini upp til, at prosentparturin, sum skal gjaldast, verður lægri, tá prísurin er lágur, og hægri, tá hann er høgur. 

Roknaði vinningurin av føroyskum fiskiskapi eftir makreli í ES-øki

Út frá upplýsingunum omanfyri um nøgd og virði á makrelveiðini ber til at rokna vinningin av at kunna fiska í ES-sjógvi.

Vinningur av at kunna fiska í ES sjógvi (30%)

Á myndini til høgru sæst vinningurin av atgongdini eftir tilfeingisgjald. Seta vit hetta í mun til inntøkuna, sum vinnan hevur havt av fiskiskapinum av makreli í ES-sjógvi tey einstøku árini, hevur vinningurin ligið á sløkum 5 prosentum og í 2018/19 omanfyri 7 prosent.

Økt atgongd til ES-sjógv

Undir samráðingunum um økta makrelkvotu settu føroyingar krav fram um at fáa 15 prosent, men endaðu við at fáa 12,6 prosent, umframt rætt til atgongd til at fiska 30 prosent av makrelinum í ES-sjógvi. Hetta merkir, at føroyingar slakaðu 2,4 prosentstig í makrelkvotuni, men fingu atgongd til ES-sjógvin.

Undir samráðingum er púra vanligt, at krøvini verða sett nakað høgt, soleiðis at møguleiki er fyri at slaka. Tí skal tað ikki skiljast soleiðis, at slakingin á 2,4 prosentstig var prísurin fyri at fáa atgongd til ES-sjógv, men óansæð kann tað vera áhugavert at seta hesi upp ímóti hvør øðrum. Tey 5 prosentini í eyka virði, sum atgongdin til ES-sjógvin gav vinnuni í miðal árini frá 2015 til 2019, svaraðu til eina øking á makrelkvotuni á 0,6 prosentstig. T.v.s. virðið á atgongdini til ES-sjógvin svaraði til fjórðingin av slakingini av krøvunum, svarandi til at kvotan var 12,6 + 0,6 = 13,2 prosent.

Vinningurin er ymiskur tey ymisku árini, men í miðal hevur vinningurin ligið um 25 mió. kr. árliga tey fimm árini frá 2015 til 2019. Hetta merkir, at um fiskiskapurin eftir makreli einans kundi farið fram í føroyskum sjógvi fyrru helvtina av veiðitíðini og eingin fiskiskapur kundi vera í ES-sjógvi, hevði uppsjóvarvinnan ikki fingið hægra prísin og hevði harvið fingið 25 mió. kr. minni fyri somu nøgdina.

Serliga stórur var vinningurin annars í 2018 og í 2019. Tá lá vinningurin um 30-40 mió. kr.

Útrokningin er framd undir teirri fortreyt, at verandi skip og virkir høvdu megnað at fiska og virka makrelin. Um tørvur hevði verið á fleiri skipum og virkjum orsakað av mistu atgongdini, hevði munurin sjálvsagt verið størri.

 

Vinningur av atgongd til ES-sjógv eftir goldið tilfeingisgjald (30%)

Økt atgongd hevði givið størri virði

Nú samráðingar skulu vera við Betland, eftir at BREXIT er veruleiki, kann ein møguleiki vera at fáa økta atgongd til ES-sjógvin ella bretskan sjógv. Um avtala t.d. kann fáast um, at tey 30 prosentini, ið føroysku skipini kunnu fiska inni á ES-øki, kunnu økjast til 50 prosent, vil hetta merkja økta inntøku fyri vinnuna. Um atgongdin hevði verið 50 prosent heldur enn 30 prosent tey fimm árini frá 2015 til 2019, hevði árliga inntøkan hjá vinnuni verið knappar 40 mió. kr. hægri, heldur enn 25 mió. kr. Í prosentum svarar hetta til eina øking á uml. 7 prosent í mun 5 prosent, fyri árini 2015-2019. Verður einans hugt at veiðitíðini 2018/19 og 2019/20, hevði virðið verið góð 8 prosent hægri.

Vinningur av øktum fiskiskapi í ES-øki (50%) áðrenn tilfeingisgjald

Vinningur av øktum fiskiskapi í ES-sjógvi eftir goldið tilfeingisgjald (50%)

 

At farið frá eini atgongd til ES-sjógvin á 30 prosent upp á 50 prosent hevði í miðal fyri árini frá 2015 til 2019 svarað til eina øking á makrelkvotuni á 0,3 prosentstig. T.v.s. virðið á makrelkvotuni hevði farið upp á 12,6 + 0,6 + 0,3 = 13,5 prosent. 

Koronafarsóttin

Størsta búskaparliga hóttafallið í nýggjari tíð

Koronafarsóttin gjørdi 2020 til eitt heilt óvanligt ár. Nú eitt ár aftaná at Føroyar fóru niður í ferð á Grækarismessu, ger koronafarsóttini seg galdandi. Koronafarsóttin hevur verið størsta búskaparliga hóttafallið í nýggjari tíð. Sambært Heimsbankanum, so er minkingin í btú í heimsbúskapinum meira enn dupult so stór, sum hon var í fíggjarkreppuni í 2009. Ávirkanin er eisini eyðsæð í føroyska búskapinum. Í september í 2020 broytti Búskaparráðið útlitini 13,9 prosentstig fyri 2020 - frá einum mettum vøkstri, sum var 7 prosent í várfrágreiðingini, til 6,9 prosent minking í btú samanborið við 2019.

covid-19 frontpage.png

Sjókovin varð stovnaður 30. mars í 2020, júst sum korona leikaði harðast á. Sjókovin hevur til endamáls at stimbra burðardygga menning í fiski– og alivinnu ígjøgnum gransking í viðkomandi viðurskiftum fyri hesar vinnur. Ígjøgnum samrøður við fyritøkur og miðlar annars frættist skjótt um stóru avbjóðingarnar koronastøðan eisini hevði við sær í okkara útflutningsvinnum. Tá Granskingarráðið lýsti eftir umsóknum til Covid-19 átakið, var upplagt at taka stig til verkætlan at greina ávirkanina av Covid-19 á føroyska fiski- og alivinnu og avleiðingarnar fyri føroyska búskapin. Verkætlanin var eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjókovan. 

Fiskivinnan og alivinnan eru berandi súlurnar undir føroyska búskapinum. Tí hevur virksemið í hesum vinnunum serstakliga stóra ávirkan á føroyska samfelagsbúskapin. Landið fær inntøkur frá hesum vinnunum ígjøgnum lønarskatt, partafelagsskatt, kapitalvinningsskatt umframt uppboðssølu-, veiði- og tøkugjøld. Koronastøðan hevur sjálvandi longu havt - og hevur framhaldandi - ávirkan á fiski- og alifyritøkur. Dentur varð lagdur á eisini at lýsa ávirkanina á fyritøkurnar í breiðari merking, t.d. framleiðslugongdir og avgerðargongdir umframt marknaðar- og søluviðurskifti. 

 

Hvussu hevur korona ávirkað fiskivinnuna?

Greining okkara vísti, at vit hava sera mótstøðuførar fyritøkur, sum hava klárað seg væl ígjøgnum óvanliga stóru avbjóðingarnar. Samrøðurnar við vinnulívsumboðini benda á, at fyritøkurnar hava verið sera fleksiblar og hava megnað at laga seg til broyttu umstøðurnar. Ein fyrimunur er heilt vist, at vit í Føroyum hava havt nøkur serstakliga góð ár, sum gera, at fyritøkurnar hava nakað at standa ímóti við. Tað er tó einki at ivast í, at fyritøkurnar hava eina innbygda tillagingarmentan, sum helst er úrslit av einari siðvenju í vinnum, sum eru vanar við stór príssveiggj, sum koma uttanífrá. Umframt hetta, so broytist rávørugrundarlagið á hvørjum ári. Flestu av vinnulívsfólkunum hava royndir við einari ella fleiri kreppum, sum hava verið ógvusligari enn koronastøðan, vit nú eru í. 

Felags fyri vinnulívsumboðini var, at dentur altíð varð lagdur á loysnir. Hetta sást eisini týðiliga, tá ið korona brast á, og fyritøkurnar skjótt og hegnisliga skipaðu síni viðurskifti, so framleiðslan kundi ganga sína vanligu gongd. Hesin fleksibiliteturin sást eisini hjá almennu myndugleikunum og
starvsfólkunum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, ið skjótt funnu loysnir við at gagnnýta vitan og útgerð, sum vanliga er brúkt til alivinnuna, og brúka hetta til koronukanningar. Eftir hesa fyrstu fasuna hevur gott samstarv millum privatu starvsstovuna Thetis og politiska mynduleikan verið grundarlag fyri munagóðum og áhaldandi koronukanningum og smittusporan. Hetta hevur gjørt tað møguligt at hava vinnuliga virksemið í gongd í so stóran mun.   

Avbjóðingar

 
Fiskiveiðuikon.png

Fiskiveiða.

Fiskiveiðan hevur mestsum gingið sína vanligu gongd í tíðarskeiðnum, hóast tað var eitt stutt tíðarskeið, tá nøkur skip valdu ikki at fara út, tí at prísirnir vóru so vánaligir. Stórur dentur hevur verið lagdur á at avmarka smittuna. Hetta var gjørt við at avmarka manningarskiftini, nokta vitjandi og við at seta fokus á reinføri og sóttreinsan umborð. 

Framleiðslu.png

Framleiðslugongdir

Framleiðslan á landi hevur eisini gingið sína vanliga gongd. Virkini hava lagt stóran dent á at skipa arbeiðið, so at smittan ikki kom á virkini. Hetta var serliga gjørt við at arbeiða í smærri toymum, nokta vitjandi og øktari sóttreinsan. Einki skip ella virki hevur verið darvað av smittuútbroti. 

goymsla.png

Goymsla og logistikkur

Goymsluviðurskifti vóru eisini ein stórur trupulleiki, meðan korona leikaði á. Orsakað av trekari sølu vórðu goymslurnar sera stórar, og hetta gav avbjóðingar bæði viðvíkjandi plássi og at fíggja stóru virðini. Eisini vóru avbjóðingar við at fáa vørurnar út á marknaðin, serliga tíðliga í tíðarskeiðnum. Vørur vóru ofta seinkaðar, umframt at prísurin á flogflutningi fór sera nógv upp í tíðarskeiðnum. 

Icons.png

Søla og Marknaðarviðurskifti

Størsta ávirkanin av koronu hevur verið á fiskaprísirnar, sum vóru nógv ávirkaðir. Nógvir marknaðir, t.d. matstovumarknaðir, hava antin verið stongdir ella sera trekir. Fleiri keyparar hættaðu sær ikki at keypa stórar nøgdir. Fleiri fyritøkur greiddu frá, at keyparar hava kravt at fingið endurskoðað langtíðaravtalur. Tað, at nógvir keyparar mistu tryggingina, var eisini ein stór avbjóðing. Hendan ávirkanin hevur serliga ávirkað fiskimannin og reiðaríini, tí virkini partvís fingu tillagað prísin, tey keyptu fiskin fyri. 

 

Búskaparliga ávirkanin á fiskivinnuna

Myndin niðanfyri vísir mettu ávirkanina á bruttotjóðarúrtøkuna í ymisku vinnugeirunum í fiskivinnuni. Roknað var út frá trimum hugsaðum støðum: verri, miðal og betri. Ovast í vinstra horni ber til at skifta millum metingarnar. Í greiningini, har prísgongdin varð samanborin við undanfarin ár, sást, at prísirnir á fleiri týdningarmiklum fiskasløgnum eru farnir nógv niður. Harðast raktur er húkaflotin, har prísirnir á týdningarmestu fiskasløgunum, toski, hýsu, longu, brosmu, og svartkalva, eru falnir nógv. Hóast koronuprísfallið hevur verið ógvusligt, hevur serstakliga góða ársbyrjanin hildið samlaða úrslitinum uppi. Líkt er til, at endaliga úrslitið helst ikki verður so vánaligt samanborið við onnur ár, tí avreiðingarvirðið fram til september í ár er minkað við sløkum 9% samanborið við prísgongdina frá 2015 - 2019. Góða ársbyrjanin merkti tó, at tað var væntandi, at 2020 fór at sláa øll met, og tí er missurin munandi størri, enn tá bert verður samanborið við undanfarin ár. Trolaraflotin sum heild var minni ávirkaður, tí prísurin á upsa, sum er týdningarmesta fiskaslagið, er ikki fallin í sama mun. 

Mett ávirkan á BTÚ í ymisku vinnugeirunum í fiskivinnuni í prosentum

Samlaðu metingarnar av árinunum av Covid-19 á fiski- og alivinnuna og víðari á aðrar vinnur eru, at føroyski búskapurin av hesum fer at minka við umleið 7 prosentum í ávikavist 2020 og 2021. Tað var serliga alivinnan, sum stóð fyri størstu minkingini, meðan bruttotjóðarúrtøkan í fiskivinnuni var mett at minka við 6,4 %, um eingin korona var. Havast skal tó í huga, at hetta ikki var ein framskriving av búskapinum, men einans ein útrokning av teimum árinum, sum Covid-19 hevði á fiski- og alivinnu. 

Tilmæli frá greiningini

Hvussu kunnu føroyskar fyritøkur gerast meira mótstøðuførar?

 

Betra marknaðaratgongdina

At arbeiða miðvíst fram ímóti betri marknaðaratgongd fyri føroyskar fiskavørur

Greina tilfeingis- og tøkugjøld

At greina hvussu best er at skipa tilfeingis – og tøkugjøld og hvussu ymiskir hættir ávirka mótstøðuførið í fyritøkunum

Samskipa hagtalsframleiðsluna

At skipa hagtalsframleiðsluna betri í samstarvi millum tey, sum framleiða og brúka hagtølini

Myndir

  • ‘Stock Market’: Freepik.com created by zaie - www.freepik.com

  • Varðin Pelagic Uppisjóvarvirki - vardin.fo

  • Vaðhorn Fiskavirki - Vaðhorn

  • Allar aðrar myndir: James Currie Photography -jamescurrie.fo

  • Klakkur - Dávur Winther

  • Kambur - Kristmund Johannessen

  • Gadus: Skipsteknisk

  • P/F Havborg - Skipsteknisk

  • Filmur um Jákup Sverra - Vísindavøkan, Granskingarráðið

Keldur

Cisewski, B., Hátún, H., Kristiansen, I., Hansen, B., Larsen, K.M.H., Eliasen, S.K., Jacobsen, J.A., 2021. Vertical Migration of Pelagic and Mesopelagic Scatterers From ADCP Backscatter Data in the Southern Norwegian Sea. Front. Mar. Sci. 7. https://doi.org/10.3389/fmars.2020.542386

Hagstova Føroya – hagstova.fo

Hátún, H. et al. The subpolar gyre regulates silicate concentrations in the North Atlantic, 2017.  Nature Scientific Reports, 7: 14576 | DOI:10.1038/s41598-017-14837-4.

Havstovan 2020: Tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í 2021

ICES Advice 2019 – cod.27.5b1 – https://doi.org/10.17895/ices.advice.5692

ICES Advice 2019 – cod.27.5b2 – https://doi.org/10.17895/ices.advice.5693

ICES Advice 2019 – cod.27.5b2 – https://doi.org/10.17895/ices.advice.5693

ICES Advice 2019 – had.27.5b – https://doi.org/10.17895/ices.advice.5694

ICES Advice 2019 – her.27.1-24a514a–https://doi.org/10.17895/ices.advice.4882

ICES Advice 2019 – mac.27.nea– https://doi.org/10.17895/ices.advice.4885

ICES Advice 2019 – pok.27.5b – https://doi.org/10.17895/ices.advice.5695

ICES Advice 2019 – whb.27.1-91214 – https://doi.org/10.17895/ices.advice.4886

ICES Advice 2020 – cod.27.5b1 – https://doi.org/10.17895/ices.advice.5933

ICES Advice 2020 – had.27.5b – https://doi.org/10.17895/ices.advice.5934

ICES Advice 2020 – pok.27.5b – https://doi.org/10.17895/ices.advice.5932

ICES. 2020. EU, Norway, and the Faroe Islands request for advice on the long-term management strategies for Northeast Atlantic mackerel (full feedback approach). In Report of the ICES Advisory Committee, 2020. ICES Advice 2020, sr.2020.07. https://doi.org/10.17895/ices.advice.7446.

Jacobsen, S., Gaard, E., Hátún, H., Steingrund, P., Larsen, K.M.H., Ólafsdóttir, S.R., Poulsen, M., 2019. Environmentally Driven Ecological Fluctuations on the Faroe Shelf Revealed by Fish Juvenile Surveys. Front. Mar. Sci. https://doi.org/10.3389/fmars.2019.00559

Pacariz, S., Hátún, H., Jacobsen, J. A., Johnson, C., Eliasen, S. K., Rey, F., 2016. Nutrient-driven poleward expansion of the Northeast Atlantic mackerel (Scomber scombrus) stock: A new hypothesis. Elementa: Science of the Anthropocene doi: 10.12952/journal.elementa.000105

Post, S., Werner, K.M., Núñez-Riboni, I., Chafik, L., Hátún, H., Jansen, T., 2020. Subpolar gyre and temperature drive boreal fish abundance in Greenland waters. Fish. 1–14. https://doi.org/10.1111/faf.12512

Umhvørvisstovan 2020. Frágreiðing um útlát av vakstrarhúsgassi, 1990-2019. https://www.us.fo/Default.aspx?ID=14051  

Vørn - Vorn.fo

Sjókovin takkar øllum, sum hava givið sítt íkast til frágreiðingina