Føroyska uppsjóvarvinnan
Uppsjóvarfiskasløgini sild, makrel og svartkjaftur eru ferðandi fiskastovnar, og tí er neyðugt við felags avtalum um kvotur og umsiting. Fiskiskapurin verður tí umsitin ígjøgnum altjóða samstarv millum strandalondini, so sum Føroyar, Noreg, Ísland, Bretland, ES og Russland. Eisini verður hesin fiskiskapurin í altjóða sjógvi skipaður undir North East Atlantic Fisheries Commission (NEAFC).
Seinastu árini hava verið stórar avbjóðingar við vantandi semjum um býtið av hesum fiskasløgunum, og hetta hevur leitt til ovurfisking í mun til lívfrøðiligu tilmælini, soleiðis at fiskiskapurin hevur mist sína MSC góðkenning. Í 2025 mælti ICES til ógvusligar skerjingar í fiskiskapinum eftir makreli og svartkjafti, meðan tilmælið fyri sild hækkaði (sí annars partin um lívfrøðiliga grundarlagið).
Tískil kann tað sigast, at gongdin í uppsjóvarfiskiskapinum er í stóran mun ávirkað av altjóða samráðingum um kvotabýti, sum kunnu føra til stórar broytingar í mun hvussu nógv og hvar skipini kunnu fiska.
Størsti parturin av uppsjóvarfiskinum, sum føroysku skipini veiða, verður landaður í Føroyum. Kortini verður ein partur eisini landaður uttanlands, serliga svartkjaftur og í minni mun makrelur, sild og lodna.
Sjófeingislógin ásetur, at mest sum øll veiða hjá føroyskum fiskiførum skal landast í Føroyum, tó við einum undantaki á 15%. Endamálið er at tryggja virksemi og arbeiðspláss á landi og at geva føroyskum virkjum støðuga atgongd til rávøru.
Seinastu árini hava nøgdirnar – serliga av svartkjafti – verið sera stórar. Hetta hevur gjørt tað neyðugt at geva undantøk, so skip kunnu landa uttanlands í ávísum tíðarskeiðum.
Útlendsk skip landa eisini uppsjóvarfisk í Føroyum. Hetta er umleið 20% av samlaðu veiðuni hjá føroyskum skipum og samsvarar væl við føroyskar landingar uttanlands. Hetta vísir, at vinnan er tætt tengd at altjóða samstarvi.
Á myndini omanfyri sæst, at útlendsk skip eisini landa nakað av uppsjóvarfiski í Føroyum. Meðan føroysku landingarnar hava ligið um 400.000 tons, hava útlendsku landingarnar ligið um 100.000 tons, serliga av makreli og svartkjafti. Hetta merkir at føroysku landingarnar uttanlands og útlendsku landingarnar í Føroyum eru nøkulunda ájavnar og liggja um 20 prosent av veiðuni hjá føroyskum skipum av uppsjóvarfiski.
Landingar av uppsjóvarfiski
Myndin niðanfyri vísir landingarnar av makreli, sild, svartkjafti og lodnu í Føroyum og uttanlands í árunum 2021-2025. Gulu stabbarnir vísir partin, sum er landaður uttanlands, og við at flyta vísan yvir stabbarnar, sæst prosentparturin, sum er landaður uttanlands.
Landingar av uppsjóvarfiski hjá føroyskum nótaskipum í Føroyum og uttanlands 2021-2025
Myndin vísir, at fyri øll árini er svartkjafturin tað størsta fiskaslagið, og at nógv størstur partur av svartkjafti er landaður uttanlanda, samanborið við hini fiskasløgini. Í 2025, vóru góð 107 túsund tons av svartkjafti landaði uttanlands og hetta svaraði til 27% av landaðu nøgdini tilsamans, sum er ein lækking í mun til 2024, tá 37% av svartkjafti vórðu landaði uttanfyri Føroyar. Síðani 2023 hava nøgdirnar av svartkjafti, sum eru landaðar í Føroyum verið sera høgar samanborið við áðrenn. Sostatt hevur meira rávøra verið atkomulig hjá føroyskum virkjum seinastu árini. Í 2025 vóru bert 2316 tons av makreli landaði uttanlanda, sum er eitt sindur meira enn í 2024, tá landingarnar uttanlands vóru 1762 tons. Øll veiðan av sild, undantikið 297 kilo av hjáveiðu, varð landað í Føroyum í 2025. Í 2024 varð ongin lodnukvota útskrivað til føroysku nótaskipini, og í 2025 varð sera lítið av lodnu veidd, tí kvotan var so lág.
Landingar av uppsjóvarfiski í Føroyum hjá føroyskum og útlendskum fiskiførum
Veiða eftir makreli
Avreiðingarnøgdir av makrel í ymsu sjóøkjunum
Fram til 2020 fór makrelveiðan fyri tað mesta fram í føroyskum sjóøki og í ES-sjóøki (bretskum øki).
Eftir BREXIT mistu føroysku skipini í 2021 atgongdina til bretskt øki, og veiðan flutti seg tí í størri mun til føroyskt sjóøki, altjóðan sjógv (NEAFC) og í minni mun til norskt øki.
Í 2024 fingu føroysku skipini aftur atgongd til bretskt øki, og ein stórur partur av makrelveiðuni hevur síðan verið har.
Atgongdin til bretskt øki hevur stóran týdning, tí makrelurin er har seinast í sesongini og er tá í betri standi – hann er feitari, hevur fastari konsistens og savnast í stórum torvum, sum ger hann lættari at fiska.
Í hinum økjunum er makrelurin oftari meira spjaddur, minni feitur og hevur bleytari konsistens, sum bæði ger fiskiskapin verri og kann ávirka virðið.
Avreiðingarvirðir fyri makreli í ymsu sjóøkjunum
Fram til 2020 stavaði størsti parturin av virðinum frá veiðu í føroyskum sjóøki, men eisini veiða í ES/bretskum øki hevði stóran týdning.
Eftir 2021, tá atgongdin til bretskt øki fall burtur, sást ein greið flyting av virðinum til onnur øki, serliga altjóða sjógv (NEAFC) og í minni mun norskt øki.
Í 2024, tá føroysku skipini aftur fingu atgongd til bretskt øki, øktist virðið aftur munandi í hesum økinum. Samstundis er samlaða virðið av makrelveiðuni vaksið nógv seinastu árini, hóast veidda nøgdin er minkað.
Hetta staðfestir, at bæði atgongd til røttu sjóøkini og prísgongdin á marknaðinum hava avgerandi týdning fyri samlaða virðið av fiskiskapinum.
Krónur fyri hvørt kilo av makreli í ymsu sjóøkjunum
Prísurin á makreli hevur sum heild ligið millum 5 og 10 kr/kg í nógv ár. Vanliga hevur prísurin verið nakað hægri í ES- og bretskum øki enn í føroyskum sjóøki, sum hongur saman við betri góðsku – hægri fitiinnihaldi og fastari konsistensi.
Sum dømi var prísurin í ES/bretskum øki 9,79 kr/kg í 2020, meðan hann í føroyskum øki var 6,86 kr/kg.
Seinastu árini er prísurin tó hækkaður munandi í øllum sjóøkjum, og er hann nú hægri enn nakrantíð áður. Serliga í 2024 og 2025 sæst ein greiður prísvøkstur, sum hevur lyft prísin upp á eitt nýtt støði.
Avreiðingarnøgd, avreiðingarvirði og krónur fyri hvørt kilo fyri makrel (2008-2025)
Makrelur verður vanliga roknaður fyri at vera týdningarmesti uppsjóvarfiskurin, tí hann hevur hægsta prísin og størsta samlaða virðið. Nøgdirnar av svartkjafti eru ofta væl størri, men prísurin er væl lægri.
Eftir at veiðan eftir makreli veruliga tók seg upp í 2010 hevur veiðan ligið á umleið 100.000 tonsum árliga. Í 2023 var veiðan serliga stór við 173.000 tonsum, meðan hon í 2024 og 2025 minkaði niður um 70.000 tons. Hóast stóru minkingina í nøgdini minkaði virðið á veiðuni nógv minni. Virði á makrelveiðuni lá framvegis um 1 milliard krónur árliga. Orsøkin er, at prísurin hækkaði nógv - úr umleið 7 kr/kg upp í 12 kr/kg í 2024 og 18 kr/kg í 2025.
Orsøkin til hækkaða prísin er serliga minkandi útboð av makreli á altjóða marknaðinum. Hetta hevur trýst prísin upp, og fyrstu mánaðirnar í 2026 benda á, at prísurin er hækkaður enn meira, upp um 30 kr/kg.
Fram til 2020 fór makrelveiðan fyri tað mesta fram í føroyskum sjóøki og í ES-sjóøki (bretskum øki).
Eftir Brexit mistu føroysku skipini í 2021 atgongdina til bretskt øki, og veiðan flutti seg tí í størri mun til føroyskt sjóøki, altjóða sjógv (NEAFC) og í minni mun til norskt øki.
Í 2024 fingu føroysku skipini aftur atgongd til bretskt øki, og ein stórur partur av makrelveiðuni hevur síðan verið har.
Atgongdin til bretskt øki hevur stóran týdning, tí makrelurin er har seinast í sesongini og er tá í betri standi – hann er feitari, hevur fastari konsistens og savnast í stórum torvum, sum ger hann lættari at fiska.
Í hinum økjunum er makrelurin oftari meira spjaddur, minni feitur og hevur bleytari konsistens, sum bæði ger fiskiskapin verri og kann ávirka virðið.
Útflutningurin av makreli
Útflutningur av makreli býttur á lond (2008-2025)
Myndin av útflutninginum býttan á lond vísir, at føroyskur makrelur verður útfluttur til nógv ymisk lond, men eisini, at útflutningurin er savnaður á nakrar fáar høvuðsmarknaðir.
Russland hevur í nógv ár verið størsti einstaki marknaðurin fyri føroyskan makrel, við útflutningi upp á fleiri tíggjutúsund tons árliga.
Harumframt verður makrelur útfluttur til lond sum Noreg, Kina, Danmark og fleiri afrikonsk lond, eitt nú Nigeria og Egyptaland. Serliga Nigeria hevur í ávísum árum tikið stórar nøgdir. Eisini sæst útflutningur til Niðurlond og Danmarkar. Tá ið talan er um Niðurlond, so er hetta helst, tí at fiskurin verður fluttur á fyribilsgoymslu har, fyri síðani at vera seldur til onnur lond. Hetta hendir eisini, tá ið talan er um Danmark, umframt at nakað av landingum kunnu vera í Danmark.
Myndin vísir eisini, at útflutningurin kann broytast nógv frá ári til ár og millum lond. Hetta er tekin um, at føroyski makrelútflutningurin er nógv ávirkaður av marknaðartreytum, útboði og eftirspurningi umframthandilspolitiskum viðurskiftum.
Miðalprísur (kr/kg) fyri makrel býtt á lond (2008-2025)
Miðalprísurin fyri makrel hevur verið ymiskur á ymsu útflutningsmarknaðunum, men yvirskipaða gongdin hevur verið tann sama. Fram til 2020 lógu prísirnir í flestu londum á umleið sama støði, oftast millum 7 og 11 kr/kg, har Rusland vanliga hevði hægsta prísin.
Síðani 2021 er prísurin hækkaður munandi í øllum høvuðsmarknaðum. Serliga í 2024 og 2025 sæst ein greiður prísvøkstur, har prísurin í fleiri londum er komin upp um 20 kr/kg í 2025.
Munur er framvegis á prísinum millum lond, men hesin munur tykist í stóran mun at vera drivin av ymiskum marknaðarviðurskiftum og krøvum til góðsku.
Hvat verður makrelur útfluttur sum?
Mest útflutta vøran av makreli er heilur frystur makrelur. Útflutningstølini hjá hagstovuni vísa, at í tíðarskeiðnum 2014-2025 er nógv tann størsti útflutningsbólkurin “heilur/kruvdur, frystur”. Heilur frystur (whole round) umframt kruvdur og avhøvdaður (head/gutted) makrelur er í hesum útflutningsbólkinum. Heili makrelurin fyllir tó nógv mest í hesum bólkinum. Næststørsti bólkurin í tíðarskeiðnum er “heilur/kruvdur, køldur”. Hetta er makrelur, sum er landaður uttanlands og harvið útfluttur heilur beint av fiskileið. Summi ár er ein sera lítil partur eisini útfluttur sum flak. Sambært virkjunum, verður ein lítil partur av makreli til tíðir skorin til flaps, men tað er ógreitt, hvar hesin makrelurin sæst aftur í útflutningshagtølunum, tí at ongin makrelur er í bólkinum “skorin annars, fryst”, sum fyri sild umboðar flaps.
Veiðan eftir sild
Avreiðingarnøgdir av sild í ymsu sjóøkjunum
Myndin vísir, at sildaveiðan hjá føroyskum skipum er býtt á fleiri sjóøki, og at stórar broytingar hava verið yvir tíð.
Eftir 2010 flutti veiðan seg úr norskum til føroyskt sjóøki, og frá 2018 flutti veiðan seg í stóran mun inn í íslendskt sjóøki. Hetta endurspeglar broytingar í útbreiðslu av sildastovninum, men eisini avleiðingar av altjóða samráðingum og atgongd til ymisk sjóøki. Hetta merkir, at sildafiskiskapurin er bæði lívfrøðiliga og politiskt treytaður.
Avreiðingarvirðir fyri sild í ymsu sjóøkjunum
Myndin av samlaða virðinum av sildaveiðuni býtt á ymisk sjóøki vísir, at eins og við nøgdunum, hevur virðið flutt seg nógv millum øki yvir tíð.
Fram til umleið 2010 stavaði ein stórur partur av virðinum frá veiðu í norskum sjóøki. Síðani flutti virðið seg í størri mun til føroyskt sjóøki, sum í fleiri ár var tað økið, ið hevði størsta partin av virðinum.
Seinnu árini er virðið blivið meira javnt býtt á fleiri øki – virðini í íslendskum øki og altjóða sjógvi (NEAFC) er vaksin, samstundis sum parturin frá føroyskum sjóøki er minkaður.
Samlaða virðið sveiggjar nógv frá ári til ár og fylgir í stóran mun broytingunum í veiðunøgdini.
Krónur fyri hvørt kilo av sild í ymsu sjóøkjunum
Miðalprísurin fyri sild hevur verið ymiskur millum sjóøki og hevur eisini sveiggjað nógv yvir tíð.
Í føroyskum sjóøki hevur prísurin ligið á einum miðalstøði, við týðiligum sveiggjum frá ári til ár. Í øðrum økjum, serliga íslendskum og í altjóða sjógvi (NEAFC), sæst, at prísurin seinastu árini er hækkaður munandi og liggur hægri enn áður.
Samanborið við makrel er minni munur á prísinum millum sjóøkini, og prísurin á sild er sum heild lægri. Síðan 2020 eru sildakvoturnar minkaðar og hevur hetta elvt til príshækkingar.
Myndin vísir gongdina í veiðu, virði og miðalprísi fyri sild. Samanborið við makrel er sildafiskiskapurin eyðkendur av størri sveiggjum í bæði nøgd og virði.
Veiðan broytist nógv frá ári til ár. Sildaveiðan lá undir 90 túsund tonsum í 2008-2016, undantikið í 2013, tá veiðan var umleið 120 túsund tons, men í 2017 vaks veiðan nógv og lá hon á einum munandi hægri støði fram til 2023 – størsta veiðan var í 2022, tá smá 125 túsund tons vóru veidd. Í 2023 og árini eftir minkaði veiðan munandi, og í 2025 var samlaða nøgdin 45 túsund tons, sum er triðminsta nøgdin í øllum tíðarskeiðnum.
Samlaða virðið fylgir í stóran mun nøgdini, men verður eisini ávirkað av prísgongdini. Virðið var hægst í somu tíðarskeiðum, sum tá veiðan var størst, og er síðani minkað nógv aftur.
Prísurin á sild hevur sum heild verið lægri enn fyri makrel, men hevur eisini verið vaksandi seinastu árini.
Avreiðingarnøgd, avreiðingarvirði og krónur fyri hvørt kilo fyri sild (2008-2025)
Útflutningur av sild
Útflutningur av sild býttur á lond (2008-2025)
Myndin omanfyri vísir, at útflutningurin av sild er býttur á fleiri lond, men at ein stórur partur fer til nakrar fáar høvuðsmarknaðir.
Russland hevur í nógv ár verið størsta einstaka keyparaland av føroyskari sild, við munandi størri nøgdum samanborið við onnur lond. Eisini lond sum Egyptaland og Ukraina hava havt ein týdningarmiklan leiklut sum keyparalond.
Harumframt verður sild útflutt til fleiri onnur lond, bæði í Evropa, Afrika og Asia, men nøgdirnar til hesi lond eru minni og sveiggja nógv frá ári til ár.
Miðalprísur (kr/kg) fyri sild býtt á lond (2008-2025)
Frá 2018 til 2020 lá prísurin í flestu londum á einum lutfalsliga lágum og støðugum støði, oftast millum 5 og 7 kr/kg. Síðani er prísurin hækkaður munandi á nærum øllum marknaðum.
Seinastu árini, serliga í 2024 og 2025, eru prísirnir í flestu londum hækkaðir nógv og liggja teir í 2025 á umleið 12–15 kr/kg.
Hóast prísurin á sild er hækkaður, er tað framvegis nøgd og kvotur, sum hava størstan týdning fyri samlaða virðið av sildafiskiskapinum.
Hvat verður sildin útflutt sum?
Vanligasta vøran av sild er eisini heil fryst sild. Eins og fyri makrel, so vísa útflutningshagtølini, at størsti parturin av sild í øllum tíðarskeiðnum verður útflutt í bólkinum “heil/kruvd, fyrst.” Hesin bólkurin umfatar heila frysta (whole round) sild og avhøvdaða og kruvda (head/gutted) sild; nógv tann vanligasta útflutningsvøran er tó heil sild. Frá 2014 til 2018 hevur ein lutfalsliga størri partur av sildini verið skorin til flak, og í 2014 og 2015 var næststørsti vørubólkurin “flak, fryst”. Øll hini árini er næstmest útflutt í bólkinum “skorin annars, fryst”, sum fyri sild umboðar flaps. Tey árini har føroysku skipini hava landað nógva sild uttanlanda, so er triðmest útflutt í bólkinum “heil/kruvd, køld”, tá sildin hevur verið útflutt heil og køld beint av fiskileið.
Veiða eftir svartkjafti
býtt á sjóøki
Avreiðingarnøgdir fyri svartkjaft í ymsu sjóøkjunum
Svartkjaftaveiðan hjá føroyskum skipum er í stóran mun savnað í fáum sjóøkjum, og serliga í føroyskum sjóøki.
Størsti parturin av veiðuni hevur gjøgnum alt tíðarskeiðið verið í føroyskum sjóøki, og broytingar í samlaðu veiðuni síggjast tí fyrst og fremst aftur her.
Harumframt verður ein minni partur veiddur í øðrum økjum, serliga í altjóða sjógvi (NEAFC), ES/bretskum øki og í íslendskum sjóøki, men hesir partar eru nógv minni samanborið við føroyska partin.
Veiðan hevur sveiggjað nógv yvir tíð, við eini munandi minking í 2009 og einari markantari øking frá umleið 2013 og fram. Síðani er veiðan fallin munandi aftur í 2021 og 2022, men seinastu árini hevur veiðan verið á methøgum støði omanfyri 400 túsund tonsum.
Hetta undirstrikar, at svartkjaftafiskiskapurin í sera stóran mun er bundin at føroyskum sjóøki, og at broytingar í hesum øki hava beinleiðis ávirkan á samlaðu veiðuna. Hetta ger eisini fiskiskapin minni treytaðan av altjóða atgongd til onnur sjóøki samanborið við makrel og sild.
Avreiðingarvirðir fyri svartkjaft í ymsu sjóøkjunum
Eins og við nøgdini, stavar nógv tann størsti parturin av veiðivirðinum frá føroyskum sjóøki.
Broytingar í samlaða virðinum fylgja í stóran mun gongdini í veiðunøgdini, og tí sæst ein greið øking í virðinum frá umleið 2013 og fram, samstundis sum veiðan veksur, umframt at sama minkingin sæst í virðinum í 2021 og 2022 til veiðuvirðið fer á eitt methøgt støði í 2023 og framyvir.
Veiða í øðrum økjum hevur ikki verið lítil í ávísum tíðarskeiðum, men kortini hevur hendan veiðan verið ein lítil partur samanborið við føroyska partin.
Krónur fyri hvørt kilo av svartkjafti í ymsu sjóøkjunum
Avreiðingarprísurin á svartkjafti er lutfalsliga lágur og hevur sveiggjað nakað yvir tíð, men liggur framvegis væl undir prísinum á bæði makreli og sild.
Ein serlig hækking sást í 2011, tá prísurin fór uppum 5,5 kr/kg, men síðani er hann fallin aftur og hevur ligið á einum lægri og meira støðugum støði.
Seinastu árini hevur ein ávísur prísvøkstur verið at síggja, men prísurin er framvegis lutfalsliga lágur, vanliga millum 2 og 3 kr/kg.
Munurin millum sjóøkini er avmarkaður, og prísurin er rættiliga líkur. Tað mesta av svartkjaftinum verður selt sum rávøra til framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og laksafóðri og hetta gevur vanliga lægri prís.
Myndirnar vísa gongdina í veiðu, virði og miðalprísi fyri svartkjaft. Samanborið við makrel og sild er svartkjaftur eyðkendur av sera stórum nøgdum, men lágum prísum.
Veiðan hevur sveiggjað nógv yvir tíð, men hevur seinastu árini ligið á einum høgum støði, ofta millum 300.000 og 400.000 tons. Hetta ger svartkjaft til tað størsta uppsjóvarfiskaslagið í nøgd.
Prísurin er hinvegin lutfalsliga lágur og hevur vanliga ligið væl undir prísinum á bæði makreli og sild. Hóast sveiggj, hevur prísurin verið rímiliga støðugur samanborið við hini fiskasløgini.
Samlaða virðið av svartkjafti er tí í stóran mun tengt at teimum stóru nøgdunum heldur enn av høgum prísi. Seinastu árini er virðið vaksið munandi, samstundis sum veiðan hevur verið stór.
Avreiðingarnøgd, avreiðingarvirði og krónur fyri hvørt kilo fyri svartkjaft (2008-2025)
Útflutningur av svartkjafti
Miðalprísur (kr/kg) fyri svartkjaft býtt á lond (2008-2025)
Miðalprísurin á útflutninginum av svartkjafti er ymiskur millum lond, men liggur sum heild á einum lutfalsliga lágum støði samanborið við onnur uppsjóvarfiskasløg. Nakað av útflutninginum stavar frá, at uppsjóvarskipini landa nakað av svartkjaftinum í útlandinum, meðan annar partur av útflutninginum er eaftir at svartkjafturin er støddarbýttur og frystur. Tá er prísurin vanliga væl hægri, enn tá hann verður landaður sum rávøra.
Prísurin hevur sveiggjað nakað frá ári til ár og millum marknaðir, men hevur oftast ligið millum 2 og 4 kr/kg. Í ávísum londum og árum eru hægri prísir at síggja, men hetta er ikki eitt støðugt mynstur.
Seinastu árini sæst ein ávísur prísvøkstur í fleiri marknaðum, og í einstøkum førum eru prísirnir hækkaðir munandi. Kortini er talan framvegis um ein lutfalsliga lágprísvøru.
Hvat verður svartkjaftur útfluttur sum?
Nógv tann størsti parturin av svartkjafti, sum verður landaður í Føroyum fer til framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og fóðri. Hesin svartkjafturin telur tí ikki við í svartkjaftaútflutninginum, men verður útfluttur sum fiskamjøl, lýsi ella fóður. Sostatt umboðar útflutningsgrafurin bert landingar uttanlands og svartkjaft, sum er landaður til matna í Føroyum. Vit hava bert tikið 2024 og 2025 við fyri svartkjaftin, tí tølini aftur í tíð eru misvísandi orsakað av landingum av svartkjafti uttanlands, sum eru bólkaðar soleiðis, at tær ikki telja við í svartkjaftatølunum. Útflutningsgrafurin vísir, at omanfyri 90% verða útflutt í bólkinum “heilur/kruvdur, køldur”, sum er svartkjaftur landaður uttanlands og útfluttur heilur beint av fiskileið. Írestandi parturin er í bólkinum “heilur/kruvdur, frystur”, sum umboðar svartkjaft, sum verður útfluttur frystur antin heilur (whole round) ella avhøvdaður og kruvdur (head/gutted). Omanfyri 99% av hesum er heilur fiskur seinastu tvey árini. Í 2024 vóru 0,1% eisini útflutt í bólkinum “skorin annars, frystur”.
Samanbera vit fiskasløgini í 2025 síggja vit, at veiðivirðið á makreli lá á 1.112 mió. kr., svartkjaftur á 1.005 mió. kr. og sild á 299 mió. kr. Harvið høvdu makrelur og svartkjaftur nærum eins stórt veiðivirði.
Samanumtikið kann sigast, at makrelur og svartkjaftur skapa størsta partin av samlaða veiðivirðinum, men á ymiskan hátt – makrelur við høgum prísi og svartkjaftur við stórum nøgdum – meðan sild hevur eitt lægri og meira sveiggjandi virði.