Starvsfólk í fiskivinnuni
Í hesum partinum verður hugt at starvsfólkum, sum virka innan fiskiskap og fiskavøruídnað. Hetta eru starvsfólkini í okkara fiskivinnu, og hesi vinna til sítt uppihald frá tí tilfeingi, ið einaferð hevur svomið í havinum. Starvsfólkini eru búsitandi í Føroyum, eru 13 ár ella eldri og fáa løn umvegis samtíðarskattaskipanina (STSS). Tølini byggja bert á starvsfólk í fiskivinnuni, tískil eru tey, sum arbeiða í alivinnuni, ikki við í myndunum niðanfyri.
Starvsfólk í fiskivinnuni frá 1985 til 2025
Grafurin omanfyri vísir talið av starvsfólkum í fiskiskapi og fiskavøruídnaði frá 1985 til 2025. Tað eru tríggjar tíðarlinjur – ein fyri fiskiskap, ein fyri fiskavøruídnað og ein, sum vísir samlaða talið av starvsfólkum í hesum báðum bólkunum. Talið av starvsfólkum sæst til vinstru á tíðarrøðini og árini niðast á grafinum. Við at koyra músina á tíðarlinjurnar sæst talið av starvsfólkum í einstøku árinunum.
Í 1985 var samlaða talið av starvsfólkum í fiskivinnuni 6.111 fólk og í dag starvast 2.410 fólk í vinnuni. Hetta er ein minking á 3.701 fólk, ið svarar til eina minking á góð 60%. Tað eru nøkur sveiggj í árunum, men serliga sæst ein afturgongd í starvsfólkahópinum undir kreppuárunum 1990-1993. Árini eftir økist talið av starvsfólkum fram til 2002, tá tað vóru 4.777 starvsfólk í fiskivinnuni. Síðani tá hevur talið verið minkandi við nøkrum sveiggjum. Seinastu fimm árini er talið av starvsfólkum minkað við 356 fólkum, ið svarat til eina minking á sløk 13%.
Býtið av fólkum í fiskiskapi og fiskavøruídnaði hevur seinastu árini verið rættiliga javnt. Í 2023 var talið næstan tað sama, meðan í 2025 vóru 1.325 starvsfólk í fiskiskapi og 1.084 starvsfólk í fiskavøruídnaði. Sostatt eru tað 241 fleiri starvsfólk í fiskiskapi enn í fiskivøruídnaðinum. Annars hevur talið av starvsfólkum í fiskavøruídnaði ligið omanfyri síðani 2015.
Starvsfólk í fiskiskapi og fiskavøruídnaðibýtt býtt á kyn 1985-2025
Á grafinum omanfyri sæst kynsbýtið millum starvsfólk í fiskiskapi og fiskavøruídnaðinum frá 1985 til 2025. Ovast á grafinum ber til at velja at hyggja eftir kynsbýtinum í fiskivinnuni tilsamans, ella bert í fiskiskapi ella fiskivøruídnaðinum. Teir gulu stabbarnir umboða kvinnur og bláu stabbarnir umboða menn.
Tá vit hyggja eftir starvsfólkum tilsamans í fiskivinnuni, so sæst greitt, at tað eru fleiri menn enn kvinnur í fiskivinnuni. Hetta er serliga orsakað av stóru yvirumboðanini í fiskiskapinum, sum er øll árini. Í 2025 vóru 97% av starvsfólkunum í fiskiskapi mannfólk. Í 1985 var talið av mannfólkum í fiskiskapi 89%.
Hyggja vit eftir kynsbýtinum í fiskavøruídnaðinum so sæst, at kynsbýtið er javnari. Í 2025 vóru góð 60% av starvsfólkunum menn. Í 1985 var støðan ein onnur, tá vóru góð 57% av starvsfólkunum kvinnur. Hendan gongdin broytist í 2010 og síðani hava tað verið fleiri mannfólk í fiskavøruídnaðinum enn kvinnur.
Starvsfólk í fiskiskapi og fiskavøruídnaði býtt á bústaðarøki í 2025
Grafurin omanfyri vísir talið av starvsfólkum í 2025 og hvaðani í landinum tey koma. Við at koyra músina yvir økini sæst talið av starvsfólkum í hvørjum øki. Ovast á grafinum ber til at velja at hyggja eftir samlaða talinum av starvsfólkum í fiskivinnuni býtt á øki ella eftir fiskiskapinum ella fiskavøruídnaðinum hvør sær.
Um vit hyggja eftir samlaða talinum av starvsfólkum síggja vit, at tey flestu hava bústað í eysturoyar økinum, næst flest í norðoya økinum og síðani í streymoyar økinum, suður.
Hyggja vit at fiskiskapinum sæst at flestu starvsfólkini búgva í norðoya økinum, næst flest í streymoyar økinum, suður, og síðani eysturoyarøkinum. Býtið millum hesi økini er sera javnt, ávikavist 27%, 24% og 23%. Sostatt eru 74% av starvsfólkunum í fiskiskapinum frá hesum trimum økjunum.
Hyggja vit at fiskavøruídnaðinum, so sæst, at nógv flest starvsfólk hava bústað í eysturoyar økinum. 477 starvsfólk út av 1.083 í fiskavøruídnaðinum hava bústað í eysturoyarøkinumið svarar til 44%. Næstflest starvsfólk hava bústað í norðoya økinum (20%), og síðani í suðuroyar økinum (19%).
Útlendsk arbeiðsmegi
Føroyar hava í longri tíð havt søguliga lágt arbeiðsloysi, og ein stór avbjóðing fyri búskapin er tí trot á arbeiðsmegi. Í hesum sambandi er talið av útlendingum, sum eru komnir til Føroya at arbeiða økt nógv. Í 2021 var Fast Track skipan sett í verk, sum skal gera tað skjótari og smidligari at fáa arbeiðsmegi frá londum uttanfyri Evropa til Føroya.
Skipanin, sum var sett í verk í November 2021, styttir viðgerðartíðina og gevur øllum vinnugeirum í Føroyum lættari atgongd at fáa arbeiðsmegi úr triðjalondum, t.e. úr londum uttanfyri ES og Norðurlond. Skipanin kom í gildi tann 18. november 2021 og er í gildi, so leingi arbeiðsloysið er undir 3,5%
Á myndini niðanfyrisæst býtið av starvsfólkum við og uttan bústaðartilknýti í føroysku fiskivinnuni. Sambært Hagstovuni hevur hugtakið til endamáls at lýsa, um ein persónur hevur búð eitt ávíst áramál í Føroyum eina ferð í sínum lívi. Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í 7 út av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum.
Býtið av starvsfólkum við - og uttan bústaðartilknýti í føroysku fiskivinnuni
Á grafinum sæst, at ein vaksandi partur av arbeiðsmegini í fiskivinnuni ikki hevur bústaðartilknýti til Føroyar. Hyggja vit nærri at fiskavøruídnaðinum, sæst, at síðan 2018 hevur parturin av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti verið støðugt vaksandi, og í 2025 vóru heili 26 % av starvsfólkunum uttan bústaðartilknýti. Hjá fyriskapum er hesin partur sløk 8 %.
Tal av starvsfólkum býtt á ríkisborgaraskap ‘Danmark’ og ‘Annað ein Danmark’
Omanfyri er ein grafur, sum vísir á samlaða starvsfólkatalið býtt á ríkisborgaraskap. Eitt føroyskt starvsfólk verður her bólkað sum “Danmark” og útlendsk starvsfólk verða bólkað “Annað enn Danmark”.
Vit síggja á hesum grafinum, at talið av útlendskum starvsfólkum hevur verið støðugt vaksandi síðani 2015, men serliga seinastu fimm árini er talið av útlendskum starvsfólkum í fiskivinnuni vaksið. Hendan samlaða gongdin er serliga orsakað av býtinum í fiskavøruídnaðinum.
Í 2020 vóru tað 251 starvsfólk, ella 17%, í fiskivøruídnaðinum, sum høvdu útlendskan ríkisborgaraskap. Í 2025 vóru tað 347 starvsfólk í fiskavøruídnaðinum, sum høvdu útlendskan ríkisborgaraskap, og hettar svarar til 32%.
Í fiskiskapinum vóru tað 29 starvsfólk, 2%, sum høvdu útlendskan ríkisborgaraskap. Í 2025 varð hetta talið 103 starvsfólk ella 7%.
Við at samanbera grafin, sum vísir á starvsfólk við- og uttan bústaðartilknýti til Føroyar, og grafin omanfyri við starvsfólkum býtt á ríkisborgaraskap, so sæst at gongdin er tann sama. Starvsfólk í fiskivinnuni hava í størri mun annan ríkisborgaraskap ella ikki bústaðartilknýti til Føroyar. Hetta bendir á, at arbeiðsmegin í fiskivinnuni í størri mun er vorðin altjóða.
Útlendsk starvsfólk í fiskiskapi býttir á ríkisborgaraskap
Í grafinum omanfyri sæst talið av starvsfólkum í fiskiskapinum býtt á ríkisborgaraskap seinastu fimm árini. Ovast á grafinum sæst, hvat fyri heimspartar talan er um. Ovast á stabbunum stendur samlaða talið av útlendskum starvsfólkum í fiskiskapinum og við at koyra músina yvir ymisku litirnar á stabbunum sæst, hvussu nógv starvsfólk koma frá hvørjum heimsparti.
Á grafinum sæst, at tað burturav eru starvsfólk, sum koma frá landsynningsasia, sum vaksa í tali. Í 2020 vóru tað 3 starvsfólk harfrá og í 2025 vótu heili 78 starvsfólk úr landsynningsasia. Í 2020 vóru hesi 10% av útlendsku starvsfólkunum og í 2025 vóru tey heili 75% av útlendsku starvsfólkunum.
Útlendsk starvsfólk í fiskavøruídnaði býttir á ríkisborgaraskap
Á grafinum omanfyri sæst talið av starvsfólkum í fiskivøruídnaði býtt á ríkisborgaraskap síðani 2008. Ovast á grafinum sæst, hvat fyri heimspartar talan er um. Ovast á stabbunum stendur samlaða talið av útlendskum starvsfólkum í fiskavøruídnaði og við at koyra músina yvir ymisku litirnar á stabbunum sæst, hvussu nógv starvsfólk koma frá hvørjum heimsparti.
Her síggja vit eisini at útlendsku starvsfólkini, sum vaksa í tali í nógv størstan mun koma frá landsynningsasia. Í 2020 var talið á starvsfólkum úr Landsynningsasia 105 starvsfólk, ið svarar til sløk 40% av útlendsku starvsfólkunum í fiskivøruídnaðinum. Í 2025 varð talið 205 starvsfólk og sostatt vóru 59% av útlendsku starvsfólkunum úr landsynningsasia. Harumframt sæst at ein lítil øking í útlendsku starvsfólkunum úr Afrika og ein minking í starvsfólkunum úr Eysturevropa.