Føroyski botnfiskiskapurin

Í hesum partinum hyggja vit nærri at botnfiskiskapinum, við serligum denti á veiðu á Landgrunninum hjá bólki 2-5. Sjókovin hevur áður víst á, hvussu stóran búskaparligan týdning atgongdin at fiska á útlendskum leiðum hevur fyri línuskipini. Føroyski landgrunnurin er tó grundarlagið undir fiskiskapinum hjá flestu føroysku fiskiførunum og tískil hyggja vit í ár eftir gongdini í hesum fiskiskapi. Í myndunum niðanfyri vísa vit í hvørjum økjum vit veiða fiskasløgini tosk, hýsu, upsa, longu og brosmu. Nakað av veiðu av hesum fiskasløgum er í øðrum økjum, men hendan er so lítil og ótýðandi, at hon ikki er við á myndunum. Tølini eru avreidd nøgd sambært Vørn, og tey eru ikki upproknaði til livandi vekt.

Í hvørjum sjóøkjum veiða vit botnfisk?

Toskaveiða býtt á sjóøki

Myndin vísir, hvar avreiðingarnar eru veiddar seinastu 10 árini. Hyggja vit fyrst at Føroyum, so hevur hetta sveiggjað frá umleið fjórðingin til helmingin av samlaðu veiðuni. Serliga skal leggjast til merkis, at veiðan í føroyskum sjóøki hevur nøkur ár fevnt um helmingin av allari toskaveiðuni. Hetta var í árunum 2018-2020 og so aftur í 2025. Í árunum 2017 og 2022 var tað mesta av toskinum veiddur í Noregi og Russlandi (Barentshavinum). Hendan kvotan er minkað seinastu árini, so í 2025 var hetta bara umleið triðingurin av veiðuni. Hini árini hevur veiðan í Barentshavinum umboðað millum umleið 30 og 55% av heildarveiðuni av toski. Restin av toskinum verður veiddur í NAFO økinum (Flemish Cap), Íslandi og Grønlandi. Tá ið hugt verður eftir virðinum, sæst, at býtið í Føroyum er minkað niður í góð 36%, meðan virðið av veiðuni í Noregi og Russlandi tilsamans er umleið 41%. Tó má sigast, at hetta partvís er orsakað av, at myndin bert vísir landaðar nøgdir. Flakatrolararnir skera eisini flak, so tá verður prísurin hægri fyri hvørt kilo. Tað sama er galdandi fyri frystilínuskipini, sum avhøvda og kryvja fiskin.

Hýsuveiða býtt á sjóøki

Hyggja vit so eftir hýsuni, sum ofta verður veidd saman við toskinum, sæst, at her er ein nógv størri partur, sum er veiddur í føroyskum øki. Parturin, sum er veiddur í føroyskum øki hevur ligið um tríggjar fjórðingar av allari veiðuni seinastu nógvu árini. Næst størsti parturin hevur øll árini verið veiddur í íslandi. Hyggja vit eftir virðunum, sæst, at umleið 60% av avreidda veiðuvirðinum er úr føroyskum øki, og her hevur Ísland vanliga eisini verið næst, burtursæð frá í 2025, tá ið næststørstu virðini fingust í Noregi.

Longuveiða býtt á sjóøki

Umleið 80% av avreiddu longuni hevur verið veidd í føroyskum sjóøki seinastu tíggju árini. Hin parturin hevur verið veiddur í Íslandi, og onkur ár hava millum 1 og 2% av longuni verið veidd í Grønlandi. Í 2025 vóru 85% av nøgdunum veiddar í Føroyum. Myndin fyri virðini er áleið tann sama.

Upsaveiða býtt á sjóøki

Upsin er eitt av fiskasløgunum, sum vit næstan ikki fiska aðrastaðni. Næstan allur upsin (millum 96 og 98%) er veiddur í føroyskum øki. Restin av upsaveiðuni er fyri tað mesta hjáveiða í øðrum økjum. Tá ið hugt verður eftir virðinum, er myndin næstan tann sama, tó er lutfalsliga virðið nakað lægri enn nøgdirnar. 

Brosmuveiða býtt á sjóøki

Meginparturin av brosmuni hevur eisini verið veiddur í føroyskum sjóøki og lutfalsligi parturin í Føroyum hevur verið støðugt økjandi seinastu árini. Í 2022 varð meira enn 86% av brosmu veidd í føroyskum øki og í 2025 lá veiðan næstan á 84%. Næststørsta nøgdin hevur verið veidd í Íslandi, og síðani kemur veiðan í grønlendskum sjóøki. Býtið á avreiðingarvirðinum fylgir eisini rættiliga væl nøgdunum, men tað er ymiskt millum árini um avreiðingarvirðini í føroyskum sjóøki liggja nakað omanfyri ella niðanfyri nøgdirnar.

Avreiðingar og útflutningur av botnfiski

Omanfyri hava vit hugt eftir býtinum av veiðuni uppá sjóøki. Hetta sigur tó einki um avreiddu nøgdirnar ymisku árini. Niðanfyri hyggja vit nærri eftir avreiddu nøgdunum, virðunum og miðalprísunum á toski, hýsu, upsa, longu og brosmu. Her skal aftur havast í huga, at hetta eru beinleiðis tøl frá Vørn, sum eru avreiddar nøgdir, ið ikki eru umroknaðar til livandi vekt. Hetta gevur sjálvandi eina góða mynd av gongdini, men miðalprísurin á fiskasløgunum kann broytast nógv, alt eftir hvussu fiskurin verður landaður (heilur, avhøvdaður ella sum flak).  

Toskur

Avreiðingar av toski

Í 2025 vóru næstan 23 túsund tons avreidd av toski tilsamans. Hetta er nakað meira enn fýra tey seinastu árini, tá ið landingarnar av toski hava verið líka undir 20.000 tons. 2019 var eitt serliga gott ár í føroyskum øki, og hetta fer eisini at síggjast í myndunum um fiskiskapin, sum koma niðanfyri. Tað, sum serliga er vert at leggja til merkis er avreiðingarvirðini. Í 2025 var avreiðingarvirðið av toski næstan 1,19 millardir, sum er umleið dupult so nógv sum flestu árini í tíðarskeiðnum og ein øking uppá 44% í mun til 2024. Avreiðingarvirðið var eisini mundandi hægri enn í 2019, tá ið veiðan av toski var óvanliga stór. Havast skal eisini í huga, at høga avreiðingarvirðið í bert ávísan mun er úrslit av størru nøgdunum, tí hesar eru bert broyttar 20% í mun til 2024. Tá hugt verður eftir miðalprísinum fyri hvørt kilo av fiski, sæst prísgongdin í toskinum, sum er farin flúgvandi uppeftir seinastu árini, og serliga síðani 2020. Í 2020 var miðalprísurin góðar 27 krónur og í 2025 var hann beint undir 52 krónum, sum er næstan dupult so nógv.

Hýsa

Avreiðingar av hýsu

Avreiðingarnar av hýsu eru nógv øktar seinastu árini. Í 2015 veiddu vit niðanfyri 5000 tons, meðan avreiddu nøgdirnar av hýsuni vóru 7800 tons í 2025. Í tiðarskeiðnum hava tað serliga verið tvey ár, har veiðan hevur verið serliga stór – í 2019 og 2022. Tá vit hyggja eftir virðunum, so er eisini greitt, at eins og við toskunum eru virðini óvanliga stór. Útflutningsvirðið var í 2025 yvir 266 milliónir. Hinvegin, slær stóra veiðan í 2019 ikki út á myndini. Hetta síggja vit er grundað á lága miðalprísin, sum var tá. Miðalprísurin hevur í fyrstu helvt av tíðarskeiðnum ligið um 14 – 18 kr, fyri síðani at økjast nógv frá 2021 til í 2025, tá ið hann var 34 kr.

Upsi

Avreiðingar av upsa

Myndin vísir, at avreiðingarnar av upsa hava sveiggjað frá góðum 12,6 túsund tonsum til smá 27,5 túsund tons í tíðarskeiðnum.  Í árunum 2015-2017 vóru avreiðingarnar spakuliga vaksandi fyri síðani at minka fram til 2023, sum er søguliga minsta nøgdin, sum er landað av upsa nakrantíð. Seinastu 2 árini eru avreiðingarnar øktar nógv í mun til undarfarin árini. Í 2025 vóru góð 23 túsund tons avreidd, sum er niðanfyri miðal seinastu 30 árini. Í 2025 var avreiðingarvirðið tað størsta í tíðarskeiðnum, tá ið avreitt varð fyri slakar 444 milliónir. Miðalprísurin á upsa hevur sveiggjað millum 6,30 og 11,73 krónur í tíðarskeiðnum. 

Longa

Avreiðingar av longu

Myndin vísir, at nøgdirnar av longu, sum hava verið avreiddar síðani 2015, hava ligið ímillum 3368 tons í 2024 til 6208 tons í 2020. Nøgdirnar í 2025 vóru 4111 tons, sum er nakað niðanfyri miðal. Tá vit hyggja eftir avreiðingarvirðinum, sæst at prísurin í 2025 var sera góður. Í 2025 var avreiðingarvirðið av longu slakar 107 milliónir, sum er tað næstmesta í tíðarskeiðnum og væl omanfyri miðal. Hetta sæst eisini á myndini fyri miðalprísin, sum var næstan 26 krónur í 2025 og 10 krónur omanfyri miðal í tíðarskeiðnum.

BOTNFISKISKAPURIN Í FØROYSKUM SJÓØKI

Omanfyri hava vit bert umrøtt samlaðu avreiðingarnar av fiskasløgunum. Í hesum partinum flyta vit okkum til føroyskt sjóøki. Vit hava áður víst á, at veiðan av toski, hýsu og upsa á landgrunninum er søguliga lág. Veiðan er tó hækkað eitt sindur í 2025. Hesin fiskiskapur í føroyskum øki er avmarkaður av fiskidøgum, og hesir eru ofta torførir at umseta til tons, tí teir kunnu sveiggja frá ári til ár, bæði í mun til umstøðurnar í fiskiskapinum sjálvum, umframt menning í fiskiorku.

 

Tó so, ger ICES, í samstarvi við fiskifrøðingar á Havstovuni, meting um mest varandi veiðu (á enskum maximum sustainable yield) av toski, hýsu og upsa í tonsum. Av tí at vit umsita við fiskidøgum, gera tey ikki beinleiðis tilmæli um mest loyvdu veiðu, men útrokningin er sjálvandi ein góð ábending um, hvat veiðan burdi verið í tonsum. Niðanfyri hava vit sett hesi tilmælini um mest loyvdu veiðu upp ímóti føroysku veiðuni av toski, hýsu og upsa á landgrunninum. Nøkur ár er eingin strika á myndunum. Hesi árini hevur einki tilmæli verið frá ICES.

Føroyskt sjóøki

Fiskiveiða og ICES tilmæli um fiskiskapin

Toskaveiða og ICES tilmæli
(1997-2025)

Hýsuveiða og ICES tilmæli
(1997-2025)

Upsaveiða og ICES tilmæli
(1997-2025)

Toskaveiða og ICES tilmæli

Hyggja vit fyrst eftir toskinum fyri 1997 til 2003, sæst at veiðan sum heild hevur ligið omanfyri tað, sum ICES metir gevur mest varandi veiðu. Tað eru nøkur fá undantøk, t.d. í 1997, 2020 og 2021 . Hinvegin hevur ICES í fleiri umførum mett at eingin veiða skal vera av toski. Hetta var í árunum 2007 – 2009 og so aftur í 2023 og 2024. Hesi árini lá veiðan millum sløk 5000 og 12000 tons. Veiðan í 2025 var næstan 10,9 túsund tons, tá ið ICES metti 2848 tons at geva mest varandi veiðu. Hetta er næstan 4 ferðir so nógv, sum ICES metti vera burðardygt.

Hýsuveiða og ICES tilmæli

Hyggja vit eftir hýsuni, sæst eisini stórur munur á metingunum hjá ICES og fiskiskapinum. T.d. metti ICES í árunum 2009 til 2016, at eingin fiskiskapur skuldi vera eftir hýsu. Hesi árini lá veiðan millum góð 2300 og sløk 4300 tons. Seinastu árini hevur metingin um mest varandi veiðu frá ICES ligið væl omanfyri veiðuna. Í 2025 var hetta talið í tilmælinum frá ICES 12204 tons, meðan veiðan bert var 5361 tons, sum er 44% av tilmælinum. Í árunum 2004-2008 var tilmælið frá ICES eisini omanfyri føroysku veiðuna.

Upsaveiða og ICES tilmæli

Tá vit hyggja eftir upsanum í sama tíðarskeiði, eru nøkur heilt fá ár, har fiskað hevur verið meira enn tað, sum ICES metir vera burðardygt. Tað eru árini 2000-2002 og so aftur í 2005 – 2007. Síðani 2011 hava metingarnar hjá ICES um burðardygga veiðu ligið væl omanfyri veiðuna av upsa, t.d. sæst at í 2017 veiddu føroysk skip sløk 27 túsund tons av upsa, meðan tilmælið frá ICES var 46 túsund tons. Í 2024 og 2025 er fyrstu ferð, at tilmælini frá ICES og veiðan eru á nøkulunda sama støði.

 Hesi tølini vísa, at tað eru tvær niðurstøður, sum eru verdar at leggja til merkis. Tað fyrsta er, at í fleiri ár hava vit ovurfiskað stovnarnar, serliga tosk og hýsu sambært tilmælunum frá ICES, men eisini er tað áhugavert at hyggja eftir tí, sum vit ikki fiska. Fleiri hugleiðingar kunnu koma frá hesum báðum niðurstøðunum.

  • Kunnu vit gera tillagingar í umsitingini fyri at betri stýra fiskiskapinum?

  • Hvat er tað, sum ger at vit ikki fiska upp til tilmælini?

Er fiskiskapurin bara ov vánaligur? Kann tað hava nakað við tal av fiskidøgum ella flotasamanseting at gera, ella eru svarini kanska av búskaparligum slagi? Hetta eru umráðandi, men torskildir spurningar, sum vit ikki kunnu svara í hesari frágreiðingini. Tó so, velja vit her at hyggja nærri at fiskiskapinum tvørturum bólkarnar í fiskidagaskipanini, sum fiska á føroyska landgrunninum. Kanska kann hetta geva innlit í hesar spurningarnar og vera til íblástur í hesum kjakinum.  

Føroyskt sjóøki

Fiskidagar

Tað eru nógvir føroyingar, sum eru sera góðir við fiskadagaskipanina. Sagt verður ofta, at hon er sjálvregulerandi, at hon er løtt at umsita, og at hon ikki eggjar til útblak, og tískil er minni tørvur á eftirliti. Vansarnir við henni verða ofta sagdir at vera, at tað er ringt at stýra hvussu nógv verður tikið úr stovninum av hvørjum fiskaslagi, nakað sum er eyðsæð í partinum omanfyri. Eisini hevur ofta verið sagt, at tað eru ov nógvir dagar í skipanini, og tí avmarkar hon ikki fiskiskapin í nóg stóran mun. Hesin parturin snýr seg ikki um at eftirmeta fiskidagaskipanina, men heldur vísa á, hvussu dagarnir eru brúktir seinastu árini og hvussu sambandið er milllum fiskidagar og fiskiskapin.

Tal av brúktum fiskidøgum býtt á skipabólkar (2005-2025)

Tað eru nógvir føroyingar, sum eru sera góðir við fiskadagaskipanina. Sagt verður ofta, at hon er sjálvregulerandi, at hon er løtt at umsita, og at hon ikki eggjar til útblak, og tískil er minni tørvur á eftirliti. Vansarnir við henni verða ofta sagdir at vera, at tað er ringt at stýra, hvussu nógv verður tikið úr stovninum av hvørjum fiskaslagi, nakað sum er eyðsæð í partinum omanfyri. Eisini hevur ofta verið sagt, at tað eru ov nógvir dagar í skipanini, og tí avmarkar hon ikki fiskiskapin í nóg stóran mun. Hesin parturin snýr seg ikki um at eftirmeta fiskidagaskipanina, men heldur vísa á, hvussu dagarnir eru brúktir seinastu árini, og hvussu sambandið er milllum fiskidagar og fiskiskapin.

Myndin vísir nøgdina av brúktum fiskidøgnum frá 2005 til 2025 býtt á fimm skipabólkar. Tað fyrsta, sum er áhugavert, er sveiggið í brúktum døgum í tíðarskeiðnum. Í 2005 vóru omanfyri 25000 dagar brúktir, sum er hægsta talið av fiskidøgum í tíðarskeiðnum. Hetta talið er lækkað munandi síðani, og fiskidagatalið liggur nú um 13000 dagar. Tað er sera ymiskt, hvat smáu útróðrarbátarnir í bólki 5, A og B, brúka á hvørjum ári. Tølini sveiggja frá næstan 15000 døgum, sum er næstan helmingurin av øllum brúktu døgunum í 2005-2006 til 4037 dagar í 2022. Tey árini, tá ið fiskiskapurin er góður, sæst at brúkta fiskidagatalið knappliga fer upp. Til dømis vórðu 10823 fiskidagar brúktir í 2019, meðan 5827 dagar vórðu brúktir í 2018 í bólki 5.

Hendan økingin í brúktum døgum hendi eisini í ein vissan mun í 2025, tá bólkur 5 brúkti 6755 dagar samanborið við umleið 4500 dagar undanfarnu trý árini. Hetta er eitt tekin um nógvar eyka dagar í skipani, og tískil er vert at hyggja eftir tillutaðum døgum, og soleiðis meta um gagnnýtsluna av døgunum tvørturum ár.

Tal av tillutaðum og brúktum fiskidøgum býtt á skipabólkar (2018-2025)

Um vit halda okkum til smáu útróðrarbátarnar (Bólkur 5), so sæst, at flestu árini brúka útróðrarbátarnir millum 40 og 66% av tillutaðu døgunum. Tó við tveimum undantøkum, í 2019 og 2025, tá ið ávíkavist 98 og 99 % av fiskidøgunum vóru brúktir.

Hyggja vit eftir øðrum bólkum, sum t.d. bólki 2, bæði á innaru og ytru leið, so eru nógv fleiri dagar tillutaðir, enn tað eru brúktir. Gagnnýtsluprosentið á ytru leið hevur ligið millum 32 og 68%, meðan tað á innaru leið hevur ligið millum 53 í 2023 og 93% í 2018. Í 2025, tá ið upsaveiðan øktist nógv, vóru bert 58% av døgunum gagnnýttir. Hetta merkir, at tað ikki er samlaða talið av tillutaðum fiskidøgum í sjálvum sær, sum hevur avmarkað fiskiskapin.

Í bólki 3, eru eisini nógvir óbrúktir dagar. 2025 er fyrsta árið vit síggja, at gagnýtsluprosentið nærkast 100%. Øll hini árini liggur gagnnýtslu prosentið millum 59 og 82%. Tó er gagnýtsluprosentið sera ymiskt millum skipini. Til ber eisini at hyggja eftir gagnnýtsluprosentinum hjá einstøku skipunum á heimasíðuni hjá Vørn. Tá sæst, at tað er sera ymiskt hvussu gagnnýtsluprosentið hjá skipunum er. [SL1] [UL|S2] Tað eru fleiri skip, sum altíð brúka allar sínar tillutaðu dagar, kanska serliga tey, sum ikki hava líka nógv rættindi í útlendskum øki, so er ikki altíð, at tað er møguligt ella vilji til at flyta millum skipini.  

Fyri bólk 4, sum er størri útróðrarbátar, eru eisini sera nógvir óbrúktir dagar. Trolbátarnir í Bólki 4T eru tey skipini, sum hava brúkt størsta partin av sínum tillutaðu døgum í tíðarskeiðnum. Onkur ár merkir hetta, at gagnnýtslu prosentið hevur ligið omanfyri 100%. 2025 var eitt av hesum árum, tá ið 117% av tillutaðu døgunum vórðu brúktir. Hetta merkir tó ikki, at teir hava fiskað fleiri dagar enn loyvt er, men kann vera úrslit av umsitingarligum viðurskiftum, so sum flyting av fiskidøgum millum ár ella bólkar.

Føroyskt sjóøki

Veiðusamansetingin í skipabólkunum

Í hesum partinum hyggja vit eftir veiðusamansetingini og samlaðu veiðuni hjá ymisku bólkunum á Landgrunninum og samanbera hetta við talið av skipum í bólkinum, soleiðis at vit fáa eina betri fatan av fiskiskapinum í ymisku skipabólkunum.

Bólkur 2

Tá ið hugt verður eftir bólki 2, sæst, at samlaða veiðan hevur verið minkandi. Tað er serliga upsi og gulllaksur, sum hava umboðað størsta partin av veiðuni, og hetta hevur serliga gjørt seg galdandi síðani 2018. Frá 2012 til 2017, vóru uppsjóvarfiskasløgini makrelur og sild ein stórur partur av veiðuni. Hyggja vit eftir talinum av skipum í bólkinum á høgru ás, sæst, at tey eru vorðin færri í tíðarskeiðnum, frá 35 í 2012 til 22 í 2025. Sambandið millum avreiðingarnar og talið av skipum er eisini týðiligt á myndini.

Bólkur 4

Hyggja vit eftir bólki 4, sum eru teir stóru útróðrarbátarnir á línuveiðu, so eru líknandi mynstur at síggja. Vit síggja, at 2019 er nógv tað besta árið, tá ið serliga nógv varð veitt av toski, heili 2573 tons. Hetta fór eisini brádliga niður í 2020, og síðani tá hevur samlaða veiðan verið minkandi til í 2025, tá hon øktist eitt lítið vet aftur. Frá 2020 hevur hýsan verið stórur partur av veiðuni, og í 2025 avreiddi bólkurin 1283 tons av hýsu og bert 840 tons av toski, sum er nakað meira enn seinastu 4 árini. Talið av bátum í bólkinum er í tíðarskeiðnum farið frá 31 niður í 10 bátar í 2025. Í 2018 vórðu 4 bátar lagdir afturat bólkinum, men talið av bátum, sum avreiddu minkaði aftur í 2020 og fram til í dag. Hetta vísir á, at veiðan per bát er økt, og einstøku bátarnir tí fáa meira burtur úr fiskiskapinum, enn teir gjørdu fyrr. 

Bólkur 3

 Í bólki 3 hava tað verið tveir toppar í avreiðingunum, sum síðandi minkaðu nokkso skjótt. Hetta var í byrjanini av tíðarskeiðnum, og so aftur í 2019 og 2020, tá ið veiðan var omanfyri 12 túsund tons. Tað er serliga toskur, hýsa, longa og brosma, sum gera seg galdandi í øllum tíðarskeiðnum, men nøgdirnar av toski hava verið minni seinastu árini, tó vuksu avreiðingarnar frá 1360 tonsum í 2024 til 2219 tons í 2025. Í 2019 avreiddu línuskipini góð 5 túsund tons av toski, sum er meira enn dupult so nógv sum í 2025. Talið av skipum í bólkinum hevur eisini verið niðurgangandi frá 18 í 2012 til 13 í 2025.   

Bólkur 4T

Í bólki 4T, sum eru trolbátar, sæst, at 2018 var besta árið í tíðarskeiðnum. Hetta er einasta árið har samlaða veiðan var omanfyri 5000 tons, harav 2996 tons vóru toskur. Eisini var 2017 eitt gott ár í tíðarskeiðnum, tá ið veiðan var sløk 4800 tons. Frá 2014 til 2017 var makrelur ein týðandi partur av avreiðingarnøgdunum. Annars hava tað serliga verið toskur og hýsa, sum hava umboðað størsta partin av veiðuni. Í 2025 avreiddu trolbátarnir sløk 3600 tons, harav sløk 1500 tons vóru toskur.  

Bólkur 5

Myndin vísir veiðuna hjá bólki 5, sum eru smáu útróðrarbátarnir bæði í bólki 5a og 5b. Eisini í tí bólkinum var 2019 eitt serstakliga gott ár, serliga fyri toskaveiðuna, sum var 7352 tons. Eins og tá vit omanfyri hugdu eftir brúktum fiskidøgum, so er talið av bátum, sum hava avreitt eisini eitt mát fyri, hvussu fiskiorkan var sett inn í hesum bólkinum í 2019. Talið av bátum fór frá 260 í 2017 upp í 449 í 2019 fyri síðani at fara langt niðuraftur til 298 í 2021. Eisini í 2025, var ein stór øking í avreiðingunum, so at bólkur 5 avreiddi 6000 tons, harav 3686 vóru toskur. Hetta er triðbesta árið í tíðarskeiðnum. Annars hevur samlaða veiðan í bólkinum ligið um 4000 tons ella minni.  

Føroyskt sjóøki

Fiskiskapurin fyri hvønn fiskidag

Vit hava nú sæð hvussu skipatalið og veiðan hevur verið í ymisku bólkunum seinastu árini. Í næsta parti viðgera vit, hvussu fiskiskapurin hevur verið við at hyggja eftir hvussu nógv bólkarnir fiska fyri hvønn brúktan fiskidag. Í ymisku bólkunum hava vit valt at býta veiðuna fyri hvønn fiskidag út á týdningarmiklastu fiskasløgini og so aðra veiðu.

Bólkur 2

Hyggja vit fyrst eftir bólki 2, sæst, at veiðan fyri hvønn brúktan dag hevur verið minkandi. Á høgru ás sæst talið av brúktum døgum. Fiskiárini 2012/2013 og 2013/2014, fingu trolararnir umleið 16,5 tons fyri hvønn brúktan fiskidag. Her er vert at minna á, at hesi árini var nógvur makrelur í avreiðingunum. Tískil hyggja vit eisini eftir veiðuni av upsa fyri hvønn dag. Tey árini fingu skipini í miðal 4,7 tons av upsa fyri hvønn dag. Millum árini 2014/2015 til 2023, var samlaða veiðan minkandi, og lá millum umleið 8 tons og góð 12 tons fyri hvønn fiskidag. Í 2024 byrjaði aftur at ganga uppeftir við góðum 10 tonsum fyri hvønn fiskidag, og í 2025 var veiðan fyri hvønn fiskidag munandi betri, omanfyri 14 tons. Hyggja vit eftir upsanum, so sæst, at tað var serliga har, at økingin hendi, frá 4,72 tonsum fyri hvønn fiskidag til 7,64, sum er ein øking uppá sløk 62%. Hendan betringin í úrtøkuni fyri hvønn fiskidag sæst eisini týðiliga, tá ið hugt verður eftir høgru ás, sum vísir tal av brúktum døgum. Her sæst, at hóast eina minking í talinum av brúktum døgum, frá 2023 til 2025, so hevur veiðan verið økt, bæði fyri hvønn fiskidag og tilsamans.

Bólkur 4

Eisini góða 2019 árið sæst á myndini fyri bólk 4. Veiðan fyri hvønn fiskidag var heili 4 tons í 2019 og 2020, og hesi árini vóru væl betri enn hini árini. Í 2019 var tað serliga nógv av toski fyri hvønn fiskidag, meðan 2020 var eitt serliga gott hýsuár. Í 2025 var veiðan 3,2 tons fyri hvønn fiskidag, harav mest fekst av hýsu – 1,6 tons fyri hvønn dag. Talið av brúktum døgum var nógv størst í 2019, tá tað var 1238 dagar. Í 2025 brúktu stóru útróðrarbátarnir í bólki 4 694 dagar.

Bólkur 5

 Sum nevnt omanfyri, so hava verið stór sveiggj í talinum av brúktum døgum hjá smáu útróðrarbátunum í bólki 5A og 5B. Eins og í hinum bólkunum á húkaveiðu, var 2019 tað besta árið, í mun til hvussu nógvur toskur fekst um dagin. Í 2019 fingu bátarnir 679 kg av toski fyri hvønn fiskidag, og í 2020 var hetta talið 547 kg. Eins og hjá størru útróðrarbátunum í bólki 4, øktist veiðan av hýsu fyri hvønn dag, so hon var 291 kg í 2020. 2021 var besta hýsuárið, tá bátarnir fingu 349 kg fyri hvønn fiskidag. Veiðan av toski fyri hvønn fiskidag øktist eisini í 2025 til 534 kg fyri hvønn fiskidag frá 364 kg í 2024. Hetta sæst eisini í talinum av brúktum døgum, sum eisini øktist frá 4522 í 2024 til 6755. Hetta var ein øking uppá næstan 50 %.

Bólkur 3

Hjá línuskipunum í bólki 3, hevur veiðan fyri hvønn fiskidag á Landgrunninum sveiggjað millum 4,7 tons um dagin og 7,4 tons í 2019. Eins og víst á í undanfarna parti, so var tað serliga toskafiskiskapurin, sum var serliga góður í 2019, tá ið góð 3 tons fingust av toski fyri hvønn fiskidag. Í 2025 var hetta tilsvarandi talið bert helmingurin, sløk 1,5 tons. Hetta var tó nakað betri enn undanfarnu 4 árini.  Á høgru ás sæst talið av brúktum fiskidøgum, og hetta er farið frá omanfyri 2000 døgum í 2010/2011 niður við góðum fjórðingi til umleið 1400 dagar.  

Bólkur 4T

 Veiðan fyri hvønn fiskidag hjá trolbátunum í bólki 4T hevur verið rættiliga skiftandi. Í byrjanini av tíðarskeiðnum var hon undir 2 tons um dagin, meðan hon tey bestu árini var 4,7 fyri hvønn brúktan dag. Hjá trolbátunum var tað 2018, sum var serliga gott í mun til toskafiskiskap, tá teir fingu 2,4 tons av toski fyri hvønn brúktan fiskidag. Serliga árini 2014/2015-2018 vóru serliga góð í mun til samlaðu veiðuna. Øll hesi árini fingu bátarnir omanfyri 4 tons fyri hvønn brúktan fiskidag.  Frá 2022 byrjaðu tølini at ganga uppeftir, og í 2025, fingu trolbátarnir umleið 3,3 tons fyri hvønn fiskidag. Vøksturin í veiðuni kemst serliga av eini øking í toskinum.  Brúktu fiskidagarnir (sí høgru ás) í bólkinum hava ligið millum 717 í fiskiárinum 2014/2015 og 1390 í 2019. Í 2025 brúkti bólkurin 1144 dagar.  

Veiða fyri hvønn dag og
tal nýttum fiskidøgum

Omanfyri hava vit staðfest, hvussu fiskiskapurin tilsamans og eftir ymiskum fiskasløgum fyri hvønn dag er broyttur yvir seinastu árini. Vit hava eisini staðfest eitt samband millum brúktar dagar og fiskiskapin, serliga í bólki 4 og bólki 5, har betri fiskiskapur hevur við sær økt virksemi hjá fleiri bátum, sum so síðani økir samlaðu veiðuna í bólkinum. Tó er eisini áhugavert at hugsa hetta í mun til tal av fiskiførum, sum eru virkin í árunum. Hetta gevur sjálvandi ábendingar um raksturin hjá hvørjum einstøkum skipi. Niðanfyri seta vit avreiðingarnar fyri hvønn fiskidag, sum vit júst hava umrøtt omanfyri, upp ímóti miðal avreiðingunum fyri hvørt fiskifar. Hetta átti at givið eina yvirskipaða og grova ábending um lønsemið í flotanum, hóast vit ikki taka hædd fyri oljuprísum og fiskaprísum her

Bólkur 2

Í bólki 2 er rættiliga tætt samband millum avreiðingarnar fyri hvørt skip og fyri hvønn dag. Á vinstru ás sæst, hvussu nógv tons hvørt skip hevur avreitt í árinum, og á høgru ás sæst, hvussu nógv tons fingust fyri hvønn fiskidag. Tá ið hetta longu er lýst omanfyri, er hetta bert fyri at vísa á sambandið á somu mynd. 2012/2013 og 2013/2014 eru árini, har ið skipini landaðu mest í part. Hesi árini vóru óvanlig, tí at nógv var landað av makreli. Hyggja vit frá 2014/2015 og frameftir, so hava bæði avreiðingarnar fyri hvønn fiskidag og avreiðingarnar fyri hvørt skip gingið niðureftir. Hendan gongdin vendist í 2024, tá ið skipini fóru frá at avreiða 1229 tons í 2023 til 1974 tons í part í 2025. Um vit hyggja burtur frá óvanligu støðuni í 2012-2014, so kann 2025 sigast at vera besta árið í tíðarskeiðnum.  

Bólkur 4

2019 og 2020 vóru óvanliga góð ár hjá størru útróðrarbátunum, tá tað kom til avreiðingar fyri hvønn fiskidag (høgra ás). Tó so, hyggja vit eftir avreiðingunum fyri hvørt fiskifar, er 2019 enn best við 273 tonsum fyri hvørt skip. Í 2020 var veiðan fyri hvørt skip harafturímóti bert sum eitt miðalár, har hvør bátur landaði 164 tons. Næstbesta árið fyri hvørt skip var hinvegin 2018, tá ið miðalavreiðingarnøgdin fyri hvørt skip var 222 tons. 2025 var væl betri enn undanfarnu fýra árini, tá ið hvørt skip avreiddi 203 tons, í mun til umleið 170 tons í hinum árunum.

Bólkur 5

Sum áður sagt, var 2019 eitt óvanliga gott ár hjá smáu útróðrarbatunum. Hetta sást í samlaðu veiðuni, og veiðuni fyri hvønn fiskidag. Tó so, var 2020 enn betri í mun til samlaðu veiðuna fyri hvønn fiskidag. Fyrr í frágreiðingini, tá ið vit umrøddu fiskidagar, var víst á, at tølini av brúktum fiskidøgum sveiggja sera nógv í bólki 5. Hetta sæst týðiliga í avreiðingunum fyri hvørt fiskifar. Í 2019 avreiddi hvør bátur fyri 30 tons, men í 2020 var hetta talið sløk 12 tons, sum er ein hampiliga vanlig nøgd í tíðarskeiðnum. Í 2025 fingu bátarnir góð 20 tons í part í miðal, sum er næstbesta árið í tíðarskeiðnum.

Bólkur 3

Veiðan fyri hvørt skip í bólki 3 fylgir væl mynstrunum, sum eru umrødd í undanfarnu myndunum. Undantikið 2012/2013 tá ið veiðan fyri hvørt línuskip bert var 429 tons, men veiðan fyri hvønn brúktan dag var 6 tons, sum er væl omanfyri miðal, fylgist gongdin í veiðu fyri hvønn dag og fyri hvørt skip. 2019 var her besta árið fyri línuskip, tá ið tað kemur til veiðu fyri hvørt skip, sum var 722 tons. Hetta árið var fiskiskapurin fyri hvønn dag eisini óvanliga góður. Hini góðu árini eru serliga 2010/2011, 2020 og 2025, tá ið veiðan var 585 tons fyri hvørt skip. Fýra tey undanfarnu árini lá veiðan fyri hvørt skip millum 418 og 465 tons.

Bólkur 4T

Avreiðingarnar fyri hvønn brúktan fiskidag vóru hægst hjá trolbátunum í 2015/2016, har næstbestu árini vóru árini fyri og eftir. Tá ið hugt verður eftir veiðuni fyri hvørt fiskifar í bólkinum, er sama árið best, men tó er munurin millum árini í mun til avreiðingar fyri hvørt fiskifar minni. Í 2015/2016 avreiddu hvørt skip fyri 741 og fyri 728 tons í 2018. Tølini fyri 2017 og 2019 vóru ávikavist 669 og 633 tons fyri hvørt fiskifar. Í 2025 avreiddu trolbátarnir fyri 538 tons í part í miðal.

Veiða fyri hvørt fiskifar og
veiða fyri hvønn fiskidag

Føroysk toskaveiða í føroyskum øki

Toskur er eitt sera týdningarmikið og virðismikið fiskaslag. Omanfyri hava vit sæð batar í fiskiskapinum eftir toski í 2025, men í søguligum høpi eru nøgdirnar vit avreiða av toski bert ein viðfáningur av nøgdunum vit hava sæð í øðrum tíðarskeiðum.

Omanfyri hava vit hugt eftir gongdini í fiskiskapinum í bólkunum, í mun til brúktar dagar, fiskasløg og fyri hvørt skip. Um vit seta avreiðingarnøgdina av toski fyri hvønn fiskidag í bólkunum, har ið toskur er týðandi partur av veiðuni í eina samlaða mynd, so framkemur eitt áhugavert mynstur.

Prosentbýtið av toskur av samlaðu avreiðingarnøgdini í ymsu bólkunum

Myndin vísir lutfalisliga hvussu nógvur toskur hevur verið í ymisku bólkunum í mun til samlaðu veiðuna á landgrunninum í árunum 2012 – 2025. Her sæst at allir bólkar fáa lutfalsliga meira tosk í mun til veiðuni síðani 2023. Tað er bólkur 5 sum mestan tosk av samlaðu veiðuni, omanfyri 60 % summi árini. Í 2019 umboðaði toskur 78 % av veiðini hjá smáu útróðrarbátunum. Í 2025 var hetta talið 62 %. Trolbátarnir í bólki 4T er bólkurin sum fær næstmest av toski, tó munandi minni enn bólkur 5. Í 2018 umboðaði toskurin 59 % av samlaðu veiðuni, sum var óvanliga hægt. Í 2025 var tilsvarandi talið 40 %. Mynstrið hjá línuskipunum í bólki 3 og størru útróðrarbátunum líkist sera nógv, tó so fær bólkur 4 nakað meira av toski. Í 2025 fekk bólkur 4 32 % av toski, meðan línuskipini fingu 28 %. Trolararnir í bólki 2 eru teir sum fáa minst av toski í mun til samlaðu nøgdini. Í 2025 fingu teir 7 % av toski. Annars vóru tað 2018 og 2019, har teir fingu mest av toski – 8 %. Hini árini hava tølini hjá trolarunum ligið ímillum 1 og 4 %.

Kilo av toski fyri hvønn fiskidag býtt á bólkar

Yvirskipað kann sigast, at gongdin generelt fylgist í bólkunum. 4T er einasti bólkur, sum brúktar trol. Allir hinir eru á húkaveiðu. Her sæst at fiskiskapurin eftir toski sær út til at røkka hæddirnar 1 ár áðrenn hann sæst í húkaveiðuni. Fyri bólkarar á húkaveiðu, er besta árið 2019, í mun til fiskiskap fyri hvønn fiskidag. Meðan fyri trolbátarnar í bólki 4T er tað 2018. Aftur í 2022 sæst ein lítil øking í trolbátunum, meðan hendan økingin er í bólki 3 í 2023. Bólkur 5 sær eisini eina lítla øking frá 2022 til 2023 og so aftur frá 2024 til 2025. Trolbátarnir økjast aftur í 2024 í mun til 2023, meðan økingin í bólki 3 kemur árið eftir.