Frágreiðing um lóg um sjófeingi

Á hvørjum ári leggur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fram frágreiðing um fyrisiting av sjófeingi og teimum veiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar framtíðarætlanir hann hevur. Hendan frágreiðingin er ikki løgd fram enn, og tískil kann frágreiðingin ikki endurgevast enn. Tá frágreiðingin er løgd fram, so verður hon endurgivin her, eins og undanfarin ár. Frágreiðingin hevur seinastu nógvu árini innihildið niðanfyristandandi evnir.

Innihaldið í frágreiðingini undanfarin ár:

  1. Løgtingslóg um sjófeingi. Hvat er sett í verk? Tey mest týðandi økini í tíðarskeiðnum fyri 1. februar í inniverandi ári

  2. Hagtøl um fiskiveiðu.

  3. Uppboðssølurættindi, menningarkvotur og kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.

  4. Veiðirættindi og avtalur um veiðirættindi.

  5. Vørn: Støðulýsing innan fiskiveiðieftirlit.

  6. Havstovan: Støðulýsing av mest týðandi fiskastovnunum.

  7. Landsstýrismaðurin: Hvørjar ætlanir hevur hann í hyggju at fremja

    Løgtingslógin um sjófeingi kann lesast her