Sjókovagranskarar til árliga fundin í MeCCAM verkætlanini
Frá vinstru: Magni Laksáfoss, Sanna Laksá, Unn Laksá, Sigurgunn Wenzelsdóttir Várting og Sveinn Agnarsson
Í hesum døgum verður fyrsti árligi fundurin í MeCCAM-verkætlanini hildin. Verkætlanin varð skotin í gongd á kick-off fundi í Føroyum í fjør.
Hesa vikuna eru Unn, Sanna, Sigurgunn, Magni og Sveinn á ársfundi í MeCCAM-verkætlanini, sum verður hildin á griksku oynni Rhodos. Fundurin verður hildin saman við øllum 16 samstarvsfelagunum, sum koma úr øllum Evropa.
MeCCAM stendur fyri Measures for Climate Change Adaptation and Mitigation in European Fisheries og snýr seg um at hjálpa fiskiskapinum í Evropa at laga seg til veðurlagsbroytingar og at menna og íverkseta loysnir, sum kunnu minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.
Á fundinum hava partnararnir høvi at hittast, kjakast um arbeiðið og úrslitini higartil og leggja lunnar undir arbeiðið komandi árið.
Slíkar verkætlanir geva okkum møguleika at skapa úrslit, sum veruliga kunnu gagna Føroyum og føroyskari fiskivinnu.