Miðlan av gransking úr Sjókovanum er væl umboðað hesa vikuna
Hesa vikuna hava granskarar í Sjókovanum fleiri framløgur á skrá – bæði í Føroyum og uttanlands.
Í Føroyum eru vit við á fleiri tiltøkum.
Á framløgudegnum fyri fiskivinnuroyndir mánadagin hildu Sanna Laksá og Sigurgunn W. Várting hvør sína framløgu.
Í dag helt Sigurgunn W. Várting framløgu fyri undirvísarum á føroysku miðnámsskúlunum, og í morgin fer Sanna Laksá at hava framløgu á Atlantic Fair í Klaksvík.
Uttanlands eru granskarar okkara eisini virknir.
Í sambandi við seinasta verkætlanarfundin í 4 ára longu ES-verkætlanini SeaMark hava Unn Laksá, Magni Laksáfoss og Julianna Arias Hansen hildið framløgur á Kýpros, og í morgin fer Unn Laksá at leggja fram á European Maritime Day.
Vit fegnast um, at granskingin í Sjókovanum røkkur út til bæði føroyskar og altjóða áhoyrarar, og at hon er viðkomandi í so nógvum høpi.