Sjókovin nógv á skrá komandi dagarnar

Komandi dagarnar fara granskarar hjá Sjókovanum at hava fleiri framløgur og setur!

Í døgunum 17.-21. august verður ráðstevnan hjá International Institute of Fisheries Economics and Trade (IIFET) hildin í Føroyum. Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum.

Mánadagin 17. august kl. 13 verður ein almennur fundur, sum fer at umrøða, hvussu vísindi, búskapur, politikkur og vinnulig atlit kunnu spæla saman, tá fiskivinnan verður umsitin. Øll eru vælkomin til fundin.

Unn er ein av røðarunum til setuna, har hon fer at tosa um, hvussu økt vitan og gransking kann veita virðismiklan kunnleika og stuðla undir avgerðum í fiskivinnuni.

Mikudagin 19. august leggur Sveinn fram um, hvussu fiskivinnan í Íslandi er broytt síðani 80ini og fram til í dag.

Hósdagin 20. august eru Unn og Juliana vertir fyri hvør sínari setu, og Magni hevur eina framløgu í hvørjari setu.

Setan, har Unn er vertur, fer at snúgva seg um, hvussu veðurlagsbroytingar ávirka og broyta fiskivinnuna, og vísir á, hvussu vit kunnu laga okkum eftir nýggja veruleikanum og gerast mótstøðufør. Í hesi setuni fer Magni at leggja fram úrslitini frá verkætlanunum SmartFisk og MeCCAM sum leggja dent á, hvussu vit kunnu minka um nýtsluna av brennievni og gera fiskivinnuna meira burðardygga. Lýst verður, hvussu nýtslan av brennievni sær út í dag í føroyska fiskiflotanum og hvussu nýtslan av brennievni kann gerast meira munagóð.

Juliana hevur eina setu, sum fer at snúgva seg um aling á lágum trofiskum stigi, sum kann vera við til at menna meira burðardyggar og mótstøðuførar matvørur úr sjónum. Í hesi setuni leggur Magni fram úrslit frá SeaMark verkætlanini, sum snýr seg um taraaling. Framløgan fer at vísa á virðisketugreiningina hjá Ocean Rainforest og hvønn týdning úrslitini hava í breiðari samanhangi.

Týskvøldið 18. august kl. 20 fer Sigurgunn at hava eina framløgu á Hotel KG í samband við Sjómannadagar. Framløgan gevur eina stutta støðulýsing við serligum detni á botnfiskiskap og hyggur millum annað at gongdini í flotanum, fiskidøgum, veiðu og avreiðingum, føroyskum línufiskiskapi á ymiskum leiðum umframt útlendskari veiðu í føroyskum øki.

Next
Next

Miðlan av gransking úr Sjókovanum er væl umboðað hesa vikuna