Ein væleydnað vika hjá Sjókovanum
Ein væleydnað vika hjá Sjókovanum við nógvum góðum framløgum er farin afturum bak.
Á IIFET ráðstevnuni greiddi Unn frá, hvussu vitan og gransking eru umráðandi, tá avgerðir verða tiknar í sjófeingisvinnuni, og fleiri verkætlanir, sum Sjókovin er partur av hava sum endamál at menna kunnleika í sjófeingisvinnuni, soleiðs at skynsamar avgerðir kunnu takast.
Hetta eru eitt nú verkætlanirnar MeCCAM, SmartFisk og SeaMark, sum Magni bar fram.
Juliana greiddi í framløgu síni frá, at vit í dag hava tøknina til at menna taraaling, men fyri at fáa veruliga gongd í, er neyðugt, at viðkomandi stovnar byrja at síggja umhvørvisvirðið í taraaling.
Sanna hevur verið við til at skipa fyri IIFET 2026 og fekk viðurkenning fyri hennara lut á ráðstevuni. Setri hevur skrivað eina longri frágreiðing um ráðstevnuna. Hon kann lesast her.
Sigurgunn vísti í Klaksvík í samband við Sjómannadagar á, hvussu støðan í føroysku fiskivinnuni sær út í dag.