Menna fleiri føroyskar vørur úr sjónum
Í heyst fer Sjókovin saman við Mat-og tilfeingishúsinum, iNova, Íverksetarahúsinum og Hugskotinum undir eitt nýtt átak, sum skal hjálpa fólki og fyritøkum at menna nýggjar vørur úr føroyska havtilfeinginum og fáa tær út á marknaðin.
Endamálið við átakinum er at fáa meira virði burtur úr føroyska havtilfeinginum og hjálpa góðum hugskotum á leiðini frá rávøru til eina vøru, sum kann koma á marknaðin. Rávøran skal koma úr sjónum - tað kann vera fiskur, skeljadjór, tari, hjáframleiðsla frá fiski- og alivinnuni ella annað tilfeingi úr havinum, sum kann fáa nýtt ella størri virði.
Hevur tú eitt hugskot?
Tað er ikki ein treyt, at tú longu hevur eina lidna vøru. Tað kann vera eitt hugskot, tú hevur gingið við leingi, ein rávøra, tú sært nýggjar møguleikar í, ella ein vøra, sum longu er undir menning.
Áhugað kunnu senda eina stutta lýsing av hugskotinum, hvør rávøran er, og hvat tey kundu hugsað sær at ment. Freistin at senda hugskot inn er 15. oktober 2026.
Meira fæst at vita og hugskot kunnu sendast til:
Drós í Ólavsstovu, teldupostur: drosi@mathusid.fo
Tlf: 556068
3. november 2026 kunnu einstaklingar, íverksetarar og fyritøkur fara í Mat- og tilfeingishúsið at arbeiða víðari við sínum hugskotum saman við fakfólki.
Í Mat og tilfeingishúsinum fáa luttakararnir fakliga ráðgeving og møguleika at arbeiða við og royna vøruna. Arbeiðið kann fevna um millum annað vørumenning, uppskriftir, royndarframleiðslu, góðsku, haldføri, matvørutrygd, innpakking, framleiðsluhátt og marknað.
Átakið er ætlað teimum, sum sjálvi vilja arbeiða miðvíst við at menna hugskotið víðari. Tú eigur hugskotið og stendur sjálv/ur fyri menningararbeiðnum, meðan fakfólk og samstarvspartar veita ráðgeving, sparring, vitan og karmar til at royna og menna vøruna.