Sjókovin á Vitan til varandi aling

Frá vinstru: Jóhanna Lava Køtlum, Bjarni Larsen, Roar Heini Olsen, Jóhan Páll Fjallsbak og Unn Laksá

Fríggjadagin 6. novembur vóru starvsfólk hjá Sjókovanum á ráðstevnuni Vitan til varandi aling. Á skránni vóru fleiri áhugaverdar framløgur, sum lýstu viðurskifti, avbjóðingar og møguleikar í føroysku alivinnuni. Ráðstevnan gav eisini høvi til góðar samrøður við onnur, ið arbeiða innan økið.

Dagurin endaði við einum panelorðaskifti um vantandi vitan til varandi aling, har Unn var ein av panelluttakarunum. Gjøgnum dagin kundu luttakararnir á ráðstevnuni geva sítt boð uppá, hvat tey mettu vera vantandi vitan til varandi aling. Hesi uppskotini vóru síðani tikin upp í panelorðaskiftinum. Unn legði dent á, hvussu umráðandi tað er at viðkomandi dátur eru lættar at fáa fatur á. Betri atgongd til dátur kann geva okkum størri innlit í alivinnuna og tey viðurskifti, sum ávirka hana. Hetta er ein týdningarmikil fortreyt fyri gransking, vitanargrundaðum avgerðum og einari burðardyggari menning av eini vinnu, sum hevur sera stóran týdning fyri føroyska búskapin.

Next
Next

Menna fleiri føroyskar vørur úr sjónum