Rit um grøna orkuskiftið í fiskiskapi í Norðurlondum
Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, hevur saman við øðrum norðurlendskum granskarum skrivað rit um grøna orkuskiftið í fiskiskapi í Norðurlondum. Ritið hevur heitið ´Future fisheries: Status, trends and future perspectives concerning the energy transition of fisheries with focus on Nordic countries´ og er útgivin á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum. Ritið kann lesast her.
Ritið er úrslit av verkætlan, ið er fíggjað av Norðurlandaráðnum. Endamálið við verkætlanini er at økja vitanina um, hvussu Norðurlond umsita og hava eftirlit við oljunýtslu og útláti í fiskiskapi. Ritið lýsir núverandi støðu av oljunýtsluni í fiskiskapi, eyðmerkir avbjóðingar og møguleikar at minka um oljunýtsluna, og gevur tilmæli um, hvussu Norðurlond kunnu røkka málinum um null útlát í 2050.
Úrslitini vísa á, at fleiri avbjóðingar eru fyri framman. Eitt nú er ein tann størsta avbjóðingin vantandi dáta og frágreiðingar um útlát, umframt at upptøka av nýggjari tøkari tøkni er lág. Orsøkin til tess er knýtt at fíggjarligum ávum at gera íløgur í grøna orkuskiftið, eins og núverandi fiskivinnuumsiting og tess ásetingar kunnu hava neiliga ávirkan á stimbran av grøna orkuskiftinum.
Ritið hevur eyðmerkt bæði stuttíðar (áðrenn 2030) og langtíðar (áðrenn 2040) átøk, ið kunnu vera við til at stimbra grøna orkuskiftið í fiskiskapi. Ein avgerandi partur at røkka null útláti áðrenn 2050 er, at menna greiðar og ítøkiligar langtíðarætlanir fyri orkuskiftið. Les meira um hetta í ritinum her.
Ritið er partur av einum norðurlendskum samstarvi, ið er fíggjað av norðurlendska ráðharraráðnum. Svenski granskingarstovnurin, RISE, hevur samskipað verkætlanina. Sjókovin er partur av verkætlanini saman við granskingarstovnum úr Danmark, Íslandi og Noregi, og Royal Greenland, sum umboð fyri Grønland.