OCCAM: Ein nýggj ES verkætlan til tess at framtíðartryggja evropeisku alivinnuna ímóti veðurlagsbroytingum
Photo credits: Audun Iversen, Nofima
1. mai 2025 fór ein nýggj ES verkætlan av bakkastokki. Talan er um verkætlanina OCCAM (Operationalising Climate Change Adaptation and Mitigation in European Aquaculture), sum er ein slóðbrótandi fýra ára long verkætlan, sum er fíggjað av Horizon Europe. Í stuttum snýr verkætlanin seg um, hvussu alivinnan kann tillaga seg til veðurlagsbroytingar og minka um CO2 útlátið. OCCAM hevur til endamáls at útvega evropeisku alivinnuni framkomna tøkni og loysnir til at minka um avbjóðingarnar, sum standast av veðurlagsbroytingum.
Miðskeiðis í mai brúktu partnararnir í verkætlanini fleiri dagar saman í Tromsø, har gongd var sett á verkætlanina, framtíðar virksemið varð lagt til rættis og kjakast var um, hvussu OCCAM skuldi fremjast í verki. Kick-off fundurin gav eitt sterkt grundarlag fyri samstarvi tvørtur um samtakið.
Í samstarvinum eru 22 fyritøkur og granskingarstovnar, umframt aðrir áhugabólkar frá ymsum økjum í Evropa. Verkætlanin er samskipað av Nofima í Noregi, og Sjókovin skal standa á odda fyri at gera samfelags- og búskaparligar greiningar í verkætlanini. Afturat Sjókovanum eru Firum, Hiddenfjord og Avrik úr Føroyum. Luttakararnir úr Føroyum fara at menna eitt amboð, sum kann hjálpa myndugleikum og alifyritøkum at meta um ávirkanina av ymiskum hugsaðum avgerðum, tá tað kemur til lúsina og veðurlagsbroytingar. Tað er Firum, sum hevur leiðsluna av hesum partinum.
Mynd av starvsfólkum frá Sjókovanum, Firum, Hiddenfjord og Avrik.
Verkætlanin fer at skapa úrslit á hesum lyklaøkjum:
Burðardygg alivinna í einum broyttum veðurlagi – OCCAM fer at menna og royna nýggjar mannagongdir og amboð í alivinnuni, sum hjálpa til at minka um umhvørvisávirkanina, samstundis sum búskaparliga haldførið verður tryggjað. Nýskapandi háttaløg til at hava eftirlit við og umsita aliskipanir fara at gera, at framleiðarar skjótt kunnu tillaga seg til avbjóðingar, sum standast av veðurlagsbroytingum.
Vísindadrivin amboð til betri avgerðir – Talgild nýskapan er lykilin í OCCAM. Verkætlanin skal útvega dátudrivin amboð og góðar siðvenjur til tess at stuðla veðurlagsmótstøðuførum avgerðum í allari alivirðisketuni.
Samstarv fyri varandi ávirkan – OCCAM fer at savna vinnupartar, vísindafólk og politikarar og stuðla samstarvi tvørtur um geirar fyri at tryggja, at úrslitini eru bæði praktisk og hava ávirkan. Útbúgvingartilfar og tilmæli til myndugleikar fara at stuðla undir, at betri atlit verður tikið til veðurlagsbroytingar í aliumsiting.
Níggju case studies í Evropa – OCCAM er skipað í 9 case studies, sum fevna um eitt fjølbroytt úrval av aliháttum og økjum. Hesi case studies fara at royna amboðini og tilgongdirnar í verkætlanini, og harvið tryggja, at loysnirnar eru viðkomandi og gagnligar at íverkseta í evropeisku alivinnuni.
Við veðurlagsbroytingum, sum hava við sær vaksandi váðar fyri havvistskipanir og strandasamfeløg, er OCCAM eitt tíðarhóskandi og neyðugt stig til tess at tryggja eina burðardygga framtíð fyri evropeisku alivinnuna.
“Tað er sera hugaligt at kunna samstarva við so nógvar føroyskar partar við altjóða fígging. Hetta gevur okkum ein góðan møguleika at skapa nøkur úrslit, sum veruliga kunnu gagna Føroyum og føroyskari alivinnu”, sigur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum.
Starvsfólk í Sjókovanum