MeCCAM: Nýggj granskingarverkætlan til tess at framtíðartryggja evropeisku fiskivinnuna ímóti veðurlagsbroytingum
1. mai 2025 fór ES verkætlanin MeCCAM (Measures for Climate Change Adaptation and Mitigation in European Fisheries) av bakkastokki. MeCCAM er ein slóðbrótandi fýra ára long verkætlan, sum hevur til endamáls at útvega evropeisku fiskivinnuni nýskapandi, vísindaliga grundaðar loysnir til at laga seg til veðurlagsbroytingarnar og minka um ávirkanina, sum fiskivinnan hevur á umhvørvið. Verkætlanin er skipað av Sjókovanum, og í verkætlanini eru 16 partnarar úr 9 evropeiskum londum. Afturat Sjókovanum eru Varðin og Havstovan úr Føroyum. Verkætlanin er fíggjað av Horizon Europe við eini samlaðari fíggjarætlan uppá 33,5 mió. kr.
Næstu fýra árini fara MeCCAM-samstarvsfelagarnir at menna, seta í verk og mæla til loysnir sum minka um umhvørvisávirkanina og økja um mótstøðuførið og burðardygdina í evropeiskum fiskiskapi. Verkætlanin fer at skapa úrslit á hesum lyklaøkjum:
Burðardyggur fiskiskapur í einum broytiligum veðurlagi – MeCCAM fer at stimbra nýskapandi veiðuútgerð og tól, sum hjálpa til at minka um umhvørvisávirkanina, oljunýtsluna og optimera veiðustrategiir, samstundis sum búskaparligt haldføri verður tryggjað. Ein fartelefon-app til veiðuskráseting fer at gera, at fiskimenn kunnu svara í sanntíð uppá broytingar í fiskaslagbýtinum, sum standast av upphiting av sjónum.
Vísindagrundað amboð til betri avgerðir – Talgild nýskapan er lykilin í MeCCAM. Verkætlanin skal menna eitt forrit til fyritøkur til at gera umhvørvismetingar av teirra virksemi, og harvið útvega dáta og góðar siðvenjur til tess at stuðla veðurlagsmótstøðuførum avgerðum í allari virðisketuni í fiskivinnuni.
Samstarv fyri varandi ávirkan – MeCCAM fer at savna vinnupartar, vísindafólk og politikarar og stuðla samstarvi tvørtur um geirar fyri at tryggja, at úrslitini eru bæði praktisk og hava ávirkan. Útbúgvingartilfar og tilmæli til myndugleikar fara at stuðla undir, at betri atlit verður tikið til veðurlagsbroytingar í fiskiveiðiumsiting.
MeCCAM-loysnir verða settar í verk og vístar fram í seks granskingarøkjum; í Norðuratlantshavinum, Norðsjónum, Biscayavíkini, Íslandi, Kýpros, og Grikkalandi. Hesi økini eru strategiskt vald fyri at endurspegla fjølbroyttu avbjóðingarnar hjá evropeiskum fiskiskapi – frá ídnaðarligum uppsjóvar- og botnfiskavirksemi til smáfiskiskap. Tey fevna um bæði dáturík og dátufátøk øki har møguleikarnir at laga seg til nýggjar umstøður eru ymiskir. Hvørt granskingarøki rakar umráðandi fiskasløg og hevur eina samlaða tilgongd til at minka um veðurlagsávirkanina. Hetta fevnir um átøk at minka um brennievnisnýtsluna, betra um avreiðingargóðskuna, optimera framleiðslusamansetingina, nýta síðustreymar og kanna nýggjar marknaðarmøguleikar. Endamálið er at stuðla koltvísýringsneutralitetinum og økja um tilpassingarførleikan hjá sjógætisvirðisketunum um alt Evropa.
Við veðurlagsbroytingum, sum hava við sær vaksandi váðar fyri havvistskipanir og strandasamfeløg, er MeCCAM eitt tíðarhóskandi og neyðugt stig til tess at tryggja eina burðardygga framtíð fyri evropeisku fiskivinnuna.