apríl 2026 - mars 2027
Í februar 2026 fekk Sjókovin tilsøgn um fígging til eina nýggja spennandi verkætlan, ið ber heitið Dátuhavið.
Høvuðsendamálið við verkætlanini er at taka næstu stigini í menningini av einum samvirknum palli við savnaðum fiskivinnudátum, fyri at styrkja vitanargrundarlagið og leggja lunnar undir ein burðardyggari fiskiskap.
Ætlanin er, at pallurin skal hjálpa
a) reiðaríum at fáa eitt samlað yvirlit yvir sín fiskiskap og geva møguleika fyri greiningum av dátunum, ið kunnu gera fiskiskapin meira burðardyggan og lønandi,
b) almennum myndugleikum at taka meira granskingargrundaðar/vitanargrundaðar avgerðir um fiskivinnuna
c) granskarum við arbeiðnum við fiskivinnudátum og atgongd til tess
d) geva almenninginum øktan kunleika um okkara høvuðsvinnu gjøgnum samvirkin kunningarbretti, ið gera torskildar dátur lætt skiljandi.
Fyri at røkka hesum yvirskipaða málinum, er alneyðugt at samstarva við myndugleikar, granskingarstovnar og fyritøkur um alment tøkar fiskivinnudátur og hvat skal til fyri at fáa atgongd til fleiri viðkomandi dátur. Tískil verða fundir og verkstovur har viðkomandi áhugapartar eru bodnir við týdningarmiklir partur av verkætlanini
Fyri at røkka hesum yvirskipaða málinum:
• er alneyðugt at samstarva við myndugleikar, granskingarstovnar og fyritøkur um alment tøkar fiskivinnudátur og hvat skal til fyri at fáa atgongd til fleiri viðkomandi dátur. Tískil verða fundir og verkstovur har viðkomandi áhugapartar eru bodnir við týdningarmiklir partur av verkætlanini