2025 - 2029
Sjókovin stendur á odda fyri MeCCAM verkætlanini, ið hevur til endamáls at menna og íverkseta loysnir til tess at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og tillaga fiskiskapin í Evropa til veðurlagsbroytingar. Hetta inniber eisini at meta um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum fyri fiskastovnar. Eitt av granskingarøkjunum er uppsjóvarfiskiskapur í Norðuratlantshavi, og fleiri fiskivinnufyritøkur skulu royna nýggja tøkni og átøk til tess at minka um umhvørvisávirkanina av fiskivinnuni, teirra millum Varðin og íslendska fyritøkan Brim. Verkætlanin skal eisini greina sambandið millum oljunýtslu, fiskileið, árstíð og góðsku í samstarvi við uppsjóvarvirkir. Harafturat leggur verkætlanin dent á at betra dátuinnsavnan og greining av dáta fyri at betra um umsiting av fiskiskapi og frágreiðingar um burðardygd.
Verkætlanin hevur fingið játtað 33,5 milliónir krónur úr ES. Teir 16 samstarvspartarnir koma úr 9 londum í Evropa, og úr Føroyum luttaka Varðin, Havstovan og Sjókovin.
Verkætlanarheimasíðan verður tøk í næstum.