Seamark

2022-2026

Seamark er ein granskingarverkætlan um taraaling í Evropa, og hevur til endamáls, at framleiða tólv nýggjar vørur burturúr sukurtara – eitt nú vørur innan heilivág, kosmetikk, matvøru og fóður.

Harumframt skal hon eisini meta um og staðfesta ávirkanina, sum taraaling hevur á vistskipanina, so tað fæst ein neyvari fatan av, hvønn leiklut taraaling kann fáa í burðardyggum ringbúskapi frameftir.

Sjókovin hevur ein týdningarmiklan leiklut í verkætlanini við m.a. ábyrgdini av at fremja tøkni-búskaparligar greiningar av mentu framleiðslugongdunum, umframt virðisketu og samfelagsbúskaparligar greiningar.

Seamark er ein fýra ára long verkætlan sum fór í gongd 1. Juli 2022. Verkætlanin er fíggjað av Horizon Europe og er eitt ES-verkæltanarsamstarv millum 25 altjóða fyritøkur og stovnar.

Vitja verkætlanarheimasíðuna her