Aquavitae

juni 2019 - novembur 2022

Aquavitae er ein EU H2020 verkætlan, sum hevur til endamáls at økja um aliframleiðsluna av nýggjum djóra- og plantusløgum í Atlantshavinum. Verkætlanin leggur dent at menna alingina av djóra- og plantusløgum (m.a. tara, igulker og skeljadjórum), sum eru niðaliga í føðiliðnum.

Aquavitae er ein tvørfaklig verkætlan við samstarvi millum granskarar, vinnuna og onnur aliáhugaði í Atlantshavinum. Sjókovin hevur ábyrgdina av at gera vinnu- og samfelagsbúskaparligar greiningar í verkætlanini.

Vitja verkætlanarheimasíðuna her