FarFish

juni 2017 - novembur 2021

FarFish er ein EU H2020 verkætlan, sum hevur til endamáls at útvega vitan, tól og mannagongdir fyri at styrkja um ábyrgdarfullan, burðardyggan og búskaparliga lønsaman fiskiskap uttanfyri Evropa, samsvarandi við Mest Varandi Veiðu (MSY). Fyri at røkka hesum máli mennir FarFish nýtilig og kostnaðareffektiv umsitingaramboð og ráðgeving, ið kann nýtast beinanvegin. Hetta arbeiðið verður framt í samstarvi millum granskarar, politikkarar, fiskivinnufyritøkur og aðrar áhugapartar, sum hava til endamáls at betra um førleikarnar at umsita fiskivinnu. FarFish fer við hesum, at veita eitt betri vitanargrundarlag fyri fiskiskap og eggja tilfeingsbrúkarunum til at luttaka í umsitingini av fiskiskapinum. Sjókovin hevur ábyrgd av arbeiðspakkanum, ið eftirmetir umsitingarætlanirnar, sum eru mentar fyri ymisku økini í verkætlanini.

Les meira á verkætlanarheimasíðuni her