2025 - 2029
MarineGuardian verkætlanin hevur sum endamál at minka um umhvørvisávirkanina av fiskiskapi og verja havvistskipanir í Atlantshavi og Norðurhavi. Hetta verður gjørt við at menna og íverkseta loysnir, sum minka um eitt nú hjáveiðu, burturkast, oljunýtslu, samband við havbotning. Matís hevur leiðsluna av verkætlanini, sum hevur fingið játtað slakar 60 milliónir kr. Tilsamans eru 21 fyritøkur og stovnar í verkætlanini. Sjókovin hevur leiðsluna av at gera samfelags-og búskaparligu greiningarnar.
Les meira um verkætlanina her.