2025 - 2029

OCCAM hevur til endamáls at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og tillaga alivinnuna til veðurlagsbroytingar. Verkætlanin er samskipað av Nofima í Noregi. Sjókovin skal standa á odda fyri at gera samfelags- og búskaparligar greiningar í verkætlanini. Verkætlanin hevur fingið 33,5 milliónir krónur í fígging, og tilsamans eru 22 fyritøkur og stovnar úr Evropa. Afturat Sjókovanum eru Firum, Hiddenfjord og Avrik úr Føroyum. Luttakararnir úr Føroyum fara at menna eitt amboð, sum kann hjálpa myndugleikum og alifyritøkum at meta um ávirkanina av ymiskum hugsaðum avgerðum, tá tað kemur til lúsina og veðurlagsbroytingar. Tað er Firum, sum hevur leiðsluna av hesum partinum.

Verkætlanarheimasíðan verður tøk í næstum.