MarineSabres

2022-2026

Ávirkanin á náttúruna gjøgnum menniskjaligt virksemi, so sum fiskiskap, alivinnu og ferðavinnu er vorðin rættiliga stór, og vit kenna ikki nóg væl avleiðingarnar av hesum virksemi á náttúruna. Harumframt, verður vitanin, sum vit nú hava, ikki nóg væl brúkt í umsiting og lóggávu. Tískil er tað er alneyðugt at finna betri hættir at tryggja eina burðardygga umsiting, sum ikki setur vistskipanina og lívmargfeldið í vanda. 

Endamálið við verkætlanini við heitinum Marine Sabres, er at finna hættir at íverkseta og gagnnýta vitanina. T.v.s. at fáa vistskipanarligu regluna (ecosystem approach), sum tekur støði í vistskipanini í sínari heild, inn í okkara umsiting, og harvið styrkja tiltøkini fyri vernd og varðveitslu av lívmargfeldi og vistskipanum í stranda- og havøkjum. Verkætlanin skal sostatt menna amboð til áhugapartar, so at teir betri kunna íverkseta munagóð átøk til at fremja ein burðardyggan og mótstøðuføran bláan búskap. 

Sjókovin fer serliga at arbeiða við uppisjóvarfiskiskapi í norðurhøvum, og hvussu londini, ið umsita fiskastovnarnar, á besta hátt kunnu møta teimum avbjóðingum, sum stava frá broytingunum í útbreiðslu og stovnsstødd, ið millum annað stava fra veðurlagsbroytingum. Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við umsiting, reiðarafeløg og aðrar viðkomandi áhugapartar.    

Verkætlanin er ein samstarvsverkætlan millum 22 granskingarstovnar og fyritøkur úr 11 evropeiskum londum og hevur fingið fígging frá Horizon Europe granskingarskránni hjá ES. Verkætlanin fer ígongd í septembur 2022 og tekur 4 ár.

Vitja verkætlanar heimasíðuna her