Føroyska uppsjóvarvinnan
Landingar av uppsjóvarfiski uttanlands
Landingar av uppsjóvarfiski í Føroyum
Sjófeingislógin ásetur, at øll veiða, undantikin 15%, hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast og avreiðast um bryggjukant í Føroyum. Sambært Fiskimálaráðnum er endamálið við hesum at tryggja, at sum mest av fiski kemur upp á land í Føroyum, og á tann hátt, skapa virksemi og arbeiðspláss á landi í Føroyum, og geva virkjum á landi í Føroyum betri atgongd til rávøru. Tó kann Landsstýrismaðurin gera reglur, har loyvt verður í eitt ávíst tíðarskeið at landa uttanlands t.d. vegna vantandi móttøkuorku í háárstíð. Nøgdirnar av uppsjóvarfiski, serliga svartkjafti, hava verið søguliga høgar, og tískil eru sera stórar nøgdir landaðar. Tað hevur tí verið neyðugt, at gjørt undantøk, sum loyva skipunum at landa uttanlands í ávís tíðarskeið. Í 2025 vóru undantøk latin fyri svartkjaft, og fyri sild og makrel, sum varð veiddur í norskum sjógvi. Í samband við lodnufiskiskap eru tað treytir fyri fiskiskap í íslendskum sjógvi, sum eru galdandi. Ymisk mørk vera sett fyri, hvussu nógv av lodnuveiðuni kann landast uttanfyri Ísland alt eftir stødd á kvotu og tíðarskeiði, og harvið verður ein munandi partur av lodnuni vanliga landaður í Íslandi.
Myndin niðanfyri vísir landingarnar av makreli, sild, svartkjafti og lodnu í Føroyum og uttanlands í árunum 2021-2025. Gulu stabbarnir vísir partin, sum er landaður uttanlands, og við at flyta vísan yvir stabbarnar, sæst prosentparturin, sum er landaður uttanlands.
Landingar av uppsjóvarfiski hjá føroyskum nótaskipum í Føroyum og uttanlands 2021-2025
Myndin vísir, at fyri øll árini er svartkjafturin tað størsta fiskaslagið, og at nógv størstur partur av svartkjafti er landaður uttanlanda, samanborið við hini fiskasløgini. Í 2025, vóru góð 107 túsund tons av svartkjafti landaði uttanlands og hetta svaraði til 27% av landaðu nøgdini tilsamans, sum er ein lækking í mun til 2024, tá 37% av svartkjafti vórðu landaði uttanfyri Føroyar. Síðani 2023 hava nøgdirnar av svartkjafti, sum eru landaðar í Føroyum verið sera høgar samanborið við áðrenn. Sostatt hevur meira rávøra verið atkomulig hjá føroyskum virkjum seinastu árini. Í 2025 vóru bert 2316 tons av makreli landaði uttanlanda, sum er eitt sindur meira enn í 2024, tá landingarnar uttanlands vóru 1762 tons. Øll veiðan av sild, undantikið 297 kilo av hjáveiðu, varð landað í Føroyum í 2025. Í 2024 varð ongin lodnukvota útskrivað til føroysku nótaskipini, og í 2025 varð sera lítið av lodnu veidd, tí kvotan var so lág.
Veiða eftir makreli
Avreiðingarnøgdir av makrel í ymsu sjóøkjunum
Avreiðingarvirðir fyri makreli í ymsu sjóøkjunum
Krónur fyri hvørt kilo av makreli í ymsu sjóøkjunum
Avreiðingarnøgd, avreiðingarvirði og krónur fyri hvørt kilo fyri makrel (2008-2025)
Útflutningurin av makreli
Útflutningur av makreli býttur á útflutningsnøgd, útflutningsvirði og miðalprís (2008-2025)
Útflutningur av makreli býttur á lond (2008-2025)
Miðalprísur (kr/kg) fyri makrel býtt á lond (2008-2025)
Hvat verður makrelur útfluttur sum?
Veiðan eftir sild
Avreiðingarnøgdir av sild í ymsu sjóøkjunum
Avreiðingarvirðir fyri sild í ymsu sjóøkjunum
Krónur fyri hvørt kilo av sild í ymsu sjóøkjunum
Avreiðingarnøgd, avreiðingarvirði og krónur fyri hvørt kilo fyri sild (2008-2025)
Útflutningur av sild
Útflutningur av sild býttur á útflutningsnøgd, útflutningsvirði og miðalprís (2008-2025)
Útflutningur av sild býttur á lond (2008-2025)
Miðalprísur (kr/kg) fyri sild býtt á lond (2008-2025)
Hvat verður sildin útflutt sum?
Veiða eftir svartkjafti
býtt á sjóøki
Avreiðingarnøgdir fyri svartkjaft í ymsu sjóøkjunum
Avreiðingarvirðir fyri svartkjaft í ymsu sjóøkjunum
Krónur fyri hvørt kilo av svartkjafti í ymsu sjóøkjunum
Avreiðingarnøgd, avreiðingarvirði og krónur fyri hvørt kilo fyri svartkjaft (2008-2025)
Útflutningur av svartkjafti
Útflutningur av svartkjafti býttur á útflutningsnøgd, útflutningsvirði og miðalprís (2008-2025)
Útflutningur av svartkjafti býttur á lond (2008-2025)
Miðalprísur (kr/kg) fyri svartkjaft býtt á lond (2008-2025)
Hvat verður svartkjaftur útfluttur sum?
Prísindeks fyri uppsjóvarfisk
Útflutningur av uppsjóvarfiskasløgum
Útflutningur av makreli býttur á útflutningsnøgd, útflutningsvirði og miðalprís (2008-2025)
Útflutningur av uppsjóvarfiski
býttur á lond
Útflutningur av makreli býttur á lond (2008-2025)
Útflutningur av svartkjafti býttur á útflutningsnøgd, útflutningsvirði og miðalprís (2008-2025)
Útflutningur av sild býttur á útflutningsnøgd, útflutningsvirði og miðalprís (2008-2025)
Útflutningur av sild býttur á lond (2008-2025)
Útflutningur av svartkjafti býttur á lond (2008-2025)
Miðalprísur (kr/kg) fyri makrel, sild og svartkjaft býtt á lond (2008-2025)
Makrelur
Sild
Svartkjaftur