Kapittul 2
Burðardygd - fiskastovnar, stovnsmeting og umsiting
HUGTØK
FISKASTOVNUR - GÝTINGARSTOVNUR - FISKIDEYÐI - TILGONGD -
VEIÐITRÝST - ICES - HAVSTOVAN - KVOTA - FISKIDAGAR
INNLEIÐSLA
Góð vitan um fiskastovnar og stovnsmetingar eru ein grundleggjandi partur av einari burðardyggari fiskivinnu. Tá vit kenna støðuna í fiskastovnunum, kunnu vit taka best møguligu avgerðirnar, fyri at fiskastovnarnir kunnu kasta mest møguligt av sær. Hóast stóra ávirkan av broytiligum umhvørvisviðurskiftum á djóra- og fiskastovnar, so kann politiska umsitingin bert ávirka fiskastovnar við at áseta, hvussu nógv verður tikið úr fiskastovnunum, umframt at avmarka aðra ávirkan, ið fiskivinnan hevur á umhvørvið.
Tað eru Havstovan og ICES, ið ráðgeva fiskivinnuumsitingini, soleiðis at fiskastovnarnir kunnu gagnnýtast á einum burðardyggum støði. Hesin parturin gevur eina yvirskipaða støðumeting út frá stovnsmetingunum av seks fiskasløgum. Botnfiskasløgunum; toski, hýsu og upsa og uppsjóvarfiskasløgunum; makreli, sild og svartkjafti.
Faktaboks: Hvat er ein fiskastovnur?
Ymist er hvussu nógv er til av hvørjum fiskaslagi. Vanliga verða fiskar av sama slagi, sum búleikast og gýta í sama øki, roknaðir sum ein fiskastovnur. Til dømis eru tað nógvir toskastovnar í Norðuratlantshavi, harav vit kenna væl til tveir, nevniliga toskastovnin á Landgrunninum og toskastovnin á Føroyabanka. Sama er galdandi fyri sildastovnar, har t.d. føroysk heystgýtandi sild er ein sildastovnur, ið fyri tað mesta heldur til á føroyska landgrunninum, meðan stovnurin av norðhavssild er ein nógv størri stovnur, sum gýtir fram við norsku strondini og ferðast rættiliga víða. Mett verður at toskastovnarnir, hýsustovnurin og upsastovnurin undir Føroyum eru serføroyskir, meðan t.d. norðhavssild, makrelur og svartkjaftur um okkara leiðir eru partar av stóru ferðandi stovnunum í Norðureysturatlantshavi.
Fyri at kunna gera stovnsmetingar er neyðugt neyvt at vita, hvussu nógv verður fiskað av hvørjum fiskastovni. Havstovan ger stovnsmetingar av teimum mest veiddu fiskasløgunum undir Føroyum. Tá talan er um felagsstovnarnar (t.v.s. fiskastovnar, sum halda til í størri havøkjum og verða fiskaðir av nógvum tjóðum) sild, makrel, svartkjaft og gulllaks, luttekur Havstovan í stovnsmetingararbeiðinum.
Fyri at kunna gera stovnsmetingar er neyðugt neyvt at vita, hvussu nógv verður fiskað av hvørjum fiskastovni. Havstovan ger stovnsmetingar av teimum mest veiddu fiskasløgunum undir Føroyum. Tá talan er um felagsstovnarnar (t.v.s. fiskastovnar, sum halda til í størri havøkjum og verða fiskaðir av nógvum tjóðum) sild, makrel, svartkjaft og gulllaks, luttekur Havstovan í stovnsmetingararbeiðinum.
💡 Visti tú?
Ein stór veiða merkir ikki altíð, at fiskastovnurin er væl fyri.
Um nógv verður fiskað eitt ár, kann tað annaðhvørt merkja, at stovnurin er stórur, ella at veiðitrýstið er høgt. Tí mugu lívfrøðingar eisini kanna stovnsstødd, gýtingarstovn, tilgongd og veiðitrýst.
Stovnsmetingar
Ein stovnsmeting er ein vísindalig meting av, hvussu stórur ein fiskastovnur er, og hvussu hann broytist frá ári til ár.
Metingin byggir á upplýsingar um veiðu, longd, vekt, aldur, kynsbúning og úrslit frá rannsóknarkanningum við rannsóknarskipum. Fiskifrøðingar kanna serliga tilgongd, vøkstur, natúrligan deyða og fiskideyða, har fiskideyðin er tann parturin, sum menniskju kunnu stýra.
Úrslitini verða brúkt til at meta um støðuna hjá stovninum og til at ráðgeva um, hvussu nógv kann fiskast á ein burðardyggan hátt.
Myndin omanfyri er ein stutt lýsing av viðurskiftum, sum ávirka støddina á einum fiskastovni.
Tilgongd og vøkstur økja um stovnsstøddina. Tilgongd er tað nýggja ættarliðið, sum hvørt ár kemur inn í fiskiskapin. Fyri at tryggja góða tilgongd, má gýtingarstovnurin vera væl fyri. Tann einstaki fiskurin veksur seg størri hvørt ár, og framleiðslan til stovnin er samlaði vøksturin hjá øllum einstøku fiskunum.
Deyði minkar um stovnsstøddina. Deyða býta vit upp í natúrligan deyða og fiskideyða. Natúrligur deyði er av elli, sjúku ella tí, at fiskurin verður etin av øðrum, meðan fiskideyði rakar teir fiskar, ið verða fiskaðir (Kelda: Havstovan)
Stovnsmetingar frá ICES
Stovnsstødd
Skriva tekst her
Fiskideyði
Skriva tekst her
Veiðitrýst (Fmsy)
Skriva tekst her
Veiðitrýst (Fyrivarnisreglan)
Skriva tekst her
Gýtingarstovnur
Skriva tekst her
Tilgongd
Skriva tekst her
Stovnsmetingarnar frá ICES í stuttum
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í november 2025 nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum, umframt fyri tosk á Føroyabanka í 2026. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.
ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2026 kann í mesta lagi vera 19.653 tons, sum er ein øking á 61% í mun til tilmælið fyri fiskiskapin í 2025. Veiðutrýstið á hýsu hevur verið lágt tey síðstu árini, samstundis sum tilgongdin hevur verið góð. Eisini eru ábendingar um, at árgangirnir frá 2023 og 2024 eru væl omanfyri miðal, og væntast kann, at 2023-árgangurin kemur inn í fiskiskapin í 2026.
ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2026 kann vera í mesta lagi 24.062 tons, sum er umleið tað sama, sum varð tilmælt fyri fiskiskapin í 2025. Stovnsstøddin á upsa er yvir øllum vandamørkum, og tilgondin síðstu árini hevur verið yvir miðal.
ICES mælir til, at veiðan av toski á landgrunninum í 2026 kann vera í mesta lagi 6.075 tons, sum er ein hækking á 113% í mun til tilmælið fyri 2025. Toskastovnurin er nú komin upp um markið, har serlig verjutiltøk eru neyðug, men er tó enn undir fyrivarnismarkinum. Betri tilgongd seinastu árini er høvuðsorsøkin til vøksturin í stovninum.
ICES mælir til, at veiðan av toski á Føroyabanka í 2026 kann í mesta lagi vera 403 tons. Hetta er ein lækking á 30% í mun til tilmælið fyri fiskiskapin í 2025. Lækkingin kemst av eini varnari veiðureglu, umframt at rannsóknarskipið hevur fingið minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka.
ICES tilmæli fyri 2026
Stovnsstødd
Veiðitrýst (Fmsy)
Veiðitrýst (Fyrivarnisreglan)
Tilmæli 2026
Toskur
🟡
🔴
🟢
6.075 tons (+113%)
Hýsa
🟢
🟢
🟢
19.653 tons (+61%)
Upsi
🟢
🔴
🟢
24.032 tons (-1%)
Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli fyri fiskiskap á Landgrunninum (ICES øki 5.b.1) í 2026.
Svartkjaftur
Stovnsmetingar og ICES tilmæli fyri makrel, sild og svartkjaft
Makrelur, sild og svartkjaftur eru ferðandi fiskastovnar, sum verða fiskaðir av nógvum londum. Tað er ICES, sum veitir lívfrøðiligu ráðgevingina um, hvussu nógv kann takast úr stovnunum, og býtið millum londini verður avtalað á strandalandasamráðingum millum viðkomandi partarnar.
Tað hevur tó ofta gingið striltið at fáa avtalur í lag, sum eisini halda veiðitrýstinum á einum burðardyggum støði. Broytta útbreiðslan av fiskasløgunum hevur gjørt samráðingarnar at áseta býtið fløktari, við tað at fleiri lond ynskja at fáa lut í tilfeinginum. Harafturat er Bretland vorðin ein nýggjur partur av samráðingunum aftaná Brexit. Tíverri er enn eingin avtala gjørd millum øll strandalondini um býtið av hesum fiskasløgum. Sostatt hava londini ásett sær sína egnu kvotu, við tí úrsliti, at mest loyvda veiðan er væl omanfyri tað, sum verður mett at vera lívfrøðiliga burðardygt og at geva mest varandi veiðu.
Í 2024 var tó fyrstu ferð í áravís at Føroyar gjørdi avtalur við nøkur av strandalondunum um býtið av makrel- og sildakvotunum. Í juni 2024 varð avtala gjørd millum Føroyar, Noreg og Bretland um makrelbýtið í 2024, og í desember 2024 varð avtala gjørd millum Føroyar og Noreg um býtið av norðhavssild í 2025. Í desember 2025, legðist Ísland afturat semjuni um makrelbýtið fyri 2026. Sostatt er hetta fyrstu ferð í nógv ár, at fýra strandalond hava gjørt eina semju um kvotabýti. Eitt yvirlit yvir fiskiveiðiavtalur, sáttmálar og semjur sæst á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.
Sambært Havstovuni, so hevur fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti seinastu árini ligið á umleið 30-45% omanfyri vísindaligu ráðgevingina. Ovveiðan seinastu 2 árini er tó minkað nakað, orsakað av semjum millum nøkur av strandalondunum. Niðanfyri sæst ásetta kvotan hjá strandalondunum umframt ICES tilmælið fyri tey trý fiskasløgini síðani 2006. Endaligu kvoturnar fyri 2026 eru enn ikki ásettar í øllum londum, og tí manglar hetta í grafunum.
Makrelur
Hendan framhaldandi ovurfiskingin í mun til ráðgevingina merkir, at vandi er fyri, at fiskastovnarnir ikki megna at endurnýggja seg. Í løtuni hava øll hesi fiskasløgini mist Marine Stewardship Council góðkenningina, orsakað av vantandi avtalum um býtið millum strandalondini, sum hevur við sær, at heildarveiðan av øllum stovnunum er væl omanfyri vísindaligu tilmælini. Hetta kann hava álvarsligar fylgjur fyri hesar stovnarnar, umframt at avleiðingarnar eisini merkjast á marknaðarsíðuni, tí eingin framleiðari av hesum fiskasløgum kann selja vøruna við MSC góðkenning.
ICES tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er ein lækking á heili 70% í mun til tilmælið fyri 2025. Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá hevur hann verið í minking. Stovnsmetingin vísir, at niðurgongdin í stovninum helst stavar frá ovveiðu seinnu árini saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini. Gýtingarstovnurin er mettur at vera 2,74 milliónir tons, sum er væl undir burðardygga markinum (MSY Btrigger), og eisini undir Blim lágmarkinum á 3,07 milliónir tons. Veiðitrýstið er minkað munandi síðani 2003 og lá árini 2009 til 2021 undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg. Tó hevur nógva veiðan seinnu árini, saman við einum minkandi stovni, havt við sær eitt vaksandi veiðitrýst síðani 2019. Metta veiðitrýstið fyri 2025 er 0,29, sum er væl omanfyri hámarksvirðið (Fmsy = Fpa = 0,19). Stovnsmetingin fyri makrel varð eftirmett á vári 2025 (hetta verður kallað benchmark), og tað ávirkaði munandi fatanina av stovninum. Størsta broytingin í benchmark, er hægri nátturudeyði fyri ungan fisk og broytt fatan av tilgongdini. Hettar, saman við niðurgongd í gýtingarstovninum, eru høvuðsorsøkirnar til stóru niðurgongdina í tilmælinum fyri 2026.
ICES tilmælið fyri norðhavssild er 533.914 tons fyri 2026, sum er ein hækking á 33% í mun til tilmælið fyri 2025. Gýtingarstovnurin er minkaður nógv síðani 2008, og er hann nú mettur at vera 3,01 milliónir tons, sum er beint undir markinum fyri, har varsemi skal vísast (Bpa = MSY Btrigger = 3,18), men omanfyri lágmarksvirðið (Blim = 2,29). Góðu árgangirnir frá 2021 og 2022 væntast tó at venda hesi gongdini, so at stovnurin fer at vaksa komandi árini. Veiðitrýstið seinastu árini hevur ligið undir markinum, nær varsemi skal vísast (Fpa = FMSY = 0,21), og metta veiðitrýstið fyri 2026 er 0,12. Sildastovnsmetingin varð eisini eftirmett (benchmark) á vári 2025, og dagførda stovnsmetingin hevur broytt nakað um gongdina í stovninum, men yvirskipað er fatanin av stovninum óbroytt eftir benchmark.
ICES tilmælið fyri svartkjaft er 851.344 tons fyri 2026, sum er ein lækking á heili 41% í mun til tilmælið fyri 2025. Henda lækking kemst av, at gýtingarstovnurin minkar skjótt orsakað av vánaligari tilgongd síðani 2022, umframt at metingin av góðu árgangunum frá 2021 og 2022 er justerað niður í nýggjastu stovnsmetingini. Gýtingarstovnurin er mettur at vera 3,65 milliónir tons, sum er væl omanfyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi (MSY Btrigger = 2,25 milliónir tons). Síðani 2014 hevur veiðitrýstið ligið omanfyri hámarkið og er tað nú 0,68, sum er væl omanfyri burðardygga hámarkið (Fpa = Fmsy = 0,32). Kanningar frá 2025 koma við ábendingum um, at 2024 árgangurin er yvir miðal, men enn er óvist, hvussu góður hann er, og hetta verður ikki tikið við fyrrenn í næstu stovnsmeting.
Støða
Gýtingarstovnur:
Tilgongd:
Veiðitrýst (Fmsy)
Veiðitrýst (Fpa)
Tilmæli 2026:
Sild
Makrelur
2,74 mió. tons 🔴
🔴
🔴
🔴
174.357 tons (-70%)
Sild
3,01 mió. tons 🟡
🔴
🟢
🟢
533.914 tons (+33%)
Svartkjaftur
3,65 mió. tons 🟢
🟡
🔴
🔴
851.344 tons (-41%)
Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli fyri makrel, sild og svartkjaft. Tilmælini kunnu takast niður við at trýsta á knøttarnar omanfyri.
Gýtingarstovnur
Ein gýtingarstovnur er ein bólkur av fiskum av sama slagi, sum gýtir á sama øki og um somu tíð. Fiskarnir í stovninum fáa sostatt avkom saman og verða roknaðir sum ein felags eind í fiskifrøði og fiskivinnustýring.
Stødd á gýtingarstovni hjá nøkrum fiskasløgum
Stovnsmetingar frá Havstovuni
Stovnsstødd
Skriva tekst her
Fiskideyði
Skriva tekst her
Veiðitrýst (Fmsy)
Skriva tekst her
Veiðitrýst (Fyrivarnisreglan)
Skriva tekst her
Gýtingarstovnur
Skriva tekst her
Tilgongd
Skriva tekst her
Stovnsmetingarnar frá Havstovuni í stuttum
Her endurgeva vit í stuttum metingarnar frá tilmælinum hjá Havstovuni um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa á Landgrunninum í 2026, umframt tilmælið hjá Havstovuni um fiskiskap á Føroyabanka í 2026, sum er bygt á stovnsmeting og ICES ráðgeving fyri tosk á Føroyabanka.
Sambært tilmælinum frá Havstovuni, er føroyski upsastovnurin toluliga væl fyri, og støddin á gýtingarstovninum er omanfyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug. Veiðan hevur verið undir søguligum miðal síðan 2010, og veiðan var umleið 20 túsund tons í 2024. Veiðulutfallið í 2025 er mett at vera omanfyri hámarkið. Sambært langtíðar veiðuregluni skulu fiskidagarnir fyri Bólk 2 tí minkast 5%.
Føroyski hýsustovnurin er væl fyri, og síðani 2019 hevur hann verið omanfyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug. Veiðutrýstið hevur verið lágt seinnu árini, samstundis sum tilgongdin hevur verið góð. Ábendingar eru um, at árgangirnir frá 2023 og 2024 eru væl omanfyri miðal, og metta veiðulutfallið í 2025 er niðanfyri lágmarkið.
Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið á lágum støði síðani 2004. Millum 2020 og 2024 var gýtingarstovnurin undir vandamarkinum, har serlig verjutiløk eru neyðug, men í 2025 kom hann upp um vandamarkið, hóast hann enn er undir lágmarkinum, har verjutiltøk eru neyðug. Veiðilutfallið í 2025 er mett at vera omanfyri hámarkið. Sambært langtíðar veiðuregluni skulu fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 tí minkast 5%.
Yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka í 2024 og 2025 vísa, at nøgdin av toski er minkandi, men at hon tó er yvir miðal. Yvirlitstrolingarnar síðani september 2023 vísa, at toskurin á Føroyabanka hevur verið meira rak enn í tíðarskeiðinum frammanundan. Hetta bendir á, at tað ikki er so nógv føði á Føroyabanka, og at hetta kann føra til stórt veiðutrýst, tí toskur í størri mun kemur á línuna, tá hann er rak. Havstovan mælir tí til, at tað verða tillutaðir 150 fiskidagar í 2026 til eina blanding av stórum og smáum fiskiførum við húki (línu ella snellu), sum er sama fiskidagatal sum varð tilmælt í 2024 og 2025.
Føroyska heildarveiðan av toski, hýsu og upsa í føroyskum øki frá 1990 til 2025
Á myndini omanfyri sæst føroyska heildarveiðan av toski, hýsu og upsa frá 1990 til 2025 í føroyskum sjóøki. Veiðan av toski og upsa vaks munandi frá 2024 til 2025, meðan veiðan av hýsu vaks eitt sindur í mun til 2024.
Veiðan av toski var 11,2 túsund tons í 2025. Hetta er ein øking á heili 70% frá 2024, tá veiðan var 6,6 túsund tons, og er hetta tann hægsta mongdin síðani 2019. Veiðan í 2025 var tó næstan helvtina minni enn veiðan í 2019, sum var besta árið síðani 2004. Veiðan av toski hevur verið hækkandi síðani 2022.
Veiðan av hýsu í 2025 var 5,6 túsund tons í 2025, hetta er ein øking á umleið 17% frá 2024. Seinastu árini hevur veiðan verið frægari enn árini frá 2009 til 2017. Tó er hetta bert ein brotpartur av miðalveiðuni í tíðarskeiðnum frá 1997 til 2007.
Veiðan av upsa vaks eisini frá 2024 til 2025, frá 16,5 tonsum upp á 22,8 tons. Hetta er ein øking á 38%, og er hetta hægsta veiðan síðani 2017. Veiðan seinastu árini er tó rættiliga lág samanborið við miðalveiðuna í tíðarskeiðnum frá 2001-2010.
💡 Visti tú?
Tað eru Havstovan og ICES, sum veita lívfrøðiliga ráðgeving um fleiri týdningarmiklar fiskastovnar.
Havstovan ráðgevur føroysku myndugleikunum, meðan ICES er ein altjóða stovnur, sum veitir ráðgeving um fleiri fiskastovnar í Norðuratlantshavi, íroknað tilmæli um fleiri fiskastovnar á føroyska landgrunninum.
Uppgáva
ICES mælir til at minka nógv um veiðuna av einum fiskaslagi. Fiskivinnan vil halda fast í veiðuni, tí nógv arbeiðspláss eru tengd at henni.
Næmingarnir skulu spæla ávikavist lívfrøðingur, fiskimaður, arbeiðari á virki, útflutningsfyritøka og landsstýrisfólk.
Fiskidagaskipanin vs kvotaskipan
Umsitingarætlanin fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum øki
🟢
Fiskidagatalið verður hækkað
Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri lágmark
Veiðulutfallið av upsa er niðan fyri lágmark
Báðar treytir mugu vera galdandi, um fiskidagatalið skal hækka
Gýtingarstovnurin av bæði toski og hýsu er oman fyri lágmark
Veiðulutfallið er niðan fyri lágmark bæði fyri tosk og hýsu
Báðar treytir mugu vera galdandi, um fiskidagatalið skal hækka
🟡
Fiskidagatalið verður óbroytt
Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri lágmark
Veiðulutfallið av upsa er millum lág- og hámark
Gýtingarstovnurin av bæði toski og hýsu er oman fyri lágmark
Veiðulutfallið er niðan fyri hámark fyri bæði tosk og hýsu, og oman fyri lágmark fyri annaðhvørt tosk ella hýsu
Havstovan tilmæli 2026
Gýtingarstovnur
Veiðulutfall
Tilmældir fiskidagar 2026
🔴
Fiskidagatalið verður lækkað
Gýtingarstovnurin av upsa er niðan fyri lágmark
Veiðulutfallið av upsa er oman fyri hámark
Um onnur av treytunum er galdandi, skal fiskidagatalið lækka
Gýtingarstovnurin av toski ella
hýsu er niðan fyri lágmark
Veiðulutfallið er oman fyri hámark fyri antin tosk ella hýsu
Um onnur av treytunum er galdandi, skal fiskidagatalið lækka
Umsitingarætlanin frá mai 2019 er grundarlagið undir ráðgevingini hjá Havstovuni fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum. Hon varð fyrstu ferð sett í verk fyri fiskiárið 2021. Tað at ein langtíðarumsitingarætlan er gjørd, sum breið undirtøka er fyri, er eitt stórt framstig, tí at nú er tað landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum ásetir fiskidagatalið eftir tilmæli frá Havstovuni. Hetta verður gjørt samsvarandi veiðuregluni í umsitingarætlanini.
Bulurin í ætlanini er veiðureglan, sum sigur, hvussu árliga fiskidagatalið verður ásett. Málið er at stýra veiðitrýstinum innan fyri ásett mørk, sum skulu tryggja, at fiskastovnarnir varandi skulu kunna endurnýggja seg og kasta sum mest av sær. Ein grundleggjandi stabilitetsregla er í umsitingarætlanini, soleiðis at fiskidagatalið bert kann stillast við 5% frá einum ári til næsta. Bólkur 2 (lemmatrolarar og partrolarar) verður stýrdur fyri seg, grundað á stovnsmetingina fyri upsa, meðan bólkur 3-5 verður stýrdur saman, grundað á stovnsmetingarnar fyri tosk og hýsu.
Á heysti í 2023, og á heysti í 2024, var hendan umsitingarætlanin aftur til viðgerðar í ráðførslubólkinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, har eitt av høvuðsendamálunum var at víðka um umsitingarætlanina við eini endurbyggingarætlan, í fall toskur, hýsa ella upsi eru undir vandamarkinum. Orsakað av vánaligu støðuni hjá toskinum, varð ein endurbyggingarætlan sett í gildi fyri 2024, sum innibar bráðfeingisverjutiltøk, har fiskidagatalið var skorið við 20% fyri bólk 3-5 og 10% fyri bólk 2. Harumframt skuldi endurbyggingarætlanin eftirmetast, áðrenn fiskidagarnir vórðu ásettir fyri fiskiárið 2025. Í 2025 eru gýtingarstovnarnir av toski, hýsu og upsa allir yvir vandamarkinum, og tískil fer tilmælið fyri 2026 burtur frá endurbyggingarætlanini, og verður langtíðarveiðureglan nýtt aftur. Við støði í tí mælir Havstovan til at fiskidagarnir í 2026 fyri bólk 2, umframt fiskidagarnir fyri bólk 3-5, verða minkaðir við 5% í mun til tillutaðu fiskadagarnar í 2025.
Eins og undanfarin ár samsvarar ráðgevingin hjá Havstovuni og ICES ikki, tí Havstovan hevur nýtt fyribils umsitingarætlanina sum grundarlag, meðan ICES hevur nýtt regluna um størstu varandi veiðu, sum grundarlag. Tí er tað áhugavert eisini at hyggja at ráðgevingini frá ICES í hesum høpi.
Umsitingarætlanin er enn ikki send til ICES til eftirmetingar. Havstovan skrivaði í tilmæli sínum fyri 2025, at umsitingarætlanin væntandi bleiv send til ICES, tá endalig semja var fingin um hana í politisku skipanini og hjá vinnuni. Tá ið ICES metir umsitingarætlanina at vera burðardygga, kemur ICES at ráðgeva sambært henni í framtíðini, og tá verður betri samsvar millum ráðgevingina hjá ICES og føroysku umsitingarætlanina.
Toskur
🔴
🔴
5% ⬇︎ 🔴
Hýsa
🟢
🟢
5% ⬇︎ 🔴
Upsi
🟢
🔴
5% ⬇︎ 🔴
Samandráttur av tilmælinum frá Havstovuni. Litirnir vísa til, um tilvísingarvirðini eru niðan fyri, millum ella oman fyri markvirðini. Alt tilmælið kann lesast her.
Næmingauppgávur
Hvat er munurin á einum tilmæli og ásettari kvotu?
Hví er tað trupult at umsita makrel, sild og svartkjaft?
Hví hava fiskiveiðiavtalur týdning fyri Føroyar?